fríggjadagur 10. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 192 - 10. oktober 2003
Nr. 192 - 10. oktober 2003
9
Meiri laksur og
minni toskur
Nýggj norsk hagtøl vísa, at norðmenn útfluttu laks
fyri 867 milliónir norskar krónur í september. Tað var
9 prosent meiri enn í august og heili 17 prosent meiri
enn í september í fjør.
Til tann 30. september høvdu norskir alarar útflutt
laks fyri góðar sjey milliardir krónur ella einar 300
milliónir meiri enn níggju teir fyrstu mánaðarnar í
fjør. Nøgdin higartil í ár er 339.000 tons, sum er 14
prosent meiri enn um somu tíð í 2002, men harafturat
er prísurin eisini hækkaður. Í september var meðal-
prísurin 21 krónur fyri kilo, og tað var hálva triðju
krónu oman fyri meðalprísin í august. ES-londini
keypa at kalla allan tann norska laksin. Higartil í ár
hava ES-londini keypt norskan laks fyri 4,6 milliardir
krónur, og tað er seks prosent meiri enn í fjør.
Samstundis veksur sølan til Russlands og Pólands
skjótt.
Meðan norski laksaútflutningurin sostatt er í
vøkstri, er gongdin tann øvugta við toskinum. Higar-
til í ár er virðið á toskaútflutinginum minkað 3,9
milliardir krónur ella 20 prosent samanborið við í
fjør. Samstundis er útflutingurin av upsa minkaður
940 milliónir krónur ella níggju prosent.
Oljukeldur tómar
Nakrar av oljukeldunum í danska partinum av Norð-
sjónum geva nú so lítið, at tað er ikki vert at tosa um.
Eitt nú góvu leiðirnar Lulita og Dagmark bara eitt
tons av olju hvør í farna mánað.
Men Dansk Undergrunds Consortium ætlar kortini
ikki at lata keldurnar aftur. Andreas Wúrtz, varastjóri
í Mærsk Olie og Gas, sigur við JydskeVestkysten, at
pallarnir á Dagmar og Lulita-leiðunum eru ómann-
aðir og passa seg sjálvar, sum hann tekur til, og hann
væntar, at tað ber til at fáa meiri olju burtur úr teimum
við at økja trýstið í undirgrundini.
Dansk Undergrunds Consortium fekk annars
297.364 føt um dagin upp úr teimum fjúrtan keldun-
um í Norðsjónum í september mánað ella 1,23
millión tunnur tilsamans. Tann týdningarmesta leiðin
er Dan-leiðin, haðani DUC fekk 413.000 tons í
september. Halfdan-leiðin gav 326.000 tons.
Bjørn drap myndafólk
Amerikanski náttúrumyndamaðurin Timothy Tead-
well og unnusta hansara, Annie Huguenard, vórðu í
vikuni funnin deyð í friðaða náttúruøkinum Katmai í
amerikanska statinum Alaska.
Løgreglan sigur, at ein bjørn hevði dripið tey bæði
myndafólkini. Á staðnum fann løgreglan eitt video-
tól, og tað vísti seg, at tólið hevði verið frá, tá bjørnin
leyp á Timothy Teadswell og drap hann. Myndir vóru
kortini ongar av sjálvum drápinum, men á ljóðinum
hoyrdist, hvat var hent, sigur løgreglan. Á nøkrum
øðrum myndum sæst bjørnin væl, men løgreglan
sigur, at myndirnar verða ikki almannakunngjørdar.
Timothy Teadswell var ein kendur náttúrumynda-
maður, og fyri nøkrum árum síðani var hann við til at
gera eina bók um bjarnirnar í Alaska.
Nógv rúsevni upp í royk
Á hvørjum ári seta myndugleikarnir í Iran eld á
rúsevni, sum løgreglan og tollvaldið hava lagt hald á.
Tað eru ikki smávegis nøgdir, sum fara upp í royk,
og mikudagin vórðu heili 40 tons av ymsum
rúsevnum brend í høvuðsstaðnum Teheran. Løgreglan
sigur, at hon hevur lagt hald á nógv rúsevni í ár. Bara
í landspartinum Zahedan hevur løgreglan funnið
trettan tons av rúsevnum síaðni tann 1. mars. Tað
mesta er heroin, morfin og hasj, sum kemur úr
grannalandinum Afghanistan, og sum smuglararnir
ætla at senda á marknaðin í Evropa.
Men tað eru ikki bara rúsevni, sum iranska
løgreglan kemur fram á, tá hon avdúkar smuglararnar.
Sagt verður, at tað seinasta hálva árið hevur løgreglan
eisini funnið eina rúgvu av vápnum og lóðuri, og hesa
tíðina eru 231 fólk tikin og skuldsett fyri smugling.
Nógvir danir halda, at
Margretha, drotning,
eigur at fara frá um
ikki alt ov langa tíð,
so Fríðrikur og Mary
kunnu taka við
KONGSHÚSIÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tað er tó ilt at siga, um
hetta hevði verið úrslitið,
um allir danir høvdu verið
við í kanningini, sum
Catinét Research hevur
gjørt. Talan er nevnliga um
eina kanning, sum er gjørd
ígjøgnum internetið. Mett
verður, at 70 prosent av
danska fólkinum hava at-
gongd til internetið, og tað
er serliga tað eldra ættar-
liðið, sum ikki hevur inter-
net.
Men
helmingurin
av
teimum, sum hava atgongd
til internetið, siga, at Mar-
gretha drotning eigur at
fara frá um ikki alt ov langa
tíð, so Fríðrikur krúnprins-
ur og Mary Donaldson
sleppa á trúnuna, áðrenn
tey verða ov tilkomin.
Kanningin vísir eisini, at
danir eru væl nøgdir við ta
komandi drotningina. 54
prosent eru á einum máli
um, at hon bar seg væl tann
fyrsta dagin fyri almenn-
inginum, men heili 83 pro-
sent siga seg vænta, at hon
fer at klára seg væl sum
drotning.
Halda ísraelsmenn
fram við at leypa á
mál í Sýrialandi, fara
sýrar at svara aftur
við hermegi.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tá ísraelsk flogfør søktu at
málum stutt frá sýriska
høvuðsstaðnum Damaskus
seinasta sunnudag, valdu
sýrisku myndugleikarnir at
svara aftur við diplomatisk-
um tiltøkum. Men nú Ariel
Sharon, forsætisráðharri,
hevur hótt við at halda fram
við álopunum, hótta sýrar
við at svara aftur við her-
megi.
Sýriski
sendiharrin
í
Spania,
Mohsen
Bilal,
segði í gjár, at leypa ísraels-
menn á eina ferð afturat, fer
Sýrialand at svara aftur við
hermegi.
- Leypa ísraelsmenn áaft-
ur, noyðast sýriska stjórnin
og herurin at svara aftur
fyri at verja landið, segði
sendiharrin.
Eygleiðarar í Miðeystri
hava annars sagt, at tað er
lítið sannlíkt, at sýrar fara
at nýta hermegi ímóti Ísra-
el, tí hernaðarliga er Ísrael
nógv sterkari enn Sýria-
land. Men sýrar fara ikki at
aftra seg við at nýta her-
megi, sigur sendiharrin í
Madrid.
- Sjálvandi ikki. Vit fara
at verja okkum. Men vit
berjast fyri friði, og vit hava
skotið upp at taka friðar-
samráðingarnar um Mið-
eystur
uppaftur,
sigur
Moshen Bilal.
Ísrael og Sýrialand vóru í
kríggi fyri 30 árum síðani,
og tekniskt stendur krígs-
støðan framvegis við.
UTTAN ÚR HEIMI
Sýrialand ávarar Ísrael
Margretha eigur at lata
Fríðrik sleppa framat
Nógvir túsund danir fagnaðu tí trúlovaða parinum, tá tey komu út á svalan á Amalienborg mikudagin. Og nógvir danir vilja
hava tey at loysa Margrethu, drotning og Heindrik, prins av
Mynd: Reuters
Símun Hansen vann bátin hjá Kiwanis
Sum undanfarin ár
seldi Kiwanisfelagið
aftur lutaseðlar á
Ólavsøku, har vinn-
ingurin var ein bátur.
Og í ár gjørdist tann
hepni vinnarin Sím-
un Hansen úr Svínoy
KIWANIS
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Símun Hansen úr Svínoy
gjørdist vinnarin av bátin-
um, sum Kiwanisfelagið
lutaði burtur á Ólavsøku.
Fyrr í vikuni fekk so Símun
pappírini upp á bátin hand-
að. Men av tí at brim var í
Svínoy, so bar ikki til, at fáa
bátin út til Svínoyar bein-
anvegin. Men Símun hevur
ætlanir um at fáa bátin út so
skjótt, sum tað viðrar.
Heri Simonsen, formaður
í Kiwanisfelagnum, sigur,
at hetta er tann áttandi
báturin, sum felagið lutar
burtur. Hann letur sera væl
at undirtøkuni fyri hesum
tiltakinum millum fólk.
Kiwanisfelagið
savnar
pening inn til vælgerandi
endamál – fyrst og fremst
børnum og minnimentum
at frama. Avgerðin er tikin
um, hvar peningurin skal
fara í ár, men Heri vil ikki
avdúka tað, tí móttakarin
hevur ikki fingið boðini
enn.
Torført at lata
Heri Simonsen sigur, at tað
hevur víst seg at vera sera
lætt at savna peningin inn,
men tað er hinvegin avbera
torført at gera av, hvar pen-
ingurin skal fara. Hann
greiðir frá, at spurningurin
um hvussu tey skulu geva,
ikki altíð er so lættur at
avgreiða.
– Tað er tørvur á hjálp
allastaðni í samfelagnum í
dag, men aloftast tá tað er
talan um børn, so er torført
at finna tørvin, tí slík mál
eru sum oftast vard av
tagnarskyldu, sigur Heri og
leggur afturat, at tað tí er av
alstórum týdningi, at tey
eru sera nógv úti um seg og
kunnu finna fólk, ið veru-
liga eru í neyð av eini ella
aðrari orsøk. Tað veri seg
vanlukkuraktar
familjur
ella líknandi.
Kiwanisfelagið letur eitt
nú pening til familjur, sum
tey hoyra um, ikki eru so
væl til beint fyri jól til døm-
is. Er trupulleikin sjúka ella
deyðsfall, so lata tey peng-
ar. Men um trupulleikin er
rúsevnismisnýtsla í familj-
uni, so lata tey eitt gávukort
frá einum matvøruhandli,
sum ikki kann vekslast út
sum reiður peningur.
Hetta gera tey, sum sagt tí
at tørvurin hjá børnunum
stendur fremst. Og felagið
leggur stóran dent á, at
peningurin fer beinleiðis til
tey røttu, sum hava tørvin -
uttan nakað millumlið.
Trý høvuðstiltøk
Kiwanisfelagið hevur trý
høvuðstiltøk um árið. Fyrst
er tað báturin á Ólavsøku.
Síðani selja tey jólatrø til
jóla og um páskirnar lata
tey súkkluhjálmar til øll
børnini, sum ganga í fyrsta
flokki.
Tey bæði fyrru tiltøkini
eru beinleiðis innsavning-
artiltøk, men tiltakið við
súkkluhjálmunum verður
stuðlað. Komandi ár verður
fimta árið, at súkkluhjálm-
arnir verða latnir næming-
unum í fyrsta flokki, sum
plaga at vera millum 700 og
800 í tali um árið.
Símun Hansen fær her bátin,
sum Kiwanisfelagið burtur-
lutaði við lutaseðlasølu á
Ólavsøku. Hetta er áttandi
báturin, sum felagið lutar
burtur
Mynd: Jens Kr. Vang
Sjónvarp Føroya er
nú farið undir at
fyrireika og upptaka
ársins jólakalendara
fyri børn og ung. Eitt
posthús verður
karmur um tær 24
sendingarnar, sum
ikki líkjast nøkrum,
vit fyrr hava sæð í
føroyskum sjónvarpi
JÓLAKALENDARI
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Heldur tíðliga kanska at
fara at tosa um jólini, men
hjá teimum, sum fyrireika
jólakalendaran í Sjónvarpi
Føroya er hetta als ikki ov
tíðliga. Tey byrja at verða
jólalig nógv fyrr enn øll
onnur.
Fyrireikingarnar og upp-
tøkurnar av jólakalendar-
anum í ár eru sum sagt
farnar í gongd, og Post-
Boði, sum kalendarin eitur,
hevur nú brúk fyri hjálp. Tí
ætlanin er at vísa upptøkur,
sum hyggjarin sjálvur hev-
ur gjørt. Og tað vil siga, at
ein og hvør kann senda
eina upptøku inn, og so
verður hon víst í Sjónvarpi
Føroya.
Frá Sjónvarpi Føroya
verður sagt, at tað sum
kann sendast inn, kann til
dømis vera upptøkur at tær,
tá tú vart lítil, av kaninini,
av hundinum, tá tú spælir
ella venur. Enntá verður
sagt, at um tú hevur hug at
gera ein teknifilm, so ber
tað eisini til.
Upptøkan, sum send
verður inn, skal verða
umleið tveir til tríggjar
minuttir til longdar, og so
hevur SvF ætlanir um at
vísa tríggjar upptøkur, sum
eru sendar inn, hvønn dag.
Bandið skal verða Sjón-
varpinum í hendi innan 15.
november. Sagt verður at
tað er líka mikið, hvat slag
av bandi tað er. Meira fæst
at vita um hetta á heima-
síðuni hjá SvF www.svf.fo
Jólakalendari í SvF:
Post-Boði vil hava post
C
M
Y
K
9
8