mikudagur 24. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
búgva millum 3 og 4 milli-
ónir har.
Washington er ein av
harðast raktu býunum í
USA
av
lógloysi.
Pr.
100.000 innbyggjarar verða
70 dripin árliga, og er hetta
næsthægsta tal í landinum.
70 % av íbúgvunum í bý-
num eru svørt, og skilliga
sást hvussu lítið samband
var millum hesi og tey
hvítu.
Tá býurin varð bygdur
varð stórur dentur lagdur á
at hava gott skil á gøtunum,
sum ganga púra beinar, við
útgangsstøði í Capitol 1
(Parlamenti). Gøtan eitur 1
og gongur í eystan og
vestan, meðan A gongur í
sunnan og norðan, so um
ein dugir ABC´ið skuldi
borið væl til at funnið tað
ein vil. Gøturnar eru tó so
breiðar (uml. 50 m), at so
gott sum ongin hugni er.
T.d. búðu vit á horninum
14 og M. Henda gøta var
kend við tað, at 13. januar
1982 rendi eitt Boeing 737
forgfar hjá Air Florida á
brúnna um Potomacánna.
Óhappið hendi, tí flogskip-
arin hevði gloymt at fáa ísin
av flogfarinum. Bert heilt fá
komu livandi frá hending-
ini.
Tær stóru gøturnar hava
tó nøvn eftir statunum. T.d.
liggja Hvítu Húsini á adr.
1400 Pennsylvania Avenue.
Hvíti maðurin í
Amerika:
Eg skal her greiða eitt sind-
ur frá um søguna hjá tí hvíta
manninum
í
Amerika.
Søgan er bert 500 ára long.
Columbus tók land í 1492,
men tað var skjótt at bretar,
fraklendingar og spaniólar
tóku ræðið frá indiánaru-
num.
Bretar ráddu í tí økinum,
sum í dag verður nevnt New
England, t.v.s. tann álin, ið
er á eystursíðini og vendir
móti Atlantshavinum. Fleiri
av hesum 13 upprunastatum
hava tilknýtið til bretsk
drotninganøvn, t.d. Mary-
land og Virginia.
Miðskeiðis í seytjan-
hundraðtalinum gjørdust
nýbyggjararnir troyttir av
bretum, tí teir løgdu høgan
skatt á alt møguligt. Tá so
bretar sóu, at uppreistrar-
hugur var móti teimum, av-
tóku teir allan skatt burtur-
sæð frá teskattinum, men ov
seint var. Eitt bretskt hand-
ilsskip var eina náttina álop-
ið, og so var eldur í.
Kríggj varð so ført móti
bretum frá 1777 til 1783, og
hetta endaði við ameri-
kanskum sigri, og Liberty
Bell ringdi í táverandi høv-
uðsstaðnum Philadelfia í
Pennsylvania.
Ein grundlóg varð til-
evnað av so miklum monn-
um sum m.a. Benjamin
Franklin og Georg Wash-
ington, og varð henda lýst
4. juli 1776, sum eftir hetta
gjørdist
tjóðardagur
amerikumanna.
Fraklendingar og spani-
ólar seldu sínar statir, með-
an amerikumenn í bardaga
vunnu Texas frá meksikan-
um. Alaska, sum eisini er
ein statur, varð keyptur frá
russum, og so áttu ameriku-
menn alt landið frá Atlants-
til Kyrrahavið.
Eitt petti av Virginia og
eitt petti av Maryland, sum
tilsamans vóru um 150 fer-
kilometrar til støddar mynd-
aðu økið Washington D.C,
(District og Columbia), sum
tá á døgum var at roknað
sum ein lítil bygd, sum lá í
mýrilendi. Eitt stórt arbeiði
stóðst av at turrleggja lend-
ið, og enn kunnu síggjast
atløguhús miðskeiðis í bý-
num, har embætismenn
vórðu settir av bátinum, tá
teir høvdu ørindi til forsetan
í Hvítu Húsunum.
Pettið av Virginia varð lat-
ið statinum aftur seinni, so
at nakað av býnum, t.d.
Arlington liggur í Virginia.
The Big Apple
Mikudagin tann 15. mars
fór ferðalagið í bussi frá ho-
tellinum kl. 06.00, og gekk
leiðin til New York. Hetta
sá út til at blíva eina spenn-
andi koyritúrur, tí bussfør-
arin var ein gamal veteranur
- 77 ára gamal – so allir
væntaðu tað ringasta, men
hann var framúr góður
førari og smæddist heldur
ikki burtur í tí nógva tra-
fikkinum í New York. Hesin
gamli bussførarin kallaðist
Anderson, og segði hann
frá, at pápi sín, ið kallaðist
Andersen, var úr Keyp-
mannahavn.
Eg kann nevna til stutt-
leika, at hesin gamli buss-
førarin helst ikki hevði á-
huga í øðrum londum enn
Amerika, tí hann helt, at
Keypmannahavn var høvus-
staðurin í Hollandi.
Á túrinum til New York,
bleiv koyrt gjøgnum fleiri
statir, t.d, Maryland-Del-
aware-New Jersey-og New
York. Heimaftur koyrdi vit
eisini gjøgnum statin Penn-
sylvania. Túrurin skuldi
taka umleið 5 tímar og eftir
at hava steðga á vegnum
fyri at fáa okkum ein bita,
vóru vit frammi í New York
kl. 11.30.
Tað er ringt at greiða frá
ruðuleikanum í býnum New
York, nógvir bilar og nógv
fólk, hvørt um annað.
Ferðslan var soleiðis, at har
mást tú verða frekur og
framligur, annars kemur tú
ongan veg. Hesar eginleikar
hevði okkara gamli bussf-
ørari, og snúi hann sær
ígjøgnum næstan allastaðir
við hesum stóra bussi.
Onkuntíð var hann noyddir
at fara út úr bussinum, fyri
at fáa onkran at flyta onkran
bilin, tí parkeringarnar vóru
sum best ber til .
Vit koyrdu eitt sindur runt
í býnum, t.d. framvið
Central Park, Carnigeie
Hall, Broodway v.m. Síðan
koyrdu vit til Empire State
Building, har vit ætlaðu
okkum inn, men hetta bleiv
av ongum, tí har var stongt
vegna umvæling.
Vit vitjaðu eisini á einari
útrýkningsdeild hjá løgreg-
luni í New York. Ikki kann
sigast, at teirra umstøður at
arbeiða undir vóru góðar.
Teir húsaðust í einum goml-
um bygningi undir sera
ringum umstøðum, t.d. sóu
vit onkran av politimonn-
unum sita og skriva við
penni, tí hvørki skrivimask-
ina ella telda var í húsinum.
Politimennirnir har á
staðnum máttu sjálvir keypa
og gjalda sær uniform, og
so var lønin sera vánalig,
umleið kr. 8.000,- um mán-
aðin. So tað er ikki ringt at
íminda sær, at onkur letur
seg keypa.
World Trade Center
Einasti rættuligi steðgur var
í Wold Trade Center, ið er í
110 hæddum. Eg kann
nevna, at tað tók 58 sekund
í elevatorinum, ið koyrdi við
eini ferð uppá 40 km/t, frá
stovuhædd og upp til 107.
hædd.
Síðan vóru rullutrappir
upp á hinar tríggjar hæddir-
nar. Bygningurin er umleið
400 metrar høgur. Á Centri-
num arbeiddu 40.000 fólk,
herav fleiri trygdarfólk.
Trygdareftirlitið var sera
strangt, og eingin slapp inn
uttan at verða visiteraður og
alt viðførið gjøgnumlýst.
Tað
vitjaðu
umleið
30.000 fólk í Centrinum
hvønn dag, so trygdarfólkið
hevði úr at gera.
Sum flest minnast, so
settu arabiskir terroristar ein
bil fult lastaðan av dyna-
mitti í parkeringskjallaran á
World Trade Center, og tá
hesin sprongdist, doyðu
fleiri fólk og stórur skaði
hendi á bygningin.
Bilurin sum sprongdist
bleiv funnin aftur ca. 5
hæddir niðri í jørðini og við
hjálp av bilnummarinum,
bleiv funnið fram til, hvør
hevði leigað bilin og hervið
funnu teir fram til gernings-
mennirnar.
Á ovastu hædd í bygning-
inum, sást út yvir New York
— Manhattan, Frælsisgud-
indina, Empire State Build-
ing, Ellis Island v.m. Bil-
arnir á vegnum sóu út sum
smáir brikkar frá hesi ótrú-
ligu hæddini. Eitt ótrúligt
útsýni, ið ikki kann sigast
frá við orðum, men sum
skal upplivast.
Kl. 1715 gekk leiðin frá
New York ímóti Washing-
ton. Eftir at hava steðga á
eina løtu í eini matstovu á
vegnum, har vit fingu okk-
um ein bita, vóru vit heima
aftur á hotellinum aftur kl.
2215.
Føroyskir løgreglumenn uttan fyri Hvítu Húsini í Washington
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 98 - 24. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 98 - 24. mai 2000
F
A
R
O
D
A
N
E
S K E I Ð S T O VA N
KVAS R
SKOTARÓK 14
100 TÓRSHAVN
TLF. 211861 og 311414
FAX 317534
DTP-skeiðini eru hesi:
1. Adobe PHOTOSHOP
2. Adobe INDESIGN
3. Adobe ACROBAT
4. KLÁRT TIL PRENT
5. Adobe ILLUSTRATOR
TILMELDING frá heimasíðu okkara
- ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo
: kvasir.farodane.fo
DTP
FINNBOGI MIDJORD
Í samband við innandura-
fótboltskapping í Washing-
ton DC, í døgunum 17 —
18 mars 2000, fekk løgregl-
an í Føroyum eina innbjóð-
ing at verða við til hesa
kapping.
Talan er um eina aftur-
vendandi kapping, ið á
hvørjum ári verður fyriskip-
að av Secret Service.
Endamálið við kappingini
er at savna pening inn til at
menna livikorini hjá teim-
um ungu í USA. Kappingin
hevur av hesi orsøk fingið
navnið ” Stop The Vio-
lence” og fer allur pening-
urin óskerdur til áðurnevnda
endamál.
Vanliga eru umleið 50
vaksnamannalið við í kapp-
ingini. Tey flestu liðini
koma úr USA, men í hesum
føri vórðu bert 32 vaksna-
mannalið við. Liðini koma
tey flestu úr USA, tó verða
nøkur útlendsk lið, á hvørj-
um ári eisini boðin við. Í
hesum
sambandi
kann
nevnast, at 15 ymiskar tjóðir
vóru við í kappingini í fjør,
ið varð hildin í Hollandi.
Føroyar vóru eisini við.
Á hesi ferðini til Wash-
ington vóru, umframt teir
13 fótboltsspælararnar, aðr-
ir løgreglumenn við og taldi
ferðaliðið tilsamans 26 fólk
frá tí føroysku løgregluni.
Fyrst til Reykjavík
Mánadagin tann 13. mars
2000 fór ferðaliðið úr Før-
oyum til Reykjavíkar við
Island Air. Flogfarið úr Ís-
landi var seinkað nakað, so
vit sluppu ikki á flog fyrr-
enn kl. 1325. Flogfarið, ið
var fult lessa við ferðafólki
og vidføri, fleyg sera lágt
út gjøgnum Sørvágsfjørð og
út í hav við kós móti Íslandi
og var hetta byrjanin av túri-
num.
Komnir yvir Ísland, sást
millum skýggini, meðan vit
flúgva framvið suðurlandi-
num, at alt landið var kava-
klætt.
Kl. 1525 lendi flogfarið í
Reykjavík, og koyrdu vit
beina leið í taxabilum til
Hotel Cabin í Reykjavík,
har vit skuldu gista í eina
nátt, áðrenn leiðin gekk víð-
ari til Keflavík, haðani
flúgvast skuldi til USA.
Í Íslandi varð vitjað á løg-
reglustøðini í Reykjavík.
Løgreglufólkið har á stað-
num var sera vinarligt, og
vit vórðu væl móttiknir. Vit
fingu eitt gott løgregluprát
yvir ein heitan kaffimunn,
sum kom væl við í tí nógva
kuldanum.
Aftaná eina góða og
hugnaliga løtu á løgreglu-
støðini, blivu vit koyrdir til
hotellið aftur í nøkrum av
teirra løgreglubilum.
Nakrir av ferðaliðnum
vóru eisini á ”Ørkini”, ið er
tað føroyska sjómansheim-
ið í Reykjavík. Har hittu teir
fleiri føroyingar, t.d. Petur
Nolsøe og Knút Petur í
Gong og onnur.
Starvfólkið á Ørkini vóru
sera blíð og vístu gestunum
runt um alt húsið, og søgdu
teir seg at hava havt eina
sera hugnaliga løtu á Ørkini
At svimja í lóninum
Týsdagin tann 14. mars
kom bussur eftir okkum kl.
1200 og gekk leiðin til
Keflavíkar.
Sum altíð er tað sera vak-
urt at koyra í Íslandi. Nattúr-
an er bæði fjølbroytt og
virkin, og sjálvt um landið
var kavaklætt, so sást heitur
dampur spríkja upp úr jørð-
ini ymsar staðir á leiðini frá
Reykjavík til Keflavík.
Vit komu til flogvøllin í
Keflavík kl. 1400, og tá vit
ikki skuldu flúgva víðari til
USA fyrr enn kl. 1710, leig-
aðu nakrir av ferðaliðnum
ein buss til ”Bláa Lóni”, ið
liggur stutt haðani. Har
styttu teir sær stundir við at
taka ein svimjitúr í tí heita
vatninum. Aðrir fóru við
taxa til Sandgerði, ið somu-
leiðis liggur stutt haðani, at
vitja familiu.
Kl. 1700 sótu so allir í
flogfarinum, ið var av slag-
num Boing 757, og gekk
leiðin til Baltimore í USA.
Túrurin vardi í 6 tímar og
15 minuttir.
Á leiðini sást ikki nógv
fyri skíggjum, men longur
suður vit komu, sást meira
og meira til sjógvin og so
klárnaði heilt og tá var land
at síggja, helst var hetta
New Foundland og Norður-
amerika.
Tá flogið var yvir hesum
risastóru víddum við høgum
fjøllum og djúpum dølum,
sást hvussu vítt og stórsligi
Amerika í veruleikanum er.
Vit flugu oman við strond-
ini, íð har norðuri var rættu-
liga oyðin og kavaklødd, -
hóast tað eisini vóru pettir
av landinum, har ongin kavi
var.
Áirnar
vóru
næstan
óendaliga langar at síggja,
har tær buktaðu seg fram
ímillum fjøllini á veg oman
ímóti havinum.
Vit flugu eina góða løtu
suðureftir, áðrenn kavin
bleiv heilt vekk og lands-
lagið sýntist meira vinarligt
hjá fólki at búleikast á.
Vit lendu at enda í Balti-
more kl. 2315, men tá vit
eru 5 tímar frammanfyri var
klokkan í Baltimore bert
1815, so dagurin hjá okkum
bleiv eitt sindur drúgvur.
Á flogvøllinum vóru
tríggir bussar fyri okkum,
og skuldi hesir koyra okk-
um til hotell ”Wyndham”,
í Washington, har vit skuldu
búgva. Hesin túrur tók um-
leið ein tíma.
Hotellið var í tí dýra
klassanum, sera flott, hevði
14 hæddir, harav 2 vóru
undir jørð. Busssamband
var við hotellið allan dagin
og taxabilar vóru tilknýttir
hotellið døgnið runt.
Í Washington
Tá Washington var liðugt-
gjørdur sum høvuðsstaður,
við Capitol (Parlamenti) og
øðrum almennum bygning-
um var hann so dýrur, at
hann var farin av knóranum.
Býurin er støðugt vaksin
soleiðis, at um 600.000 fólk
búgva í sjálvum býnum,
men skal alt økið teljast við,
Ein eldri bussførari koyrdi føroyska løgregluliðið runt í ruðuleikakenda New York. Abbi hansara
var úr Keypmannahavn, sum tann gamli helt vera høvuðsstaður í Hollandi. Hetta er fyrri partur
av ferðafrásøgn frá ferðini hjá føroyskum løgregluliði til USA
Keypmannahavn
høvuðsstaður í Hollandi
Útsýni av ovastu hædd á
World Trade Center yvir
Manhattan
Høgt er niður - av ovastu
hædd á World Trade
Center