Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 192 - 10. oktober 2003 Nr. 192 - 10. oktober 2003 11 Fíggjarlógarviðgerðin er merkt av, at samgongulimir gera sítt ítarsta fyri at fortelja andstøðu og borgarum, hvussu høgt raðfest vælferðin er, og hvussu samgong- an gongur nýggjar leiðir. Serliga er tað Tjóðveldis- flokkurin, ið roynir at fáa ein fagurmálning burturúr úr klútateppinum, ið er fíggjarlógin fyri 2004. Í sínari stremban eftir at fortelja skattgjaldarnum, at vælferðin er hægri raðfest enn nakrantíð, so gera sam- gongulimir eisini sítt ítarsta fyri at forða fyri einum konstruktivum kjaki um fíggjarlógina, ið avdúkar nakað annað. At vælferðin skal verða hægri raðfest enn nakrantíð, er í sjálvum sær eitt úttalilsi, ið sigur nakað um veruleikakensluna hjá teimum tinglimum, ið brúka slíkt orðaval. Tað meira álvarsliga er, at sam- gongan ignorerar góð ráð frá andstøðuni, hóast júst forsøgnirnar frá andstøðuni um fíggjarlógina fyri inni- verandi ár hava víst seg at halda. Framsøgufólk Tjóðveldisfloksins Kristina Háfoss valdi, heldur enn at viðgera uppskot og viðmerkingar frá andstøðuni, at koma við einum ja ella nei spurningi til andstøðuna. Hesin teknikkur, at seta ein ja ella nei spurning við bert einum røttum svari, ið viðkomandi so kann inntøkuføra fyri sín politikk, er ein teknikkur, ið hjálpir, har argumentatiónin ikki røkkur. Hetta er nakað, ið floksformaður hennara plagdi at gera í fullveldismálinum við einum úrsliti, ið vit øll kenna. Hví vil Tjóðveldisflokkurin ikki diskutera uppskotið um at minka stýrini úr 9 niður í 6? Hví siga fram- søgufólk floksins einki um, at eldri fólk fyrr í ár fingu boð frá heimarøktini um, at ikki var vaskað heima hjá teimum longur, tí heimarøktin skal spara? Er hetta hægst raðfesta vælferð nakrantíð? Er núverandi borgarliga heimastýrissamgonga so týdningarmikil, at Tjóðveldisflokkurin ikki vil viðganga, at uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at spara í umsitingini hevði gjørt tað møguligt at varðveitt vælferð á einum rími- ligum støði, uttan samlaðan meirkostnað? Tað er harmiligt fyri demokratiska orðaskiftið, at man ístaðin fyri konstruktivt kjak avspælir somu plátu um, at ongantíð fyrr hevur alt verið so gott sum nú, og at nú ganga vit nýggjar leiðir. Fólkaflokkurin sigur, honum líkt, ikki so nogv um almennu tænasturnar, men Tjóðveldisflokkurin heldur fram við stórslignu orðunum um, at alt er betur enn nakrantíð. Hetta er ikki so, og verður tað prógvað hvønn tann einasta dag við eykajáttanum, nýggjum avgjøldum og lækkandi almennum tænastum. Helst er hetta veruleikaflýggjan, tí ikki kann tað hugsast, at Tjóðveldisflokkurin og leiðsla tess bevíst vil villeiða fólk, sum vit t.d. kendu tað í propaganda í kommunistisku londunum. Man tað ikki verða við hægst raðfestu vælferð nakran- tíð, sum við sjeymílafetunum móti fullveldi? Úrslitið av fíggjarlógini fyri 2004 fer ikki at vísa hægst raðfestu vælferð nakrantíð, heldur verður úrslitið gjaldið meir fyri minni. DAGSINS MEINING Sosialurin Gjaldið meir fyri minni VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jóhan Joensen Reiðari á Arctic Viking Sjónvarpið visti hóskvøldið 25. september at siga, at vit høvdu søkt mynduleikarnar um loyvi at leiguskráseta Arctic Viking í Litava. Mánadagin 29. septemb- er játtaði undirritaði sum form. í Felagnum Rækju- skip at koma í SVF at tosa um støðuna hjá rækjuflot- anum, og vóru har møgu- leikar at lýsa málið sum eina heild. Henda møguleika fekk undirritaði ikki, tí nú hevði John Johannessen tevja blóð. Tú hevði sambært tær sjálvum í samrøðu við meg nýtt nógva orku og pening at nærlesa okkara rokn- skapir. Har hevði tú funnið fram, at vit í 1999 høvdu goldið okkum 2,6 mio. í vinnings- býti, og at eg skyldaði Før- oya fólki eina frágreiðing, at vit høvdu gjørt hetta longu árið eftir, at vit høvdu fingið ein part av landskassaveðhaldinum umlagt til rentu-og avdrátt- arfrítt lán. Tú kallaði tað "almenna innspræning" Undirritaði segði tær, at eg fór ikki at gera eina telefonsamrøðu, har eg bert fekk møguleika at gera við- merkingar til eitt eftir mín- um tykki væl fortjent vinn- ingsbýti. Tú hevði við tínum subjektiva journali- stikki átt seinasta orðið kortini. Tú koyrdi so tíðinda- vikuna upp á vinningsbýti á 2,6 mio, og fekk tað nærm- ast at ljóða, at nú vóru bert 5,3 mio. eftir av teimum 7,9 mio. Skal til tín kunnleika nevna, at av 2,6 mio. fekk Landskassin 910 túsund krónur í skatti. Ikki so galin renta kortini av einum rentufríum láni. Mánakvøldið 6. oktober var ikki so nógv luft eftir í ballónini. Nú hevði tú funnið fram til, at vit í roknskapinum høvdu upp- lýst, at vit í vár kundu selt skipið fyri 50 mio., og at eigararnir kundu býtt 16 mio. ímillum sín, eftir at hvør hevði fingið sítt, eisini Landskassin. Eg hevði í samrøðu við teg um hetta sagt, at eg helt, at her høvdu vit sýnt sam- felagssinni við ikki at selja og bara hugsa um sjálvir at sleppa vælbjargaðir burtur úr hesum. Vóni ikki, at tú veruliga meinar, at tað hevði tænt Føroya landi, at vit á henda hátt góvust, og harvið sam- felagið eitt aktiv fátækari. Mær tókti næstan synd í tær, um tú veruliga meinti tað. Haldi teir gomlu koll- firðingarnir høvdu kalla tað, at her "skeyt tú í dans- in". Tú segði í SVF, at um vit ikki fingu hjálp frá tí al- menna at flagga skipið út, fóru vit á húsagang. Hetta hóast tú væl veit, at eg í samrøðu við teg segði, at vit ætlaðu ikki at lata tað fara so langt, at vit fóru á húsagang. Ein liður í hesi ætlan, er ætlaða leiguskrá- setingin í avmarkað tíðar- skeið at styrkja felagið fíggjarliga, til tað vónandi aftur verður lønsamt at dríva rækjuvinnu undir før- oyskum flaggi. Eg kann ugga teg við, at Landskassin undir øllum umstøðum fær sín pening aftur, um skipið verður selt av landinum. Eydnast tað okkum at varðveita skipið í 12 ár frá 1998 at rokna, er rentu- og avdráttarfría lánið liðugt avskriva, og tá hevur umleggingin av einum parti av almenna veðhaldinum sanniliga tænt sínum enda- máli. Søgan Arctic Viking Um tú hevur journalist- iskan rygg til veruliga at viðgera støðuna, skal eg her geva tær ein stuttan samandrátt um søguna hjá Arctic Viking: Arctic Viking kom til Føroya á sumri í 1986. Eins og øll onnur skip, ið blivu bygd um hetta mundið, høvdu vit eisini Lands- kassaveðhald. Fyri okkara viðkomandi var veðhaldið 14,3 mio. Fyrstu árini hildnaðust væl, og vit megnaðu at leggja til síðis, soleiðis at vit høvdu pening at niður- gjalda skuld og viðlíka- halda skipið, tá tíðirnar gjørdust slakari. Orsøkin til, at tað gekkst so mikið væl, var, at vit keyptu kvot- ur í Canadiskum sjógvi. Her var ongin almenningur íblandaður at vinna okkum hesi rættindi. Tað var egið uppsøkjandi arbeiði. Gjøgnum 1990 ini breyt mangan í bæði borð fíggj- arliga, men megnaðu vit kortini at hava skrúvuna malandi. Í 1998 komu vit undir lógina, ið heimilaði Lands- kassanum at umleggja al- ment veðhald til rentu- og avdráttarfrítt lán. Okkara partur gjørdist 7,9 mio. av einum samlaðum veðhaldi á 14,3 mio., ið Landskassin skuldi av við, um skipið fór á húsagang. Landskasssin slapp soleiðis av við veð- hald á 6,4 mio. krónur. Í samband við umlegg- ingina av parti av veðhald- inum, settu eigararnir 1 mio. krónur av nýggjum peningi í felagið. Í 1999 gekkst so mikið væl, at vit høvdu avlop á 3,7 mio, eftir at hvør hevði fingið sítt, og allar avskriv- ingar vóru gjørdar. Útlitini vóru nú bjartari, oljan var bílig 0,75 kr/ltr, rækjuprís- irnir á eini leið, og tað tekn- aði aftur til eina lønandi vinnu. Nevndin í felagnum metti, at endiliga var for- svarligt at útgjalda eigar- unum vinningsbýti, sum væl nátturliga er ein partur av endamálinum, tá tú fert í holt við vinnuligt virksemi. Vinningsbýtið bleiv 2,6 mio., harav 910 túsund fór sum vinningsbýtisskattur í Landskassan. Tey, ið hava fylgt eitt lítið sindur við, vita, at fylgjandi árini kom brádliga og óvæntað hóttafall á rækju- vinnuna. Oljuprísurin trí- faldaðist, samstundis sum rækjuprísirnir fullu so munandi, at rækjuflotin fór at koyra við halli, eisini Arctic Viking. Sum støðan er nú koyra vit og allur rækjuflotin við halli, og tað megnar ongin fyritøka í longdini. Hetta hevur onki við áður útgoldið vinningsbýti at gera, men tað er heilt ein- falt raksturin, ið ikki gevur avkast til at viðlíkahalda og varðveita aktivið. Samandráttur: Síðan Arctic Viking kom í 1986 hava vit útgoldið uml. 200 mio. krónur í lønum. Skatturin av hesum man vera áleið 100 mio. Harafturat koma allar tær tænastur, ið vit hava keypt í Føroyum fyri nógvar, nógv- ar milliónir krónur. Hesin peningur er so aftur farin í umfar í samfelagnum. Verður skipið selt, fær landskassin sítt lán 7,9 mio. krónur afturgoldið. Verður skipið selt fyri t.d. 50 mio. krónur, og felagið avtikið, fær Landskassin harafturat 5,4 mio. kr. í partafelags- skatti. Verður skipið verandi í flotanum til ár 2010, und- antikið einum styttri tíðar- skeiði undir fremmandum flaggi, er lánið 7,9 mio. liðugt avskrivað, og hevur umleggingin í ríkiligt mát nátt sínum endamáli. Nú kannst tú hr. John Johannessen gera tær eina meting og kanska koma á skýggjan í SVF við henni, hvussu tú metir Arctic Viking hevur roynst før- oyska samfelagnum. Kanning av rækjuvinnuni Felagið Rækjuskip lat í vár gera eina nágreiniliga kanning av íkastinum frá Viðmerkingar um Arctic Viking Framhald á næstu síðu Jóannes Eidesgaard Sigast má, at vit hava ein demokratiskan trupulleika, tá vit longu nú kunna á- sanna, at vit við einum minnilutalandsstýri høvdu fingið eina fíggjarlóg við størri politiskari og fólks- ligari undirtøku, enn tann undirtøka, sum hetta upp- skotið fer at fáa. Hetta átti at givið øllum ábyrgdarfull- um politikkarum nakað at hugsa um, kanska serliga meirilutanum í fíggjar- nevndini. So kanska leggj- ast teir ikki á tilboðið frá framsøgumanni Javnaðar- floksins. Hvat er tað, sum politikk- ur skal snúgva seg um? Alt eftir hvønn tú spyr, fært tú svar. Men fyri okkum í Javnaðarflokkinum er svar- ið tað einfalda, at politikkur snýr seg um menniskjur. Politikkur er ikki háfloygd og veruleikafjar projekt, sum skulu føra politikkarar í søgubøkurnar, men eitt dagligt stríð fyri livikorum hjá tí fólki, sum búleikast her. Tað er okkara uppgáva sum politakkarar at syrgja fyri, at okkara medborgarar fáa eitt virðiligt og inni- haldsríkt lív. Tað eru ikki kanningar, álit og løgfrøði- ligir orðastreymar, sum tey hungra eftir og enn minni tað, at vit í politiskari fá- fongd fyribeina tí vælferð, sum flest øll hóast alt eru glað fyri. Og hvussu er so trivnað- urin í føroyska gerandis- degnum uttan fyri Tinghús- ið? Hvussu er trivnaðurin í heimarøktini, heilsurøktini, hjá teimum eldru, í ný- føroyska skúlanum, hjá ungum barnafamiljum, hjá støkum uppihaldarum, hjá teimum sinnisbrekaðu og so mongum øðrum? Hava hesi í glæsiligastu búskap- artíð, vit vita um, fingið teirra part av ágóðanum? Hava tey merkt, at nú fløddi inn aftur í almennu kassar- nar? Og hvat kunnu tey so vænta sær, tá tað fer aftur at fjara? Fóru nú pengarnir til tey, sum høvdu fyrsta rætt til hann - snúði politikkurin seg um tey, hann átti at snúgva seg um? Ikki tí pengar eru brúktir seinastu 5 árini, og tað við lít. Eina heila milliard hev- ur samgongan økt um al- mennu útreiðslurnar. Og lætt var tað at fíggja hesa risameirnýtslu, tí methøgi búskaparvøksturin tók sak- ina í egnar hendur. Men nú er vent í holuni. Bert byrjanin Eg tosaði við ein mann undan seinasta løgtingsval, sum segði, at tað einasta rættvísa, sum nú var, var at sama samgonga slapp at sita og kenna sviðan av, at ríkisstuðulin varð skerdur vitleysa nógv. "Lat teir nú sleppa at steikja í egna feitti, tí aftur um brekku kemur hetta so ella so", vóru orðini, hann segði. Og hann fekk ivaleyst rætt, vit fingu somu samgongu við einum eykaklípi, og aftur um brekku kemur stóri niðurskurðurin í ríkis- veitingini, og enn hava vit bert merkt byrjanina. Men minkingin av ríkis- veitingini er ein veruleiki, og tí mugu vit so royna uppaftur betur enn fyrr at bera so í bandi, at vælferð- arsamfelagið Føroyar, so- leiðis sum mong okkara vilja hava tað at eita, hórar víðari. Merkist ein millión í niðurskurði um dagin væl í góðum tíðum, so fer hon at merkjast uppaftur meira, tá rákið veruliga vendur og andróður verður aftur, so- leiðis sum vit so mangan hava upplivað tað. Og sár- barir eru vit sum ongantíð fyrr, ja kanksa meira nú enn áður. Hugsið tykkum til, um øll tann fíggjarliga orkan, øll tann umsitingarliga ork- an og øll tann skapandi ork- an í okkara samfelag sein- astu 5 árini, sum hevur ver- ið brúkt upp á fullveldis- ætlanina, hevði verið brúkt til at fingið okkara samfe- lag vinnuliga útbygt. Enn eru vit eitt samfelag við tí einsamalla beininum at standa á. Vit høvdu so dánt fingið annað bein við alingini, men hetta bein er ikki serliga støðufast í løtuni. Og mangt bendur á, at vit aftur eru vorðnir rá- vøruútflytarar. Men um øll henda hugs- andi orkan og ikki at tala um allar hesar milliónirnar, sum vórðu brúktar til hetta projektið um fullveldi, í staðin vórðu brúktir til vinnuliga nýhugsan, so eri eg sannførdur um, at vit høvdu bæði ein robustari búskap, umframt at vit iva- leyst høvdu verið munandi meira sjálvbjargnir. Øll henda orka var betur farin til at givið búskapinum og samfelagnum andevni til komandi hóttafall, sum vit vita koma, tá tilfeingið er so óvist, sum tað er. Skuggaboksing Eg kann ikki gera annað enn standa við einari kenslu av, at henda viðgerðin mest er álik skuggaboksing. Vit hava eitt uppskot, sum samd samgonga leggur fram, og tað er í sjálvum sær gleðiligt, men royndin fjør vísti, at fíggarnevndar- meirilutin fult og heilt tekur ikki bara minnilutan, men eisini landsstýrismannin av ræði, tí álitið, ið kemur fram afur úr nevnd, er mest líkt einum heilt nýggjum uppskoti. So vit viðgera tøl og játtanir, sum flestøll bert liva til uppskotið kemur í nevnd. Tað kundi kanska givið okkum eina vón um, at uppskotið kundi blivið munandi betri, og tað tolir tað so sanniliga, men iva- leyst vil borgarliga elitan í fíggjarnevdini bert snara enn meira til høgru. Men løgið má tað kennast fyri landsstýrismannin, sum hóast alt brúkar ótrúliga orku upp á hetta uppskotið, so totalt at verða settur und- ir umsiting av sínum egna meiriluta. "Tann, sum ikki sparir, tá ein hevur, hann einki eigur, tá tað krevur", er gamalt at taka til. Eins og seinast í áttatiárunum hevur Tjóð- veldisflokkinum reypa óført av nógvu pengunum, sum vórðu lagdir til síðis. Vit brúka bert 10 % av blokkinum, sigur Tjóðveld- isflokkurin. Eg setti floks- formanninum spurning hesum viðvíkjandi, men sum vænta var, so var svarið eitt svar út í tóman heim. Tí hóast blokkurin hevur verið eitt stað millum 4 og 5 milliardir seinastu 5 árini, so er innistandandi í Landsbankanum bert øktir við einari milliard. Nú ljóðar, at eykaavdráttir upp á 1,7 mia. kr, skulu gjaldast av landskassans skuld til ríkiskassan. 500 mió. kr. skulu takast av innistand- andi í Landsbankanum, meðan restin skal fíggjast við nýggjum brævalánum. Eg haldi, tað er skilagott at kanna møguleikarnar fyri at sleppa bíligari í rentu, sjálvandi tað. Og hevur man ráð, so er tað esini skilagott at gjalda skuldina skjótari niður. Men tá 500 mió. kr. verða tiknir úr Landsbankanum til eykavdráttir, og árligi avdrátturin eisini verður tikin úr Landsbankanum, so eru vit, eisini sambært landsbankastjóranum í bløðunum nú um dagarnar, komnir niður á minstainn- lánið, ið til eina og hvørja tíð skal standa í Lands- bankanum. V.ø.o. brenna vit reservan, vit áttu at brúkt til at kunna standa ímóti við, av í einum til eykaavdráttir. Um vit tá fáa likviditets- trupulleikar, sum vit iva- leyst ikki sleppa undan, so noyðast vit nú út at lána pengar. Tí eri eg als ikki samdur við landsstýrið, at tað er rætt at brenna alt yvirskotið í Landsbankan- um av í einum. Og tíverri var søgan, um at vit bert brúka tey 10% av ríkisstuð- ulinum als ikki sonn, tí tá hevði staðið so mikið nógv í Landsbanknaum, at hasar 500 mió. kr. ikki høvdu nervað tað stóra. Í staðin vildi eg mælt til, at landsstýrið tók upp sam- ráðingar við donsku stjórn- ina um eina umfígging, har rentustøðið kom munandi longur niður. Sjálvt um tað kanska dámar tykkum illa, so hevði tað avgjørt verið royndina vert, tí heilt at brúka reservan, nú búskap- arligu útlitini ikki eru tey bestu, er ikki skilagóður búskaparpolitikkur. Tað er mang í hesum uppskoti, sum týðir upp á, at reservar verður tað brúk fyri. Hygg bara eftir, hvussu landsstýrið við ljós og lykt er farin til verka fyri at finna nýggja rinntøkur - ikki støðugar inntøkur, men eingangsinntøkur. Sum í einum endaútsølubresti verða almennir bygningar upp á strípu bodnir til sølu. Enntá ætlar landsstýrið at endurtaka brølaran hjá Sjálvstýrisflokkinum við at selja Smyril fyri lítið og lætt. Og har, sum pengar ikki verða funnir, har fer man út eftir borgaranum serliga barnafamiljunum við einari røð av nýggjum avgjøldum. Nú eitur tað so fínt, at tað er heilsan, man skal bjarga, men samstund- is syrgir man fyri, at mjólkaprísirnir skulu hækka. Hvar er logikkurin? Minkaði rentustuðulin til sehúsalán er annað dømi. Og hvar er logikkurin, tá man lættir í landsskattin- um, meðan man samstundis leggur fíggjarligar byrðar út á kommunrnar uttan endurgjald, soleiðis at hesar í fleiri førum verða noyddar at hækka kommunuskattin. Og sparimøguleikar, sum hvør mansbarn í Føroyum sær, teir rørir man ikki - serliga talið av aðalráðum. Hongur ikki saman Hvat sigur tann frælslynti vinnulívsflokkurin til hesi politisku inntrivini í al- menn partafeløg? At man í besta gamal kommusitiskan stíl dikterar Føroya Tele til at gjalda 17 mió. kr. í vinningsbýti, enntá áðrenn roknskaparárið er liðugt? Og hvat sigur sami flokkur, at handverkaravinnan, sum m.a. Javnaðarflokkurin í síni tíð tók stig til at stuðla, nú aftur verður munandi skorin í stulinum til hand- verkaralærlingar? Her hongur als ikki sam- an. Í pørtum av fíggjarlóg- aruppskotinum hóreiggjar samgongan sær, sum um einki er óført, meðan man í teimum týðandi pørtunum, sum hava við vælferð og trivnað at gera, nóg illa kann halda støðið, sum øll frammanundan vita er ov vánaligt. VIÐMERKINGAR Fíggjarlógin 2004 rækjuvinnuni til føroyska samfelagsbúskapin, her- undir tær ringrásávirkingar, ið verða avleiddar av vinn- uni. Kanningin var ein stað- festing av týdninginum av vinnuni, og sýnir ógvusliga árinið, um rækjuflotin fer fyri bakka. Í hesum sambandi kann nevnast, at Felagið Rækju- skip áðrenn hendan kann- ingin bleiv gjørd, bæði í skrivum og á fundum hevur gjørt vart við, at álvarsamt hóttafall er á rækjuvinnuni, og hevur Felagið víst á møguligar loysnir at bjarga vinnuni. Kanningin bleiv send øllum fjølmiðlum, øllum polittiskum flokkum, har- afturat háttvirdu Føroya Løgmanni, Fíggjarmála- ráðharranum og Fiskimála- ráðharranum. Einasti fjølmiðil, ið ikki tók kanningina upp við einum orði var Sjónvarp Føroya. Einasti landstýrismaður eg havi hoyrt gera viðmerk- ingar alment og á fundi við Felagið Rækjuskip er Jacob Vestergaard Fiskimálaráð- harri, og tøkk skal hann hava fyri sínar positivu viðmerkingar. Í skrivandi løtu havi eg ongan polittikkara hoyrt tikið kanningina upp á tungu við einum orði. Nú málið um útflaggina av einum skipi er komið á breddan, har eitt reiðarí ger eina roynd at loysa sínar trupuleikar, sýnist at nakrir polittikkarar vakna við kaldan dreym. Eri ikki kunnugur um, hvat Kári Højgaard og Jenis av Rana kenna til vinnu- lívið, men at sokallaðir frí- sinnaðir vinnulívsmenn sum Kaj Leo Johannessen og mín góði vinur Torbjørn Jacobsen fara at leggja fót- onglar í vegin, nú eitt reiða- rí hyggur út um landodd- arnar, er mær óskiljandi. Kári Højgaard stúrdi fyri avleiðingunum, um nú allur rækjuflotin fór undir fremmant flagg. Nei Kári, so einfalt er tað ikki. Fiskiloyvir aðrastaðir hanga ikki á trøðunum, og tað krevur eitt miðvíst upp- søkjandi arbeiði, at fáa slíkar avtalur í hús. Framhald av síðu 10 C M Y K 11 10