Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 199 - 3. oktober 2003 Nr. 199 - 3. oktober 2003 7 Anna Maria Simon- sen, sum er útbúgvin arbeiðsumhvørvissjú krarøktari, legði fram á IFISH-ráðstevnuni í Alaska eina kanning, hon hevur gjørt av umstøðunum hjá sjófólki í langfara- sigling ARBEIÐSUMHVØRVI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í døgunum, 21., 22. og 23. september varð ráðstevna hildin í Sitka á oynni Baranof Island har suðuri í Alaska. Hetta er onnur ráðstevnan, sum ber heitið IFISH, ið stendur fyri Inter- national Fishing Industry Safety and Health Confe- rence. Úr Føroyum vóru Óli Jacobsen, sum er formaður í Føroya Fiskimannafelag og nevndarlimur í IFISH, Pál Weihe, leiðari á Deild- ini fyri Arbeiðs-og Al- mannaheilsu og Anna Maria Simonsen, sum er út- búgvin arbeiðsumhvørvis- sjúkrarøktari. Maðurin hjá Onnu Mariu var eisini við sum fylgjari. Á ráðstevnuni vóru um- boð fyri eitt nú stovnar, arbeiðsgevarar, arbeiðarar og politikarar úr øllum heimspørtum. Áhugaverd uppgáva Í mai 2001 tók Anna Maria Simonsen eina útbúgvin innan vinnuheilsusjúkra- røkt. Hon tók útbúgving- ina, ið er fyriskipað av Dansk Sygeplejeråd og Universitetinum í Shef- field, sum fjarlestur. Tað var í hesum sambandi, at Anna Maria fór undir at kanna og skriva eina upp- gávu um fysisku og sálar- ligu avleiðingarnar hjá sjófólki av umstøðunum umborð á landfaraskipum. - Eg skuldi velja mær eitt øki at viðgera, og eg valdi at kanna og skriva um um- støðurnar umborð á lang- faraskipum. Hetta var ein lutfalsliga lítil uppgáva, men eg eri stórliga ovfarin av tí áhuga og tí týdningi, sum hetta arbeiði hevur fingið. Anna Maria sigur, at hetta var eitt øki, sum als ikki hevði verið umrøtt. - Ymiskt hevur verið frammi um tær vanlukkur, sum henda umborð á lang- faraskipum, men eingin hevði sett orð á, hvussu hesi fólk, sum eru so leingi burtur, hava tað, bæði fysiskt og sálarliga. Hon vísir á, at sjófólk á fjarleiðum eru leingi burt- ur, røra seg lítið, og summir roykja illa. Stórur áhugi Tað var hetta arbeiði, sum hon gjørdi í samband við sína útbúgving, ið Anna Maria legði fram á IFISH- ráðstevnuni í Alaska. - Saman við frágreiðing- ini, vísti eg myndir, sum Zacharias Hammer hevur tikið umborð á langfara- skipi undir Eysturgrøn- landi. Hon sigur, at fólk á ráð- stevnuni vístu kanningini stóran áhuga, og hon fekk nógvar afturmeldingar um tað arbeiði, sum gjørt er. Á ráðstevnuni segði Óli Jacobsen eisini nøkur orð um Føroyar og viðurskiftini her við atliti til okkara sjófólk. Anna Maria sigur, at tað so sanniliga eisini var áhugavert at hoyra frágreið- ingar frá umboðum úr menningarlondunum. - Hóast vit hava okkara vandamál at dragast við, kunnu okkara umstøður ikki samanberast við um- støðurnar hjá sjófólki í menningarlondunum. Hon vísir á, at har ringast er statt, er torført hjá monn- um at fáa reint vatn at vaska fiskin við, og somuleiðis noyðast teir at berjast móti sjóránarum og stríðast móti korruptión. - So, hesar umstøðurnar kunnu als ikki samanberast við tær, ið okkara sjófólk hevur, hóast vit halda, at nógv kundi verið øðrvísi og betri, sigur Anna Maria. Samstarv millum lond Arbeiðsumhvørvisrøktarin veit annars at siga, at evropeisku londini arbeiða við at skipa sonevndar "standardir" innan arbeiðs- umstøður á sjónum. - Samstarvið millum Dansk Sygeplejeråd og Universitetið í Sheffield er ein liður í hesum arbeiði. Anna Maria Simonsen sigur at enda, at tey, sum taka útbúgving innan arbeiðsumhvørvisrøkt í samstarvi millum Dansk Sygeplejeråd og Universi- tetið í Sheffield, hava møguleikar at lesa víðari í Sheffield. Umstøðurnar hjá føroyskum langfarafiskimonnum: Á IFISH-ráðstevnu í Alaska Tað er eisini ein gerandisdagur á sjónum. Á ráðstevnu í Alaska herfyri legði arbeiðsumhvørvissjúkrarøktarin, Anna Maria Simonsen, fram eina frágreiðing um umstøðurnar hjá langfarafiskimonnum. - Eg eri ovfarin av tí stóra áhuga henda uppgáva, eg gjørdi í samband við mína útbúgving, hevur fingið, sigur arbeiðsumhvørvissjúkrarøktarin. Altjóða talvkapping sett Týsdagin setti borg- arstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, talvkappingina 2nd Klaksvík Kjølbro Heilsøla Internation- al. Ein talvkapping, har altjóða meistarar telva móti føroyskum telvarum. Harum- framt er eisini ein unglingakapping millum føroyskar telvarar TALV Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Sum navnið á kappingini sigur, so er hetta onnur kappingin av slíkum slagi. Hin var um sama mundi í fjør, og onkrir av altjóða meistarunum ganga aftur. Til dømis er vinnarin av kappingini í fjør, Kim Pilgaard við aftur í ár. Kappingin í ár verður skipað eftir sama leisti sum í fjør. Tað vil siga, at tað verður telvað tvær ferðir um dagin. Kl. 10 og kl. 15. Men tó so er tað galdandi fyri allar telvararnar, at teir skulu hava minst seks stig út av níggju møguligum fyri at ogna sær ein IM norm. Eitt annað sum er nýtt í ár er, at nú ber til at fylgja hvørjum einstaka talvinum á netinum. Rani Nolsøe hevur fyri- reikað hesa kappingina, og hann fegnast um hendan møguleikan at kunna leggja hvønn einstaka leikin, ið verður fluttur, beinleiðis út á netið. Í sambandi við at kappingin varð sett týsdagin, varð hetta víst fram. Altjóða dómarin, Mogens Nielsen og nýggi formaðurin í Talvsambandi Føroya, Andreas Ziska, tóku eitt snartalv, meðan hini, ið hjástødd vóru, fóru í eitt annað rúm at hyggja, hvussu leikur fór fram á netinum. Tá talvið var liðugt var kappingin sett við at borg- arstjórin, Steinbjørn Jacob- sen, flutti fyrsta leik hjá Kim Pilgaard, og so var klárt at fara í gongd. Ongin altjóða meistari Til hetta fyrsta talvið var tað bert Hans Christian, sum telvaði í móti útlend- ingi. Rani Nolsøe sigur, at Hans Christian var óheppin og tapti. – Hann kundi havt fingð remis, sigur Rani. Hinir fýra føroyingarnir telvaðu hvør í móti øðrum, og tað endaði við at Heini og Ólavur vunnu síni talv. Afturat hesum talvunum var eisini unglingatalv. Hetta hava tey gjørt fyri at tey ungu eisini skulu hava ein møguleika til at luttaka í hesi kappingini. Telvararnir skulu sum sagt telva tvey talv um dag- in frá nú av og inntil kapp- ingin endar leygardagin. Ongin av føroysku luttakar- unum hava møguleika til at gerast altjóða meistari, tí til tað krevjast tríggir IM normar. Men so haraftur- ímóti so kunnu teir ogna sær ein IM norm og harvið gerast nærri einum altjóða meistaraheitið. Týsdagin var bert tað eina talvið telva og Heini vann sítt fyrsta Mynd: Símun á Høvdanum 2nd Klaksvík Kjølbro Heilsøla International fór av bakka- stokki týsdagin, og telvað verður líka til leygardagin, tá kappingin endar. Fimm føroyingar eru við C M Y K 7 6