Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. oktober 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 192 - 10. oktober 2003 17 17 16 Nr. 192 - 10. oktober 2003 C M Y K 16 FS stevnan 2003 verður fríggja- og leygardagin SVIMJING tíðindaskriv Àrliga Svimjikappingin í Fuglafirði verður fríggja- og leygardagin 10 - 11 oktober. Tað er kapping fyri bólkarnar 1-2-3 sum eru svimjarar í aldrinum 8 til 12 ár. Hetta er fyrsta kapping í hesum svimjiárinum fyri tey yngstu, so spennandi verður at síggja hvussu tey koma at klára seg. Undirtøkan er sera stór, og verður talan væntandi um einar 170 svimjara úr øllum landinum sum møt- ast í Fuglafirði hetta viku- skiftið. Hesi koma úr Tvøroyrar Svimjifelaag, Vágs Svimji- felag, Havnar Svimjifelag, Flot av Toftum, Skeggjar úr Gøtu, Reki úr Leirvík, Æg- ir úr Klaksvík og Fugla- fjarðar Svimjifelag. Kappingin byrjar fríggja- kvøldið kl. 20:30 og endar leygardagin kl 16:30 Grandprix kappingarnar sum verða svomnar hesa- ferð eru 50frí og 100frí. 170 svimjarar hittast í Fuglafirði Tað er framvegis púra opið Javnleikurin á Sev- mýri ber við sær, at einki er avgjørt frammanundan, at Skála og TB leygar- dagin fara á vøllin á Skála ENDASPÆL Jóannes Hansen Tað er framvegis púra opið. Seinnapartin mikudagin endaði tað 1–1, tá ið Skála vitjaði á Tvøroyri. Harvið er eingin upplagdur favor- ittur, tá ið TB seinnapartin leygardagin fer norður á Skála. Um einki mál verður skorað leygardagin, so verður Skála í 1. deild. Um TB fer at vinna, so flyta teir upp, og so skal Skála flyta niður. Um Skála fer at vinna, so verður eingin broyting. Um tað verður javnleikur, verður longd leiktíð á skránni, um úrslit- ið verður 1–1. Um úrslitið verður 2–2 ella kanska 3–3, so verður tað TB, sum fer at flyta upp, orsaka av fleiri útivallarmálum. Fyrra umfarið á Sevmýri var ikki so skipað spæl at síggja. Skála hevði fríska lotið undan, og báðir partar tóktust órógvaðir av vindin- um. Eftir steðgin datt lotið burtur, og tá var spælið meiri skipað. Tvørámenn løgdu, sum teir altíð gera á heimavølli, ágangandi fyri, men tá ið tað dovnaði eitt sindur hjá teimum, var Skála leikliga omaná. Serliga fyrstu løt- una eftir steðgin var Skála betri fyri. Alexander Johan- sen var tvær ferðir leysur frammanfyri TB málinum, Jónhard Frederiksberg var eisini í góðari støðu, men teir fingu ikki mál. Tað kunnu TBararnir fyrst og fremst takka Magna Hentze fyri. Hann var í málinum, tí Poul Eli Bærentsen var leikbannaður, og hann var rættuliga sannførandi. Skála legði seg framum, tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt. Pauli G. Hansen legði innfyri úr høgru, og miðverjin Dusan Jaic var hægstur og stútaði í málið. Eftir at hol var komið á, spenti TB seg orduliga út. Skálamenn megnaðu ikki at varðveita bóltin frammi á vøllinum. Heimamenninir trýstu spælið fram á helvt- ina hjá Skála. TB hevði ikki fleiri upplagdar málmøgu- leikar, men tað var fleiri ferðir tætt við, tá ið bólturin var í brotsteiginum, og í 71. minutti eydnaðist tað. Eftir gott uppspæl í vinstru mill- um Rasmus Nolsøe og Dan Mortensen legði hesin seinni innfyri málið, har toppskjúttin í 2. deild, Kaj Roest, var hægri enn verju- spælari, og sera hegnisliga snittaði hann við høvdinum bóltin í handaru síðu av málinum. Eitt korter fyri leiklok varð Alaksander Jovevic hjá Skála rikin av vøllinum fyri hevnisøku. Framman- undan hevði hann roynt seg við fínum fluktskoti, sum Magni Hentze refleksbjarg- aði. TB helt fram at trýsta, men skálamenn, sum ikki vóru nøgdir við leikliga av- rikið hjá sær sjálvum, megnaðu at halda tætt, sjálvt um teir síðsta kort- erið vóru undirmannaðir. Hjá TB verður málverjin, Poul Eli Bærentsen, tøkur aftur leygardagin. Avrikið hjá Magna Hentze ger tað ivaleyst torført hjá TB venjaranum at taka støðu til, hvør skal verja málið á Skála. Hjá Skála verður Alaksander Jovevic leik- bannaður eftir reyða kortið. Bogi Gregersen verður tøk- ur aftur eftir leikbann, og á Skála vóna teir, at Julian Floresco, sum hevur verið burturstaddur síðstu vikuna, kemur afturíaftur undan leygardegnum. Endaumfar um eitt pláss í 1. deild TB–Skála 1–1 (0–0) 0–1: Dusan Jaic 53. 1–1: Kaj Roest 71. Dómari: Dagfinn Olsen TB: Magni Hentze – Óli Johannesen, Jon Johanne- sen, Jens Rói Sørensen – OIiver Abrahamsen, Bárður Dimon, Einar Petersen, Rasmus Nolsøe – Dan Mortensen, Kaj Roest, Hallur Christiansen (Hanus Stórhamar, 70.) Einki kort Skála: Eugen Voda – Ronni Hansen, Dusan Jaic, Arnhold Berg, Bárður Danielsen – Alexander Jo- hansen, Hanus Thorleifs- son, Pauli G. Hansen, Al- eksander Jovevic, Rói Jac- obsen (Teitur Joensen, 36.) – Jónhard Frederiksberg Reytt kort: Aleksander Jovevic 75. Í dag verður árliga skúlarenningin í nógvum skúlum kring landið. Hetta er 20. árið, at runnið verður Føroya Ítrottalærarafelag bjóðar aftur í ár skúlunum at vera við til ta árligu skúlarenningina. Fyrstu ferð skipað varð fyri Norðurlendskari skúla- renning var í 1983, og er hetta sostatt 20. árið at runnið verður. Flestu av hinum norð- urlondum hava umskipað dagin soleiðis, at pláss eisini er fyri øðrum ítróttavirksemi. Føroyar og Ísland hava tó hildið fast um renningina. Ítróttalærarafelagið hevur í ár gjørt av at runn- ið verður fríggjadagin 10. oktober. Tað stendur tó skúlunum frítt fyri at renna annan dag enn tann ásetta. Sigast skal, at fleiri skúlar longu hava runnið. Vit vita ikki, hvussu nógvir kilometrar før- oysku skúlanæmingarnir leggja eftir seg henda dagin, men í fjør vóru fleiri enn 7000 renni- prógv send skúlunum. Siga vit, at miðalnæming- urin rennur um 7 km., runnu føroysku børnini uml. 40.000 km tilsam- ans. MBM hevur øll árini stuðlað tiltakinum, og hevur hetta gjørt tað møguligt at halda á í so langa tíð. Skúlar út at renna í dag FCK venjari vitjar Fysiska venjingin er á skránni í vikuskift- inum, teir, sum hava lokið venjaraútbúgv- ingarnar hjá Fót- bóltssambandinum, eru í vikuskiftinum stevndir saman at lut- taka í skeiði í fysiskari venjing VENJARASKEIÐ Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Føroyskir fótbóltsspælarar eru ikki nóg væl fyri, tá ið tað snýr seg um likamliga styrki. Tað var ein av boð- skapunum, sum kom fram, tá ið føroyskir venjarar og ábyrgdarpersónar í feløg- unum í sambandi við lands- dystin á Svangaskarði ímóti Litava hittust í hølunum hjá Trygginarfelagnum Føroy- ar í Runavík at tosa um støðuna og útlitini hjá før- oyskum fótbólti. Ein av orsøkunum til, at tað varð stevnt saman til fundar um støðuna og út- litini, var, at úrslitini hjá føroysku feløgunum í al- tjóða kappingunum í summar ikki góvu nakra ábending um, at tað gongur rætta vegin. Jógvan Martin Olsen er venjari hjá NSÍ, sum fyri fyrstu ferð royndi seg í UEFA Cup. Úrslitini vóru einki at reypa av. Jógvan Martin segði á fundinum, at hann var sannførdur um, at ein av orsøkunum til, at tað ikki hilnst so væl hjá før- oysku feløgunum í Europa Cup er, at spælararnir eru ikki nóg væl fyri likamliga. Hann ásannaði samstundis, at førleikin, sum hevur ver- ið at fingið í venjaraút- búgvingum í Føroyum, kundi havt verið betri, tá ið tað snýr seg um júst hetta økið. – Eg sigi fyri meg. Før- leikan at leggja miðvísar ætlanir og at syrgja fyri at tær verða útinntar, haldi eg kundi verið væl betri. Hetta er eitt øki, sum vit ikki hava lagt so stóran dent á. Men gongdin seinastu árini hevur víst alt meiri, at tað er neyðugt, at vit gera meiri við hesa venjingini. Tí átti hetta at verið nakað, sum FSF bjóðaði venjarum at útbúgva seg í, segði Jógvan Martin Olsen. NSÍ venjarin er eisini í starvi hjá Fótbóltssam- bandinum. Nú hava FSF og Jógvan Martin syrgt fyri, at føroyskir venjarar nú í vikuskiftinum hava møgu- leika at fáa undirvísing og íblástur til fysisku venjing- ina. Anders Storskov, sum hevur ábyrgdina av krops- ligu venjingini hjá Toda Jónsson og hinum í FCK, fer hetta vikuskiftið at halda skeið í fysiskari venj- ing. Anders Storskov er umframt úr FCK eisini kendur fyri at hava ábyrgd- ina av fysiskari venjing í øðrum høpum. Eitt nú verður hann nógv brúktur av Team Danmark, sum miðvíst arbeiðir við at menna bestu donsku ítróttarfólkini, soleiðis at tey verða betri før fyri at standa seg í eitt nú olymp- isku leikunum, HM kapp- ingum og EM kappingum. Farið verður undir skeið- ið leygarmorgunin klokkan tíggju, og tað verður hildið á inntil seinnapartin sunnu- dagin klokkan trý. Skeiðið verður í FSF húsinum, og har skulu luttakararnir halda til alla tíðina, meðan skeiðið er á skránni. Tað ber ikki til at melda seg til skeiðið hjá øllum. FSF hevur boðið teimum, sum umframt tey fimm grundskeiðini eisini hava lokið ungdóms– og senior- venjaraskeiðini, sum Fót- bóltssambandið hevur skip- að fyri nógvu tey seinastu árini. – Hetta hava vit gjørt, tí vit halda, at tað er neyðugt við ávísum førleika og royndum í venjarayrkinum, um skeiðsluttakararnir skulu fáa tað burturúr, sum vit rokna við, at tað eigur at bera til at fáa. Áhugin tykist vera rættuliga stórur. Talið á teimum, sum longu hava meldað til liggur um tjúgu, so tað er ikki óhugs- andi, at samlaða luttøku- talið fer at vera onkra staðni mitt í tjúgunum, sig- ur Jógvan Martin Olsen. LÍF skal ansa sær Á Mølini á Eiði vóru teir á heimaliðnum óhepnir, at teir ikki í 2. hálvleiki fingu sigursmálið ENDAUMFAR Jóannes Hansen Heilt síðani tað í 1976 varð farið undir kapping í trim- um deildum, hava leirvík- ingar átt pláss í bestu ella næstbestu deildini. Leyg- ardagin verður avgjørt, um teir eisini í 2004 skulu vera í 2. deild, ella um teir mugu finna seg í bara at spæla 3. deildar fótbólt. Tað stendur púra javnt, eftir at LÍF mikukvøldið vitjaði teir næstbestu hjá EB/Streymi. Úrslitið var 1–1. Bæði málini komu í 1. hálvleiki. Niels Pauli Just- inussen legði við beinleiðis fríspark út úr brotsteigar samankomingini í vinstru og dygst undir tvørtrænum LÍF framum miðskeiðis í 1. hálvleiki, og dygst undan steðginum javnaði Arn- bjørn T. Hansen. Úr spísk- um í vinstru sendi hann innfyri málið, og bólturin smeyg sær í málið aftanfyri eitt sindur uttarlaga stadda Allan Joensen. Eftir steðgin var heima- liðið leikliga omaná. Teir sendu í stólpan, og Leif Niclasen, sum akkurát var komin á vøllin, streyk ígjøgnum í vinstru og sendi dygst framvið handaru stólparótini. LÍF hevði eina ferð bóltin í EB/Streyma málinum, men tað varð kolldømt fyri rangstøðu. Eyðfinn Joensen var eyðsýndur á EB/Streyma miðvøllinum, og leirvík- ingarnir noyddust at brúka nógva orku upp á Teitur Joensen, sum arbeiddi nógv í álopinum hjá heima- liðnum. Miðalaldurin hjá LÍF var væl hægri, enn hann var hjá EB/Streymi, sum hevði nógvar dugnaligar ungling- ar á liðnum. Leirvíkingar hava nú møguleikan á heimavølli, men teir mugu vísa betri hugburð, enn teir gjørdu hesa ferð, um tað skal eydnast hjá teimum. Fyrr í ár hevur LÍF vunnið á ÍF, sum vann gull, TB, sum vann silvur, og Sumba, sum vann bronsu. Men LÍF endaði næstaftast í 2. deild og stríðist nú fyri at sleppa undan niðurflytingini. At úrslitini hava verið so óstøðug kundi bent á, at tað fyrst og fremst er hugburð- inum, at tað skal arbeiðast við. Endaumfar um pláss í 2. deild EB/Streymur–LÍF 1–1 (1–1) 0–1: Niels Pauli Justinus- sen 26. 1–1: Arnbjørn T. Hansen 44. Dómari: Suni Johansen Í dag fyllir Miðvágs Bad- mintonfelag 40 ár. Øll árini hevur felagið verið virkið. Á 40 ára degnum fær felagið nýtt búmerki sum ein av limunum Michael Gram hevur gjørt. Búmerki ímyndar Vág- oynna, ein ketchara og badmintonbólt, tað er eink- ult og sigandi, at júst Vág- oyggin er á myndini sigur eisini, at hetta er eitt felag fyri alla oynna. Tað koma eisini úr allara oynni at spæla badminton – heilt úr Bø. Kappingarárið er júst byrjað, og fyrsta dagin teknaðu væl fleiri enn 100 børn og ung seg til venjing. Miðvágs Badminton- felag 40 ár