hósdagur 9. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Nr. 199 - 3. oktober 2003
3
Tøkk
Ein hjartalig tøkk til tykkum øll, ið vístu samkenslu,
tá pápi og bróðir okkara
Jaspur U. Klakkstein
Klaksvík
doyði og varð jarðaður.Takk fyri blómur, kransar og
alla ta hjálp, ið varð veitt okkum.
Tøkk til øll, ið fylgdi Jaspur til hansara
síðsta hvíldarstað.
Bina, Richard og Hanna
Romantiskt klaverkvøld
Russiska Nina Kav-
taradze fer hóskvøld-
ið at framføra
romantiskan klaver-
tónleik í Norður-
landahúsinum
TÍÐINDASKRIV
Fyrsta Orfeus konsertin í
vetur verður í Klingruni í
Norðurlandahúsinum
hóskvøldið 9. oktober kl.
20:00. Tá fer russiski
klaverleikarin Nina Kavtar-
adze at framføra klavertón-
leik úr romantiska tíðar-
skeiðinum. Hálvan tíma
undan konsertini, klokkan
19:30, fer Jóhannes Andre-
asen at greiða frá um tað,
sum framført verður á hesi
fyrstu Orfeus konsertini.
Nina Kavtaradze
Nina Kavtaradze er fødd í
Moskva. 6 ára gomul fór
hon undir musikalsku út-
búgving sína á sokallaða
sentrala musikkskúlanum,
sum er knýttur at konserva-
toriinum í Moskva, og sum
varð stovnaður í 1932 og er
ætlaður serliga gávuríkum
børnum. Longu 8 ára gom-
ul spældi hon á konsert í
súluhøll samveldis-húsins.
Eftir 11 ár á musikkskúl-
anum fór hon at lesa á
sjálvum konservatoriinum,
har hon var næmingur hjá
víðagitna klaverleikaranum
og læraranum Lev Oborin.
Eftir útbúgving sína helt
Nina Kavtaradze fram við
listarliga virksemi sínum í
fyrrverandi Sovjett-sam-
veldinum, USA og í mong-
um evropeiskum londum.
Hon hevur einar 50 klaver-
konsertir tøkar á skránni
hjá sær. Hon hevur m.a.
starvast saman við so fræg-
um dirigentum sum Jurij
Ahronovich, Sir Charles
Groves, Leif Segerstam,
Jorma Panula, Kurt Sander-
ling, Moshe Atzman og
Mariss Jansons.
Harumframt hevur hon
spælt á altjóða festivalum
og kamartónleik saman við
Jean-Pierre Rampal, Felix
Ayo, Victor Pikaizen og
fleiri. Síðan 1986 hava
Nina Kavtaradze og sello-
leikarin Erling Bløndal
Bengtsson myndað eina
duo, sum spælir um allan
heimin.
Verkskrá hennara fevnir
um øll tónlistarsøgulig
tíðarskeið. Stundum hevur
hon verk á skránni, sum
mestsum ikki verða fram-
førd annars. Sum dømi hev-
ur hon tikið upp til fløgur
allan klavertónleikin eftir
Richard Wagner og eftir
Modest Musorgsky. Fløgu-
upptøka hennara av klaver-
verkum Wagners varð í
tíðarritinum "Neue Musik-
zeitschrift" (sum Robert
Schumann stovnaði á sinni)
kosin at vera millum tíggju
tær bestu klaverútgávurnar
í heiminum í 2000.
Næsta Orfeus
konsertin
Næsta konsertin í Orfeus
røðini verður hóskvøldið
30. oktober 2003, kl.20.00.
Tá fara Nikolaos Kapnas
og Stamen Stantchev at
spæla verk fyri violin og
klaver
eftir
Debussy,
Stravinsky og Saint-Saens.
Russiska Nina Kavtaradze
hevur vitjað í Føroyum áður,
tá hon spældi klaverkonsert-
ina eftir Grieg saman við
Føroya Symfoniorkestri. Hós-
kvøldið er hon í Norður-
landahúsinum
C
M
Y
K
3
2
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Fráferðir úr Hanstholm
13. og 20. desember
Fráferðir úr Tórshavn
01. og 08. januar
Fráferð úr Bergen:
17. desember
Fráferðir úr Tórshavn:
29. des., 05. og 12. jan.
NÚ ER SKJÓTT AFTUR TÍÐ TIL AT HUGSA UM JÓLAFRÍTÍÐINA
– EISINI HER HEVUR SMYRIL LINE NØKUR
Ferðist 2 og gjaldið fyri 1
fram og aftur í innv. 2-koyggju-
kam ari við wc/bað, íroknað bil:
Úr Danmark:
Úr Noregi: