hósdagur 9. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Nr. 199 - 3. oktober 2003
5
Álvaleikur eftir Hans
Andrias Djurhuus er
ein fitt søga, sum
verður framførd og
søgd frá á einum
heldur øðrvísi hátt.
Ein hugtakandi
sjónleikur, har ungir
leikarar rættuliga fáa
møguleika til at gera
vart við seg
SJÓNLEIKUR
Myndir: Jens K. Vang
Tekstur: Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Synd er at siga, at tað vóru
nógv fólk í Sjónleikarhús-
inum í Havn týskvøldið, tá
sjónleikarafelagið
fram-
førdi sjónleikin. Og tað má
sigast at vera harmiligt, tí
tað eru ikki leikararnir ella
leikurin, sum kunnu sigast
at hava skuldina fyri tað.
Leikurin er ein fitt kær-
leikssøga, har gandur og
kenslur eru í hásæti. Og
álvaleikurin um heyggin
kann ikki sigast at vera
annað enn hugtakandi.
Vanliga verður nógv hugt
eftir høvuðsleikaranum í
einum sjónleiki, og tað er
eisini rætt, men í júst hes-
um leikinum kom tað ser-
stakliga væl til sjóndar,
hvussu
týdningarmiklir
allir leikararnir eru.
Leikurin byrjar við, at
tveir ungir mans, Sjúrður
og Sigmundur, eru á veg
heim. Teir ganga ígjøgnum
hagan og tosa um kær-
leikan. Tann eini, Sjúrður
hevur verið burtur í fleiri
ár, og er nú komin heim og
hevur ætlanir um at finna
sær eina unnustu.
Síðani koma álvarnir,
sum í gjøgnum allan leikin
sita aftarliga á pallinum í
einum, sum líkist einum
stórum eiturkoppaspinni.
Álvarnir kalla mjørkan
fram, og í mjørkanum vill-
ast teir báðir ungu dreing-
irnir frá hvørjum øðrum, og
so fer álvaleikur sína
gongd. Tann eini verður
gandaður av álvunum og
endar við at biðja fram bøn-
arorð til eina gamla gentu,
sum eigur eitt leysingabarn.
Ógvuliga hugtakandi var
at síggja, hvussu væl álva-
leikurin hjá teimum fimm
leikarunum gekk. Lættliga
dansaðu og fluttu tey seg
eftir pallinum, meðan tey
tosaðu.
Leiklutin sum Malan
spældi Kristina Christian-
sen. Hon kom sera væl frá
sínum leikluti, og ikki var
tað sørt, at hon við sínum
harðrenda máli og beiskni
vakti kenslur í áhoyrarun-
um, sum samstundis gott
kundu flenna eitt sindur at
henni. Søgan um Maluna er
ein typisk søga frá tá í
tíðini. Hon fekk eitt leys-
ingabarn og varð útstoytt úr
samfelagnum. Og fólk fara
illa við henni.
Leiklutirnar sum teir
báðir Sjúrður og Sigmund-
ur spældu ávíkavist Marius
Thomassen
og
Róald
Johannesen. Tveir ungling-
ar, sum royna at finna sær
eina gentu. Uttan at avdúka
alla søguna skal sigast, at
tað var sera misjavnt,
hvussu tað gekk hjá teim-
um.
Dupult manning
Samanumtikið kann sigast
um hendan leikin, at tað
tekur eina løtu í byrjanini,
til at áhugin vaknar av álv-
ara millum áskoðararnar.
Tann fyrsta løtan kann tykj-
ast heldur langlig, og tað
tekur eina løtu, áðrenn nak-
að hendir. Men tá so søgan
kemur í gongd, veit ein
næstan ikki av, fyrr enn
leikurin er liðugur.
Ein samanseting av palli,
tónleiki og leikarum gevur
áskoðaranum eitt upplivilsi
í Sjónleikarhúsinum. Nógv
at síggja, sum ikki vanliga
er at síggja í leiki. Nógv
ung fólk, og eitt spæl upp á
blokkfloytur, sum er hegn-
isliga uppsett og passar væl
til. Tosið í leikinum ber brá
av yrkingum, men kortini
er tað ikki ov háfloygt.
Serstakt við hesum leik-
inum er, at allir leiklutirnir
hava dupulta manning. Og
tað vil siga, at tey spæla
annaðhvørt kvøld. Hvønn
týdning tað hevur fyri
hvørja einstaka framførslu
skal her verða ósagt. Men
tað kann uttan iva tykjast
løgið at fara tvey kvøld á
rað til hendan leikin og
síggja ymiskar leikarar
framføra hvønn leiklutin.
Men hetta hava tey gjørt
fyri at lætta um hjá leikar-
unum. Tí tað er púra vist, at
tað er strævið og sera bund-
isligt at spæla sjónleik, men
við hesum eru tey ikki
bundin av tí hvørt kvøld.
Leikararnir eru í øllum
aldri frá 12 ár til mitt í 60
unum. Leikstjórnað hevur
Hedvig
Westerlund-
Kapnas.
Hugtakandi Álvaleikur
Álvaleikur er ein hugtakandi leikur, har kenslur og gandur – kærleiki og lagnunnar speisemi dansa um hvønnannan
Malan er ein útstoytt gomul genta, sum eigur eitt leysingabarn
Landsins týdningarmiklastu persónar: Løgtingsmenninir, sum
høvdu nógv vald
Sigmundur ber fram bønarorð til Ingu. Tey bæði hava verið
góð longi
Teldufyritøkan,
Formula, varð í
blaðnum í gjár lagt
undir at føra lobby-
virksemi í samband
við telduskipanina til
kommunulæknarnar
í Tórhavnar
kommunu. Hesum
vísir Torkil Holm
Petersen staðiliga
aftur, og átalar
viðmerkingini hjá
Kára Jacobsen,
kommunulækna
TELDUSKIPAN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Nú tríggir kommunulæknar
hava valt at siga seg úr
starvi, hevur rok tikið seg
upp. Danjál Petur Højgaard
og Kaj Kallsberg í Havn og
Jaspur Petersen í Klaksvík
fara allir úr kommunu-
læknastarvinum 1. januar
komandi ár.
Ov stór arbeiðsbyrða er
orsøkin til, at Jaspur Peter-
sen og Dánjal Petur Høj-
gaard hava boðað Bill
Justinussen frá, at teir ikki
ynskja at halda fram í starv-
inum. Kaj Kallsberg er
hinvegin ónøgdur við, at
eingin endalig loysn er
funnin á, hvørja teldu-
skipan, kommunulæknarnir
í Havn skulu nýta.
Stríðið um telduskipan-
ina snýr seg um, hvørt
kommunulæknarnir skulu
hava íslendsku SAGA-
skipanina ella donsku Med-
Wind skipanina. Átta av
tíggju
kommunulæknum
ynskja íslendsku skipanina,
meðan Dánjal Petur Høj-
gaard og Annika Olsen
vilja nýta donsku skipan-
ina. Tórshavnar býrað, sum
eigur endaligu avgerðina í
málinum,
hevur
boðað
teimum átta kommunu-
læknunum, at íslendska
skipanin er best egnað til
kommunulæknarnar
í
Havn.
Í blaðnum í gjár vísti ein
rættiliga avgjørdur Kári
Jacobsen, ið starvast sum
kommunulækni í Havn, at
teir átta kommunulæknarn-
ir ikki fara at boyggja seg
fyri ynskjunum hjá Tórs-
havnar býráð um at nýta
donsku Med-Wind teldu-
skipanina. Hann greiddi frá
á, at teldan er týdningar-
mesta arbeiðstólið hjá ein-
um lækna í dag, og at tað er
stak óheppið, at kommunu-
læknar í Havn sita uttan
haldgóð tól.
Støðan er í løtuni, at
Tórshavnar býráð ynskir, at
kommunulæknarnir fáa sær
íslendsku telduskipanina,
meðan
átta
av
tíggju
kommunulæknum
vilja
ikki síggja nakað til skipan-
ina, og ynskja tí donsku.
Í bakgrundini er ein lítil
dystur millum stóru før-
oysku
EDV-fyritøkurnar
Formula og Farodane, sum
ávikavist umboða íslendsku
og donsku telduskipanina,
um hvør fær uppgávuna at
veita kommunulæknunum í
Havn.
Endaliga er tað Tórs-
havnar býráð, ið ger av,
hvørja telduskipan komm-
unulæknarnar í Havn skulu
nýta, men sum skilst verður
tað ikki uttan svørðsslag, tí
kommunulæknarnir vilja
ikki geva seg.
Átala at verða lagdir
undir lobbyarbeiði
Kári Jacobsen, kommunu-
lækni, varð í gjár spurdur,
um
kommunulæknarnir
ikki vistu betur enn Tórs-
havnar býráð, hvør teldu-
skipan var tann betra. Hann
svaraði, at ein trupulleiki
er, at fólk á trivnaðardeild-
ini á býráðnum hava lurtað
ov nógv eftir einum ávísum
virki á Velbastaðvegnum,
sum hevði gjørt lobby-
arbeiði fyri teirra skipan.
Millum linjurnar er lætt
at staðfesta, at Kári Jacob-
sen heldur, at teldufyritøk-
an Formula hevur kannað
sær arbeiðið til kommunu-
læknarnar gjøgnum áhald-
andi lobbyvirksemi. Á For-
mula standa teg fullkomi-
liga spyrjandi eftir við-
merkingarnar hjá Kára
Jacobsen, og átala at verða
løgd undir lobbyvirksemi.
– Formula fekk, eftir
áheitan
frá Tórshavnar
kommunu, latið eitt upp-
skot til sáttmála um nýtslu
og viðlíkahald av eini
læknaskipan. Hetta er gjørt
til avvarðandi embætisfólk
í kommununi, og umframt
at svara spurningunum við-
víkjandi loysnini, hevur
einki samskifti verið við
býráðið, hvørki embætis-
fólk ella politikarar um
málið. Tí standa vit spyrj-
andi um viðmerkingarnar
hjá Kára Jacobsen í Sosial-
inum í gjár, tí motivið er
ógrundað,
sigur
Torkil
Holm Petersen, annar av
stjórunum á Formula.
Liðug á vári 2000
Torkil
Holm
Petersen
greiðir frá, at verkætlanin
við at menna skipanina til
kommunulæknarnar endaði
á vári 2000. Skipanin var
sostatt fult liðug fyri trim-
um árum síðan, og seinastu
trý árini hevur hon verið
royndarkoyrd av tveimum
kommunulæknum (Annika
Olsen og Petur Højgaard
blðm.) í Havn.
Hann leggur dent á, at
teir báðir kommunulækn-
arnir, ið hava roynt skipan-
ina og framvegis nýta hana,
eru stak væl nøgdir og hava
mælt hinum læknunum at
taka hana í nýtslu, men
hetta fekk onga undirtøku.
Teir átta kommunulækn-
arnir, ið ikki ynskja skipan-
ina, hava ført fram, at
íslendska skipanin, ið For-
mula hevur ment til føroysk
viðurskifti, ikki kann sam-
skifta við aðrar partar av
føroyska heilsuverkinum.
Hesum vísir Torkil Holm
Petersen staðiliga aftur, og
sigur, at tað er júst grund-
leggjandi hugskotið aftan-
fyri skipanina, at partarnir í
heilsuverkinum
kunnu
samskifta elektroniskt.
– Júst tað elektroniska
samskiftið er áhugavert, tí
tað gevur betri, skjótari og
samanhangandi viðgerð av
sjúklingunum. Tað má tí
vera ein misskiljing, tá ið
ført verður fram, at skipan-
in ikki kann samskifta, sig-
ur Torkil Holm Petersen.
Sundhedsstyrelsen
góðkennir ikki
telduskipanir
Í brævaskifti við Tórshavn-
ar býráð hava teir átta
kommunulæknarnir
sent
eitt skriv, har teir vísa á
tíggju orsøkir til Tórshavn-
ar býráð ikki skal velja
SAGA-skipanina.
Vit hava valt at taka nøk-
ur punkt úr rúgvuni, og
spyrja Torkil Holm Peter-
sen um uppáhaldini hjá
kommunulæknunum. Mill-
um annað verður ført fram,
at skipanin hjá Formula er
ikki liðuggjørd til nýtsluna
hjá kommunulæknunum.
Stjórin á Formula svarar,
at Saga-skipanin var liðug á
vári 2000, og síðan hevur
fyritøkan ikki mett, at tað
hevur verið ráðiligt at nýta
meira pening á verkætlan-
ina, tí tað hevur verið óvist,
hvat fer at henda við mál-
inum.
Eitt annað uppáhald hjá
kommunulæknunum er, at
íslendska skipanin er ikki
góðkend av Sundhedssty-
relsen og Praktiserende
Lægers organisation í Dan-
mark. Torkil vísir á, at tað
er ikki uppgávan hjá Sund-
hedsstyrelsen og Praktise-
rende Læger at góðkenna
telduforrit, tí teir hava ikki
neyðuga kunnleikan. – Vit
hava heldur ikki søkt teirra
góðkenning um okkara
telduskipan, sigur hann.
Kommunulæknarnir vísa á
eisini á í einum punkti, at
Laboratoriið
á
Lands-
sjúkrahúsinum longu hevur
uppgivið at nýta SAGA-
skipanina.
Hetta
sigur
Torkil Holm Petersen seg
ikki kenna nakað til, og sig-
ur, at SAGA-skipanin er
ikki ein laboratoriið skipan.
Hann fortelur, at Formula
sjálvt hevur rátt Labor-
atoriinum til at nýta eina
svenska telduskipan, sum
er ein heilt øðrvísi skipan
enn ein kommunulækna-
skipan.
Ikki fornermaðir
Torkil Holm Petersen legg-
ur dent á, at Formula ikki er
partur av málinum. Teir
bjóða seg fram sum veitarar
av eini skipan, sum teir
standa fult inni fyri, bæði
hvat viðvíkur tí tøkniliga og
búskaparliga. Kundin er
Tórshavnar kommuna, ið
hevur biðið um eitt tilboð,
og verður ikki tikið av til-
boðnum hjá Formula, so
tað er í ordan. – Vit verða
ikki fornermaðir, um vit
ikki fáa arbeiðið, og vit fara
framvegis at hava áhuga í at
verða veitarar fyri læknar í
Føroyum,
sigur
Torkil
Holm Petersen.
Spurdur um ikki nógvur
peningur verður mistur, tí
hóast alt eru trý ár nýtt um
at menna skipanina, svarar
Torkil Holm Petersen, at
tað verður eingin sum helst
trupulleiki. – Fáa vit ikki
tilboðið, so mugu vit
rapportera til NORA, sum
hevur fíggjað ein part av
verkætlanini, men tað verð-
ur eingin økonomiskur
trupulleiki, tí vit hava fyri
langari tíð avskrivað tað, so
tað ávirkar ikki núverandi
roknskap, greiðir Torkil
Holm Petersen frá.
Tó er lítið at ivast í, at um
Formula endaliga fær upp-
gávuna at veita kommunu-
læknunum í Tórshavnar
kommunu við telduskipan-
ini SAGA, so verður talan
um eina stóra uppgáva, sum
fer at hava stórar inntøkur
við sær.
Torkil Holm Petersen, annar stjóri á Formula:
Tórshavnar býráð eigur endaligu avgerðina
– Formula fekk eftir áheitan frá Tórshavnar kommunu latið eitt uppskot til sáttmála um nýtslu
og viðlíkahald av eini læknaskipan. Hetta er gjørt til avvarðandi embætisfólk í kommununi, og
umframt at svara spurningunum viðvíkjandi loysnini, hevur einki samskifti verið við býráðið,
hvørki embætisfólk ella politikarar um málið. Tí standa vit spyrjandi um viðmerkingarnar hjá
Kára Jacobsen í Sosialinum í gjár, tí motivið er ógrundað, sigur Torkil Holm Petersen, annar av
stjórunum á Formula
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
5
4