fríggjadagur 10. oktober 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 192 - 10. oktober 2003
Nr. 192 - 10. oktober 2003
7
Javngamalt við
Norðurlandahúsið er
tiltakið Brnadansur,
sum í kvøld byrjar
fyri tjúgunda árið á
rað. Hetta er drúgv-
asta samanhangandi
tiltakið í Norður-
landahúsinum
DANSUR
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Enn ein dansivetur við
barnadansi í Norðurlanda-
húsinum byrjar nú aftur.
Eins og alt annað verður
føroyskur dansur lærdur
best frá barni av. Tað hava
Norðurlandahúsið
og
Dansifelagið í Havn sanna
og skipa nú á 20. ári á rað
fyri barnadansi í Norður-
landahúsinum.
Í kvøld klokkan 20 byrjar
barnadansurin í Norður-
landahúsinum aftur fyri
veturin, sum hann hvur
gjørt øll hesi 20 árini.
Barnadansurin, sum Norð-
urlandahúsið og Dansi-
felagið hava skipað fyri øll
hesi 20 árini, er drúgvasta
tiltakið í søgu Norður-
landahúsins.
Kvæðini
og
føroyski
dansurin eru berandi partur
í mentan okkara, og enda-
málið við barnadansinum í
Norðurlandahúsinum er at
læra børnini kvæðini og
kvøðing og soleiðis at
menna áhuga teirra fyri
dansi og kvøðing sum liv-
andi parti av føroyskari
mentan.
Norðurlandahúsið heitir
á børn og foreldur um at
møta Fjølment til dansin í
Norðurlandahúsinum
í
kvøld klokkan 20.
Barnadansur í tjúgu ár
Barnadansur hevur í 20 ár
verið á skránni hjá Norður-
landahúsinum. Hetta er
drúgvasta tiltakið í húsinum
yvirhøvur
Atlantsflog yvirtekur íslandsflúgvingina
Atlantsflog fer einsa-
malt at røkja íslands-
flúgvingina í vetur.
Hetta er fyrstu ferð í
40 ár, at Icelandair
ikki flýgur millum
Ísland og Føroyar.
Eisini fer Atlantsflog
at lækka prísin fyri at
flúgva millum londini
FLOGFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Vágar:
Atlantsflog fer í vetur at
flúgva tvær ferðir um
vikuna millum Vágar og
Reykjavík. Icelandair, sum
byrjaði flúgving upp á
Føroyar í 1963, fer fyri
fyrstu fer í 40 ár ikki at
senda flogfar til Føroya. Og
tað verður eftir ætlan
bíligari at flúgva millum
londini, sigur stjórin á
Atlantsflogi.
Tað verða fleiri setur á
flogrutuni millum Vágar og
Reykjavík í vetur, enn tað
hava
verið
undanfarnar
vetrar.
Hetta
kemst
av,
at
Atlantsflog einsamalt fer at
røkja fúgvingina við sínum
flogførum, sum taka 83
ferðafólk, og at Icelandir
ikki sendir síni flogfør, sum
taka eini 46-48 fólk, mill-
um londini.
Hetta kann hava ymsar
fyrimunir við sær, sigur
Magni Arge, stjóri á At-
lantsflogi. Fyrst og fremst
tann, at tað fer at bera betri
til hjá størri ferðaløgum at
ferðast um vikuskiftini
millum londini.
Fyrr var tað soleiðis, at tú
kundi koma út fyri, at tey
reiðiliga 80 fólkini, sum
Atlantsflog kundi senda til
Íslands fríggjakvøld, ikki
øll sluppu heim aftur mána-
dag, tí íslandsflogfarið,
sum tá fleyg, bara tók stív-
liga helvtina av tí, flogfarið
hjá Atlantsflogi tekur.
Tann trupulleikin er nú
ikki til staðar, vísir Magni
Arge á og heldur, at tað
skuldi so verið ein góð
grund til at gjørt túrin.
Ein onnur rættiliga góð
grund er, greiðir hann frá,
at Atlantsflog hevur rætti-
liga spennandi ætlanir, sum
fara at gerast veruleiki
seinni í hesum mánaðnum.
Atlantsflog hevur ætlanir
um at lækka prísin fyri
flúgving millum Føroyar og
Ísland.
Tað kann lata seg gera
við at vinna munin inn
aftur við hægri ferðafólka-
tali, sigur Magni Arge, sum
trýr uppá, at tað ber til.
Tað er nú kortini ikki so,
at íslendingar heilt hava
drigið flogfør síni í hangar-
in og ongantíð ætla sær at
flúgva til Føroya aftur.
Sambært Magna Arge
verður arbeitt við eini ætlan
um møguliga at økja um
»frekvensin«,
sum
tey
nevna tað - túratalið - úr
tveimum til tríggjar um
vikuna einaferð í fram-
tíðini. Um so verður, verður
tað helst til, at Icelandair
fer at flúgva ein túr mitt í
viku, og Atlantsflog so er at
taka sær av teimum báðum
túrunum báðumegin viku-
skiftið, sigur hann.
Hóast íslendska flogfarið
ikki fer at flúgva í vetur,
hava íslendingar kortini
ikki slept flúgvingini heilt,
vísir Magni Arge á. Sam-
starvað verður millum før-
oyingar og íslendingar so-
leiðis, at íslendingar fram-
vegis eiga nøkur setur í
flogfarinum.
Magni Arge ger vart við
tann stóra prísmunin, sum
er á fráferðunum úr Reykj-
avík og úr Vágum.
Íslendingar eru so stór-
sinnaðir, sigur hann, at teir
rokna
Føroyaflúgvingina
sum innanríkiflúgving hjá
teimum. Av tí sama taka teir
bara 16,- krónur í avgjaldi
fyri hvørt ferðafólkið ,sum
fer um flogvøllin í Reykja-
vík til Føroya. Tá flogið
verður hinvegin - ella fyri
tann skuld nakra aðrastaðni
úr Vágum - verður avgjøld
upp á 250,- krónur fyri
hvørt ferðafókið álagt, vísir
Magni
Arge,
stjóri
í
Atlantsflogi á.
Tað skal gerast lættari og bíligari hjá føroyingum at vitja Reykjavík, sigur Magni Arge, stjóri á Atlantsflog, sum ætlar at lækka prísin á flogferðaseðlum millum
Vágar og Reykjavík
Mynd: Edvard Joensen
Fólk, sum eiga børn
og búgva við vegin
millum Bakaríið í
Fuglafirði og Vónina
vilja hava vegforðing-
ar, tí tey ræðast tungu
ferðsluna sum koyrir
til og frá havnaøkin-
um
FERÐSLA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Menning setir síni krøv,
eisini til vegirnar. Har
trongligt er í bygdum øki,
kann vera torført at loysa
trupulleikarnar, tá ið nógv
og tung ferðsla fer fram
við.
Fólk, sum eiga børn og
búgva við vegin millum
Bakaríið og Vónina í
Fuglafirði, eru ikki trygg
við umstøðurnar, nú stórir
og tungir bilar dagliga ferð-
ast oman og niðan á havna-
økið.
Soleiðis hevur tað verið í
fleiri ár, men so hvørt virk-
semið økist, økist ferðslan
eisini.
Næstan…
- Vit vita um hendingar, har
børn næstan hava ligið
undir bilunum. Í tí eina
førinum var barnið á súkklu
og koppaði undan bilinum.
Tað var eftir eina slíka
hending, at vit við undir-
skriftum vendu okkum til
kommununa um at fáa
vegforðingar á vegin, so-
leiðis at ferðin - ikki minst
hjá lastbilum og trailarum -
verður minni.
Fólk, sum búgva á hesum
vegastrekki í Fuglafirði,
siga, at kommunan í fyrstu
syfti tók undir við teimum
og segði seg vilja minka um
ampan við vegforðingum.
- Men nú hava vit skilt, at
hesar ætlaninar eru sleptar.
Nú verður tosað um gongu-
teig í staðin, men vit duga
illa at síggja, at pláss er til
gonguteig á vegnum, sum
ikki er serliga breiður.
Eini 11 børn úr 8-9 árum
og yngri búgva við nevnda
vegastrekkið. Flestu børn-
ini eru millum 4 og 5 ár.
- Skal gonguteigur gerast
á hesum vegastrekki, verð-
ur neyðugt at taka eitt ella
tvey hús niður, samstundis
sum neyðugt verður at taka
burtur av gørðum, sum
liggja fram við ovaru síðu á
vegnum.
Skjótari…
Í Fuglafirði siga tey, at bert
ein lítil partur av ferðsluni
til og frá havnalagnum
koyrir oman longur inni í
bygdini, tí bilførararnir eft-
ir øllum at døma ikki vilja
geva sær stundir at koyra
eftir bryggjuni.
- Tað er skjótari hjá
teimum at koyra úteftir tí
gamla bygdavegnum og út
á havnaøkið.
Fólk, sum búgva á hesum
vegastrekki í Fuglafirði,
halda, at einar 2-3 forð-
ingar høvdu tikið nógv av
ferðini, sum tunga ferðslan,
ið strýkur fram við, hevur.
- Her koyra nógvir last-
bilar og trailarar, og tað er
greitt, at hesir eru til ampa
fyri børnini í grannalag-
num. Tí heita vit á komm-
ununa um at taka neyðug
stig beinanvegin, soleiðis at
vit, sum búgva millum
Bakaríið og Vónina, kunnu
kenna okkum tryggari.
Sosialurin fer at venda
aftur til málið í komandi
blaði.
Í seinastuni hevur
veðrið verið so
vánaligt, og tí hevur
lítil fiskur verið á
marknaðinum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eiði: Partrolararnir, Draga-
sund og Akranes, sum eru
fyrrverandi Sardis og Top-
as, landaðu ávikavist á Eiði
og í Leirvík mikudagin.
Teir
høvdu
tilsamans
100.000 pund, harav meg-
inparturin var upsi.
Síðan krøvini til landing
vórðu broytt, hevur í eina
tíð eingin landing verið á
Eiði. Men fyri einum mán-
aða síðan fóru teir aftur at
landa eftir, at Norðís Sea-
food hevur bøtt um um-
støðurnar og fingið sína
góðkenning uppá pláss
aftur.
Hýsa og upsi
Eini 30 fólk arbeiða á
Norðís, og fiskaarbeiði er
rættiliga støðugt.
- Vit arbeiða serliga hýsu
og upsa, sum fer til por-
tiónir og fløk.
Á Eiði siga tey, at megin-
parturin
av
ráfiskinum
verður keyptur á uppboðs-
sølu, men nú teir aftur
kunnu landa á Eiði, landar
onkur bátur beinleiðis til
virkið.
Í løtuni er lítil fiskur á
marknaðinum, tí veðrið
hevur verið so vánaligt.
Upsin 15% dýrari
Hóast minni fiskur er á
marknaðinum, bendir einki
á, at hýsuprísurin er øktur
nakað serligt í heyst, men
prísurin á upsa er nú ikki so
lágur, sum hann hevur verið
í summar.
Á Eiði siga tey, at upsa-
prísurin í løtuni liggur mill-
um 3,50 og 3,80, og tað er
øking uppá eini 50-60 oyru
seinastu fjúrtan dagarnar.
- Nú prísirnir hava verið
so lágir, er hetta ein stór
øking í prosentum. Talan er
helst um eina øking uppá
eini 15-20%.
Vit kunnu leggja aftrat, at
toskaprísurin hevur verið
rættiliga góður í seinastuni
Tunga ferðslan til ampa fyri børnini
Nú landa teir aftur fisk á Eiði
Á hesum vegastrekki er smalt, men her er
samstundis nógv tung ferðsla – til og frá
havnalagnum. Tey, sum eiga børn og
búgva við vegin, vilja hava vegforðingar,
soleiðis at ferðin hjá bilunum verður
minni
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6
Opið hús: Leygardagin
kl. 1000 - 1800
Sunnudagin
kl. 1400 - 1800