hósdagur 9. oktober 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 199 - 3. oktober 2003
Sjúkrarøktin á vegamóti:
Etisku mørkini fyri viðgerð og røkt verða flutt
Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðinga
r ger á almennari ráð-
stevnu í Norður-
landahúsinum vart
við, at felagið nú hev-
ur 15 ár á baki. Skráin
fyri ráðstevnuna er
fjølbroytt við eitt nú
útlendskum fyrilestr-
arhaldarum og lut-
tøku av føroyskum
myndugleikum við
pallborðið
RÁÐSTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjadagin og leygar-
dagin, 10. og 11. oktober,
skipar Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar fyri
almennari
ráðstevnu
í
Norðurlandahúsinum.
Heitið á ráðstevnuni er
"Sjúkrarøktin á vegamóti",
og endamálið við stevnuni
er at gera vart við 15 ára
føðingardagin hjá felagn-
um, samstundis sum ljós
verður varpað á sjúkra-
røktina.
Røktin á vegamóti
Felagið sigur, at bæði fak-
ligar
og
fakfelagsligar
broytingar hava verið hesi
15 árini, síðan Felagið Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar varð stovnað.
- Vit hava valt at lýsa
sjúkrarøktina á vegamóti
við atliti til nútíðarsamfel-
agið, har brúkarin hevur
møguleika at fáa meira inn-
lit og harvið størri ávirkan
á sína heilsu og sjúku.
Felagið vísir á, at nýggja
tøknin eisini ger, at etisku
mørkini fyri viðgerð og
røkt verða flutt.
Fjølbroytt ráðstevna
Skráin fyri ráðstevnuna er
fjølbroytt, og fyrilestrar-
haldarar verða bæði úr Ís-
landi, Noregi, Svøríki og
Føroyum.
Skipað verður eisini fyri
pallborði, har heilsumála-
ráðharrin, almannaráðharr-
in,
mentamálaráðharrin,
rektarin á Sjúkrarøktafrøð-
iskúla Føroya, sjúkrarøktar-
stjórin á Landssjúkrahúsin-
um, forkvinnan í Felagnum
Føroyskir
Sjúkrarøktar-
frøðingar og leiðarin fyri
Heimarøktini verða við.
Ráðstevnan byrjar við al-
mennari
gudstænastu
í
Dómkirkjuni, fríggjamorg-
unin, 10. oktober, kl. 10.
Almenna ráðstevnan hjá
Felagnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar, sum verður í
Norðurlandahúsinum, byrjar
við almennari gudstænastu í
Dómkirkjuni fríggjamorgun-
in, 10. oktober, kl. 10
Audi A3, ið fyrstu ferð
kom á marknaðin í
1996, er nú avloystur
av einum nýggjum
A3. Bilurin er, sum
man kann vænta tað
av einum Audi,
gjøgnumførdur og
væl gjørdur heilt
niður í smálutir
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tá vit tosa um pappír, er A3
størri enn A4, men hjá Audi
er A3 minni enn A4.
Audi A3 er ein bilur sum
ikki beinleiðis kappast í
prísi við aðrar bilar í somu
stødd men heldur í gjøg-
numførdum kvaliteti, har
alt so at siga er perfekt,
heilt niður í smálutir.
Hóast nýggi Audi A3
líkist sær sjálvum, er talan
um ein størri bil við meira
sportligum
designi
og
koyrieginleikum.
Undir-
vognurin er soleiðis gjørdur
at bilurin hevur sportligar
koyrieginleikar og betri
stabilitet í svingum. Hetta
merkist væl, við tað at bil-
urin koyrir sum ein dreym-
ur undir øllum umstøðum
bæði á góðum vegi og á
ósløttum, tað er eins og at
koyra ein munandi størri
bil. A3 hevur "multilink-
bakaksil" og møguleika fyri
4x4 Quattro í dýrari útgáv-
unum.
Í grundútgávuni hevur
A3 ein 1,6 litur bensin-
motor við 102 hk, síðan
fæst hann eisini við einum
2,0 litur FSI bensinmotori
við 150 hk og einum 3,2
litur einum TDI diesel-
motori við 140 hk.
Attraction, Ambition
og Ambiente
Innan er A3 nú meira
sportligur við sportsetrum
og alu-look luftdysum á
instrumentborðinum
og
eini smartari og praktiskari
gardanboks. Tað fellur í
eyguni hvussu væl gjørt alt
er. Sum nakað nýtt kemur
A3 nú við elektromekan-
iskum róðurgreiðum og
servostýring, sum tillagar
seg ferðina. Fyri at lætta
um hjá teimum ferðandi á
baksetrunum at sleppa inn
og út, hevur forsetrið eina
"Easy-entry" funktión, har
stólaryggurin og setrið
automatiskt fara so langt
fram, at lætt er at koma inn
og út .
A3 fæst í trimum útgáv-
um hvat útgerð viðvíkur,
grundútgávan er Attraction,
sportútgávan er Ambition
og Ambiente er luksus-út-
gávan. Aktivar nakkapútur,
airbag framman, í síðunum
og høvuðairbag til tey
ferðandi framman og aftan,
16" hjól og manuelt klima-
anlegg er standard. Hann er
eisini útgjørdur við elek-
troniskum stabilitetspro-
grammi (ESP) og bremsu-
assistenti.
Í fyrstu atløgu verður A3
bert gjørdur við trimum
hurðum, men síðst í 2004
kemur hann eisini við fimm
hurðum.
Nr. 191 • hósdagur • 9. oktober 2003 • 77. árg.
Audi A3 1,6 Attraction
Motorurin
1,6 litur 4 syl. besnin 102 hk
0-100 km/t
11,9 sek.
Bensinnýtsla 13,9 - 14,3 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd
205/55-16
Stødd og vekt
Longd
420,3 cm
Breidd
176,5 cm
Hædd
142,1 cm
Eginvekt
1205 kg
Viðførisrúm
350 litrar
Prísur
kr. 222.000,-
Søluumboð
Bilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.audi-vw.net
Nýggjur og væl gjørdur Audi A3
Hóast A3 líkist sær sjálvum, er talan um ein størri bil
Mynd: Álvur Haraldsen
Audi A3 1,6 Attraction
við 102 hk
Mynd: Álvur Haraldsen
Innan er Audi A3 nú
meira sportligur við
t.d. alu-look luftdysum
og smartari og
praktiskari gardanboks
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
15
14