hósdagur 9. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Nr. 199 - 3. oktober 2003
9
Nú ætlanin er at
leggja barnaforsorg-
ina undir kommun-
urnar, er tað umráð-
andi at halda fast um
lyfti frá samgonguni
um at lækka lands-
skattin, so at borgarin
ikki fær eina eykaút-
reiðslu, sigur formað-
urin í Kommunu-
samskipan Føroya
BARNAFORSORG
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú samgongan ætlar at
leggja barnaforsorgina und-
ir kommunurnar at umsita,
fer hetta at føra við sær, at
kommunurnar
fáa
eina
eyka útreiðslu upp á einar
32 milliónir næsta ár.
Men hetta verður bara á
pappírinum, sigur Jógvan
Krosslá,
formaður
í
Ko m m u n u s a m s k i p a n
Føroya, KSF.
Hann sigur, at ætlanin er
nevniliga at landsskatturin
skal lækka samsvarandi.
Sìðani kunnu kommunur-
nar hækka kommunuskatt-
in, so samanumtikið verður
úrslitið fyri skattaborgaran
tað sama.
– Sostatt skuldi hetta ikki
ført til nakra eyka útreiðslu
fyri skattaborgaran, sigur
Jògvan Krosslá.
Hann sigur, at tað er
roknað út, at hesar umleið
32 milliónirnar, sum barna-
forsorgin væntandi fer at
kosta, svarar til 0,9% í
landsskattinum.
– Tí er tað avtalan við
landsstýrið,
at
verður
barnaforsorgin løgd undir
kommununar, skal lands-
skatturin samstundis lækka
0,9%.
Og Jógvan Krosslá legg-
ur dent á, at hetta hevur als
onki við fráboðaða skatta-
lættan at gera.
– Landsskatturin skal
lækka 0,9% afturat tí frá-
boðaða
skattalættanum,
sigur formaðurin í KSF.
Hann sigur, at samstund-
is kunnu kommunurnar
hvør í sínum lagi hækka
0,9% fyri at fáa rokni-
stykkið at ganga upp, so at
tær fáa fíggjað barnafor-
sorgina.
Men hann vísir sam-
stundis á, at tað stendur til
hvørja einstøku kommunu,
um hon hækkar skattin ella
ikki, tað veldst alt um
hvussu støðan hjá hvørjari
kommunu er.
Jógvan Krosslá sigur, at
tað kemur ikki óvart á
kommunurnar, at hetta økið
verður lagt undir kommun-
urnar.
– Tað vistu vit av. Men
avleiðingin av tí má vera, at
landsskatturin alsamt lækk-
ar í sama mun og at komm-
unurnar
kunnu
hækka
kommunuskattin, uttan at
borgarin merkir tað og
kemur at betala meiri í
skatti.
Og hann leggur eisini
dent á, at í sambandi við at
barnaforsorgin verður løgd
undir
kommunurnar
á
nýggjárinum, er tað ógvu-
liga umráðandi at binda
samgonguna upp á lyftið
um at lækka landsskattin
hevsi 0,9 prosentini og at
syrgja fyri, at tað verður
gjørt, tí annars kemur
borgarin at betala meiri í
skatti og tað var avgjørt
ikki ætlanin.
Smærri kommunur-
nar fáa tað trupult
Barnaforsorgin er eitt stórt
og umfatandi øki og Jógvan
Krosslá ivast ikki í, at tað
verður ógvuliga trupult hjá
teimum smærru kommun-
unum at umsita økið.
Tí heldur hann, at smáar
kommunur mugu í minsta
lagi ger avtalur við størri
kommunur um at umsita
økið.
– Tað fer at krevja umsit-
ing, sum kommunurnar
mugu fáa sær. Megna
kommunurnar ikki sjálvar
at skipa eina umsiting,
mugu tær í minsta lagi hava
eina umsiting at vísa á.
Kommunur kunnu eisini
keypa sær servitan.
Og formaðurin í KSF
leggur eisini dent á, at skal
økið leggjast undir komm-
unurnar, skulu kommun-
urnar eisini veruliga umsita
økið. Tað skal ikki bara
vera eitt eiti, har gjalds-
stovan
í
veruleikanum
umsitur økið og bara sendir
kommununum rokning.
– Ábyrgdarbýtið ímillum
land og kommunu skal
verða púra greitt og tað
skulu verða kommunurnar
sjálvar, sum hava myndug-
leikan.
Hann sigur, at sjálvsagt
verða nakrar rammur, sum
kommunurnar skulu halda
seg innanfyri, men tað
kemur uttan iva at vera
munur á, hvussu høgt, hvør
kommuna fer at raðfesta
hetta økið, so at summar
kommunur koma at veita
eina betri tænastu, enn tær í
veruleikanum fáa skyldu til
eftir lógini.
Men tað er onki nýtt, tí
tað er í so nógvum førum,
at tænastan til borgaran er
ymisk, eisini á økjum, sum
eru undir landinum, sigur
formaðurin í KSF.
Meginreglan verður,
at vaksin fólk fáa ikki
longur fylgjara við, tá
ið tey mugu uttan-
lands at fáa servið-
gerð. Hinvegin verður
aldursmarkið hjá
børnum, sum kunnu
fáa fylgjara við,
hækkað. Men tað fer
eisini at bera til at
gera undantøk, tá ið
umstøðurnar krevja
tað
SERVIÐGERÐ
UTTANLANDS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyskir sjúklingar, sum
verða sendir uttanlands at
fáa serviðgerð, sleppa nú
ikki longur at hava fylgjarar
við í sama mun sum higar-
til.
Ì familju- og heilsumála-
ráðnum hava tey seinastu
tíðina arbeitt við eini
nýggjari
kunngerð
um
fylgjarar og Bill Justinus-
sen, landsstýrismaður, sig-
ur, at hendan kunngerðin
kemur í gildi fyrsta dagin.
Tað hevur mangan verið
frammi, at føroyingar, sum
koma soleiðis fyri, at teir
verða sendir uttanlands at
fáa serviðgerð, hava ógvu-
liga góðar sømdir at hava
fylgjarar við fyri landskass-
ans rokning.
Hetta er bæði ógvuliga
dýrt og leggur samstundis
eitt sera stórt trýst á Sjúk-
lingahotellið Tórshavn í
Keypmannahavn, har talið
á gistingum er ógvuliga
nógv vaksið hesi seinastu
árini, so at hotellið nú
mangan stendur at bresta av
fólki sum gistir, eisini av
fylgjarum.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at tað er ógvuliga ym-
iskt, hvussu læknarnir hava
skilt kunngerðina um at
sjúklingar
kunnu
hava
fylgjarar við.
Kunngerðin, sum nú er í
gildið, er ikki so eintýtt og
hvussu hvør lækni skilir
hana, veldst um eyguni, ið
lesa.
– Summir læknar hava
gingið nágreiniliga eftir
lógarinnar bókstavi, men
aðrir læknar hava tulkað
kunnerðina øðrvísi og eru
skjótari at loyva fylgjara
við.
– Sostatt kann tað koma
fyri, at ein sjúklingur við
eini ávísari sjúku, sleppur
at hava bæði ein og tveir
fylgjarar við, men ein annar
sjúklingur í somu støðu,
ikki sleppur at hava fylgjara
við.
Bill Justinussen heldur
ikki at hetta er rætt og tí
verður kunngerðin broytt
fyri at geva øllum somu
sømdir so frægt sum tilber.
– Talan er um ein al-
mennan kassa og tí mugu
vit tryggja, at øll fáa somu
sømdir.
Tí kemur nýggj kunngerð
í gildið í næstu framtíð, har
tað treytirnar fyri at fáa
fylgjarar við verða ásettar.
Vaksin fólk ongan
fylgjara
Bill Justinussen sigur, at
meginreglan
verður,
at
peningurin, sum Løgtingið
á hvørjum ári játtar til
serviðgerð uttanlands, skal
fyrst og fremst júst brúkast
til geva sjúklingum servið-
gerð fyri og ikki til ferða-
útreiðslur og gisting hjá
fylgjarum.
– Og tað sigur seg sjálvt,
at jú meiri peningur av
játtanini, ið verður brúktur
til fylgjarar, jú minni pen-
ingur er eftir til læknaliga
viðgerð.
Bill Justinussen sigur, at
eftir nýggju kunngerðini
verður meginreglan tískil
tann, at vaksin fólk fáa ikki
fylgjara við.
– Vit halda, at tað er fult
forsvarligt, at vaksnir sjúk-
lingar
yvirhøvur
verða
sendir avstað einamallir, tí
á Hotel Tórshavn er tænast-
an góð, har útbúnar sjúkra-
systrar eru um sjúklingar-
nar.
Landsstýrismaðurin
leggur tó afturat, at hin-
vegin verða møguleikarnir
hjá børnum at fáa fylgjarar
við, øktir.
– Sum er, kunnu børn
upp til 16 ár, fáa fylgjara
við. Eftir nýggju kunngerð-
ini kunnu børn upp til 18 ár,
fáa fylgjara við.
Landsstýrismaðurin
í
familju- og heilsumálum
leggur tó dent á, at undan--
tøk kunnu altíð gerast, so at
børn, undir ávísum umstøð-
um, kunnu hava meiri enn
ein fylgjara við, eitt nú
bæði foreldrini.
– Læknaliga kann tað
eisini í ávísum førum verða
gagnligt fyri sjálva við-
gerðina hjá vaksnum fólki
at fáa fylgjara við, kanska
hjúnafelagan, og undir slík-
um umstøðum kunnu eisini
undantøk gerast.
Leiðslan tekur avgerð
um hýruvogv
Annars eru eisini broyting-
ar gjørdar í møguleikanum
hjá sjúklingum, sum gista á
Hotel Tórshavn, at leiga
hýruvogn.
Bill Justinussen sigur, at
tað skerst ikki burtur, at tað
hevur verið ein ávís mis-
nýtsla á hesum øki.
Tí hevur leiðslan a Hotel
Tórshavn fingið heimild at
meta um, hvør hevur hýru-
vogn fyri neyðini og, hvør
ikki hevur.
– Tað skal gerast eftir
eini fakligum metingum og
tað er leiðarin skikkaður til,
tí hon er sjúkrasystir, sigur
landsstýrismaðurin í fa-
milju- og trivnaðarmálum.
Vaksnir sjúklingar skulu klára seg
sjálvar og børn fáa økt rættindi
Landsskatturin skal lækka og
kommunuskatturin kann hækka
– Tað er ógvuliga umráð-
andi, at samgongan ikki
sleppur undan síni lyfti um
at lækka landsskattin 0,9 %,
tí annars koma fólk at betala
meiri í skatti og tað var ikki
ætlanin, sigur Jógvan
Krosslá, formaður í
Kommunusamskipan Føroya
Nógv teir flestu føroyingarnir, ið verða sjúkir og mugu fáa serviðgerð uttanlands, verða sendir
á Ríkissjúkrahúsið. Men játtanin til serviðgerð uttanlands, skal í mest møguligan mun brúkast
til sjálva viðgerðina og ikki til ferðing og gisting hjá fylgjarum, sigur landsstýrismaðurin í
familju- og heilsumálum
At føroyingar ynskja
frælsi er sjálvsagt. Í
hesum anda verður
ein yvirtøkulóg framd
í komandi tingsetu,
sum er slóðbrótandi,
men stjórnin ynskir
enn sum áður, at rík-
isfelagsskapurin verð-
ur óbroyttur, segði
danski forsætisráð-
harrin á Fólkatingi
týsdagin. Tórbjørn
Jacobsen, fólkatings-
maður, kallar røðuna
eina andsøgn og ivast
í yvirtøkulógini
FÓLKATINGSSETAN
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Í summum førum var tað
sum at hoyra gamla forsæt-
isráðharran, men í øðrum
førum ljóðaði hann sum
fullveldisvongurin í Føroy-
um. Harvið prógvaði hann,
at hann meistrar at sigla
millum vandaskerini, sum
onkuntíð eru millum lond-
ini í ríkisfelagsskapinum.
Frælsi og ábyrgd eru
lyklaorð fyri stjórnina –
eisini í ríkisfelagsskapin-
um, segði Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð-
harri, tá Fólkatingið varð
sett týsdagin.
– Tað er sjálvsagt, at eitt
fólk roynir at menna sín
egna samleika. Tað er sjálv-
sagt, at eitt fólk vil avgera
sína egnu lagnu. Tað er
sjálvsagt, at eitt fólk vil
ráða sær sjálvum sum mest.
Og tað er eisini tað besta, at
avgerðir verða tiknar so
tætt við tey fólkini, sum tær
viðkoma, segði Anders
Fogh Rasmussen.
Tí er stjórnin eisini sinn-
að at ganga ynskjunum hjá
bæði Grønlandi og Føroy-
um á møti um at yvirtaka
fleiri málsøki. Men afturvið
frælsinum fylgir ábyrgdin,
og tað merkir minni stuðul
úr Danmark og størri evni
at vinna pening sjálv, segði
Fogh.
Slóðbrótandi lóg
Anders Fogh Rasmussen
kallaði yvirtøkulógina, sum
verður løgd fram í komandi
fólkatings- og løgtingsset-
uni, slóðbrótandi. Epoke-
gørende. Stjórnin fer í
samsvari við avtaluna, sum
løgmaður og forsætisráð-
harrin
undirskrivaðu
á
Tvøroyri, at skjóta upp eina
lóg, sum gevur Føroyum
møguleika at yvirtaka eina
røð av nýggjum ábyrgdar-
økjum. Forsætisráðharrin
heilsaði eisini sjálvstýris-
ynskjunum í Grønlandi
vælkomnum. Grønlendska
sjálvstýrisnevndin
hevur
skrivað álit, sum leggur upp
til nýskipan av grønlendsku
viðurskiftunum við Dan-
mark.
Eftir øll orðini, sum
gingu landsstýrinum í Før-
oyum og Grønlandi á møti,
kom so beinleiðis talan um,
at danska stjórnin kortini
heldur tað vera best, um
ríkisfelagsskapurin heldur
fram í verandi líki.
– Vit føla, at tað eru so
sterk søgulig, mentanarlig
og persónlig bond millum
Føroyar, Grønland og Dan-
mark, at framhaldandi sam-
hald innan fyri ríkisfelags-
skapin er tað náttúrliga. Men
ríkisfelagsskapurin er ikki
tvingsil. Og hann má ikki
verða ein spennitroyggja. Vit
skulu
áhaldandi
endur-
nýggja ríkisfelagsskapin í
samsvari við tíðina, segði
Anders Fogh Rasmussen í
sínari setanarrøðu í Fólka-
tinginum týsdagin.
Ivast í yvirtøkulóg
Føroyski fólkatingslimurin,
sum er mest í andstøðu til
danska forsætisráðharran,
hoyrdi lítið nýtt í røðuni og
helt hana vera eina and-
søgn.
– Hann segði tað, sum
ein og hvør danskur forsæt-
isráðharri fer at siga til eina
og hvørja tíð. Føroyingar
mugu gera upp við seg
sjálvar, hvat teir vilja, segði
hann,
men
samstundis
ynskti hann Føroyar og
Grønland í ríkinum. Tað
helt hann vera náttúrligt,
men tað stóð í logandi and-
søgn við alt tað, hann ann-
ars segði um at standa á
egnum beinum, frísinni og
frælsi. Hann letst at vera
liberalur, men hann er
bundin av donskum stats-
áhugamálum, tá tað kemur
til stykkis, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Samstundis er Tórbjørn
Jacobsen farin at ivast í yv-
irtøkulógini, sum løgmaður
og forsætisráðharrin rósa til
skýggja. Fólkatingsmaður
Tjóðveldisfloksins er farin
at óttast fyri innihaldinum
og ætlar sær í sambandi við
fíggjarlógarviðgerðina
í
Føroyum at spyrja nærri til
lógina.
– Hvar er substansurin?
Tað kundi eg hugsað mær
at vita. Trupulleikin er, at
føroyingar eftir øllum at
døma ikki eru samdir um,
hvat skal standa í yvirtøku-
lógini, og okkurt bendir á,
at onkur flokkur hevur
trupulleikar av eitt nú løg-
regluni. Tað er forkastiligt,
um
ein
sjálvstýrissam-
gonga í Føroyum ikki so
frægt sum megnar at semj-
ast um ein yvirskipaða yv-
irtøkulóg, sigur Tórbjørn
Jacobsen.
Frælsi og ábyrgd fylgjast
Fólkatingið varð sett týsdagin, og tá gjørdi danski forsætisráðharrin greitt, at hann ynskti at varðveita Føroyar í danska ríkinum. Samstundis kunngjørdi hann, at
yvirtøkulógin verður løgd fram komandi tingsetuna
”
Tað er sjálvsagt, at eitt fólk roynir at
menna sín egna samleika. Tað er sjálvsagt,
at eitt fólk vil avgera sína egnu lagnu. Tað
er sjálvsagt, at eitt fólk vil ráða sær
sjálvum sum mest. Og tað er eisini tað
besta, at avgerðir verða tiknar tætt við
fólkini, sum tær viðkoma
Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri
”
Hann segði tað, sum ein og hvør danskur
forsætisráðharri fer at siga til eina og
hvørja tíð. Føroyingar mugu gera upp við
seg sjálvar, hvat teir vilja, segði hann, men
samstundis ynskti hann Føroyar og
Grønland í ríkinum
Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður
Tey sjey
góðu
árini
eru av
Tey góðu árini í
føroyska búskap-
inum eru av, og tað
sást aftur í fíggjar-
lógarviðgerðini
fyri 2004, sum fór
av bakkastokki
mikumorgunin
FÍGGJARLÓG 2004
Ingi Rasmussen
ingi@sosialurin.fo
Løgtingið fór undir at
viðgera Fíggjarlógina
fyri 2004 fyrrapartin
mikudagin.
Hergeir
Nielsen,
varatingfor-
maður, setti tingfundin
klokkan fimm minuttir
yvir tíggju, og óivað
heldur hon fram til
fríggjadagin.
Fyrsti
røðarin legði hart út.
– Eg fari inniliga at
heita á samgonguna at
hugsa líka nógv um før-
oyska búskapin, sum
hon hevur hugsað um
fullveldi. Føroyski bú-
skapurin hevur stórar
trupulleikar og er prógv
fyri, at samgongan hev-
ur spælt fallit. Tekur
samgongan sær ikki um
reiggj, so er stórur vandi
fyri, at samfelagið koll-
siglir, segði fyrstu røð-
arin Jóhan Dahl.
Helst var tað startskot-
ið til eina harðliga fíggj-
arlógarviðgerð. Kanska
ta harðastu í nógv ár. Tí,
sum Jóhan Dahl segði,
tey sjey góðu árini í før-
oyska búskapinum eru
av, og nú skal sjón fáast
fyri søgn, um lands-
stýrið megnar at stýra í
truplari tíðum.
Jóhan Dahl legði ikki
fingrarnar ímillum og
segði, at makan til
sminkað lík skal ein
leita leingi eftir. Tónar-
nir broyttust, tá Kristina
Háfoss, framsøgufólk
fyri Tjóðveldisflokkin,
tók yvir. Vilhelm Jo-
hannesen var framsøgu-
maður fyri Javnaðar-
flokkin, Óli Breckmann
fyri Fólkaflokkin, Jenis
av Rana fyri Miðflokkin
og Kári P. Højgaard fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Annars vísir fíggjar-
lógin fyri 2004 eitt av-
lop á 100 milliónir
krónur. Tað er kortini
áðrenn
avdráttir
av
skuldini.
C
M
Y
K
9
8