leygardagur 8. mars 1997síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 8. mars 1997
DAGNY JOENSEN
Jens Kr. Vang
Postverk Føroya er einasti
stovnur í Feroyum
hevur orða ein starvsfólka
politkk, og fyri tveimum
árum síðan varð hann við
tikin. Eitt av málunum er at
arbeiða fyri javnstødu í
postverkinum
Postfelagið og Postverkið
hava eina hevuðssamstarvs
neynd,við umboðum fyri
fakfelagið og leiðsluna. Tey
hittast fýra ferðir árliga at
tosa um ymisk mál
Eitt av hesum málunum
hevur í seinastuni verið at
fáa Grethe Møller, skriv
stovustjóra og leiðari fyri
javnstødunevndini í Post
Danmark, um at koma til
Føroyar at halda fyrilestur
um, hvussu tey arbeiða og
hverjar royndir stovnurin
hevur gjørt, m.a. um virkis
mentan, um mentanarligar
forðingar, um mans- og
kvinnumentan, og arbeiði
familju- og barnaliv
Eini 70 fólk hittust á Par
nassinum á Hotel Hafnia, tå
Grethe Møller helt fyrilest
ur og greiddi frå, hvussu
hon m.a. hevur verið við til
at eggja konufólkum at taka
sum
avbjóðingar t.d. við at átaka
sær leiðandi størv - og við
góðum úrslitum
Grethe Møller helt m.a
at ein forðing fyri kvinnur
á arbeiðsmarknaðinum hex
ur verið, at arbeiðalívið ikk:
var tengt saman við heima
lívinum
Orsøkin segði hon vera
at gamlir menn hava sitið í
leiðslum á fyritøkum. Teir
hava ikki havt skil fyri
hvønn tørv kvinnurnar á ar
beiðsplássunum hava havt
Nýggi starvssetningurin
til tess at skapa javnstødu í
leiðandi størvum, er, at tey
sum søkja hest størv, skulu
metast ut frá førleika, og
ikki ut frå kyni
Skrivstovustjórin víst á
at talan er um tvær mentanir
kvinnu- og mannfólka
mentanir, sum hver í sínum
lagi hava dygdir, sum bæði
kynini kunnu læra, hver av
ødrum
Menn og kvinnur hugsa
ikki eins, og taka tí ikki á
sama hátt stødu til eitt mál
segði Grethe Møller
Hon greiddi frå, at nyggi
hugsunarhåtturin innan
starvsfólkaleiðslu er, at fólk
hava bæði arbeiðslív og
familjuliv, og at hesir báðir
Altjóða kvinnudagur í dag:
Kvinnurnar mugu verða
meira sjónligar
- Skulu kvinnurnar gera sær vónir um at fáa leiðandi størv, er umráðandi at
tær sjálvar bjóða seg til. Bert á henda hátt kunnu tær gera sær vónir um at
bróta niður mannfólkaveldið. Tað kundi givið bæði kvinnum og monnum ein
kjans at samstarva, segði skrivstovustjórin og leiðarin fyri javnstødunevndini
hjá Post Danmark á fundi, sum Postverkið hevði skipað fyri
lutir skulu virðast á jøvnum
føu á arbeiðsplássinum
Hon nevndi m.a. um fráveru
hjá starvsfolkunum, at talan
ikki bert er um fritøku hjá
småbarnafamiljum, men
eisini um starvsfólk, sum
hava trupulleikar av 14 - 18
ára gomlum børnun, ella
hava ein sjúkan hjúnarfel
aga, sum starvsfólkið hevur
brúk fyri at stuðla
Um mannligar umsekj
arar til leiðandi størv, í mun
til kvinnunar, vísti Grethe
Møller á, at um 10 krøv
vóru sett í eini starvslýsing
so søktu menn starvið, hóast
teir bert uppfyltu tvey av
krøvunum
Hinvegin, um kvinnan
søkti sama starv, so kundi
ein við vissu siga, at hon
ikki bjóðaði seg til, uttan so
hon kundi uppfylla all krøv
ni
Grethe Møller
skrivstovustjóri í Post
Danmark: Vilja kvinnur
hava ávirkan, so mugu tær
læra at meta um egna
virði og hervið taka
avbjødingarnar
Samanumtikið vóru boð
ini frá fyrilestarahaldarnum,
at kvinnur sjålvar skulu
virka fyri at gerast meira
sjónligar á arbeiðsmarknað
inum
Tær skulu ikki lata seg
forða av, at mannligu starvs
felagar halda saman, og bert
vilja stuðla sínar egnu
Vilja kvinnur hava ávirk-
an, so mugu tær læra at
meta um persónligt virði og
hervið taka avbjóðingarnar
I dag er altjóða kvinnu
dagur, og í hesum samban
di skipar Kvinnufelagið í
Havn fyri kvinnudagshald:
í Sjónleikarhúsinum í dag
kl. 15
Tað var Inga Ellings
gaard, yvirskrivstovuassi
stentur í Postverkinum, sum
fekk Grethu Møller henda-
vegin at halda fyrilestur
Hon er samstundis for
maður í Kvinnufelagnum í
Havn, og nýtti tí tí høvi at
biða danska gestin halda
fyrilestur í Sjónleikarhúsi-
numí samband við 8. mars
haldið í dag
A skránni í Sjónleikar-
húsinum seinnapartin er
m.a., fyrilesturin hjá Grethe
Møller,
undir heitinum
Javnstøda á arbeiðspláss-
inum“. Síðani lesur Berg
tóra Hanusardóttir upp yrk-
ingina „Kvinna í starvi”,
sum hon skrivaði í 1984,
men sum eins væl kundi
verið skrivað í dag
Borðreitt verður við kaffi
og køkum á kvinnudags-
haldinum, har eisini verður
skipað fyri orðaskifti um
kvinnumál
Kvinnudagshaldið í Sjón-
leikarhúsinum er í dag kl
15, og atgongumerki kosta
40 krónur