Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 192 - 10. oktober 2003 Nr. 192 - 10. oktober 2003 3 Gestur Hovgaard er ikki í iva um, hvør orsøkin til, at føroy- ingar hava havt so framburðsríka ali- vinnu í Føroyum. Umstríddi bygdar- menningarpolitikk- urin hevur eftur hansara tykki verið avgerandi. - Av tí, at føroyingar høvdu vegir, havnir, telefon og streym til nærum hvønn krók í landin- um merkti jú, at ali- vinnan hevði grund- fyritreytirnar at koma í gongd, sigur Gestur Hovgaard, ið er við kanadiskari verkætlan um ali- vinnu ALIVINNAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Klaksvík: Alivinnan er seinastu 30 árini vaksin frá nærum ongum, til at vera ein týdningarmikil liður í føroyska búskapinum. Sama er galdandi fyri eitt nú lond sum Noregi, Kili, Kanada og Skotland. Men stórur munur er á, hvussu væleydnað vinnan er í teimum ymisku londunum. – Eg haldi at vit, hóast nú- verandi kreppuna, liggja í fremstu røð saman við Noregi, sigur Gestur Hov- gaard, sum seinastu árini hevur luttikið í eini størri kanadiskari verkætlan inn- an alivinnu. Gongdin í alivinnuni hjá okkum og í Noregi hevur verið, at tað byrjaði við nógvum smáum fyritøkum. So kom tann fyrsta stóra kreppan, og hóast fram- vegis smá í altjóða høpi, gjørdust virkini størri og størri og flættaði seg inn í eina "globala" vinnu. Nú tað aftur er stígur í er av- gerandi, at vit duga at gera okkum dælt av royndunum, vit hava fingið. – Vanliga hoyra vit, at lønarlagið er avgerandi fyri, hvussu vit standa okk- um í eini kapping, men her skulu nøkur fyrilit takast. Hvussu ber til, at hálønar- londini Føroyar og Noregi hava ein nógv meiri fram- komna alivinnu enn eitt nú Skotland, Kili og Kanada við lægri lønum?, spyr Gestur. Hann sigur, at kjarnan í vinnuligum framburði eru hugtøk sum nýskapan, sið- venja og ikki minst, hvør politikkur verður førdur á øðrum økjum, enn teimum reint vinnuligu. Infrastrukturur gull verdur Fyri at finna orsøkina til, hví føroyingar hava havt eina so framburðsríka ali- vinnu, sigur Gestur, at vit mugu leita aftur til bygdar- menningarpolitikkin. – Líkamikið hvønn hug- burð, ein hevur til bygda- menningarpolitikkin, so skerst ikki burtur, at hetta var við til at geva okkum ein ótrúliga góðan infra- struktur. Av tí, at føroyingar høvdu vegir, havnir, telefon og streym til nærum hvønn krók í landinum merkti jú, at alivinnan hevði grund- fyritreytirnar at koma í gongd. Hetta er als ikki nakað sjálvsagt í Skotlandi, Kanada og serliga ikki í Kili, har har tað kemur fyri, at ein skal ganga fleiri kilo- metrar fyri at koma fram til alibrúk og ein støðug el- veiting er heldur ikki nøkur sjálvfylgja. Talan er sjálvandi um eina avleidda effekt, sum einki beinleiðis hevði við bygdamenningarpolitikkin at gera. Men tað sigur av- gjørt nakað um týdningin av, at alt føroyska samfe- lagið hevur møguleikan at mennast. Ein veit aldrin, hvaðani næsta stóra vinnan kemur, og hvør infra-struk- turur skal til. Siðvenjan og kunn- leiki frá fiskivinnuni hjálpt nógv – Føroyingar hava gjøgnum tíðina ment eina sterka siðvenju fyri íverkseting, lokalum eigaraskapi og tað vit kunnu kalla "praktiskan kunnleika", nakað sum hevur verið eitt sterkt eyð- kenni við føroysku fiski- vinnuni. Hesar somu royndir avspeglast eisini í framburðinum í alivinnuni, sigur Gestur Hovgaard Gestur heldur ikki tað vera av tilvild, at nógv av teimum sum byrjaðu ali- vinnuna, høvdu praktiskar royndir innan fiskivinnuna. Tá stórur partur av tí tøkni, sum nýtt verður í alivinn- uni, sprettir úr fiskivinnuni, høvdu fólkini ein kunnleika frammanundan, sum gjørdi tey før fyri at fara í gongd. Bæði í Noregi og Føroyum eru eisini siðvenjur fyri at býta vitan ímillum sín, og ger hetta, at nógvir partar fáa ágóðan av somu vitan- ini. – Bæði í Kili og Skot- landi síggja vit, at vinnan hevur havt stórar trupul- leikar at tillaga seg nýggj- astu tøknina, og hetta kann júst forklárast við, at hesi ikki høvdu nevndu sið- venjur, greiðir Gestur frá. Nýggjar tíðir og nýggj- ar avbjóðingarnar Í dag er alivinnan partur av einum altjóða vinnustruk- turi, og hetta gevur nýggjar avbjóðingar fyri framtíðina, og serliga hevur spurning- urin um útlendskan kapital í føroyskari vinnu verið nógv umrøddur. Gestur leggur her dent á, at tað er neyðugt við nógvum kapi- tali í alivinnuni, men stóra knútapunktið er, um sam- anlegging av virkjum í sær sjálvum er nøkur loysn. – Í dag er eitt ótal av smærru virkjum á altjóða pallinum, sum klára seg væl, og eg ivist stórliga í, um ein stór føroysk alifyri- tøkuna hevði staðið seg betur enn tær smærru. Eg haldi, at vit heldur skulu hugsa í netverkum, har tey smáu virkini arbeiða saman við teimum størru, sigur hann. Sokallaða globaliseringin er ikki nakað sum kemur uttaneftir og inn yvir okk- um, men nakað sum er inni í okkum sjálvum. Vit eru líka nógv partur av "tí globala" sum onnur eru tað. So hví hugsa vit ikki um at keypa vinnulív aðrastaðni, eins væl og onnur keypa seg inn her?, vísir Gestur á spyrjandi Hann leggur afturat, at viðvíkjandi alivinnuni í framtíðini eru nógvir aðrir spurningar at fyrihalda seg til enn útlendskan kapitalur. Hann heldur, vit eiga at hugsa nógv meiri í markn- aðum. Tað er sera sterka keyparasíðan, ið setir standardin fyri góðsku, nøgd og prísi. Spurningurin er tí, hvussu vit finna nýggjar marknaðir, nýggja tøkni og nýggj sløg av samstarvi millum fyritøkur og lond á framleiðarasíð- uni, soleiðis at støðan hjá føroysku alivinnuni gerst betri. Í øðrum lagi er spurning- urin, hvussu føroyingar megna at lúka altjóða polit- isk krøv, ikki minst tey frá ES. ES hevur seinastu 10- 15 árini broytt matvøru- politikk frá at leggja áherðslu á matvørutrygd til nú á matvørutryggleika. Hetta merkir, at ES ikki longur lengur dent á stór yvirskotsgoymslur av smøri og oksakjøti, men heldur leggur seg eftir at forða neytaøði og munn-kleyva- sjúku" v.m. Vit hava higartil megnað væl at fylgja broyt- ingunum hjá ES, men fram- yvir verða enn størri krøv til okkara egna førleika, bæði fyri virkini, men eis- ini almenna uppgávan ísv. veteriener viðurskifti (ILA v.m). Í triðja lagi er tað so, at alt størri og størri dentur verður lagdur á formliga ella teoretiska vitan. Tað er hendan vitanin, sum stýrir EU-poltikkinum og altjóða fyritøkum, og hon er eisini alneyðug. – Vit mugu ikki gloyma týdningin av tí praktiska kunnleikanum, ið sum ávíst var ein fyritreyt fyri, at føroyska alivinnan kundi mennast. Hvussu vit megna neyðuga samanpælið mill- um teoretiska og praktiska kunnleikan er heilt avger- andi. Fyrsta fyritreytin er, at vit ikki missa ta drív- megina, vit hava við sið- venju fyri íverkseting, smá- fyritøkum við lokalum eigaraskara og einum spjaddum búsetingar- mynstri, sigur Gestur Hov- gaard at enda. Framburðurin í føroysku alivinnuni seinastu 30 árini Bygdamenningarpolitikkurin verið avgerandi -Í dag er eitt ótal av smærru virkjum á altjóða pallinum, sum klára seg væl, og eg ivist stórliga í, um éin stór føroysk alifyritøkuna hevði staðið seg betur enn tær smærru. Eg haldi, at vit heldur skulu hugsa í netverkum, har tey smáu virkini arbeiða saman við teimum størru, sigur Gestur Hovgaard, ið dagliga starvast á Granskingardepilinum í Klaksvík. Mynd: Jens Kristian Vang Alarar óttast nýggjar byrðar Nógv bendir á, at ali- vinnan fer at fáa nýggj krøv frá polit- isku myndugleikun- um, ið leggja upp til stórar íløgur. Samstundis sum stórar mongdir av laksi skulu slaktast í næstum, er ein nýggj kunngerð á veg, sum krevur ógvusligar íløgur í brunnbát- arnar, ið flyta laksin til kryvjivirkini. Alivinnan megnar illa íløguna í løtuni ALIVINNA Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Onkrir glottar eru at hóma í alivinnuni. Sambært fólk- um í vinnuni er marknaðar- prísurin hækkaður spaku- liga síðstu tíðina, so hann loksins liggur oman fyri framleiðslukostnaðin. Men júst sum tað er farið at síggja eitt sindur ljósari út, óttast alarar fyri, at nýggj almenn krøv aftur fara at gera tað torførari hjá teimum at fáa tað at bera til. Alarar hava nevniliga fingið boð frá Vinnumála- ráðnum um, at ein nýggj kunngerð er ávegis, sum herðir krøvini til brunnbát- arnar so nógv, at tað kanska ikki fer at bera til at sigla frá smoltstøðum til alibrúk og frá alibrúkum til slakti- støðini við verandi útgerð. Ein alari greiðir frá, at kunngerðin fer at krevja íløgur í brunnbátar fyri stórar upphæddir, tí sum er, klára alibrúkini ikki at liva upp til kunngerðina. Afturlætnir ventilar Nýggja kunngerðin er ein liður í ætlanini at basa sjúk- um í føroyskum alibrúkum. Sum er, kunnu brunnbátar í dag flyta fisk við opnum ventilum. Men kunngerðin leggur upp til, at tað bara skal siglast við afturlætnum ventilum. Tað merkir, at sama vatnið er í lastini alla tíðina. Alarar, sum Sosialurin hava tosað við, siga kunn- gerðina vera í lagi, um talan er um sjúkan fisk. Men kravið er alt ov hart, um hon eisini skal fevna um flutning av frískum fiski. – Her kann vera talan um íløgur fyri milliónaupp- hæddir, tí talan er um stórar nøgdir av fiski, sum skulu flytast í senn. Vónandi fer hetta ikki at raka okkum so- leiðis, at vit koma í kløtur við allan tann fiskin, sum skal slaktast í heyst og í vár. Íløgan er trupul, tí tað er avmarkað, hvat alivinnan hevur at arbeiða við í løtuni, sigur ein alari í Eysturoynni. Kunngerðin kemur illa við, um hon sum ætlað kemur í næstu viku, tí fólk meta, at alifiskur fyri einar 400 milliónir krónur svim- ur í ringunum, sum skal slaktast rættiliga skjótt. Ikki komin enn Tað er fiskadjóralæknin, Bjørn Harlov, sum er meist- ari fyri kunngerðini, men Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, hevur onga viðmerking til málið í løt- uni, tí kunngerðin enn ikki er komin á hansara borð. – Talan er um tvær kunn- gerðir, sum ikki eru lýstar enn. Onnur snýr seg um ILA og hin snýr seg um rakstarformar. Eg havi ikki sæð kunngerðirnar enn, men eg vænti at fáa tær á mítt borð fyrsta dagin. Fyrr enn eg havi sæð tær, fái eg ikki gjørt nakra viðmerk- ing, sigur Bjarni Djurholm. Tað ljóðar, at marknaðar- prísurin á laksi er farin upp um 20 krónur í miðal. Selt er fyri 22 krónur kilo hesa vikuna. Framleiðslukostn- aðurin er einar 19 krónur í miðal, og tað eru endiliga góð tíðindi fyri alivinnuna, at tað aftur er yvirskot í framleiðsluni av hvørjum kilo av laksi. Tí vóna alarar ikki, at útlitini verða spilt av nýggjum útreiðslum. Brunnbátar skulu vera trygg- ari, sigur nýggj kunngerð, og tað kann merkja íløgur fyri milliónir til frammanundan illa sperdu alivinnuna Tilvildarlig mynd Talið á lærlingum lækkar Landsstýrið átti ikki at lækkað endur- gjaldið fyri lærupláss, tí tað elvir til, at talið á lærlingum lækkar uppaftur meira, heldur vinnan FÍGGJARLÓG 2004 Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Færri lærlingar fáa læru- pláss. Tað verður avleiðingin av ætlanini hjá landsstýrinum at lækka endurgjaldið til lærupláss, meðan lærlingur er í skúla, sigur Vinnu- húsið. Í uppskotinum til fíggjar- lóg fyri 2004 stendur, at uppskot verður lagt fyri løgtingið í heyst, sum lækkar endurgjaldið til læruplássið úr 75 prosent- um niður í 50 prosent. Hetta er aðru ferð innan fyri síðsta árið, at endur- gjaldið skal broytast, tí 1. januar 2003 lækkaði endur- gjaldið úr 100 niður í 75 prosent. Nú fer játtanin so aftur úr 14,6 milliónum krónum niður í níggju milliónir krónur. Vinnan mælir landsstýr- inum frá at lækka endur- gjaldið einaferð afturat, tí tað økir vandan fyri, at færri lærlingar fáa læru- pláss. Vinnuhúsið sigur, at fyri tað einstaka virkið, sum eitt nú tekur ein lær- ling innan elektrikarayrkið, koma broytingarnar at merkja eina meirútreiðslu á umleið 50.000 krónur í lærutíðini. Talan er um upphæddir, sum merkjast, sigur Vinnuhúsið. Higartil í ár eru 22 færri lærlingasáttmálar gjørdir enn árið frammanundan. Við búskapargongdini og ótryggu kørmunum er væntandi, at tilgongdin lækkar enn meira, og tí átti landsstýrið at latið endur- gjaldið verið óbroytt, nú búskaparvøksturin er steðgaður, sigur Vinnu- húsið. C M Y K 3 2