fríggjadagur 10. oktober 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 192 - 10. oktober 2003
Nr. 192 - 10. oktober 2003
5
Mikudagin kom ein nýggj
lestarbók út. Tað er ein bók,
sum Róland Waag Høgne-
sen, sáli, hevur lagt til
rættis.
Bókin varð løgd fram á
eini samkomu í Býráðs-
høllini í Klaksvík, har fitt
av fólki var samankomið.
Hátíðardámurin fornoktaði
seg ikki, og millum gestir-
nar vóru bæði prestar,
vinnulívsmenn, politikarar
og onnur.
Róland Waag Høgnesen,
sum var útiseti stóran part
av ævi síni, fekk hugskotið
til nýggju lestrabókina fyri
nøkrum árum síðani.
Í formælinum greiðir
hann frá, at hann vaknaði úr
dreymi, meðan hann var
staddur á Norðskála. Hann
hevði droymt, at hann var
komin væl ávegis við eini
lestrabók.
Hann skúgvaði í fyrstu
syftu tankan frá sær, men
hann vitjaði javnan aftur.
Tað endaði tí við, at tankin
varð gjørdur til veruleika.
Prestar úr
Norðoyggjum
Í lestrabókini, sum kallast
»Teg um tala og æra«, eru
prædikur hjá prestum, sum
hava verið í starvi í Norð-
oyggjum seinastu fimmti
árini. Lestrarnir eru til fyrra
tekstarað.
Róland Waag Høgnesen
savnaði allar hesar lestrar,
og tær prædikur, sum vóru
hildnar á donskum, týddi
hann til føroyskt.
Hóast hann gjørdist lið-
ugur við handritið, upplivdi
Róland ikki útgávudagin, tí
í summar doyði hann brád-
liga. Tá høvdu hann og
bróðursonurin,
Ólavur
Waag Høgnesen, tosað um
at fáa bókina út, og Ólavur
hevði tikið á seg at fáa
bókina til prentingar.
Ólavur hevur síðani –
saman við fyritøkuni cre8 í
Klaksvík – greitt bókina til
prentingar, og mikudagin
kom bókin so út. Á føð-
ingardegnum hjá Rólandi.
Gloymdi ikki
upprunan
Á samkomuni í Býráðs-
høllini mikudagin hug-
leiddi Ólavur Waag Høgne-
sen um pápabeiggja sín og
um arbeiðið við bókini.
Jákup
Reinert
Hansen
segði frá einum parti av
søgunum um lestur, sum er
serstøk í Føroyum, og nakr-
ir sálmar vórðu sungnir.
Fyrstu eintøkini av bók-
ini vórðu handað teimum
trimum
døtrunum
hjá
Rólandi Waag Høgnesen,
sum eisini vóru til staðar.
Tvær teirra búgva niðri,
meðan tann triðja býr í
Føroyum.
Abbasonurin
Róland
Waag Dam takkaði at enda
vegna familjuna, og hann
helt, at lestrabókin sýndi, at
abbi hansara hevði ikki
gloymt uppruna sín, hóast
hann búði uttanlands stóran
part av lívinum.
Nýggja lestrabókin fæst
nú til keyps kring landið.
Nýggj lestrabók við
prestum úr Norðoyggjum
Tær tríggjar døtrarnar hjá Rólandi Waag Høgnesen fingu fyrstu eintøkini av bókini
Mynd: Bárður Lydersen
Ólavur Waag Høgnesen
greiddi frá bókini hjá
pápabeiggja sínum,
sum ikki upplivdi
útgávudagin av bókini
hjá sær
Mynd: Bárður Lydersen
Stórur áhugi var fyri lestrabókini
Mynd: Bárður Lydersen
Har, sum loyvi er
fingið at taka grót, er
ikki nóg mikið og
spurningurin er so,
hvaðani restin skal
koma frá
SAMFERÐSLUHAVN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Arbeiðið uppá at gera sam-
ferðsluhavnina í Trongis-
vági, kann nú koma í
vanda.
Orsøkin er, at har, sum
friðingarmyndugleikarnir
hava givið loyvi til at taka
grót til samferðsluhavnina,
er ikki nóg mikið av grótið
at fáa.
Og tískil hevur Tvøroyrar
Kommuna ikki enn mist
vónina um at fáa eitt sam-
starv í lag um at gera
goymslutunlar
omanfyri
Drelnes.
Friðingarmyndugleikarn-
ir hava givið loyvi til at taka
grót úr einum grótbroti
innaliga í Trongisvági, heilt
inni við munnan til Hvalbi-
artunnilin.
Har er ein linja stungin
út, sum grótið skal takast
innanfyri.
Men harafturat fylgir
tann treytin, at innanfyri
tað ásettu linjuna, skulu
ikki
takast
meiri
enn
130.000 kubikk av gróti til
samferðsluhavnina.
Landsverkfrøðingurin
hevur áður sagt fyri Sosial-
inum, at tað er ikki nóg
mikið til samferðsluhavn-
ina og at tey tískil hava søkt
friðingarmyndugleikarnar
at strikað hámarkið fyri,
hvussu nógv grót kann tak-
ast innanfyri hesa ávísu
linjuna.
– Verður tað hámarkið
strikað, er nóg mikið av
gróti, segði Landsverkfrøð-
ingurin, men enn hevur
friðingarmyndugleikin ikki
svarað.
Men hesum ivast borgar-
stjórin á Tvøroyri í.
Kristin Michelsen sigur,
at Tvøroyrar Býráð hevur
sera stóran áhuga í málin-
um.
Hann sigur, at tá ið ar-
beiðið varð boðið út, varð
mett, at brúk vóru fyri
312.000 kubikkum av gróti
til samferðsluhavnina
– Tí hava vit eisini kann-
að málið hjá serfrøðingum.
Vit hava spurt tríggjar yms-
ar serfrøðingar og teir eru á
einum máli um, at hóast alt
verður sprongt burtur inn-
anfyri ásettu linjuna, koma
eini 150.000 - 200.000 kub-
ikk av gróti at mangla í.
Borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at skal nóg mikið av
gróti fáast úr hesum sama
grótbrotinum, verður tískil
neyðugt at taka hamaran
omanfyri eisini.
Og tað ivast hann í, at
friðingarmyndugleikarnir
fara at geva loyvi til, tí talan
er um nattúruvakurt pláss
og verður hamarin oman-
fyri eisini tikið, verður ben-
ið framvið vegnum ógvu-
liga grefligt.
Hann sigur, at Tvøroyrar
Býráð tí ikki hevur slept
møguleikanum
at
fáa
byggifelagið at taka grót úr
goymslutunlum á Drelnesi.
Hann skilur ikki, hví
hesin møguleikin ikki verð-
ur tikin í álvara, tí komm-
unan hevur boðið sær til at
betala meirkostnaðin av at
taka grótið úr einum tunli,
heldur enn úr einum grót-
broti, samstundis sum hetta
hevur stórar fyrimunir við
sær fyri arbeiðið upp á
samferðsluhavnina, tí koyr-
ing verður at kalla ongin og
sostatt fara tær útreiðslurn-
ar at gerast munandi minni.
– Tá ið sjúklingar
verða sendir uttan-
lands at fáa servið-
gerð, hevur tað í
nógvum førum sera
stóran týdning at teir
fáa fylgjara við sær,
sigur fyristøðu-
kvinnan á Suðuroyar
Sjúkrahúsi
SERVIÐGERÐ
UTTANLANDS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Vit skulu verða ógvuliga
varin at skerja møguleik-
arnar hjá sjúklingum, sum
verða sendir uttanlands í
viðgerð, at fáa fylgjara við
sær.
Tað heldur Thyra Thorst-
einsson, fyristøðukvinna á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Í Sosialinum í gjár for-
taldi
Bill
Justinussen,
landsstýrismaður í familju-
og heilsumálum, at ætlanin
er at seta eina nýggja kunn-
gerð í gildi um, hvørjir
sjúklingar
kunnu
hava
fylgjara við sær, tá ið teir
verða sendir uttanlands at
fáa serviðgerð.
Eftir nýggju kunngerðini
verður meginreglan tann,
at vaksnir sjúklingar fáa
ikki fylgjarar við sær. Hig-
artil hava børn undir 16 ár
havt rætt at fáa fylgjara við
sær, men eftir nýggju kunn-
gerðini verður aldursmark-
ið hækkað til 18 ár.
Tó kunnu undantøk ger-
ast í serligum førum, so at
eisini vaksin fólk kunnu fáa
fylgjara við sær, tá ið tað
verður mett at hava týdning
fyri viðgerðina og somu-
leiðis kunnu børn í ávísum
førum hava meiri enn ein
fylgjara við, eitt nú bæði
foreldrini.
Bill Justinussen sigur, at í
nýggju kunngerðini verður
meginreglan, at játtanin á
fíggjarlógini til serviðgerð
uttanlands, skal júst brúkast
til serviðgerð og ikki til út-
reiðslur til ferðing og gist-
ing hjá fylgjarum og fleiri
ferðir hava røddir verið
frammi um, at føroyingar
hava serliga góðar sømdir
at fáa fylgjara við sær og at
tað viðhvørt hevur verið
við at tikið yvirhond.
Hevur sera stóran
týdning
Ein av teimum, sum heldur,
at vit skulu hugsa okkum
ógvuliga væl um, áðrenn
vit skerja møguleikarnar
hjá sjúklingum at hava
fylgjara við, tá ið teir verða
sendir uttanlands at fáa ser-
viðgerð, er Thyra Thorst-
einsson, fyristøðukvinna á
Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Tað hevur í nógvum
førum sera stóran týdning,
at sjúklingar, sum verða
sendir uttanlands, fáa fylgj-
ara við, eisini vaksnir sjúkl-
ingar.
Hon heldur at tað ikki
minst hevur týdning fyri
sálarstøðuna hjá sjúklingin-
um, at onkur er við teimum,
sum tey kenna og sum kann
ganga teimum til handa og
annars greiða alskyns við-
urskifti fyri tey. Hon sigur,
at sjúka førir ofta við sær,
at sjúklingurin í veruleik-
anum ikki longur hevur
tamarhald á støðuni, sum
tey høvdu ímeðan tey vóru
frísk og tí skal týdningurin
av einum fylgjara ikki
undirmetast.
– Sjúk fólk eru mangan
illa fyri. Tey orka illa at
hugsa og tað vísir seg ofta,
at tey klára heldur ikki at
miðsavna sínar tankar um
tað, sum læknin greiðir
teimum frá. Tað ber ikki til
hjá teimum at savna hugan
um tað, sum læknin fortelur
teimum, so longu heilt stutt
aftaná, minnast tey mangan
lítið og onki aftur av tí, sum
læknin hevur sagt.
– Tá er tað ógvuliga um-
ráðandi, at tey hava onkran
hjá sær, sum kann hjálpa
teimum og sum kann minn-
ast alt fyri tey.
Hon sigur, at hon hevur
verið úti fyri, at vaksnir
sjúklingar, sum Suðuroyar
Sjúkrahús hevur sent til
Danmarkar, hava ringt grát-
andi heim av flogvøllinum
í Kastrup, tí tey vistu ikki,
hvussu tey skuldu sleppa á
Ríkissjúkrahúsið, hóast tað
varð greitt teimum væl og
virðiliga frá tí, áðrenn tey
fóru og hóast tey søgdu, at
tey høvdu skilt tað fult og
heilt.
– Men veruleikin er, at
sjúklingar fáa mangan lítið
við av tí, sum verður tosað
við tey og tí er tað í nógv-
um førum sera umráðandi
at hava onkran við sær at
hjálpa sær. Og tað, at vera
um ein sjúkling, er mangan
samdøgurs-sarbeiði.
Koma kanska at mangla grót til
samferðsluhavnina í Trongisvági
– Í grótbrotinum er ikki nóg mikið av gróti uttan at taka hamaran omanfyri eisini upp í
grótbrotið og tað hevði gjørt eitt sár í natúruna, sum er so grefligt, at tað er ein spurningur um
tað kann góðtakast, heldur borgarstjórin á Tvøroyri
Ómetaliga stóran týdning hjá sjúklingum
at fáa fylgjara við sær
– Fólk, sum eru sjúk, fáa oftani lítið við av tí, sum verður tosað
við tey, tí tey eru so illa fyri sálarliga. Tí hevur tað stóran
týdning, at tey hava onkran hjá sær, sum kann hjálpa teimum,
sigur Thyra Thorsteinsson, fyristøðukvinna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi
C
M
Y
K
5
4