hósdagur 9. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 199 - 3. oktober 2003
UTTAN ÚR HEIMI
Bangnir fyri rakettum
Altjóða floghavnin í irakska høvuðsstaðnum Bagdad
hevur ikki verið opin, síðani amerikanararnir hersettu
hana undir Irak-krígnum. Sambært The New York
Times tora amerikanararnir ikki at lata hana upp, tí teir
sakna framvegis eitt rættiliga stórt tal av rakettum av
slagnum Stinger.
Síðani amerikanararnir og bretarnir róku stýrið hjá
Saddam Hussein frá, hava teir savnað alskyns vápn, og
hesa tíðina hava teir fingið fatur á 317 rakettum, sum
eru so smáar, at ein maður kann bera tær. Amerikanska
herleiðslan veit ikki, um hon hevur fingið allar rakett-
irnar, tí hon veit ikki, hvussu nógvar tílíkar rakettir
irakar høvdu undan krígnum.
Stinger-rakettirnar kunnu millum annað skjóta flogfør
niður, og tá amerikanararnir ikki vita, um irakskir mót-
støðubólkar kunnu hava slíkar rakettir, tora teir ikki at
lata altjóða floghavnina í Bagdad upp. Harafturat bera
amerikanararnir ótta fyri, at mótstøðubólkarnir kunnu
smugla Stinger-rakettir um markið úr grannalondunum.
Heimsins størstu
bingjuskip
Kanadiska reiðaríið Seaspan Container Lines hevur nú
bílagt átta bingjuskip, sum verða tey størstu av sínum
slagi í heiminum. Skipini skulu byggjast á einari suður-
koreanskari skipasmiðju, og tey fara at taka 9500 bingj-
ur hvørt. Tað fyrsta verður ætlandi sett í sigling í 2006.
Tað er eitt sindur óvist, hvussu nógvar bingjur tey
størstu skipini, sum nú eru í sigling, kunnu taka. Danska
reiðaríið A. P. Møller, sum eigur fleiri stór bingjuskip,
hevur alment upplýst, at tey størstu skipini hjá felagnum
taka 6000 bingjur, men onnur halda, at tey í
veruleikanum kunnu taka 8000 bingjur, og tað hevur
A.P. Møller ikki avsannað, skrivar Jyllandsposturin.
Tað er eisini hugsandi, at A.P. Møller ætlar at byggja
skip, sum verða uppaftur størri enn tey kanadisku. Lin-
dø-skipasmiðjan er í ferð við at byggja fleiri bingjuskip
til reiðaríið, og tað er ikki óhugsandi, at okkurt teirra
verður størri enn tey hjá Seaspan Container Lines.
Barnahermenn tiknir
Stjórnarherurin í Filipsoyggjunum hevur tikið meiri
enn 170 børn, sum vóru hermenn hjá kommunistisku
uppreistrarrørsluni NPA.
Sambært keldum hjá stjórnarherinum er talan um
122 dreingir og 50 gentur. Flestu teirra arbeiddu sum
sendiboð ella sjúkrarøktarar hjá uppreistrarherinum,
men onnur virkaðu sum njósnarar og sum veruligir her-
menn. Sambært keldunum eru børnini send til ymsar
almennar stovnar, har tey annaðhvørt skulu ganga í
skúla ella fáa lønt arbeiði.
Myndugleikarnir í Filipsoyggjunum hava í fleiri ár
skuldsett kommunistisku uppreistrarrørsluna fyri at
bróta altjóða bannið ímóti at nýta børn sum hermenn,
men sambært stjórnini letur rørslan ikki atfinningarnar
við seg koma.
Sleppa USA
Danska bryggjaríið Carlsberg sigur sít øl vera tað besta
í heiminum, men kortini hevur bryggjaríið valt at
síggja burtur frá amerikanska marknaðinum.
Orsøkin er ikki, at amerikanararnir ikki leggja í
Carlsberg, men heldur tann, at tað er sera dýrt at
marknaðarføra eina vøru í USA. Niðurlendska
bryggjaríið Heineken nýtir næstan eina hálva milliard
krónur um árið at marknaðarføra sítt øl á amerikanska
marknaðinum, og tey bæði stóru suðurafrikonsku
bryggjaríini SAB Miller og Anheuser-Busch nýta meiri
enn fýra milliardir krónur um árið bert til markn-
aðarføring í USA.
Amerikanararnir halda tað vera løgið, at Carlsberg
ger so lítið burtur úr sær í USA, men leiðslan í danska
felagnum hevur ta áskoðan, at tað ber væl til at gera seg
galdandi á heimsmarknaðinum uttan at gera seg gald-
andi í USA. Tað er ein hugsunarháttur, sum amerikan-
ararnir hava ilt við at skilja.
Hevði Kalifornia ver-
ið eitt sjálvsstøðugt
land, hevði Arnold
Schwarzenegger verið
sjálvskrivaður við
fundarborðið hjá
heimsins ríkastu
londum. Men super-
staturin er í stórari
kreppu.
KALIFORNIA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er ikki ein vanligur
amerikanskur
guvernør-
stólur, sum Arnold Schwar-
zenegger er komin at sita í.
Bruttu"tjóðar"framleiðslan
í statinum er 1,4 billiónir
dollarar
(1,4
milliónir
milliónir dollarar). Tað ger,
at Kalifornia er tann fimta-
størsta búskapareindin í
heiminum. Hann er eisini
tann størsta búskapareindin
í USA og harafturat lands-
ins týdningarmesti land-
búnaðarstatur.
Men so er eisini alt tað
góða sagt um Kalifornia, tí
búskapurin í statinum er í
svárari kreppu. Í fjør hevði
staturin eitt hall upp á 38
milliardir
dollarar
ella
7.000 krónur fyri hvønn
einasta av teimum 35
milliónum íbúgvunum.
Í sjey ár var framburður í
búskapinum, men seinastu
trý árini hevur tað gingið
hinvegin. Tað er hesari
gongdini, Arnold Schwar-
zenegger skal venda. The
Terminator fær tí úr at gera.
Skal
stýra
ríkum
stati í
stórari
neyð
Norðmenn hava olju fyri 1000
milliardir meiri enn higartil mett
Nýggjar metingar hjá
Statoil vísa, at tað er
nógv meiri olja eftir á
norska landgrunnin-
um enn higartil
hildið.
OLJA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri aðru ferð í tveir mán-
aðir er almenna norska
oljufelagið komið við góð-
um tíðindum um oljumøgu-
leikarnar á norska land-
grunninum. Fyri tveimum
mánaðum síðani kunn-
gjørdi felagið, at tað hevði
funnið eina sera stóra olju-
leið á Ellida-leiðini, og í
gjár boðaði felagið frá, at
tað eru nógv meiri olja og
gass undir norska havbotn-
inum, enn serfrøðingar hig-
artil hava mett.
- Vit halda, at tað eru
28,3 milliardir rúmmetrar
av
olju
og
gassi
í
goymslum, sum vit ikki
hava funnið enn. Talan er
serliga um øki á djúpum
vatni í Noregshavinum, sig-
ur leitistjórin hjá Statoil,
Tor Fjæran, við Aftenpost-
en. Her kann verða nevnt,
at so seint sum í juni metti
norska oljumálaráðið, at
einir 22 milliardir rúm-
metrar eru í økjum, sum
ikki eru funnin enn. Við
dagsins olju- og gassprísi
svarar munurin til meiri
enn 1.000 milliardir norsk-
ar krónur.
Tor Fjæran sigur, at
Statoil gjørdi ta nýggju
metingina, áðrenn felagið
fann ta stóru goymsluna á
Ellida-leiðini,
og
hann
heldur, at tað fundið stað-
festir metingina hjá felagn-
um.
NSÍ smádreingirnir aftur tvær ferðir gull
Annað árið á rað hava
evnaríku smádreing-
irnir hjá NSÍ megnað
at vunnið bæði lands-
kappingina og steypa-
kappingina
FØROYAMEISTARAR
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eina ferð mitt í summar
høvdu vit frásøgn frá
steypakappingini í smá-
dreingjadeildini. Tá snúði
søgan seg um, at NSÍ smá-
dreingirnir høvdu vunnið
steypakappingina. Finaluna
vunnu teir 1–0 á B36. Tann
finalan varð spæld í Gøtu.
Nú hava NSÍ smádreing-
irnir aftur vunnið gull. Hesa
ferð
er
tað
í
lands-
kappingini. Og tað var ikki
við mýkindum, at evnaríku
12–14 ára gomlu NSÍ
ararnir fóru ígjøgnum hetta
kappingarárið. Teir taptu
einans tveir dystir. Talan var
um tveir landskappingar-
dystir, sum vórðu spældir í
undanumfarinum. Tá ið
hesir
dystirnir
vóru
á
skránni, var tað longu greitt,
at NSÍ hevði tryggjað sær
pláss í endaumfarinum.
Eftir summarsteðgin var
NSÍ rættuliga sannførandi.
Teir vunnu allar dystirnar,
og fjarstøðan frá gullpláss-
inum og aftur til hini boðar
frá, at talan hevur verið um
eitt lið, sum so at siga hevur
verið í flokki fyri seg sjálvt.
HB smádreingirnir fingu
silvurmerkini. Teir vóru
tíggju stig lakari enn NSÍ.
Venjarar hjá smádreingj-
unum hava verið Meinhardt
Dalbúð og Trygvi Morten-
sen, sum nú eru komnir í
tann aldurin, at teir eiga
spælarar á hesum liðnum.
Venjararnir báðir vóru í síni
tíð kendir fótbóltsspælarar.
Meinhardt var rættuliga
málsøkin
álopsspælari.
Hann tráddi sínar fótbólts-
skógvar í Fuglafirði, har
hann var á unglingaliðnum,
sum vann FM í 1975. Blað-
ungur kom hann á besta
liðið, og toppin rakk hann
longu í 1979. Tað árið vann
ÍF fyrsta og higartil einasta
FM heitið, og Meinhardt
Dalbúð var toppskjútti í 1.
deild. Seinni var Meinhardt
í Danmark og so í B36.
Hann hevur verið venjari á
Skála, í Leirvík og í barn-
dómsfelagnum í Fuglafirði.
Trygvi Mortensen spældi
altíð við NSÍ. Hann var
stundum málverji og stund-
um var hann úti á vøllinum
– bæði á miðvøllinum og í
miðverjuni. Hann hevur
fleiri ferðir verið venjari
hjá NSÍ í 1. deild, hann hev-
ur havt ábyrgdina av ung-
lingaliðnum, í fjør var hann
venjari hjá EB/Streymi í 1.
deild, og í ár hevur hann,
umframt at venja smá-
dreingjaliðið, verið hjálpar-
venjari í 1. deild.
Sjálvandi fegnast smá-
dreingirnir í Runavík um,
at tað í ár eydnaðist teimum
at vinna báðar kappingar-
nar. Tað er kortini ikki
nakað nýtt, at nógvir av
hesum dreingjunum vinna.
Í fjør vunnu teir eisini bæði
landskappingina og steypa-
kappingina í smádreingja-
deildini.
Sjálvandi ber tað ikki til
at siga nakað um, hvussu
tað fer at roynast næsta
kappingarár. Men tað er
einki at ivast í, at NSÍ tá fer
at vera við í kappingini um
heiðursmerkini
bæði
í
dreingjadeildini og í smá-
dreingjadeildini. Næsta ár
fara teir dreingirnir, sum í
fjør vunnu báðar kapping-
arnar í smádreingjadeildini,
at spæla saman í dreingja-
deildini.
Í NSÍ hava teir tað sein-
asta árið lagt nógva orku í
at menna bestu spælararnar.
Ábraham
Løkin
hevur
staðið fyri talentvenjingini,
sum teir rópa hesar servenj-
ingarnar,
har
evnaríkir
spælarar úr fleiri aldurs-
bólkum venja saman. Ætl-
anin er at halda á við hesum
venjingunum í vetur.
Ítróttarsosialurin ynskir
NSÍ
smádreingjunum
hjartaliga
tillukku
við
øllum gullinum.
NSÍ smádreingir. FM
vinnarar og steypavinnarar
2003. Standandi frá vinstru:
Andrass Olsen, liðleiðari,
Trygvi Mortensen, venjari,
Arnold T. Davidsen, Jan
Niclasen, Sveinur Nielsen,
Robert Sørensen, Hanus
Jacobsen, Rógvi Højgaard,
Klæmint Olsen, Øssur
Dalbúð, Meinhard Dalbúð,
venjari. Húkandi frá vinstru:
Dávid Jacobsen, Gi Rasmus-
sen, Eyðstein Joensen, Petur á
Roykheyggi, Jann Martin
Mortensen, liðformaður,
Petur Meinhard Magnussen,
Eli Mikkelsen, Jens Joensen
og Filip E. Jacobsen
Nr. 191 • hósdagur • 9. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
19
18