Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 192 - 10. oktober 2003 Hesa vikuna hava 34 skúlar kring landið arbeitt við í eini evnisviku í sambandi við, at tað er ár teirra brekaðu. 5. flokkur í Santa Frans skúlan- um í Havn hevur ar- beitt við evninum, og týsdagin vóru tey á vitjan á Virkni, har tey tosaðu við brúk- arar um hetta at bera brek EVNISVIKA Myndir: Jens K. Vang Tekstur: Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Tað er MBF, sum hevur tik- ið stig til hesa evnisvikuna og heitt á skúlarnar um at arbeiða við hesum evnin- um. Undirtøkan er góð, og 34 skúlar hava arbeitt hesa vikuna við evninum. Mill- um aðrar 5. flokkur í Santa Frans skúlanum í Havn. Flokslærari hjá fimta flokkinum er Sonni Djur- huus, og hann sigur, hann setti sær sum mál, at børn- ini skuldu arbeiða við tí, sum er nærliggjandi teim- um sjálvum. Tað vil siga, at hann setti út í kortið, at tey skuldu finna útav, hvussu tað er at vera menningar- tarnaður, og hvussu hesi sjálvi uppliva tað at vera menningartarnaður. – At arbeiða við evninum tey brekaðu má sigast at vera eitt sera breitt evni, og tí haldi eg, at tað var betur at fara inn á eitt ávíst øki at arbeiða, sigur Sonni. Og hansara flokkur hevur so- statt arbeitt við menningar- tarnaðum. Vitjaðu Virkni Næmingarnir hava sæð filmar, fingið frágreiðingar og so framvegis. Men tað týdningarmiklasta er helst teirra egni partur í tí aktiva arbeiðinum. Tí tað er ongin loyna, at ein lærir mest, tá ein er í gongd við eitthvørt. Tí settu tey seg í samband við Virkni, har tey so vitj- aðu týsdagin og tosaðu við tvey av brúkarunum um júst hetta at vera menning- artarnaður. Sonni sigur, at tað gekk væl, og hann heldur so av- gjørt, at børnini fingu nógv burturúr hesi vitjan. – Tey sóu tey menningar- tarnaðu við heilt øðrum brillum aftaná. Og eg haldi, at tey gjørdust bilsin av at síggja, hvussu tey menn- ingartarnaðu virka gjøgn- um dagin, sigur Sonni. Eisini heldur Sonni so avgjørt, at næmingarnir sjálvir fegnir vildu arbeiða við hesum evninum, tí tá áheitanin frá MBF kom, gav hann sínum flokki tvey í at velja. Hann segði, at hann hevði valt sær tvey evni, sum tey kundu ar- beiða við í eina viku. Antin hesa evnisvikuna ella eina um heystið. – Og næmingarnir vóru ikki í iva. Tey vildu nógv heldur arbeiða við hesum evninum, sigur Sonni. Ringt at sleppa inn Sonni Djurhuus heldur, at hetta tiltakið er eitt avbera gott hugskot, tí tað er við til at varpa ljós á tey brekaðu. Og tað kann verða við til at geva børnum eina heilt aðra uppfatan av teimum, ið bera brek. Men hann sigur tó, at tað hevði kanska verið eitt betri hugskot, at ikki allir 34 skúlarnir ar- beiða við hesum evninum í somu viku. Tí hann sigur, at tað hevur verið avbera tor- ført hjá teimum at sleppa inn á ymsu stovnarnar. Og tá tey so eru sloppin, so hevur vitjanin verið nógv stytri enn ynskiligt var. – Hetta er eitt fínt tiltak, sum óivað verður við til at børn kunnu fáa eyga upp fyri, at hesi eisini hava eitt lív, og hvussu tey liva tað, sigur Sonni Djurhuus. Evnisvikan í Santa Frans endar við, at næmingar hava munnliga framløgu fyri floksfeløgunum, um hvat tey hava fingið burtur úr hesa vikuna. Og so verður hon alment endað fyri allar luttakandi skúlar við einum stórum barnatiltaki í høllini á Hálsi fríggjadagin, har sjónleik- ur, M´s Blues Band og ítróttarspøl millum annað verða á skránni. Ár teirra brekaðu: Evnisvika í skúlunum MBF hevur tikið stig til hesa evnisvikuna í sambandi við, at tað er ár teirra brekaðu, men so er tað upp til hvønn einstaka skúlan, hvussu arbeitt verður við evninum í teimum ymsu flokkunum Næmingarnir í 5. flokki valdu sjálvi hetta evnið fram um at arbeiða við einum øðrum evni – Evnisvikan hevur fingið børnini at síggja tey menningartarnaðu við heilt øðrum eygum, sigur Sonni Djurhuus, lærari hjá 5. flokki í Santa Frans skúlanum Sonni Djurhuus letur væl at hesum tiltakinum men heldur, at tað kundi verið betur, um ikki allir skúlarnir vóru í gongd í senn, tí tað hevur víst seg at verið nakað torført at sleppa inn á stovnarnar, tí tað eru so mong, sum arbeiða við evninum Hans Kristian Simonsen vann ein góðan skølt í Skálan- um í Klaksvík miku- dagin TALV www.faroechess.com Í hvøssum vindi og regni, fór annað umfar í gongd í mikumorgunin klokkan 10 í talvkappingini, 2nd Inter- national Kjølbro Heilsøla International. Tíbetur varð ikki talan um útitalv hesu- ferð, men hinvegin um flógvu karmarnar uppi í Skálanum. Og har høvdu føroyingar- nar ovmikið at frøðast um. Hans Kristian Simonsen vann sannførandi á skotska stórmeistaranum Collin Mcnabb við hvíta fólkinum. Hetta er triðju ferð at Hans Kristian hevur lagt ein stórmeistara niður. Hann er nú við í kappingini aftur, eftir tapið í gjár móti IM Eriksson. Eisini Flóvin Tór Næs fekk eitt frálíkt úrslit. Hann basti danska altjóða meist- aranum Klaus Berg í einum kontantum álopi. Flóvin breyt verjugarðarnar hjá Berg niður og danin mátti at enda geva ein mann fyri ikki at verða mátaður. Tað er ikki ofta, at føroyskir telvarar hølva altjóða meistarar av í einum so ósmædnum álopstalvi, so Flóvin er eisini komin væl við aftur eftir tapið í gjár móti Heina Olsen. Heini hinvegin, megnaði ikki at halda á við somu góðu takt- unum í morgum. Hann tapti móti Kim Pilgaard, sum er ósigraður í Føroyum nú í trimum talvkappingum. Møguliga átti Heini at hildið talvið javnt, men í tíðneyðuni traðkaði hann við síðuna av og tað verður hart revsað av einum al- tjóða meistara í Pilgaard klassanum. Føroyameistarin Martin Poulsen tapti annað talvið á rað, hesuferð móti svensk- aranum Johan Eriksson, sum er sera sannførandi at síggja til. Eriksson er al- tjóða meistari, men hevur sítt borgarliga yrki á einum svenskum kjarnorkuverki. Hann kann við hetta lag gerast eitt gott boð uppá ein vinnara av allari kapping- ini. Hjá unglingunum liggur Rani Baldursson framvegis á odda við 2 1/2 stigi, men heilir tríggir telvarar eru eittans eitt hálvt stig aftan- fyri, og teir eru Rógvi Mortensen, Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorteins- son. Hans Kristian basti stórmeistara Nr. 192 • fríggjadagur • 10. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Hans Kristian Simonsen vann móti skotska stórmeistaranum, Colin McNabb Mynd: www.faroechess.com Støðan eftir triðja umfar 1 IM Johan Erikson Svøríki 2114 2,0 1 FM Heini Olsen Føroyar 2264 2,0 1 IM Sævar Bjarnason Ísland 2284 2,0 1 IM Kim Pilgaard Danmark 2459 2,0 5 GM Colin McNabb Skotland 2379 1,5 5 IM Klaus Berg Danmark 2434 1,5 7 Hans Kristian Simonsen Føroyar 2240 1,0 7 Martin Poulsen Føroyar 2252 1,0 7 Ólavur Simonsen Føroyar 2261 1,0 7 FM Flóvin Þór Næs Føroyar 2337 1,0 C M Y K 15 14