mikudagur 24. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 98 - 24. mai 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 98 - 24. mai 2000
ÍtróttaSosialurin
kann sjálvandi eisini
lesast á alnetinum:
www.sosialurin.fo
HEINI Í SKORINI
Í bólki A var oddaliðið HB
og vitjaði botnliðið í bólk-
inum, Sumba. Áðrenn dyst-
in var líkt til, at hetta fór at
vera ein lættur sigur til HB,
men tá avtornaði var mun-
urin bert eitt mál. Fyri HB
skeyt Eyðfríð Christiansen
bæði málini, og eftir øllum
at døma tykist hon vera ein
sera týðandi leikari hjá HB
í ár. Málið hjá sumbingum
skeyt Rebekka Lisberg, og
hóast munurin sum sagt ikki
gjørdist serliga stórur, fór
HB enn einaferð avstað við
øllum stigunum, og hevur
nú fult stigatal fyri teir fimm
dystirnar, ið tær hava leikt.
Úti á Argjum tók AB í-
móti VB, og hesin dysturin
endaði 8-1 til VB. Stóri
málskjúttin í føroyskum
kvinnufótbólti, Halltóra Jo-
ensen, var stutt sagt ikki til
at steðga, og hon skeyt ikki
minni enn fimm av teimum
átta málunum, sum vág-
bingarnir megnaðu at hála í
land. Hini trý fekk ein annar
sera týðandi leikari hjá VB,
Guðrið Mortensen. Málið
hjá AB gjørdi Elin Kathrina
Haraldsen, og sostatt geva
vágbingarnir havnarkvinn-
unum harða mótstøðu um
fyrsta plássið í bólki A.
Dysturin millum GÍ og
Skála skuldi upprunaliga
spælast í Gøtu, men tá stev-
na var, varð dysturin fluttur
inn á Skála. Dysturin endaði
heldur óvænta við, at Skála
vann 2-0. Fyrra málið hjá
Skála skeyt Elin Jacobsen,
meðan vit tíverri ikki fingu
fatur á, hvør skoraði tað
seinna. Skála er nú komið
upp á triðja pláss í bólki A,
og liggja nú væl fyri at kom-
a víðari til endaspælið.
Seinastu ferð at kvinnu-
fótbólturin varð umrøddur
í blaðnum varð nevnt, at tað
verður ein rein sensatión,
um HB, VB og GÍ ikki
koma víðari. Men nú er
myndin vorðin heilt øðrvísi,
og Skála hevur góðan
møguleika at koma til „hitt
lovaða landið“, har seks tey
bestu liðini fara at kappast
um føroyameistaraheitið.
B36 fekk endurreisn
Eftir at B36 í bólki B fekk
ein dyggan frammaná í
Klaksvík seinasta vikuskift-
ið, fingu tær endurreisn
hetta vikuskiftið og vunnu
ikki minni enn 8-0 á NSÍ.
Rakul N. Joensen gjørdi
hat-trick, meðan Maibritt
Joensen, Súsanna Hansen,
Alice Abrahamsen, Arn-
bjørg Danielsen og Elsebeth
Jónsson allar fingu hvør sítt.
Alt bendir á, at KÍ kvinn-
urnar vera ringar at syfta í
ár. Tær hava spælt sera væl
higartil, og tær hava, eins
og HB í bólki A, fingið fulla
úrtøku burtur úr teimum
fýra dystunum tær hava
leikt. Í vikuskiftinum vóru
tær á Eiði og leiktu móti
EB/Streymi, og hesaferð
vunnu tær 7-0. Rannvá An-
dreassen vísti enn einaferð
sína styrki sum áleypari og
Stórliðini í fullari ferð
Fimta umfar hjá kvinnunum fór aftur um bak í vikuskiftinum. Í bólki A fekk B36 endurreisn eftir stórtapið í Klaksvík,
meðan KÍ eisini vann trygt á Eiði. Í bólki B vann HB tepurt í Sumba, meðan VB vann sannførandi á Argjum. Tey stór-
u liðini leggja luft millum seg og hini liðini
Bólkur A
Sumba-HB 1-2
Sumba: Rebekka Lisberg 1.
HB: Eyðfríð Christiansen 2.
AB-VB 1-8
AB: Elin Kathrina Harald-
sen 1.
VB: Halltóra Joensen 5,
Guðrið Mortensen 3.
Skála-GÍ 2-0
Skála: Elin Jacobsen 1,
fingu ikki at vita, hvør skeyt
seinna.
Bólkur B
B36-NSÍ 8-0
B36: Rakul N. Joensen 3,
Arnbjørg Danielsen 1, Sú-
sanna Hansen 1, Alice A-
brahamsen 1, Maibritt Jo-
ensen 1, Elsebeth Jónsson
1.
EB/Streymur-KÍ 0-7
KÍ: Rannvá Andreassen 4,
Malena Josephsen 2, Vivi-
ann Bjartalíð 1.
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 HB
5
5 - 0 - 0
26
2
24
15
2 VB
5
4 - 0 - 1
35
5
30
12
3 Skála
4
2 - 0 - 2
6
25
-19
6
4 GÍ
4
1 - 0 - 3
5
11
-6
3
5 AB
3
1 - 0 - 2
3
19
-16
3
6 Sumba 5
0 - 0 - 5
4
17
-13
0
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
málmunur
stig
1 KÍ
4
4 - 0 - 0
30
4
26
12
2 B36
4
3 - 0 - 1
25
10
15
9
3 NSÍ
4
2 - 0 - 2
8
17
-9
6
4 B71
4
1 - 0 - 3
7
15
-8
3
5 EB/Str. 4
0 - 0 - 4
1
25
-24
0
skeyt fýra mál, meðan Ma-
lena Josephsen fekk tvey og
Vivann Bjartalíð eitt.
(Í dystinum millum Skála
og Sumba næstseinasta
vikuskiftið, sum Skála vann
3-2, eydnaðist okkum ikki
at fáa at vita, hvør skeyt
málini hjá Skála. Vit kunnu
hervið siga, at systrarnar
Anna og Poula Olsen gjør-
du ávikavist tvey og eitt
mál.)
Støðan, bólkur B
Støðan, bólkur A
Halltóra Joensen
VB
16
Rakul N. Joensen
B36
10
Rannvá Andreasen
KÍ
10
Eyðfríð Christiansen
HB
9
Malena Josephsen
KÍ
8
Annika Godtfred
HB
6
Laila Jespersen
VB
6
Maria Johnson
HB
5
Elin Højsted
B71
4
Gurið Mortensen
VB
4
Kristbjørg Isaksen
GÍ
3
Vivian Thorleifsson
HB
3
Mariann Joensen
KÍ
3
Irdi Hansen
NSÍ
3
Elin K.Mikkelsen
AB
2
Arnbjørg Danielsen
B36
2
Elsebeth Jónsson
B36
2
Laila Enghamar
B36
2
Sólrun Olsen
B71
2
Elsa Maria Simonsen
KÍ
2
Vivian Bjartalíð
KÍ
2
Sóleyð Einarsson
NSÍ
2
Rannvá Augustinusen
VB
2
Sóleyð Holm
VB
2
Máltindurin
Toppskjúttin í fjør,
Rakul N. Joensen,
gjørdi trý mál í stór-
sigrinum á NSÍ, men
kortini øktist munirin
upp til Halltóru
Joensen úr VB
Mynd: Álvur Haraldsen
William og Jørgen-Frantz
í Norðurlandahúsinum
Ráðstevna um William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen í Norðurlanda-
húsinum 25. - 27. mai. Malan Marnersdóttir og Turið Sigurðardóttir, Fróð-
skaparsetri Føroya, hava fakligu fyristílingina um hendur
LUTTØKA
OG TEKNING
Millum 70 og 80 fólk hava
teknað seg til ráðstevnuna,
sum verður 25. - 27. mai í
Norðurlandahúsinum. Ráð-
stevnan byrjar hósmorgunin
25. mai klokkan 8.30 við
skráseting av luttakarum og
útflýggjan av tilfari og kl. 9
byrjar fyrsti fyrilesturin.
Tað ber til at tekna seg í
Norðurlandahúsinum fram
til ráðstevnuna og meðan
hon er. Luttøkugjaldið er
400 kr. fyri alla ráðstevn-
una, 150 kr. fyri einstakar
ráðstevnudagar. Fyrilestrar-
nir verða á donskum, norsk-
um og enskum.
ENDAMÁL
Merkishøvundarnir William
Heinesen og Jørgen-Frantz
Jacobsen vórðu føddir fyri
hundrað árum síðan. Fróð-
skaparsetur
Føroya
og
Norðurlandahúsið gera vart
við hetta tíðarmótið við ráð-
stevnu, ið er ætlað til at
stimbra granskingina av rit-
verkunum hjá høvundunum
báðum.
Teir aldust upp í tí danskt-
mæltu borgaraligu mentan-
ini í Havn, skrivaðu skald-
skap sín á donskum, vórðu
týddir á onnur mál og gjørd-
ust navnframir. Annar skriv-
aði bøkur av flestum skald-
skaparsløgum
gjøgnum
langa ævi og vann alsamt
størri virðing sum skald.
Hin var, tá ið hann doyði
37 ára gamal, kendur fyri
politisku blaðskriving sína
í Føroyum og Danmark og
eftir deyðan gjørdi skald-
søgan Barbara navn hans-
ara heimskent.
Ritverkini spegla - bæði
gjøgnum yrkisevnini og
málsliga hamin - ávís eyð-
kenni á søguligu og sam-
felagsligu støðuni hjá ung-
um tjóðum, sum eru um at
mynda sín tjóðskaparliga
samleika. Eitt endamál hjá
ráðstevnuni er at varpa ljós
á hesar tættirnar í ritverku-
num við at seta tey í søgu-
ligt høpi, tulka og meta tey
sum part av føroyskari eins
væl og norðurlendskari og
almennari nútíðarbókment-
asøgu. Harumframt er tað
endamálið við ráðstevnunni
at eggja til bókmentafrøði-
liga gransking av verku-
num, teirra list, máli og
mentanarliga
samteksti,
støðu teirra í føroyskari og
norðurlendskari bókmenta-
søgu og mentan.
HØVUÐS-
FYRILESTRAR
Á ráðstevnuni halda seks
innbodnir røðarar høvuðs-
fyrilestrar: ein rithøvundur,
ein tónleikafrøðingur og
fýra
bókmentafrøðingar.
Hesir fyrilestrarnir fevna
um yrkingar Williams Hein-
esens, um danska-føroyska
sálmasiðvenju, um at skriva
tjóðarbókmentir a málinum
hjá harratjóðini, um tvífalt,
danskt-føroyskt, sjónar-
horn, brævaskiftið millum
William Heinesen og Jørg-
en-Frantz Jacobsen, meting
av brøvunum sum teksti og
heimild, hugleiðingar hjá
einum føroyskum rithøv-
undi út fra´lívinum hjá stór-
skaldinum William Heine-
sen. Teir einstøku høvuðs-
røðararnir verða stutt kunn-
aðir niðanfyri.
Torben Brostrøm pro-
fessari, Danmark, er serliga
kendur fyri slóðbrótandi
skriving sína um lýriska
modernismu í Danmark.
Eisini hevur hann skrivað
yvirlitsverk um danskar og
svenskar bókmentir. Tvey
greinasøvn hansara eru Ver-
sets løvemanke 1960, og
Modernismen før og nu
1983. Á ráðstevnuni fer
hann at røða um skaldskap
í bundnum máli eftir Willi-
am Heinesen. Við støði
yrkingini “Olympia” (Hym-
ne og harmsang) fer hann
at hyggja at tí “organicist-
iska” myndamynstrinum í
yrkingunum hjá William
Heinesen, spenninginum
millum tær elstu yrkingar-
nar og menningina frá Den
dunkle Sol og longri fram.
Marianne Clausen ,
cand. mag. Danmark, hevur
saman við pápa sínum Karl
Clausen savnað inn sálmar
og andligar vísur í Føroy-
um. Hon greiddi til útgávu
Hundredesyv-visebogen við
donskum vísum og føroysk-
um løgum, 1995. Hon fer
at røða um andligan vísu-
sang, Kingo-sang og Petter
Dass-sang, sum eru partur
av tí mentanarliga viðføri-
num hjá rithøvundunum.
Dømi verða givin úr verku-
num hjá William Heinesen
og Jørgen-Frantz Jacobsen
um at hesin andligi skald-
skapurin verður umrøddur
og siteraður. Eisini verða
givin dømi um slíkan sang,
livandi - Petra Iversen
syngur - og av bandi.
Seamus Deane, profess-
ari, Dublin. Er kendur fyri
gransking sína av írskum
bókmentum. Hevur millum
mangt annað skrivað A
short History of Irish Lite-
rature 1986 og Reading in
the Dark, sjálvsævisøguliga
skaldsøgu, 1995.Í fyrilestri
sínum fæst hann við ymsar
spurningar viðvíkjandi írsk-
um bókmentum og enska
málinum:
Hvørja ávirkan hevði
Hungursneyðin
Harða
1845-50 á lagnuna hjá ensk-
um og írskum máli í Ír-
landi? Hvussu eiga vit at
meta tað tungusnildi, sum
orð gongur av írskum høv-
undum fyri, eitt nú Swift
og Joyce? Hvat er samband-
ið millum tungusnildi og
øðrumegin afasi, hinumegin
skuldarkenslu fyri mist,
uppgivið ella burturskúgvað
mál?
Hví
eru
írskir
høvundar so upptiknir av, at
málið ikki er ført fyri at um-
boða verðina nøktandi? Er
nakað samband millum
hetta og tey politisku og
fíggjarligu
viðurskifitini
millum Stóra Bretland og
Írland síðani 1690? Er, at
enda, nakað samband ella
røð av sambondum millum
afasi, tungusnild og grimd,
serstakliga tað slagið av
grimd, sum eyðkennir hjá-
landaskipanir?
Leyvoy Joensen, Ph.D.,
USA, nevnir fyrilestur sín
“Barbara and the Dano-Far-
oese Moment.” Hon bendir
á tað tvífalda sjónarhornið:
at vera heima og fremm-
andur í senn, sum er ímynd
av donsku-føroysku lívs-
royndunum, ið fáa Jørgen-
Frantz Jacobsen og William
Heinesen at lýsa Føroyar
sum staðin, har miðøld og
modernitetur bresta saman
uttan íhald, so at av stendst
tann gandakenda ógildingin
av veruleikagrundregluni.
Tað merkisverdasta uppá-
haldið hjá Jørgen-Frantz
Jacobsen um danskan-før-
oyskan samleika er tað mál-
ið, sum fyrstu ferð sær dags-
ins ljós í Barbaru, danskt
gjøgnumvovið av “faroism-
um”, skemtiligur arkaiskur
og kortini frálíka lætt lisin
prosastílur. Eyðvitað hvørv-
ur tað danska-føroyska í
týðing, og Barbara varð lis-
in í týðingum sum spenn-
ingsbókmentir, tí hon kom
ov tíðliga til at fáa spjaldrið
“magisk relalisma,” ið júst
verður
nýtt
um
eftir-
hjálanda
(post-colonial)
bókmentir, skrivaðar á mál-
um hjálandaveldanna.
Oddvør Johansen, rit-
høvundur, Tórshavn, nevnir
røðu sína “Manden i den
magiske cirkel.” Hon tekur
støði í lívinum hjá William
Heinesen og har nemur hon
eisini við sambandið mill-
um teir báðar Jørgen-
Frantz. Hvør var støðan hjá
hjá Williami í føroyska
samfelagnum, meðan hann
livdi? Tað var ikki “polit-
iskt korrekt” at lesa William
í Føroyum, tá ið hann var í
hæddini sum rithøvundur.
Eins og so nógv onnur
noyddist hann at rýma úr
samfelagnum, gerast deser-
tørur.
Hanne Flohr Sørensen,
Ph. D, Danmark, hevur
kannað brævaskiftið millum
Jørgen-Frantz Jacobsen og
William Heinesen í Det be-
gyndte som en leg 1992, og
hevur í Fróðskaparriti 1999,
skrivað greinina “Mit for-
hold til det danske sprog er
fatalt bestemt” um bak-
grund og avleiðingar av
danska málinum í verku-
num hjá William Heinesen.
Fyrilestur hennara snýr seg
júst um brævaskiftið mill-
um Jørgen-Frantz Jacobsen
og William Heinesen. Hon
fæst við spurningin um
privatbrøv sum tekstaslag.
Hvar standa vit sum lesarar,
fremmand og langt aftaná,
mótvegis brøvum millum
tveir, ið kendu hvønn annan
inn at sálini? Tað opinskár-
aða og spontana í brøvu-
num, sum stundum ger tað
torført at lesa brøvini, er
samstundis tað sum ger tey
so hugtakandi og upplýs-
andi.
STUTTIR
FYRILESTRAR
Umframt høvuðsfyrilestrar-
nar verða stuttar framløgur,
20 minuttir hvør. Av fram-
løgum um ritverkið hjá
William Heinesen kunnu
nevnast tvær um Den
dunkle Sol, annar um evni
og kenslu í yrkingasavni-
num, hin um formlig viður-
skifti. Ein verður um karn-
evals-eyðkenni í søgum
Williams og ein um “Grýl-
ana”; um leiðarorðini í Tår-
net ved verdens ende, um
frásagnarviðurskifti í Lat-
erna Magica. Av framløg-
um um Jørgen-Frantz verð-
ur ein við heitinum “Bar-
bara, en fremmed fugl?”
Ein onnur ber saman skald-
søguna Barbaru og filmin
hjá Nils Malmros. Røtt
verður um frá italsku út-
gávuni av Barbaru frá 1941
og um ein part av yrkisbók-
mentunum
hjá
Jørgen-
Frantz Jacobsen ella Fær-
øerne, Natur og Folk, 1936.
Lesið um »Úthavsdagar« á:
HTTP://
WWW.SLEIPNIR.FO
SETUR/TILTOEK
OCEANDAGE_SKRA.HTM