Sosialurinarkiv
Sosialurin 1997-03-22, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mars 1997síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7-1 i » Vikuskittio) Stødan hjá gomlum í okkara vælferðarsamfelag: Í Havn búgva nógv gomul dement fólk einsamøll heima - Tey gomlu eru partur av heildini, og tí eiga vit at hava ein eldrapolitikk og gera okkum ein málsetning fyri, hvat vit vilja gera fyri okkara gomlu, sigur Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd Býráðsins Eingin lurtar - eftir okkum Tey flestu kenna onkr- an, sum hevur trupul- leikar av ikki at fáa síni gomlu innivist á røktar- heimi ella ellisheimi, tá heilsan er farin at bila, og tey ikki longur kunnu búgva heima. So byrjar leitanin hjá teimum avvardandi eftir stovnsplássi. Tað tekur ikki langa tíð. Bert fáir meguleikar eru, og sum Tað er sum at renna seg í ein múr. Tú fært bert at vita, at tað eru so nógv onnur, sum eru í somu stóðu Sum ein avvarðandi tekur til: - Hvat er so at gera? Einki alternatvi er, sum td. við barnaans- ing. Tú kanst ikki koyra tey gomlu í svarta dag- røkt! Ein annar heldur, at tað er alla æru vert, at Tórshavnar Kommuna roynir at gera nakað fyri barnaansingina í komm- ununi, men fýlist á, at ongin nevnir eldraum- sorganina, nú kommu- nuvalið júst hevur verið Annar avvardandi, sum vit hava tosað við, kennir seg tiknan av bóli av heimahjálpini í sín- um egna heimi Tá einki annað var til at taka, noyddust fam- iljan at flyta gamla abt- an heim til sonin, fyri at familjan ikki skuldi syndrast, tá tann gamli ikki longur var førur fyri at vera einsamallur. Fyri at beta um hjá ungu hjúnunum við børnum, kemur ein heimahjálp heim til abb- an, meðan hjånini eru til arbeiðis og børnini í skúla og í barnagarði. Hetta er ein góð hjálp, men sonurin sigur, at kona hansara kennir seg sum tiknan av ræði, tí henni ikki dámar at hava fremmandafólk inni hjá sær, meðan hon er úti Hon kennir seg ov nær- gingnan av heimahjálp- ini, sum er hjá abbanum í dagtímunum Kenslan av desperati- ón hómast eisini millum hjúnini fløtum, av tí at tey kenna tað sum ken- slukalt og ósemiligt at hava slíkar kenslur fyri tí gamla, sum einki ilt hevur gjørt teimum - annað enn at hann er vorðin so gamal og ússaligur, at hann ikki kann klára seg sjálvan Tað eru tey gomlu, sum hava skapt samfel- agsvirðini, og sum vit fáa ágóðan av í dag. Tað sømir seg ikki einum framkomnum samfelag. at vit ikki hava pening og orku at veita okkara gomlu sømilig kor á ell- isdøgum, halda avvarð- andi, sum noyðast at á- sanna, at eingin lurtar eftir teimum, sum hava brúk fyri hjálp. DAGNY JOENSEN Jens KR. VANG Hóast tað ikki hevur verið so nógv umrøtt, so situr ein eldrabólkur í Býráðnum, sum m.a. hevur arbeitt fyri at fáa eitt virkishús fyri eldri fólk Í bólkinum sita Elin Lind enskov, formaður, Katrin Dahl, Bjarni Dalsgarð, Asa á Mýruni og Eyðun Jensen Í seinastni hevur eldra bólkurin arbeitt við at kanna tørvin hjá eldri fólki í kommununi. Fundur hevur m.a. verið við leiðaran á Lágargarði og Almanna stovuna um eldragkið Vit hava sett okkum fyri at gera kanning um viður skiftini hjá okkara gomlu, og at skriva álit, sum skal vera liðugt 1. juní í ár, sigur Elin Lindenskov Orsøkin til at eldravidur skiftini í høvudsstadarøk: num skulu kannast, er m.a av tí at ov nógv gomul fólk búgva einsamell heima, tí einki stað er fyri teimum á stovnunum fyri gomul fólk Íbúðir og sambýli til gomul ein loysn Bert í Havn búgva eimi 12 15 senil dement fólk eins amøll heima, sigur for maðurin í sosialu nevnd Hon heldur ikki, at Tórs havnar kommuna skal byggja fleir stórar stovnar men at:tað heldur átti at ver ið fleiri valmøguleikar hjá eldri fólki, eitt nú at fáa í búð ella at flyta í sambýli alt eftur hvønn tørv tann ein staki hevur Tað ber væl til at stovna smærri eindir, av tí at by ráðið eigur fleiri hús í býn um, sum kunnu nýtast til sambýli ella eldraíbúðir, heldur Elin Lindenskov Hon hugsar serliga um Lonirnar í eysturbynum, sum kundu verið nýttar til eldraíbúðir og vardar íbúðir, so hvert sum íbúðirnar ver ða leysar. Hetta kundi verið ein loysn, um tað kundi ver ið skipað í samstarvi við Heilsurøktina - Íbúðirnar liggja væl fyri í bystadarøki, og tær eru lættar at koma til, sigur Elin Lindenskov, sum eisini kun- di hugsað sær aðrar bú- møguleikar fyri tey eldru við tørvi í kommununi Í løtuni verður tosað um skaffa tveimum komm- unulæknum í Havn nýggj vidtaluhøli, í húsum sum seinni skal hýsa fýra komm- unulæknum Har kundi Jenis av Rana, kommunulækni, eisini fing ið vidtaluhølir, og so vóru húsini í J. Paturssonargøtu tók til annað endamál. Tað hevði hóskandi verið ein góð loysn til eldrasambýli Vit halda eisini, at døgn- vaktarskipan er umrådandi at seta á stovn, men tíverri er eingin peningur settur av á fíggjarlógini ul hetta endamál Av tí at øll eldraforsorg er undir landinum, kann Tórshavnar Kommuna bert veita fólki innivist Veruleikin er, at vit sakna ein eldrapolitikk. Tey gomlu eru partar av heild ini, og tí eigur nakað at vera gjørt á hesum øki, men tað hevur ikki verið gjørt higar til Okkum tørvar eldrapolitikk Vit mugu gera okkum ein målsetning fyri, hvat vit vilja å eldraøkinum. Her kundu bústaðarviðurskiftini hjá okkara gomlu verið ein góð byrjan, saman við degnvaktarskipanini innan Heilsrøktina, sigur Elin Lindenskov Hvussu skjótt kann hetta gerast" - Um vit finna hóskandi hús, so kundi sambýli verið veruleiki í ár. Tað er eisini Elin Lindenskov: - Tað ber væl til at stovna smærri eindir, av tí at Býráðið eigur fleiri hús í býnum neyðugt at skunda undir hesar ætlanir, av tí at so nógv hava ålvarsligan tørv, sigur Elin Lindenskov Landssjúkrahúsið 100 Tórshavn Fíggjardeildin Eitt fulltíðarstarv er leyst til setan skjótast gjør- ligt á figgjardeildini á Landssjukrahusinum. Uppgåvurnar eru fjøltåttadar. — Lønavgreidsla — Um- og innleggjan av uppgåvum til teldu- skipanir — Fyrifallandi uppgávur Tann rætti umsekjarin hevur — hollan kunnleika til EDV — royndir innan skrivstovu og almenna lønar- umsiting — hevur hug at útbúgva seg víðari innan hesi oki Setanartreytir Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Feroya Landsstýri/Sjúkrahúsverk For- oya og Starvsmannafelagið í 11. lønarflokki Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Finn Danberg, fíggjarleiðara, og umsóknir skulu stílast til: Landssjúkrahúsið umsjónarmaðurin Umsóknarfreist 5. apríl 1997.