Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 199 - 3. oktober 2003 Nr. 199 - 3. oktober 2003 17 Nú gott tvey ár eftir at eitt fullsett flogfar av føroyingum vóru í Trollhättan í Svøríki og royndu nógv um- røddu Null-hugsjón- arbreytina, var tíð- indafundur seinasta hósdag á Ferðslu- trygd, har høvi var at koyra ein bil við fylgisveinastýrdum ferðavmarkara FERÐSLUTRYGD Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nú hava vit í nøkur ár hoyrt um Null-hugsjónina, sum byrjaði í Svøríki í 1997. Aðalmálið við hesi hugsjón er, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skadd- ur í ferðsluni. Hóast tað er trupult at náa hesum máli, verður alla tíðina arbeitt fram móti endamálinum við Null-hugsjónini. Fyri tveimum árum síðan vóru 85 føroyingar frá ymiskum stovnum, feløg- um og fjølmiðlum í Troll- hättan í Svøríki, har tey vórðu kunnaði um Null- hugsjónina og sluppu at royndakoyra bilar á einum 40 km longum vegastrekki, har stórur dentur varð lagd- ur á, at vegurin var so ferðslutryggur sum gjør- ligt. Talan var um eina verkætlan, sum var gjørd í samstarvi millum land og kommunu, svenska ráðið fyri ferðslutrygd og Saab bilaverksmiðjuna. Á hesum strekki var tað soleiðis at um man t.d. koyrdi við eini ferð uppá 80 km/t og kom til eina ferðslutalvu sum vísti 50 km/t, bleiv spitarin tyngri at trýsta á, inntil ferðin kom niður á 50 km/t. Tað sama var galdandi, um man koyrdi við 50 km/t og kom til eina ferðslutalvu, sum vísti 30 km/t, spitarin bleiv tyngri at trýsta á. Alt hetta varð stýrt av fylgisveini. Intelligent Speed Adaption Nú tvey ár seinni varð høvi at royndarkoyra ein Kia Sportage hjá Ferðslutrygd í Havnargøtum við hesi skip- an. ISA (Intelligent Speed Adaption) útgerð er sett í bilin í Svøríki. Skipanin virkar á tann hátt, at um koyrt verður skjótari enn fyriskrivað í einum avísum øki, so gerst spitarin tyngri at trýsta á. Búgvi Apol, frá Bileftirlitinum í Føroyum, og Jón Kragesten frá Ferðslutrygd, vóru til staðar tá útgerðin varð sett í bilin. Í samstarvi við Tórs- havnar Býráð eru nøkur ávís vagastrekkir í býnum kodaði inn í eina stýrieind í bilinum, soleiðis at um bilurin koyrir skjótari enn t.d. 50, 40, 30, ella 15 km/t, alt eftir hvat tey ávísu strekkini eru kodaði inn til, verður spitarin tyngri at trýsta á, til ferðin er komin niðri á tað, sum skipanin er kodað inn til. Fylgisvein- urin veit alla tíðina, hvar bilurin er staddur. Tekniskt letur tað seg gera at útbyggja eina slíka skipan til at umfata allar vegir í landinum. Men í fyrstu atløgu er bert talan um eitt upplýsandi átak hjá Ferðslutrygd fyri at ávirka politikkarar og kommunustýrislimir. Vinnumálaráðið fyrireik- ar nú eitt uppskot til sam- tyktar um Null-hugsjónina. Uppskotið kemur fyri løg- tingið í november. Á veg móti Null-hugsjónini Skoda Roomster Á bilaframsýningini í Frankfurt var Skoda konseptbilurin Room- ster, sum er bygdur yvir sama plattform sum VW Touran. Við tað at baksetrið kann flytast heilar 75 cm, kann man velja ímill- um stórt viðførisrúm ella sera gott bein- plass aftan Kelda: Bil Magasinet Daewoo Lacetti Ein nýggjur Daewoo Lacetti kemur á mark- naðin komandi ár. Bilurin fær m.a. 1,8 litur motor við 122 hk, og regnsensor og airconditon verða standardútgerð Kelda: Motor Magasinet Subaru G3X Justy Nýggi Subaru G3X Justy 4x4 er í veru- leikanum nýggjasta modell av Suzuki Ign- is. Motorskráin byrjar við einum 1,3 litur bensinmotori við 94 hk Kelda: Motor Magasinet Soleiðis virkar ISA (Intelligent Speed Adaption) Jón Kragesten, leiðari á Ferðslutrygd, og Búgvi Apol, frá Bileftirlitinum, við Kia bilinum við fylgisveinastýrdum ferðavmarkara BILATORGIÐ Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag CITROEN ZX 1.9D STC. Árg Nov . 1996, Km 153.000. Kr. 62.000. CITROEN XSARA 1.6I 5H Árg Aug. 1998, Km 70.000. Kr. 99.000. CITROEN XSARA 2.0HDI 5H Árg Mei-00, Km 82.000. Kr. 135.000. Nýsýnaður CITROEN XANTIA 1.9TD STC. Árg Des. 1998, Km 101.000. Prísur fyrr kr 140.000 – Nú Kr. 135.000. Sýnaður í september 2003 MITSUBISHI GALANT 1.8 4H Árg Jun-89, Km 165.000. Prísur fyrr kr 45.000 – Nú kr 30.000. FORD FOCUS 1.8TDI 5H Árg Aug-99, Km 62.000. Kr. 135.000. FORD MONDEO 1.8I 5H Árg Mei-96, Km 87.000. Kr 75.000. MITSUBISHI L300 COSMOS 4X4 Árg Aug. 1996, Km 106.000. Kr. 90.000. OPEL COMBO 1.4I VAN Árg Apr-98, Km 53.000. Kr. 65.000. Sýnaður 2003 v/mvg TOYOTA HIACE 2.4D AUT. Árg Mei-99, Km 104.000. Prísur fyrr kr 150.000 – Nú kr 140.000. v/mvg Tel 313666 • www.ivan.fo •e-mail: ivan@ivan.fo MERCEDES BENZ 230 TE 7 PERSÓNA STATIONCAR. Árg Jun-91, Km 117.000. Rúmligur 7 persónabilur familjubilur til sølu. Bilurin er í sera góðum standi. Nýsýnaður, eyka felgur við píka- dekkum fylgja við, nýtt útstoyt (komplett), nýggjur akkumulator, nýggjar bremsuskivur framman og nýggjar el-rútavindarar. Søluprísur kr. 149.000. Nærri upplýsingar fáast við at ringja á tlf. 216135 TOYOTA AVENSIS 1.8 SOL Árg feb.2000, Bilurin er silvurgráur og hevur koyrt 20.500 km. Prísuppskot: kr 165.000,-. Tel. 211950 ella 317565 í Sosialinum LÝSIÐ brúktum bilum við C M Y K 17 16