Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 199 - 3. oktober 2003 Nr. 199 - 3. oktober 2003 13 Fríðrikur krúnprins- ur og Mary Donald- son vórðu trúlovað í gjár. Samstundis varð kunngjørt, at tey skulu giftast tann 14. mai næsta ár. KONGSHÚSIÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Fríggjadagin tann 14. mai næsta ár verður hátíðardag- ur í danska kongaríkinum, tí tá verða Fríðrikur krún- prinsur og Mary Donaldson vígd í Vor Frue kirke í Keypmannahavn. Tað kunngjørdi kongs- húsið fyrrapartin í gjár. Samstundis varð fráboðað, at tað verður biskuppurin í Keypmannahavn, Erik Nor- man Svendsen, sum skal víga tey bæði. Fríðrikur krúnprinsur og avstralska unnusta hansara vórðu alment trúlovað í gjár, eftir at Margretha drotning hevði kunngjørt fyri stjórnini, at hon hevði játtað teimum at ganga í hjúnalag. Frammanundan hevði hon boðað forsætis- ráðharranum frá avgerð síni, og týsdagin kunnaði hann Fólkatingið um tað. Á middegi í gjár komu tey bæði út á svalan á Amalienborg og vístu seg fyri fyrstu ferð alment fyri danska fólkinum. Seinna- partin var tíðindafundur, og í gjárkvøldið vóru tey bæði til døgurða saman við hin- um í kongshúsinum, stjórn- ini, formanninum í Fólka- tinginum og formonnunum í teimum politisku flokkun- um. Mary Donaldson er limur í presbyteronsku kirkjuni, men hevur játtað at fara upp í ta evangelisku lut- hersku kirkjuna. Hon er bæði avstralskur og bretsk- ur ríkisborgari, men hevur søkt um danskan ríkis- borgararætt. Hóast mary Donaldson nú er trúlovað danska krúnprinsinum, fær hon einki heiti. Tað verður ikki fyrr enn, tá tey giftast. Tá verður hon Mary krún- prinsessa. KRISTNASTOVA Tíðindaskriv Nú heystið eisini er komið til Danmarkar við munandi kaldari hitagradrum, eru innandurað tiltøkini fleiri i tali - eisini hjá Kristna- stovu, sum næstu tvey vikuskiftini skipar fyri tveimum ymiskum tiltøk- um. Fjølbroytt sangkvøld Sunnukvøldið 12. oktober kl. 19 verður eitt føroyskt- danskt sangkvøld í hølun- um hjá Frelsunarherinum í Valby, Langgade 12. Hetta kvøldið fer or- kestrið hjá Frelsunar- herinum í Valby at spæla. M.a. fara tey at spæla nakrar føroyskar sangir. Ung úr Kristnastovu fara at syngja, og harumframt verður vitjan av brøðrunum Jóannes og Ólavi á Váli, sum syngja nakrar duett- sangir. Sungið verður eisini í felag, bæði eldri og nýggjari sangir, sum mong munnu kenna. Endað verð- ur við stuttum boðskapi av Øssur Berghamar. Møtið fer fram á donsk- um, hóast nógvir av sang- unum verða føroyskir. Hetta verður gjørt, so bæði danir og føroyingar skulu kenna seg vælkomnar. Og fyrireikararnir vóna, at fólk heima í Føroyum siga skyldfólki og vinfólki frá hesum tiltaki. Lega í Norður- sjællandi Tað hevur verið fastur siður hjá Kristnastovu gjøgnum mong ár at skipa fyri legu í Norðursjællandi í heystfrí- tíðini. Soleiðis verður eis- ini í ár, tí í døgunum 16 til 19. oktobur verður lega á Nordsjællands Efterskole. Skúlin liggur tætt við býin Helsinge og er ein góður karmur um eitt tiltak sum hetta. Undir leguni vera sum vant bíbliutímar og sam- komur við ymiskum inni- haldi. Gestur á leguni verður Poul Færø, sum fer at tala á bíbliutímunum. Men eisini vera serstakar samkomur skipaðar fyri børnini. Og høvi verður til at ítrótt og spøl bæði innan- og uttandurað. Tey, sum ynskja at vera við, kunnu ringja til Kristnastovu , telefon 32 55 18 09 ella senda ein teldu- post til kristnastova@get2net.dk - helst skjótast gjørligt. Føroya Symfoni- orkestur konsert í Norðurlandahúsin um sunnudagin 26. oktober klokkan 1600. Á skránni eru verk eftir Dimitri Sjostakovitj og Pjotr Tjaikovskij, og er Jóhannes Andreasen solistur á klaverinum. Bernhard Wilkin- son er dirigentur TÍÐINDASKRIV frá Føroya Symfoni- orkestri Tann 8. mai í ár hevði Norðurlandahúsið stórt hátíðarhald í sambandi við, at húsið varð 20 ár. Ein annar føroyskur mentanarstovnur fylti samstundis 20 ár og var við til at hátíðarhalda javnaldurin við stór- fingnari konsert, og var og er tað Føroya Sym- foniorkestur. Hetta or- kestur hevur livað sítt stilla lív í samfelagnum og við hjálp og stuðuli ymsa staðni frá kunnað hildið meira enn seksti konsertir hesi árini. Hugaligt er, at fleiri av teimum, sum í dag mynda orkestrið, hava spælt við í øll hesi 20 árini. Orkestrið heldur fram at hátíðarhalda 20ára føðingardagin við eini stórfingnari konsert tann 26. oktober. Henda konsertin verður stjórn- að av Bernhardi Wilkin- son, sum í løtuni býr í Føroyum. Hann er ann- ars hálvur føroyingur. Mamman var úr Sumba; hon giftist bretskum her- manni; sum var tónleik- ari og var í nógv ár leiðari av BBC Singers. Sjálvur er Bernhard uppvaksin sum kór- drongur í Westminster Abbey. Men hann er útbúgvin floytuspælari, og í nógv ár hevur hann verið solofloytunistur í Sinfansljómsveit Íslands og hevur samstundis verið varadirigentur dirigentur í hesum or- kestri. Tað var hann, sum stjórnaði Sinfans- ljómsveit Íslands í fyrstu føroysku symfoniina hjá Sunleifi Rasmussen, Oceanic Days. À konsertini 26. ok- tober verða spæld verk eftir Sjostakovitj og Tjaikovskij. Konsertin byrjar við eini fest- ouverturu av Dimitri Sjostakovitj, sprækin og sera ahugaverdur rútm- iskur musikkur. Síðani verður okkara framúr pianistur, Johannes Andreasen, solistur í klaverkonsert av sama komponisti. Eitt verk fyri snidlingar, og sum má hava áhuga fyri øll tey, sum hava tokka til klaverspæl. Seinasta verkið á skránni verður 5. symfoni av Tjaikov- skij. Ein av hansara kendastu symfonium, full av vøkrum løgum, sum Tjaikovskij jú var ein meistari í at skapa. Hetta er helst stórsta, og mest krevjandi avbjóð- ingin, orkestrið her hev- ur átikið sær. Symfoniskonsert Sangkvøld í Frelsunarherinum og lega í Norðursællandi Skulu giftast 14. mai næsta ár Joen H. Andreassen 70 ár Í dag, 9. oktober, fyllir Joen H. Andreassen í Havn 70 ár. Hann er betur kendur sum »dómarin« ella nú sum »umboðsmaðurin«. Joen H. Andreassen er ættaður av Strondum, sonur Kristian og Fridu Andreas- sen. Pápin doyði í 1972 og mamman í 1941. Jógvan er giftur Elisabeth, sum er fysioterapoutur. Hon er dóttir Clement og Nicolinu Petersen. Hann tók stu- dentsprógv í Havn í 1952 og løgfrøðiligt embætis- prógv í 1958 og starvaðist eitt skifti sama árið hjá Føroya Landsstýri. Í ok- tober í 1958 fór hann í starv í Løgmálaráðnum í Keyp- mannahavn til hann í 1960 gjørdist dómarafulltrúi í Roskilde. Í 1964 gjørdist hann dómarafulltrúi í Havn, í 1969 rættarasessor og tann 1. desember í 1977 tók hann við sum sorin- skrivari – og frá 1994 sum fyrisitingarligur sorinskriv- ari. Sum sorinskrivari hevði hann limaskap í ymsum nevndum, var m. a. for- maður í Vanlukkutrygging- arráðnum, Yvirfriðingar- nevndini og Leigunevndini í Tórshavn. Hann varð valdur til fyrsta løgtingsins umboðs- mann, tá hetta embætið varð sett á stovn. Hann er valdur fyri tíðarskeiðið 1. januar 2001 til 31. desemb- er í 2005. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nýggj nevnd hjá tannlæknum Føroya Tannlæknafelag hevði aðalfund á Hotel Hafnia 3. oktober 2003. Øll nevndin bleiv afturvald uttan mótvalevni. Kaj Anthoniussen er for- maður, Unn Jacobsen, skrivari, og Unnur Jensen er kassameistari. Ein heilsan til mammu mína, Solborg Joensen í Sandavági, á 85 ára degnum Sveima sum támið nú tankar á flog hátt yvir tindum og fjøllum Skaparans verk ber mær tigandi boð um alveldis mátt yvir øllum Mín hugur hann leitar til farna tíð tá sum børn vit spældu glað og fríð altíð mamma heima hjá okkum var kendu ei til dagpleygu og barnagarð. Allar tær ríku løtur tú okkum gav fylgja okkum vilja til livssól fer í kav tá grønt var gras vit róku neyt í haga mamma stegðaði á - segði - hoyr- fuglaljóðið glaða. Fimm børn sekstan ommubørn hava fingið trýogtjúgu langommubørn eru komin við væl fylgt við hvussu hjá øllum hevur gingið hava okkum øll við tykkara lið. Alt mamma hevur nappað, kara, spunnið elska at hoyrt vatnið í ánni runnið teir túsundtals fermetrar hon hevur bundið høvdu rokkið nógvar ferðir um sundið. Bønirnar allar tú til Harran bað hava borið okkum heilt til hendan dag virðir hetta eru ongin kann taka okkum frá við songarstokkin mamma á knøum lá. Nú dagur fer at halla og tað mót kvøldi ber takkarkvøðu góða mamma vit tær senda her alt tú okkum lærdi alt tú okkum gav aldri kann tað tærast tíðartonnum av. Hjartaliga tillukku í dag skal ljóða til tín okkara móðir góða takk fyri lívið tú okkum gav fyri barlast góða og førning yvir lívsins hav. --------------------------- Góða mamma tú hevur góða stríðið strítt gævi tú mást fáa lívskvøldið blítt Elvina Hin 9. oktober fyllir ein kendur havnarmaður, Petur Petersen – Petur hjá Adrian í Rituvík, 75 ár. Síðan Petur kom til mans, hevur hann fingist við mangt. Sum so mangur føroyingur baldist hann á sjónum í mong ár. Var í Norðsjónum, undir Íslandi og í Grønlandi. Tá hann fekk sær konu og børnini fóru at koma, legðist hann upp á land og fór undir at smíða. Fekk sær tekniska útbúgving og starvaðist í seksti- og sjeytiárunum sum timburmeistari. Sum tann hegnis- maður hann er, kom mangt vælaverk frá hansara hond. Í áttatiárunum fór heilsan at bila. Hann fall tó ikki í fátt, men fór undir innrammingarvirki. Í Rammu- kjallaranum í Jónas Broncksgøtu, har bæði lærur og leikur komu á gátt, var mong hugnalig løtan. Listarligu gávur Peturs komu til sjóndar við mongum framsýningum av tekningum, akvarellum og pastellum, bæði í Smiðjuni í Lítluvík og í SMS, sum mong vilja minnast. Í dag býr Petur í Struer við hin vakra Limfjørðin. Ikki er óvanligt at síggja Petur á ferð í náttúruni við skitsu- blokkinum undir armi. Við ynski um framhaldandi mong góð ár. Kæri vinur, hjartaliga tillukku ynskja vinfólk Ein heilsan Johanna Danielsen 65 Í dag, 9. november, fyllir Johanna Danielsen í Havn 65 ár. Hon er ættað úr Oyndarfirði, dóttir Augustu Gaard úr Oyndarfirði og Jóan Petur Petersen av Norðoyri. Johanna tók læraraprógv í Havn í 1962. Hon var síðani lærari í Sørvági í eitt ár, á Glyvrum í 3 ár, á Tvør- oyri í eitt ár og á Venj- ingarskúlanum síðani 1971. Hon giftist við Petur Martin Danielsen úr Por- keri. 9. oktober Dionysius, deyður umleið 258. Varð vígdur til biskup av pávanum Fabiani og fór til Fraklands sum trúboðari. Varð saman við tveimum øðrum hálshøgdur á tí staðnum, sum nú eitur Montmartre, ið merkir martýrfjallið. Best kenda halgisøgan um Dionysius er, at hann eftir at vera hálshøgdur sjálvur bar høvd sítt til tann staðin, hann vildi verða grivin. Har varð kirkjan St. Denis bygd. – Sí 6. juli. Símun av Skarði deyður 1942. C M Y K 13 12