hósdagur 9. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Nr. 199 - 3. oktober 2003
11
Tað er ikki eiti á fólkaumsorgan og umhvørvisumsorg-
an, ið Fíggjarálaráðharrin leggur fyri dagin í nýggju
fíggjarlógini. Avgjald skal leggjast á góðgæti og
plastikkposar. Orsøkin er sambært samgonguni sjálv-
andi ikki, sum man annars kundi havt illgruna um, at
landskassanum tørvar meiri inntøkur. Nei, fólka-
umsorganin er komin í hásæti, og tí skulu góðgæti og
plastikkposar fáa eitt avgjald. Hví gularøtur so ikki
gerast bíligari, kann man kanska undrast yvir, men lat
okkum lata ivan koma samgonguni til góðar.
Umsorgan fyri livikorunum hjá teimum eldru og um-
sorgan fyri umhvørvinum vóru samantvinnað í bjálv-
ingarstuðulinum og stuðul til orkusparandi tiltøk. Hesin
stuðul var latin til pensionistar, til Karsten Hansen skar
hann burtur í 2001. Nú tá umhvørvisumsorgan og fólka-
umsorgan er komið aftur í hásætið, so er neyvan nakað
argument fyri ikki at lata bjálvingarstuðul og stuðul til
orkusparandi tiltøk. Hesin stuðul, ið kostaði áleið átta
milliónir í 2000 skuldi brúkast til bjálving, skiftan av
tekju, skiftan av rútum, oljufýring o.s.fr. Ilt er at seta tal
á, hvat gagn hesin stuðul hevur gjørt, men tað er eingin
ivi um, at stuðulin hevur hjálpti til, at pensionistar hava
kunnað sitið longri í egnum bústaði. Hetta er í tráð við
føroyskan eldrapolitikk, og hevur ivaleyst gagnað í
einari støðu, har tað er mangul uppá røktarheimspláss.
Við at geva pensionistum møguleika at skifta vindeygu
og bjálva gomul hús ordiliga, spara pensionistarnir pen-
ing til olju, og umhvørvið verður avlastað. Tá man
hugsar um føroyska útlátið av koldioxid, so er ilt at
síggja, hvi eingin upphædd er til bjálvingarstuðul á
fíggjarlógini fyri 2004. Við tí nýggja Karsten Hansen, ið
hevur stóra umsorgan fyri fólkaheilsuni og umhvørvin-
um, so man tað helst verða eitt forgloymilsi, at eingin
upphædd er til bjálvingarstuðul og stuðul til orkuspar-
andi tiltøk á fíggjarlógini. Ein onnur ábending um, at
hetta er forgloymilsi er, at umsóknarbløðini til bjálving-
arstuðul og orkusparandi tiltøk framvegis eru at fáa frá
Húsalánsgrunninum, og neyvan letur man slíkt til borg-
arar bert fyri at arga, uttan játtan á fíggjarlógini í 4 ár á
rað.
Koldioxid útlátið fer niður, og pensionistar kunnu sita
bíligari og longri í egnum húsum við at seta bjálvingar-
stuðulin og stuðul til orkusparandi tiltøk aftur á
fíggjarlógina. Tær 8 milliónirnar, ið hesin stuðul kostar,
um onkur vil meta lívsgóðsku hjá pensionistum og
umhvørvisbatar í kronum og oyrum, kundu hóskandi
verið spardar og væl afturat við at minkað talið av
stýrum úr níggju niður í seks, sum skotið verður upp av
andstøðuni.
Um nýggju avgjøldini hinvegin ikki eru úrslit av fólka-
umsorgan og umhvørvisumsorgan, men bert skal
síggjast sum eina síðstu roynd at skava nøkur oyru
afturat í landskassan, so líkist hetta mest av øllum eina
desperata roynd at fáa fíggjarlógina fyri 2004 at hanga
saman. So er ikki nógv at heinta í núverandi samgongu
hja teimum, ið veruliga hava fólkaumsorgan og um-
hvørvisumsorgan.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Fólkaumsorgan ella
desperatión?
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Jákup Mikkelsen
Fyrimunir og vansar við
eini samanlegging av ÚF
og SvF mugu sjálvandi
kannast, áðrenn endalig
støða verður tikin til sam-
anlegging.
Eftir at hava heitt á
mentamálaráðharran um at
kanna fyrimunir og vansar
við eini samanlegging av
ÚF og SvF, var høvi at lut-
taka í sendingini Fokus í
SvF. Síðani tá, hevur
Mikkjal Helmsdal, stjóri í
SVF skrivað drúgva grein í
bløðunum
um
saman-
legging av teimum báðum
almennu loftmiðlunum.
Lat meg fyrst takka SVF
stjóranum fyri rættleiðing-
arnar! Vit kunnu óivað øll
koma út fyri at gera í so
nógv av, og tað haldi eg, at
Mikkjal Helmsdal eisini
ger í síni egnu blaðgrein.
Eg skal eisini takka tær
fyri, at tú viðgongur at
nógv talar fyri at leggja
SVF og ÚF saman. Tú
nevnir fleiri góð argument í
grein tíni, eitt nú gongdina í
Noreg á lokalregi. Loft-
miðlarnir í grannlongdum
okkara virka saman, men
sjónvarp og útvarp hava
hvør sína redaktión. Hóast
stovnarnir eru atskildir í
Svøríki, eigur sama parta-
felag stovnarnar, og hesir
hava bygningar, telefon-
vekslarar/-damur o.a. í fe-
lag.
Við einans 48.000 íbúgv-
um er neyvan fíggjarligt
grundarlag fyri at hava
tveir atskiltar stovnar í Før-
oyum. Vit mugu leggja
stovnarnar saman og fáa
spart dupultfunktiónir burt-
ur.
Ein hvør er sær sjálvum
nærmast, og tað er kanska
júst tí, at tú roynir at verja
títt "kongaríki". Hetta ger
tó argumentatiónina rætt-
liga subjektiva. Sjónvarps-
stjórin kann ikki vísa á
nakra sparing við saman-
legging. At tosa um spar-
ingar á almennum stovnum
er sum at stinga hondina í
eitt vespureiður, – men
samstundis halda flest øll at
samfelagið er ov dýrt rikið
Vit eru samdir um, at tað
í høvuðsheitum eru tvinni
høvuðsmál í eini saman-
legging:
»Góðska og kostnaður«
Mín vón er, at áheitan mín
á Annitu á Fríðriksmørk
fær undirtøku og at hon
setur serkøn fólk at kanna
fyrimunir og vansar við
eini samanlegging. Eg eri
rættuliga vísur í, at ein
samanlegging er tað einasta
rætta. Tað kunnu framvegis
verða tvær redaktiónir, men
nógv annað er at verða
felags um. Fáa vit ein betri
og bíligari loftmiðil, ja so
kunnu vit lækka lurtara- og
hyggjaragjaldið, sum er alt
ov dýrt í dag.
Var í síðstu viku fyri
fyrstu ferð inni í SVF. Eg
má siga at umstøðurnar eru
sera vánaligar at síggja til.
Tá Mikkjal Helmsdal skriv-
ar um, at sendinetið er
niðurslitið og tann tøkniliga
útgerðin eisini trongir til at
skiftast út, so er henda
støðan eisini ein orsøk til at
leggja saman.
Eg taki undir við at játta
pening til íløgur í bygning
og útgerð, treytað av, at
stovnarnir verða lagdir
saman og koma at virka
undir sama taki. So er bara
at vóna at Annita á Fríð-
riksmørk sær hetta sum ein
møguleika.
Meðan vit bíða eftir eini samanlegging …
TÍÐINDASKRIV
Norðurlandahúsið
Í vetur verður aftur skipað
fyri Barnadansi í Norður-
landahúsinum og er hetta
20. árið á rað og harvið
drúgvasta tiltakið í søgu
húsins.
Byrjað verður fríggja-
kvøldið 10. oktober kl.
20.00
Endamálið við hesum til-
taki er at læra børnini
kvæðaskap okkara og har-
við kveikja teirra áhuga og
varveita kvæðini, sum ein
livandi part av mentan
okkara.
Tað er Dansifelagið í
Havn og Norðurlandahúsið,
sum øll tjúgu árini hava
skipað fyri barnadansinum
í dansistovuni í Norður-
landahúsinum.
Vónandi møta børn og
foreldur fjølment upp.
Barnadansurin byrjar aftur
TÍÐINDASKRIV
Fríggjadagin 10. oktober
kl. 16 letur Amariel Norðoy
upp listaframsýning í
Galerie Focus í Gríms
Kambansgøtu 20 í Havn.
Mikladalur og tað skiftandi
ljósið er tema fyri hesi
framsýning. Framsýningin
verður opin til 24. oktober.
Týsdag til fríggjadag kl. 14
til 18 og leygardag kl. 16 til
18.
Amariel í Focus
Jákup Egholm
Hansen
Destruktivur leikur hjá
Sjónvarp Føroya.
Samstundis sum stóra ar-
beiði hjá Zakaris Hammer
um áhugaverdu føroysku
rækjusøguna er farið av
bakkastokki uppliva vit tað
óvæntaða, at fleiri føroyskir
politikarar standa í kø fyri
at sleppa framat sum leik-
arar í tí sum eg síggi sum
eitt uppsett leikrit hjá de-
struktivu
journalistisku
kreftunum í serliga Sjón-
varpi Føroya, har enda-
málið er at verða so for-
dømandi, niðurgerandi og
mistonkiligerandi
sum
møguligt av ein av aktørun-
um í føroysku rækjuvinn-
uni. Hesar journalistisku
kreftir eru eftir mínum
tykki "tíðinda-skaparar" og
ikki "tíðinda-berarar". Tað
sum undrar einamest er, at
hetta eru nógvir av somu
politikarum sum hava víst
eina fullkomna líkasælu um
støðuna hjá rækjuflotanum,
hóast reyðu lampurnar hava
blinka í fleiri ár, og hóast
eitt ótal av ávaringum frá
vinnuni. Sjálvt ein nágrein-
lig kanning av professio-
nellum búskaparfrøðingum
fyrr í ár, sum lýsti týdn-
ingin av rækjuvinnuni fyri
føroyska búskapin, fekk
bert flestu politikarar at
yppa øksl, og leggja illa
skøvaðu
plátuna
um
80´árini, studning o.a. á
einaferð afturat. Men nú
talan er um at finna hættir
at leggja forðingar fyri
vinnuna er uppfinnsemi,
áhugið
og
markerings-
trongd
teirra
munandi
størri.
Øll øsingin stendst av tí
einføldu orsøk, at eitt av
reiðaríunum í hart kroysta
rækjuflotanum finnur eina
neyðloysn á sínum trupul-
leikum, við at fara undir
eina tíðaravmarkaða út-
flagging.
Tíðaravmarkað útflagging
onki nýtt
Ein politikari segði, at
landsstýrið
og
løgting
skuldu syrgja fyri at noktað
rækjuskipum at flagga út
soleiðis at hetta ikki kom at
verða fordømi fyri onnur
skip. Eitt slíkt stig minnir
ikki sørt um eitt annað
ódámligt fyribrygdi sum
fanst í Týsklandi fyri nøkr-
um árum síðani — "Berufs-
verbot". Men hesin politik-
arin man fylgja lítið við
hvat hendir í føroysku
fiskivinnuni, tí tað einasta
føroyska reiðaríi fyri fiski-
skip sum tað almenna sjálvt
eigur — JFK-Trol - hevur í
fleiri ár havt okkurt av skip-
um sínum undir polskum
flaggi í avmarkað tíðar-
skeið, og hevur í løtuni ein
rækjutrolara undir grøn-
lendskum flaggi, sum teir
eiga saman við øðrum.
Hetta almenna reiðaríi var,
eins og nakrir rækjutrol-
arar, bjarga av eini kreppu-
loysn fyri nøkrum árum
síðani,
tá
landskassin
stovnaði
Føroyagrunnin.
Ongin
politikari
hevur
nakrantíð tikið uppá tungu,
at hetta almenna reiðaríi
ikki mátti troyta møgu-
leikar undir øðrum flaggi
og við útlendingum um-
borð eisini. Sjálvur haldi
eg, at JFK sjálvandi skal
hava loyvi til tíðarav-
markaðar útflaggingar. Og
sjálvandi skulu øll onnur
føroysk
fiskiskip
hava
sama møguleika — eisini
Arctic Viking og aðrir
rækjutrolarar.
Karmanir ikki nøktandi
Vinnan hevur ikki tørv á at
politikarar leggja forðingar,
tí tað at slíkar verkætlanir
yvirhøvur eru neyðugar er
tí at teir karmar sum før-
oysku politikararnir hava
kunna útvega fiskiflotanum
ikki eru nøktandi, so ongin
politikari kann loyva sær at
finnast at slíkum verkætl-
anum uttan so at hann
hevur nakað betur at bjóða.
Og hinvegin má tað sigast
at
verða
beinleiðis
ómoralskt, um ávísir po-
litikarar halda at einans tað
einasta almenna reiðaríi
skal fáa slíkar sømdir.
Meirnýtslan til
Løgtingshúsið hevði
bjargað rækjuflotanum
Tá onkur politikari tosar
um, at trúvirði hjá politik-
arunum stendur uppá spæl í
málinum um Arctic Viking,
nýtist honum ikki at stúra
fyri tí, tí aftaná gøluna um
Løgtingshúsið, sum politik-
arar hava roynt at snúgva
sær undan við at geva
einum arkitekti skylduna,
er ikki vist at politiska
trúvirði er so øgiliga høgt í
metum
millum
manna.
Forrestin vildu hasar uml.
50 mill. sum løgtingslimir
hava játtað sær eyka til
fínar skrivstovur gjørt und-
urverkir í rækjuflotanum
— ja, høvdu helst bjargað
teim
flestu
av
hesum
arbeiðsplássum í fleiri ár
fram.
Handilsskapur og
vinningsbýtið
Onkur annar politikari tosar
um vánaligan handilsskap,
at nakrir eigarar hava fingið
vinningsbýtið. Men hvat er
yvirhøvur endamálið við
eini íløgu í skip ella okkurt
annað vinnuligt virksemi ?.
Er tað ikki júst at fáa eitt
avkast sum er størri enn
innskotið?. Í mínum huga-
heimið er tað í øllum førum
uppaftur vánaligari hand-
ilsskapur um tað ikki er
endamálið at fáa eina íløga
at kasta nakað eyka av sær.
Hesin
politikarin
skal
minnast til, at tað almenna
kravdi av eigarunum í sam-
band við skuldarumlegg-
ingina hjá rækjuskipum, at
teir innsettu meira egin-
pening. Og hví skuldi nakar
gjørt tað um tað var for-
boðið
at
fáa
íløguna
innaftur? Og munnu ikki
nógv skip í heimaflotanum
sum fingu almenna saner-
ing fyrst í 90´unum eisini
hava útlutað vinningsbýtið í
seinastu góðu árunum?
Vónandi hava teir tað.
Handlið í staðin fyri at
tosa
Bert ein politikari hevur
higartil sagt ein einkultan
setning um hetta mál sum
gevur nakra meining, og
var tað at løgting og lands-
stýrið máttu kannað um tað
ikki var onkur annar háttur
at loysa trupuleikarnar í
rækjuvinnuni uppá, enn at
latað skipini flagga út, og
harvið missa bæði inntøkur
og arbeiðspláss. Eg tori at
pástanda, at øll reiðaríir
helst vilja sleppa undan at
flagga út ella selja síni skip,
og vinnan hevur í áravís
skríggja eftir at politikarar
vaknað og takað trupulleik-
arnar í álvara, so vónandi
vil hesin politikarin syrgja
fyri, at hetta ítøkiliga málið
verður brúkt til at trupul-
leikarnir umsíðir verða
tiknir upp til viðgerðar.
Fyribrygdi Tór+Bjørn
Meðan tað er rættuliga
óvæntað at so nógvir
politikarar vilja luttakað í
destruktiva sjónleikinum
hjá Sjónvarpið Føroya, og
vilja leggja vinnuni forð-
ingar heldur enn at útvega
nøktandi karmar, er hin-
vegin lítið óvænta í, at
republikanski politikarin av
Glyvrum, hvørs politisku
avrik søgan helst fær lættari
við at máta í decibel enn í
veruligum avrikum, luttek-
ur í rópikórinum, tí tað
ræður jú um at verða "polit-
iskt korrektur" í eygunum
hjá almenninginum. Sam-
stundis er tað als onki
óvæntað í, at fjølmiðlatil-
nevnda løgfrøðiliga flogviti
av Heygum í Vestmanna,
sum hevur "oyna klokku-
klára moyning" um moralin
og feilirnar hjá øllum øðr-
um, enn hjá sær sjálvum,
loypir upp sum trøll úr eini
eskju, tí tað ger hann jú
automatiskt hvørja ferð
onkur journalistur tímir at
opna lokið.
Saneringslógin
avskeplaðist
Júst hesin seinni eigur eftir
míni fatan sín stóra part av
skuldini fyri at lógin um
umlegging av lánum hjá
fjarfiskiflotanum bleiv eitt
misfostur, sum hevur skap-
að trupuleikar fyri bæði
skip og landsstýrið líka
síðani hon kom. Tí meðan
upprunaliga uppskotið frá
landsstýrismanninum var
eitt vælmeint og skilagott
uppskot sum gekk út uppá
at javnseta fjarfiskiflotan
við heimaflotan, sum so at
siga allur fekk eina al-
menna sanering fyrst í
90´unum, so megnaði hesin
maður, sum í 1997 var po-
litikari og limur í Vinnu-
nevndini, saman við øðrum
at avskepla hesa lóg so-
leiðis at fjarfiskiflotin ikki
bleiv javnsettur við heima-
flotan, og tað meti eg at
verða eitt løgrøðiligt avrik
sum eigur at fáa dumpi-
karakter.
Løgin saneringin sum
økti um byrðarnar
Henda avskeplaða lógin
gjørdi, at í onkrum føri sótu
skip sum skuldu eitast at
verða saneraði eftir við eini
størri skuld at forrentað,
enn tey kláraðu áðrenn
lógin kom, so tað má sigast
at verða ein løgin sanering.
Og at sokallaða serfrøð-
inganevndin tyktist leggja
seg mest eftir at gera tað
sum Bjørn á Heygum og
aðrir søgdu verða "politiskt
korrekt", og ikki vildi ella
tordi at lurta eftir ávaring-
um um, at fyritreytir teirra í
málsviðgerðini vóru óveru-
liga bjartskygdar, og als
ikki tóku hædd fyri møgu-
ligum prísfallum o.a. stað-
festir bert, at hesi málini
fóru av sporinum longu frá
byrjan av. Í dag kann bert
staðfestast, at skuldarum-
leggingin als ikki var nøkt-
andi, hóast tað var ein treyt
í lógini sum serfrøðingar-
nir og landsstýrið áttu at
taka fyrilit fyri, og m.a. tí er
støðan hjá hesum saneraðu
skipum so vánalig sum hon
er. Og tann heiðurin at
lógin ikki kom at virkað
kunnu vit takka Bjørn á
Heygum, Heina í Kunoy og
øðrum politikarum sum í
1997 vóru við til at av-
skepla lógina fyri.
Komið niður á jørðina
aftur
Vónandi koma politisku
sjónleikararnir í leikinum
hjá
Sjónvarpið
Føroya
niður aftur á jørðina, og
fara ikki at leggja seg út í
detailstýring av vinnuna.
80-árini vístu hvat spurdist
burturúr tí. Smoyggi heldur
uppum ermar og fari í holt
við at loysa trupuleikarnar,
og gevið orðunum um
"vinnuligar karmar fyri
rækjuflotan" eitt veruligt
innihald
Nú kenni eg meg rættu-
liga sannførdan um, at tær
destruktivu journalistisku
kreftir í Sjónvarpinum, sum
eg her havi funnist at, fara
at svara aftur á ein ella
annan hátt. Men nú vita so
øll hví.
VIÐMERKINGAR
»Berufsverbot fyri rækjuflotan«?
TÍÐINDASKRIV
Klipp Filmsfelag Norð-
urlandahúsins fer nú
undir vetrarskránna. All-
ar sýningarnar verða í
Høllini í Norðurlanda-
húsinum
mikukvøld
klokkan 20, har Gardar
Hall fer at vísa filmar-
nar. Fyrsta sýningin
verður komandi miku-
dag hin 15. oktober og
hin
seinasta
verður
mikudagin 14. apríl.
Dogville er heitið á
fyrsta
filminum
hjá
Klippi í vetur. Hetta er
nýggi filmurin, frum-
sýndur í ár, hjá kendasta
danska
leikstjóranum
Lars von Trier.
Høvuðsleiklutin hevur
Oscarvinnarin
Nicole
Kidman. Filmurin er hin
næsti í røðini eftir
Dancer in the Dark, sum
við íslendsku Björk í
høvuðsleiklutinum fekk
Gyltu Pálmarnar í Cann-
es 2000. Eins og í und-
anfarnu filmum Triers er
tað Vibeke Windeløv, ið
er framleiðsluleiðari fyri
danska felagið Zentropa
Productions.
Dogville er um hina
vøkru Grace (Nicole
Kidman), sum rýmir
undan brotsmonnum og
kemur
til
fjarløgdu
bygdina Dogville. Unga
skaldið
Tom
(Paul
Bettany) fær bygdar-
fólkið at fjala hana, men
so skal hon eisini ar-
beiða afturfyri.
Tá løgreglan fer at
leita eftir Grace, vil
bygdarfólkið - og serliga
menninir í Dogville -
hava meira aftur fyri,
skulu tey framhaldandi
fjala rýmingin.
Nú má Grace endur-
skoða hugsanina um
góðsliga fólkið á bygd.
Men samstundis veit
hon eitt loyndarmál,
sum, kemur tað fram,
verður
vanlukkuligt,
ikki bara fyri hana, men
sanniliga eisini fyri alt
fólkið í Dogville.
Trier møtir Kidman
í Dogville
Nicole Kidman hevur høvuðsleiklutin í "Dogville" (Lars
von Trier 2003), sum KLIPP sýnir í Norðurlanda-
húsinum mikukvøldið
C
M
Y
K
11
10