Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 3 Leygarkvøldið letur nýggi náttklubbin í Havn alment upp. Fyrsta kvøldið verður ein gamal kenningur plátuvendari DANSISTAÐ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarkvøldið verða dyrn- ar fyri fyrstu ferð lætnar upp fyri almenninginum í nýggjasta dansistaðnum í Havn. Eclipse er navnið á nátt- klubbanum, sum heldur til í hølunum, har Club 20 hevur verið mongu seinastu árini. Talan er um eitt tað mesta vitjaða staðið í landinum, tá ið tað snýr seg um dans, og nú verður eitt nýtt konsept roynt í hølunum, sum eru nógv broytt, síðani Club 20 læt aftur. Eclipse er ætlað teimum ungu, sum eru komin fram við tannáringaárunum, og tí verður strangt 21 ára aldursmark í Eclipse. Tað er Elisa Heinesen, sum er sniðgevi í London, sum hevur staðið fyri ar- beiðnum at innrætta nýggja dansistaðið. Fyrsta kvøldið eru onkur serlig tilboð á skránni, og ein gamal kenningur fer at venda plátum. Tað er Heðin Arge, sum seinastu árini hevur tikist meira við út- varpsarbeiðið enn at verið plátuvendari. Nú skal Eclipse standa sína roynd Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Jóhan Ziskason (fyrrv. Leiðari á Vaktar- & Bjargingartænastuni) lá sjúkur, andaðist og varð jarðaður Tøkk til prest fyri góð ord. Ein serlig tøkk til Monu, Jóhan og Hildibjartur fyri vakran sang og guitarspæl í kirkjuni.Tøkk fyri blómur, kransar og heilsanir. Tøkk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum. Somuleiðis hjartans tøkk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til, bæði áðrenn og aftaná jarðarferðina. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar, berarar, gravarar og tøkk til tykkum øll, ið fylgdu. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum. Sigrid, Ziska, Kirsten og Johild Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Obert Eliasen lá sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Takk fyri sýnda samkenslu og stóru hjálpina, tit veittu okkum.Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og takk tit øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Judith, Eli, Julian, Kirstin og Jóna við familjum Tøkk Eina hjartans tøkk sendi eg øllum tykkum, sum við gávum, blómum og heilsum gleddu meg á 70 ára føðingardegi mínum tann 6. august í ár. Ein serlig tøkk til øll tykkum, sum stukku inn á gólvið føðing- ardagin. Við bestu ynskjum Henry Jarnskor Fjalltíð er, og nógvastaðni er mesta tosið um dagarnar um líkindi og vekt. Og sum heild láta menn væl at skurðinum í ár, eftir sum tað frættist frá SKURÐUR Edvard Joensen Sandavági: Vágamenn láta sum heild væl at skurðinum í heyst. Okkurt einstakt lamb, frætt er frá, er farið upp um 50 pund, og nógva- staðni er bæði nógv og gott komið úr haganum. Summarið hevur verið sjáldsama gott til gróður og vøkstur sum heild, siga menn, sum hava við seyð at gera. Onkur eldri maður, Sosialurin hevur hitt á máli, vil vera við, at í hansara tíð hevur slíkt ár ikki verið fyrr. Og tað eigur heilt greitt at kunna síggjast aftur á skurðinum, halda teir. Sandavágsmenn hava verið á fjalli í fleiri haga- pørtum, hóast nakrir eru eftir enn. Og har, teir hava rikið, verður látið at, at árið er væl oman fyri meðal. Onkunstaðni er nógv meira skorið, enn fyrr hevur verið og meðalvektin hevur eisini ligið fleiri pund hægri. Sum nógva aðrastaðni dámar monnum væl at hava heimaseyð, og vanliga eru tað teir sonevndu »køttarn- ir«, tey smæstu lombini, sum sett verða við. Men í ár hevur tann sjáldsami »trup- ulleikin« stungið seg upp, at tað eru ov lítið til av smáum lombum. Í onkrum haga hevur út móti eini helvt av lombun- um vigað 50 kg. og meira livandi. Og tá teir so rokna við, at krovið vigar umleið livandi vektina minus eini tíggju í pundum, er greitt, at tað roynist væl. Og tað hevur eisini víst seg so- leiðis í flestu førum. Í Dalhaga settu teir eitt met um dagarnar, vilja teir halda í Sandavági. Haðani varð flett eitt hagalamb, sum fekk vektina upp á 53 pund, og tað vita menn ikki at siga um fyrr, halda teir. Yvirhøvur láta vága- menn, Sosialurin hevur tos- að við, hampiliga væl at skurðinum, hóast onkur er, sum ikki heldur, at tað er so øgiligt í mun til tað vanliga. Men sum skilst á monnum, plagar har at vera rættiliga gott yvihøvur, so útsvingini verða ikki so øgilig, um eitt metár annars er. Góður skurður Teir vóru á fjalli í Dalhaga hendan dagin, og lótu væl at skurðinum yvirhøvur. Eitt met hildu teir seg seta, tá eitt vanligt hagalamb kom heilt upp á 53 pund Mynd: Edvard Joensen C M Y K 3 2 www.smyril-line.fo J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ við Norrönu og haldið Jóla borðhald umborð. Umframt stórt jólaborðhald, verð ur ørt kvøld undirhald við føroysk um lkum og einstak lingum. 20. – 24. Nov: Undirhald: Robert McBirnie Orkestur: Jóan Magnus Band 27. Nov.– 01.Des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen 04. – 08. Des: Undirhald: Robert Mc.Birnie Orkestur: Vestmenn 11. – 15. Des: Undirhald: Hilmar Jan Hansen estur: Terje Rasmussen Band 20.–24. nov. 27. nov. –1. des. 4.–8. des. 11.–15. des. Keypið jólagávurnar á ferðini Meðan Norröna liggur í Hanstholm verður skipað fyri innkeypstúri til Thisted. Úr havinum Stórt sildaborð Royktur og urtaviðgjørdur laksur Rækjur og skeljadjór Alskyns steikir so sum: Stokt dunna við súreplum og sviskum Fleskasteik við reyðkáli Roastbeef við remuladu og stoktum leyki Heilstokt lambstjógv Heilstoktur oksaháryggur Flógvir rættir so sum: Tartelettir við góðari fyllu Fiskaflak við remuladu víndrúvum o.l. Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós Fruktsalat við rákremi og alskyns køkur Prísur fyri hvønn úr kr. 600,- Matur & drekka ikki íroknað