Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 192 - 10. oktober 2003 Nr. 192 - 10. oktober 2003 13 Í sambandi við Norð- uratlantshavsráðstev nuna, sum í síðstu viku varð hildin í Hetlandi, hevur Siv Friðleifsdóttir, sum er umhvørvisráðharri í Íslandi, sent Sosial- inum hesa greinina. Hon er eisini ís- lendskur ráðharri í norðurlandamálum SAMSTARV Siv Friðleifsdóttir, umhvørvis- og norønnur samstarvsráðharri í Íslandi Síðsta fríggjadag endaði Norður-Atlantshafsráð- stevnan í Hetlandi. Ráð- stevnan er onnur av sínum slag, sum hevur verið hild- in. Tey sum hava áhuga fyri ráðstevnuni kunnu síggja myndir og tekstir í dagbók- ini hjá mær á www.siv.is dagarnar 1-3- okt. Á ráðstevnuni hittust fulltrúar hjá londum og økjum, ið liggja við Norð- ur-Altanshavið, til at um- røða umhvørvismál og sjálvberandi nýslu av fiska- stovnum. Nýtsla av fiska- úrdráttum er týdningarmikil Íslendingar, føroyringar, grønlendingar, norðmenn, hetlendingar, orkneybúgv- ar, og íbúgvar Nýfundlands og Labrador í Canada eiga nógv virði at ansa eftir og mugu tí áhaldandi halda norður-atlanshavið reint, tí íbúgvar í hesum økjum byggja sítt lívsverk á nýstlu av fiskaúrdráttum. Í 1999 var ráðstevna hild- in í Íslandi um felagsmál hjá økjum við Norðurat- lantshavið. Har varð av- gjørt, at tann fyrista Norð- uratlantshafsráðstevna skuldi haldast í Tórshavn, Føroyum, um umhøvrvi havsins og havsins nýtarar árið 2001. Ráðstevnan í Tórshavn eydnaðist sera væl og var føroyingum til miklan sóma. Næsta ráðstevnan var hildin í Hetlandi, meðan tann triðja verður í Noreg í 2005. Økisbundið samstarv til at verja havið Á fundi sameindu tjóðanna um berandi menning í Jó- hannesborg síðsta heyst, har sum eg hevði millum annað gott samstarv við Eyðun Elttør umhvørvis- ráðharra Føroya, løgdu øll heimsins lond dent á, at stórur tørvur var á økis- bundnum samstarvi til at verja reinleikan í verðins- høvunum. Norðuratlants- havsráðstevnan er akkurát slíkt týdningarmikið økis- bundið samstarv. Á Jóhannesarborgarfund- inum samtyktu heimsins tjóðir tey høgu mál, at allir havsins nýtslustovnar í verðini skulu verða nýttir á sjálvberandi hátt fyri árið 2015, og at stovnanir vóru nýttir við sonevndari vist- frøðiligari skipanar fyri 2010. Økisbundið samstarv fer at økja um sannlíkindi fyri, at tað fer at eydnast okkum at røkka settum málsetningum og verjast teimum ymisháttaðu hótt- anum sum áhaldandi herja á Norðuratlantshavið. Norðuratlanshavið er eitt av teimum reinastu høvun- um í verðini í dag. Til at verja ta støðu má arbeiðast móti teimum helstu hóttan- unum sum tildømis veður- lagsbroytingum sum hava árin á havstreymarnar, óniðurbrótilig lívrunnin evni, sum ávirka heilsuna hjá menniskjum og djórum, tungmetallir sum t.d. kyk- silvurs dálking, oljudálking og dálking frá geisla- virknum burturkasti t.d. frá Sellafield. Mál eru rokkin Nøkur mál hava verið rokk- in viðvíkjandi vernd av havinum við okkara felags stríði. Kyoto-sáttmálin er komin langt við at koma í gildi, og størri áherðsla er løgd á at brúka endurnýti- ligar orkukeldur og serliga minkan av útláti av vaktar- húsgassum. Fyri stuttum var altjóðasáttmáli undir- skrivaður móti brúki og útlát av 12 óniðurbrótan- ligum lívrunnum evnum sum PCB, DDT og díoxin. Mátingar á kyksilvri á norður heimspartinum hava víst vøkstur, og tann fyrsta alheims frágreiðingin um kyksilvurdálkan hevur sæð dagsins ljós. Framgongd er nádd í vernd móti olju ólukkum og tíðaravmarkað bann, til mars næsta ár, móti útláti av geislavirkna evninum teknesium 99 í havið frá Sellafield, meðan enska stjórnin kannar, um tað er tøknuliga sæð møgu- ligt at fáa goymt evnið á landi. Brúkarar vilja sunnar og reinar vørur Alment kan sigast at lond sum hava somu virði at ansa eftir, fáa helst góð úrslit í alheims kampinum, sum umhvørvismál, við at standa saman í stríðinum. Á Norðuratlantshavsráð- stevnuni kom Høgni Hoy- dal, løgmála- og norrøni samstarvsráðharra Føroya, fram við tí hugskoti, at økini um Norðuratlants- havið kundu skapa eitt samstarv líknandi OPEC um síni virði, tá tað snýr seg um umhvørvi havsins og nýtslu av fiskaúrdrátti. Hugskotið er stuttligt og er vert at taka til eftirtektar. Sjálvt um mál eru rokkin við at verja reinleika Norð- uratlanshavsins, so eru hóttaninar tey síðstu árini veruligar. Við nógv ment- um økisbundnum samstarvi í stríðinum móti dálkingini í havinum, er eitt týðandi støði lagt, til at vit kunnu selja okkara reinu og sunnu fiskaúrdráttir til framtíðar- innar krevjandi brúkarar. Norðuratlantshavsráðstevn an er tí eygsæð týðandi samstarvsøki hjá økum, ið liggja við Norðuratlants- havið hervið Ísland og Før- oyar. Fokus á økisbundið samstarv í Norðuratlantshavi Siv Friðleifsdóttir, Høgni Hoydal, Kate Saderson og Niels á Velbastað á Norðuratlantshavsráðstevnuni í Hetlandi seinasta fríggjadag Bólkarnir Páll Finnur Páll og Reistrup & Dam fara at spæla á konsert, sum verður hildin á Margarinfabrikkini í Havn leygarkvøldið TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Páll Finnur Páll, sum fyrr í ár komu við síni fyrstu fløgu, hava staðið seg væl á 15 teimum bestu hjá Út- varpinum. Teir hava klatrað upp eftir listanum og eru nú komnir á toppin. Teir siga, at teir eru í toppformi, og at teir fara at hava eitt show, ið stendur mát við teirra støðu sum nr. 1 í føroyskum tónleiki. Teir báðir Reistrup og Dam eru kendir fyri at spæla í bólkinum Lavetz. Men her eru teir tveireinir og ætla teir eisini at geva seg fult út á konsertini við egnum og lántum løgum. Margarinfabrikkin er einasta staðið í Tórshavn, har ung hava møguleika til at hoyra nýmótans livandi tónleik í einum rúsfríum umhvørvi, og konsertin nú leygarkvøldið verður kl. 22.00. Konsert á Margarinfabrikkini NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í dag, 10. oktober, verður Lill, sum vit vanliga rópa hann, 85 ár. Hann er av Dalólastovu-fólkunum frá faðirssíðu og úr móðurætt úr Funningsstovu. Foreldur hansara, Hilda í Funningsstovu og Johannes í Dalólastovu, vóru bæði, sum skilst, av havnarætt. Tað er kanska ikki ov nógv at nevna, at hetta hevur ikki ongan týdning, tá talað verður um ættarfólk. Tey vóru trý systkin, umframt Lill vóru tey Petur Michelsen, byggimeistari, sum var giftur Bette úr Øravík og áttu tey sonin, Eirik. Stir Lill var Hanna, ið var gift við Igolf Olsen, sum í nógv ár var radiomekanikari hjá Vellejus. Hanna og Ingolf áttu børnini Finn, Hans Jørgen og Hildur. Vit sum minnast foreldur hansara hava bert havt gott at bera teimum, og hjá van- ligum havnarfólki, eru tey, Funnings- stovufólkini og Dalólastovufólkini, kend fólk. Lill hevur tikið lut í nógvum felags- arbeiði – ella vit kunnu siga tað eisini á tann hátt, at ungdómurin í hansara tíð hevði eitt rættuliga gott samanhald, tey kendu ikki bara hvønn annan, men tey høvdu nógv til felags, bæði í ítrótti o. ø. Lill kom skjótt upp í ymiskar felagsskap- ir. Hann er avhaldsmaður og hevur verið tað alt sítt lív, kom tíðliga – um ferming- araldur – upp í Havnar Avhaldsfelag, har hann var rættuliga virkin, tí tað hevur altið verið futtur í honum. Tað sum hann serliga tók sær av í felagslívinum var tá okkurt praktiskt skuldi fáast frá hondini. Har er ikki at gloyma hansara stak evni at fáa neyðugvar uppgávur frá hondini. Tað gamla Avhaldsfelagið hevði eini stór felagshús í tí vit kalla Avhaldsbrekk- uni, beint yvir av Gamla Bókhandli, nú partur av Hotel Hafnia. Har var hann ein týðandi stuðul., nevndarlimur og ein av teimum, sum altíð var til taks, tá ein i hond skuldi takast í. Tað er nokk tað vit kunnu siga um Lill í so nógvum, tí hann er ein av teimum trúgvu losjulimunum og ikki minst har hevur hann tikið hond í at fáa felags- bygingin fyri ein stóran part til tað, sum hann er í dag – ein hugnaligur og vælegn- aður, sum framvegis karmur um virk- semið hjá Losjuni í Havn. Á yngru árum var Lill sjálvsagt sera virkin í ymiskum felagsvirksemi, ung- dómsvirksemi o. s. fr. Teir vóru nógvar útferðir, fundir kring í landinum, sum savnaði eina rúgvu av fólki. So er ikki at gloyma fótbóltsfelagið B36 – har var hann ein av stovnarunum, og tær røturnar til fótbóltin gjøgnum B36 eru og hava altíð verið dýrabærar hjá honum. Vit sum ikki hava júst hasi evnini at at blæsa okkum upp um fótbólt, eru sjálv- sagt ikki so heilt interessant, tá tað snýr seg um at tosa við um leikin á fótbólts- vølli. Í ungu árunum var stórt felagsvirksemi, serliga í Losjuni. Tað var ungmanna- deildin, sum tá var tað stóra trekkplástrið, og har kom nógvur ungdómur. Alt summ- arið vóru nógvar útferðir og tiltøk, og sjónleikir vórðu nógvir førdir fram í Havn tá. Ungmannadeildin hevði nógv ár eftir krígslok fleiri sjónleikir á palli í sjónleikarhúsinum, og har var Lill ein av leikarunum. Lill varð útbúgvin rørleggjari. Hann var nógv ár hjá Mariu Poulsen. Hann fór síðani undir egið virki, Demich, sum helt til uppi á Tinghúsvegnum. Seinni høvdu teir eisini handil í niðaru hædd í Losju- bygninginum. Lill var býráðslimur í sekstiárunum, har hann umboðaði Sambandsflokkin. Var m. a. formaður í teknisku nevnd. Lill var giftur Fíu, dóttir Lenu og Sámal Debes á Tinghúsvegnuum í Havn. Lena var ættað úr Funningi, Sámal var havnar- maður. Fía doyði í 1996. Eingin børn vóru í hjúnalagnum. Føðingardagurin verður hildin í B36 húsinum fríggjakvøldið, og verður opið hús kl 19. jl 25 ár sum klinikk- assestentur Mikudagin komandi hevur Dagny Isaksen starvast í 25 ár sum klinikkassistentur á Tannlæknastovu Tórshavn- ar Kommunu. Dagny, sum tá æt Anton- iussen, er fødd og uppvaks- in í Klaksvík. Hon flutti seinni til Havnar og giftist Janusi Isaksen. Saman hava tey bæði børnini, Kristina og Janus, sum eru ávíkavist 18 og 11 ára gomul. Johannes C. Michelsen – Lill – 85 ár Dagurin 10. oktober. Gereon, deyður umleið 300. Eftir halgi- søguni kristin herhøvdingi, sum varð tikin av døgum. Í dag, 10. oktober, fylla tví- burarnir Margit Hansen og Katrin Samuelsen 70 ár. Tær eru døtur Karolinu Magnussen av Kvíggjar- hamri í Saksun og Jákup Hansen, bónda við Svartá í Saksun. Margit er gift við Hanusi Hansen, ið er ættaður úr Norðragøtu. Tey eiga børn- ini Bergur, Johonnu og Finnur. Katrin er gift við Eilifi Samuelsen, ið er ættaður úr Fuglafirði. Tey eiga børnini Sigrun og Jákup. Lívsleiðirnar hjá Margit og Katrin hava øll árini ligið tætt at hvørji aðrari. Eftir realprógvið fór Margit at arbeiða á Apotekinum, og Katrin ferðaðist runt í hvørja bygd í Føroyum við mammubeiggjanum, Villa, sum pirka. Síðani valdu tær báðar sjúkrasystragerning- in. Eftir at Margit hevði fingið sína útbúgving á Dronning Alexandrines Hospital, arbeiddi hon nøkur ár har, til hon fór til Århus og fekk útbúgving til heilsusystir og virkaði innan tað øki eina tíð. Eftir at hava verið leiðari á Hvíldarheiminum Naina eitt skeið, gjørdist hon deildarsjúkrasystir á føði- deildini á Landssjúkrahús- inum. Seinastu árini til hon bleiv pensionerað virkaði hon aftur sum heilsusystir. Katrin fekk sína útbúgv- ing á Amtssjúkrahúsinum í Næstved, og arbeiddi seinni nøkur ár á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum, til hon fór at arbeiða á oyrna-, nasa- og hálsdeildini. Sein- astu árini til hon bleiv pensionerað arbeiddi hon á Røktar- og Umlættingar- heiminum Lágargarði. Tær eru grannar og eru saman um mangt og hvat. Nú báðar eru pensioneraðar hava tær frítíðarítrivini felags, og við teimum hava tær altíð ovmikið at gera, tað veri seg við svimjing, fimleiki, veving og alskyns ullarbeiði. Margit Hansen og Katrin Samuelsen 70 ár C M Y K 13 12