mikudagur 24. mai 2000síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 98 - 24. mai 2000
2000
Nr. 19
sí›a 15
sí›a 15
s. 16 & 17
s. 16 & 17
sí›a 18
sí›a 18
Fløguumæli
baksí›an
baksí›an
sí›a 19
sí›a 19
Bob Dylan í Horsens
Hitlistar og svara so!
Ársins
Songrødd
í Klaksvík
Til arbeiðis í New York
Hondbóltur skal verða stuttligari
Hetta tykist verða aðalsetningurin hjá leikaranum, sum kanska meira enn nakar annar stóð fyri undirhaldi og spæli-
gleði, tá hon var á vøllinum. Talan er sjálvsagt um Anju Andersen, sum um vikuskiftið vitjaði í Føroyum
JÁKUP MØRK
Mitt í øllum rokanum av
venjingum, autografskriv-
ingum og øðrum, eydnaðist
eisini Anju Andersen at fáa
stundir til eitt stutt prát við
tykkara útsenda.
Hóast skrá hennara var
ógvuliga strævin á at líta,
so so tóktist hon vera sera
væl uppløgd, tá vit sessað-
ust uppi á Hotel Føroyum.
Eisini var stuttligt at síggja,
at hóast hon á vøllinum ofta
hevur sýnt tað, ein kallar
primadonnanykkur, so var
einki slíkt at hóma, tá vit
fingu orðið á hana. Fólk,
sum av tilvild komu fram-
við, fingu eitt smíl og auto-
grafar, og ikki eina einastu
løtu gav hon til kennar, at
hon gott kundi hugsað sær
at verið í frið eina løtu.
Brennur fyri
hondbóltinum
Vit byrjaðu prátið við at tosa
um yrkisleið hennara sum
hondbóltsleikari. Hon tal-
dist jú millum heimsins
fremstu, tá hon av heilsu-
ávum varð noydd at gevast,
men hví hevur hon nú valt
sær ein leiklut hinumegin
borðið, so at siga. Spurd um
hon kanska kendi tað so-
leiðis, at hon nú vildi geva
hondbóltinum nakað aftur,
svaraði hon, at henni altíð
hevur dámt at havt við
hondbólt at gera.
- Eg havi nú í fleiri ár havt
hondbóltsskúlar í summar-
frítíðini, og higartil er tað
blivið til 35 slíkir skúlar,
sum eg havi startað upp í
Danmark og Noreg.
Hetta havi eg gjørt, tí eg
brenni veruliga fyri at økja
um áhugan fyri hondbólt-
inum. Hornasteinurin í hes-
um er eftir mínum tykki, at
hondbólturin skal gerast
stuttligari, bæði fyri leikarar
og áskoðarar.
Tá tú nevnir, at hondbólt-
urin skal vera stuttligari, so
rokni eg við, at eitt nú tek-
nikkur og spæligleði eru
evni, sum tú leggur stóra
vekt á undir teimum ven-
jingum, sum tú fyriskipar.
Ja, avgjørt. Gaman í er
hondbóltur eitt liðspæl, men
eg haldi sjálv, at tað skal
ansast eftir, at ikki alt ov
stórt fokus verður rættað
móti liðinum sum ein eind.
Heldur haldi eg tað vera av
alstórum týdningi, at menna
einstøku spælararnar, tí bet-
ri spælarar merkja eisini, at
liðið verður betri, og fleiri
individualistar geva stutt-
ligari hondbólt.
Fólkið skal
undirhaldast
Nú ert tú so sett sum ítrótt-
arstjóri Slagelse. Hvørjar
eru ætlanir tínar í felag-
num?
Í stuttum kann sigast, at ætl-
anin er at skapa eitt lið, sum
spælir hondbólt á sama hátt,
sum vit gjørdu, tá vit til
stuttleikar settu »Dream
Team« saman.
Sjálvandi vil eg eisini ver-
a við til at vinna hondbólts-
dystir, men samstundis sum
hetta verður gjørt, skulu á-
skoðararnir fáa eina upp-
living fyri pengarnar.
Tekur tú til dømis ein
dyst, sum endar við einum
tíggju máls sigri til annað
liðið, so vilja flestu áskoð-
ararnir í dag siga, at talan
hevur verið um ein keði-
ligan dyst. Um tey hinvegin
síggja fintur av øllum hugs-
andi slag, og royndir at gera
nógvar flottar tekniskar de-
taljur, so halda tey brádliga,
at talan hevur verið um ein
sera undirhaldandi dyst, hó-
ast spenningurin í dystinum
var lítil og eingin.
Tí haldi eg, at skal vera
rúmd fyri »show« í spæl-
inum. Ikki bara tá støðan er
30-20, men eisini um tað
stendur á jøvnum móti end-
anum av dystinum. Tá er tað
veruliga ein fragd at síggja
ein leikara, sum knappliga
finnur upp á at spæla bóltin
millum beinini.
Umframt sjálvt spælið á
vøllinum, so royna vit í Sla-
gelse eisini at gera hond-
bóltsdystin til eina »total-
uppliving«. Nakað á sama
hátt sum amerikanar gera í
eitt nú NBA.
Á tann hátt fáa viðhalds-
fólkini ein nógv meira ak-
tivan leiklut í dystinum,
ístaðin fyri at tey bara seta
seg niður og hyggja at dyst-
inum.
Higartil hevur hetta rigg-
að øgiliga væl, og eg rokni
í øllum førum ikki við, at
tað eru nógv onnur lið í aðru
deild, sum fleiri ferðir í
saman kappingarárið hava
spælt í eini stúgvandi fullari
høll.
Av alstórum týdningi
við sponsorum
Nú ert tú í Føroyum sum
liður í marknaðarføringini
hjá høvuðsstuðuli tykkara,
Fujitsu/Siemens. Hvussu
stóran leiklut eiga sponsor-
ar í ítróttarligu menning-
ini?
Teir hava alt at siga, tí tað
eru jú teir, sum eru við til at
bera allari ítróttini uppi, so
uttan teir kundi vit als ikki
virka á verandi støði.
Í Slagelse hava vit valt,
at gera eitt sokallað kon-
cept, har vit greitt hava boð-
að frá, hvørjar ætlanir vit
hava við felagnum, hvussu
vit ætla at røkka hesum mál-
um og hvønn leiklut vit
meta, at sponsorarnir eiga
at hava í hesum.
Síðani tosaðu vit við tey
virki, sum sýndu áhuga í
ætlanum okkara, so tað var
ikki soleiðis, at vit bara tóku
tann sponsorin, sum hevði
størsta pengapungin, men
heldur ein, sum passaði inn
í okkkara koncept, og her
hava vit so samstarvið við
KT-risan at vera tað, sum
gagnar pørtunum best.
Sinnalagið skal ikki
stýrast
Tað , sum ofta verður sett í
samband við Anju Ander-
sen, er sinnalagið. Á hvønn
hátt roynir tú at stýra hes-
um, og er nøkur uppskrift
til, hvussu tú sum leikari
kann nýta sinnalagið á ein
positivan hátt?
Sinnalagið skal slettis ikki
stýrast. Ein av stóru orsøk-
unum til, at ítróttur hóast alt
hevur eitt stórt undirhalds-
virði er júst tað, at leikarar
sýna kenslur sínar.
Í løtuni er áhugin fyri
hondbólti fallandi, og hetta
kemst eisini í stóran mun
av, at leikarar eru farnir at
uppføra seg sum maskinur,
ístaðin fyri sum menniskjur.
Øll vilja vit gjarna síggja
eitt nú David Beckham øsa
seg, og tað skal hann so
sannilga eisini hava loyvi
til.
At tað er komið so stórt
fokus á mín persón í hesum
sambandi, kemst helst eina-
mest av, at eg eri konufólk,
og tað er kanska ikki eins
vanligt hjá konufólki at sýn-
a kenslur sínar á ítróttavøll-
um.
Vit hava jú kenslur øll
somul, og um eg t.d. sjálv
spæli í einum dysti, har alt
gongur av skriðjuni til, og
ein áskoðari á fremstu røð
oman á alt byrjar at spilla
meg út, so kann eg ikki bara
ignorera hetta. Nei, so skal
eg pína doy vísa viðkom-
andi, at dugur hóast alt er í
mær.
Ein glotti fyri
framman
Sostatt endaði samrøðan at
kalla á sama hátt, sum hon
byrjaði. Fólki skal undir-
haldast, kenslurnar skulu
fram og einstøku leikararnir
skulu hava møguleika vísa
síni kynstur.
Hetta kann helst sigast at
vera niðurstøðan vit fingu,
burturúr samrøðuni við
heimsstjørnuna, og megnar
hon veruliga at fremja ætl-
anir sínar í verki, so boðar
hetta frá góðum fyri fram-
tíðina hjá hondbóltinum.
Nei, keðilig hevur hon
ongantí verið, Anja And-
ersen.
Anja Andersen er sannførd um, at ein av orsøkunum til fallandi áhugan fyri hondbóltinum er, at undirhaldsvirði í
dystinum ikki er nóg gott
Mynd: Álvur Haraldsen
»Sinnalagið skal slettis ikki stýrast. Ein
av stóru orsøkunum til, at ítróttur hóast
alt hevur eitt stórt undirhaldsvirði er júst
tann, at leikarar sýna kenslur sínar.«
»Betri spælarar merkja eisini, at liðið
verður betri, og fleiri individualistar geva
stuttligari hondbólt«
»Í løtuni er áhugin fyri hondbólti fallandi,
og hetta kemst eisini í stóran mun av, at
leikarar eru farnir at uppføra seg sum
maskinur, ístaðin fyri sum menniskjur«
- Málið er at skapa eitt lið, sum spælir á sama hátt sum
»The Dream Team«, sum eg eisini var við til at stovna
Mynd: Álvur Haraldsen