Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 24. mai 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 19 - 24. mai 2000 14 Tí›indabla›i› Sosialurin Postsmoga 76 110 Tórshavn Tlf: 311820 Fax: 314720 Teldupostur: yngd@sosialurin.fo Ábyrgdarbla›stjóri: Jan Müller Uppseting: Karis Olsen Yngd er ein partur av Sosi- alinum mikudag. Evsta- mark er á middegi fríggja- dag Ta› eru ofta smáir lutir sum skilja okkum menniskju. Mun- urin millum at vera in ella ikki, kann ofta vera rættuliga lítil. Eitt av teimum mest aktuellu dømunum um fólk sum ikki heilt hava fanga› at ta› eru marginalarnir sum gera munin, eru tey sum framvegis ganga í hvítum hosum. Tú kanst vera so smartur og kulur sum tú vilt, tú kanst keypa øll tey røttu merkini, og hava rætta litin í hárinum, men eru hosirnar hvítar so er eingin vón fyri tær. Ta› ver›ur stutt sagt ikki gó›tiki› at ganga í hvítum hosum í dag. Hosir eiga at vera littar. Um tær eru gráar, bláar, ella svartar vi› onkrum Disney figuri á, er líka miki›. Tær mugu bara ikki vera hvítar. Sjálvi standa vit ofta spyrjandi tá vit fáa ein slíkan pástand slongdan í andliti›. Hvør er ta› sum kann avgera hvussu vornar mínar hosur eiga at vera. Móti er eitt hugtak í tey flestu hava eina hugsan um. Ta› er hesin sami móti sum avger› hvussu vit kunnu loyva okkum at klæ›a okkum. Sigur mótin at hosirnar ikki mugu vera hvítar, so hjálpir eingin gó›a mamma. Mótin hevur eitt andlit úteftir. Hetta eru ungar kvinnur og menn sum fyri løn útstilla ta› sum stóru handilshúsini vilja hava okkum at keypa. Í Yngd í dag, ber til at lesa um 16 ára gomlu Óluvu Johannesen sum í næstum fer longu lei›ina avsta› til New York har hon fer at berjast fyri einum plássi sum modell innan mótaheimin. Eisini innan tónleik kann tosast um móta. Ymiskir stílir eru rá›andi eitt tí›arskei›, á›renn teir eru burtur aftur. Hugsa bara um Grunge,Acid Jazz ella Hair Metal, hesir stílir høvdu allir tí› sína,men eru burtur nú. Í hesum døgum kappast fólk sum duga at syngja um at gerast ársins songrødd. Næsta innlei›- andi umfari› í kappingini Ár- sins Songrødd 2000 var hildi› í Klaksvík leygarkvøldi›. Dansi- høli› Lognbrá var karmur um tiltaki›, og sjálvandi var Yngd á sta›num Nú er bert eftir hjá okkum at ynskja øllum ein gó›an miku- dag, og ta› er hervi› gjørt. Hvítar ella svartar hosur Vinn eina fløgu Nú gevur Yngd tær eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Fyri at lesararnir eisini skulu hava høvi at koma fram at, hava vit sjálvsagt rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan um líkt og ólíkt. Hevur tú eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn, merk brævbjálvan „Yngd“. Ella send okk- um teldupost á yngd@sosialurin.fo Hvørja viku verður so drigið lut ímillum innkomnu brøvini, og vinnarin fær eina spildurnýggja fløgu sendandi frá 3‘aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar ein møgulig fløga skal sendast. Send inn inn og vinn letur eina fløgu um vikuna til teg, sum hevur besta inn- slagi› í Yngd. Les í Sosialinum hvønn mikudag! Nr. 19 - 24. mai 2000 15 Fróði Løkságarð Ofta ver›ur sagt, at føroysk konufólk eru millum tey vakrastu í heiminum. Hesin pástandur fekk eitt bein afturat at standa á, tá eitt fer›alag vi› ellivu føroyskum gent- um, umframt fer›alei›arar, var í New York til eina modellkapping fyri ung fólk. Stórur áhugi var fyri føroysku gentunum, sum fingu eitt avbera gott úrslit. Føroysku genturnar fingu eina rúgvu av hei›urs- merkjum og steypum heimaftur vi› sær. Og enn betur, so høvdu tær eisini fingi› sam- band í lag vi› fleiri av stóru modellfyritøk- unum í New York. Mestsum av tilvild Ein av gentunum, sum var vi› í New York, er sekstan ára gamla Óluva Johannesen úr Havn. – Eg vil siga at ta› heila byrja›i nokkso tilvildarliga. Eg havi gingi› til mótas‡ningar líka sí›an eg var umlei› 12 ára gomul, og tá so eg hoyrdi um fyrsta skei›i› hjá Kollu í Føroyum, so helt eg at ta› kundi veri› stuttligt at luttaka, bara líka sum fyri at hoyra um tann spennandi modellheimin, og møguliga fáa onkur gó› tips. Eftir at hava luttiki› á fyrsta skei›num, kom brátt fer› á ta› heila, og luttakararnir fingu møguleika at fáa gjørdar mappur. Hesar mappur eru alt avgerandi í modell- heiminum, og ver›a brúktar at selja gent- urnar til modellstovurnar vi›. – Mitt í tí heila so fekk eg at vita, at vit skuldu til New York, ta› var so bestemt ikki naka› eg hev›i rokna› vi› tá eg á fyrstan tí› fór á ta› fyrsta skei›i›, ment ta› gjørdi ta› heila bara nógv meiri spennandi. New York var ótrúligt Sum sagt so gekk túrurin til New York uppá stás, og føroysku genturnar gjørdu eitt rættuliga gott intrykk. – Ta› var ein fantastiskur túrur, alt er bara so ø›iliga stórt í New York, ta› dugur man slett ikki at fyristilla sær, og munurin millum rík og fátøk er so ø›iliga stórur og sjónligur. Umframt at hava tí› til eitt sindur av Sight- seeing so var ein rúgva av ymiskum kappingum sum føroysku genturnar skuldu luttaka í. Hetta gav teimum eisini eitt gott bílæt av hvat modell arbei›i veruliga gongur út uppá. Til kappingina hev›i hvør genta eitt nummar sum var heft á hana. Sí›ani gingu genturnar í bólkum fram fyri umbo› fyri modellstovurnar, sum høvdu møguleika at seta teimum spurningar um hædd og aldur, og hvat ta› annars kundi vera. – Ta› kendist rættuliga løgi›, solei›is at vera útstilla›ur, og fólk hinumegin bor›i› sótu og tutla›u. Aftana at genturnar á henda hátt vóru vístar fram, høvdu modellstovurnar møguleikar at gera sonevnd callback, sum ta› eitur á fakmáli, um teir høvdu áhuga í nakrari av gentunum. – Vit høvdu fingi› at vita, at um vit hoyrdu aftur frá millum einari og f‡ra modellstovum so var ta› gott, sigur Óluva. Ta› vísti seg at ver›a sera stórur áhugi fyri at sleppa at tosa nærri vi› tær føroysku genturnar, tí tann sum fekk flest fyrispurn- ingar fekk ikki færri enn 35. Click Models Sjálv fekk Óluva saman vi› onkrari a›rari av føroysku gentunum, samband vi› stóru modellfyritøkuna Click Models á Man- hattan í New York sum hava bo›i› henni yvir aftur til New York at arbei›a í tr‡ggjar mána›ar. – Ta› er eitt óføra gott tilbo›, vit fáa alt betalt, og fáa veruliga møguleikan fyri at lukta til hvat hetta er fyri naka›. Óluva sigur at hetta er ein tjansur sum man er noyddur at siga ja til, tá ta› hendur. Sjálv er Óluva noydd at leypa frá próv- tøku og øllum fyri at fara til New York. Væntandi skulu tær møta í New York, mitt sum endaligu próvtøkurnar í fólkaskúlan- um eru. – So man kann gott siga at eg havi gingi› eitt heilt ár í skúla til onga ver›ins nyttu, sigur Óluva flennandi. Beinhør› kapping Komandi ári› er eingin skúlagond á skránni hjá Óluvu. Hon hevur sett sær fyri at ofra hetta ári› uppá at vita um nakar møguleiki er fyri at koma ví›ari innan modellheimin. – Ta› er ein ø›iliga krevjandi vinna, og krøvini og kappingin eru beinhør›. Tú mást veruliga ansa eftir tær sjálvum, ta› er eingin annar sum ger ta›. Tú mást eta sunt, fara tí›liga í song, og drekka nógv vatn. Eingin skoytir um eina modell vi› posum undir eygunum. Men eg trúgvi veruliga at ta› er vert at royna, serliga tá man er komin so langt sum vit nú einafer› eru. Eisini heimanífrá hevur stu›ulin hjá Óluvu veri› gó›ur. – Foreldrini hava veri› ótrúlig, og tey hava hjálpt mær fantastiska væl. Eg hev›i ikki sjálv havt møguleika fyri at klára alt einsamøll. Ikki minst er ta› kostna›armiki› at luttaka í hesum, og eg havi bara gingi› í skúla. Óluva sigur ví›ari at einastu fer› hon merkti eitt sindur av mótstø›u var tá tann nógv umtala›a send- ingin um modellheimin var send í sjónvarp- inum, men ta› kom skjótt uppá pláss aftur. Til arbeiðis í New York Óluva Johannesen var ein av føroysku luttakarun- um til modell- kappingina sum fyri stuttum var í New York. Í næstum fer Óluva aftur til New York at arbeiða