Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 5 25.000 føroyingar skulu hava nýtt gjaldkort Bommgjald rakar diabetikarar Av trygdaráðum hev- ur danska fíggjarráð- ið gjørt av, at danir skulu skifta dankort- ið út. Føroyingar hava somu dankortskipan sum danir, og tí skulu í alt 25.000 føroyingar í næstum hava nýtt dan- ella FR-Visa kort NÝTT DANKORT Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Hósdagin kunngjørdi for- maðurin í danska fíggjar- ráðnum, Peter Schutze, at danir komandi ár skulu skifta dankortið út við eitt nútímansgjørt kort. Nýggja kortið fer at hava eitt so- nevnt chipp í sær. Mynd og undirskrift hjá eigaranum av dankortinum verður ikki longur á kort- inum, meðan eigarin fram- vegis sleppur at varðveita sama loynital, sum á gamla dankortinum Tað er av trygdaráðum, at øll dankort skulu skiftast út. Seinnu árini hava danir havt stórar trupulleikar av, at fólk hava gjørt sær dælt av at kopiera dankortini hjá øðrum, men nýggja chippið á dankortunum fer at forða hesum í framtíðini. Umfatar eisini føroyingar Føroysku peningastovnar- nir hava síðan fyrst í nítiár- unum havt avtalu við danir, at teirra dankort eisini fevna um Føroyar. Avtalan inniber, at føroysku pen- ingarstovnarnir skulu ná- greiniliga fylgja teimum ásetingum, sum danir hava við sínum dankorti. Einasta frávikið við dan- kortum í Danmark og Før- oyum hevur verið, at forsíð- an á føroysku kortinum hevur verið øðrvísi enn teimum donsku kortunum. Á Elektron siga tey, at í alt 5.000 dankort og 20.000 visakort eru í Føroyum. Av tí donsku ásetingarnar bæði fevna um dan- og Visakort í Føroyum, eru í alt 25.000 føroyingar, ið er tengdir at donsku dankortskipanini. Nú danska fíggjarráðið hevur valt at nýtímansgera dankortið, mugu føroyska peningastovnarnir fylgja somu boðum. Á Føroya Banka vátta tey, at kundar- nir hjá bankanum í framtíð- ini verða noyddir at skifta sítt dan- og FR-Visa kort út. – Vit hava ikki tikið nakra endaliga støðu, hvussu vit fara at skipa skiftið av dan- og FR-Visa kortum hjá okkara kundum, men tað hevði verið rætti- liga náttúrligt at skift kort- ini út, tá tey gomlu kortini renna út, so tað ikki ávirkar kundan, verður sagt úr Før- oya Banka. Nýtt gjald Nýggja dankortið fer eisini at hava við sær eitt nýtt gjald til brúkaran. Skipanin hevur annars verið, at innan fyri danska ríkið hava. brúkarar ikki goldið brúk- aragjald, tá kortið hevur verið nýtt í handlum, men henda skipan verður eftir øllum at døma broytt í framtíðini Peningastovnarnir fáa við nýggja kortinum møgu- leika fyri at krevja 50 oyru frá handlunum fyri hvørt dankort-gjald. Handlarnir gera sjálvir av, um 50 oyra gjaldið verður kravt av brúkaranum ella ikki. Leggjast skal afturat, at teir handlar, ið ikki hava fleiri enn 5000 dankortgjøld um árið, sleppa undan nýggja gjaldinum. Ætlanin við heilsu- gjaldinum hjá sam- gonguni er at tálma nýtsluna av ósunnum vørum, men kortini rakar gjaldið eisini ein bólk, ið ger nógv fyri at eta sunt. Tað má tí vera andsøgn við ætlanina hjá sam- gongunum, at diabet- ikarar í Føroyum í framtíðini skulu gjalda enn meir fyri sínar sukurfríu vørur. BOMMGJALD TIL DIABETIKARAR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo "Tað hevur leingi nervað heilsumynduleikarnar í Før- oyum eins og aðrastaðni í vesturheiminum, at mat- og drykkjuvanarnir hjá fólki eru vorðnir støðugt ósunn- ari. Landstýrið hevur sett sær sum mál, at upplýsa um hendan vandan, men eisini beinleiðis at ávirka atburðin hjá fólki, soleiðis at nýtslan av ósunnum vørum verður minni." Soleiðis eru viðmerking- arnar orðaðar til broyting- arnar í inntøkulógunum í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004. Endamálið við heilsugjaldinum, eisini nevnt bommgjaldið, er sum nevnt at tálma nýtsluna av ávísum vørum. Umboð fyri vinnuna gjørdu alt fyri eitt bart í fjølmiðlunum um nýggja bommgjaldið, tí vinnan er stak ónøgd við at vera skattainnkrevjari hjá land- inum, nú pengar tátta í landskassanum. Ein annar samfelagsbólk- ur gera nú eisini vart seg við um ætlaða heilsugjaldið. Diabetesfelag Føroya skilir ikki, at fólk við diabetes verða løgd undir eitt avgjald, ið er ætlað at tálma nýtsluna av ósunnum vør- um, tí fólk við diabetes gera jú nógv fyri at eta sunt, tí heilsustøðan loyvir teimum ikki at eta ov nógv søtmeti. Avgjald á vørubólkar og ikki vørur Tað er kortini nakað, ið bendir á, at tað verður lættari sagt enn gjørt hjá Diabetes- felag Føroya at sleppa undan heilsuavgjaldinum. Javnað- artingmaðurin og komm- unulæknin, Andreas Peter- sen, gjørdi mikudagin, und- ir 1. viðgerð av fíggjarlógini, vart við, at avgjøld verða vanliga løgd á vørubólkar og ikki á ávísar vørur. Tað merkir, at tað er ógvuliga torført at sálda sukurfríar vørur frá vanlig- um vørum. Fyri fólk við diabetes kann hetta gerast ein stórur trupulleiki. Taka vit vørubólkin soda- vatn sum dømi, er tað ein sannroynd, at í vørubólk- inum eru bæði sodavatn við sukri og sukurfrítt sodavatn, sum eitt nú Jolly Light, ið diabetikarar kunnu drekka. Tað sama er galdandi fyri vørubólkarnar súltutoy, keks og smákøkur os. fr. Munurin á vanligum og sukurfríum vørum er, at tær sukurfríu eru ikki søtaðar við vanligum sukri, men við tí, vit kalla eftirgjørdum sukri. Tað serliga við hes- um evni er, at tey ikki ávirka blóðsukrið. Diabetesfelag Føroya hevur sent løgtingslimun- um skriv um, har tey inni- liga heita á løgtingslimirnar at bera so í bandi, at vørur, søtaðar við eftirgjørdum søtievni, sleppa undan heilsuavgjaldinum. Fólk, ið dagliga liva við diabetes, vísa við jøvnum millumbili á, at vanligar vørur, so sum súltutoy, greytur og saft, ið eru eftir- gjørdar við eftirgjørdum sukri, eru fleiri krónur dýr- ari enn somu vørur, ið eru søtaðar við vanligum sukri. Verður heilsuavgjaldið hjá samgonguni veruleiki í núverandi líki, so bera dia- betikarar ótta fyri, at tað verður alt ov dýrt at keypa vørurnar, og tað er stórt spell, tí frammanundan er vøruvalið hjá diabetikarum rættiliga avmarkað Formaðurin í Diabetes- felag Føroya, Kristianna Rein, sigur, at í dag eru 1400 diabetikarar staðfestir í Føroyum, so talan er um nógv fólk, ið heilsuavgjald- ið fer at raka, um tað gert veruleiki. Vit hava allan fyrrapartin roynt at fingið fatur á Bill Justinussen, landsstýris- mann í heilsumálum, um ein viðmerking, hvat hann ætlar at gera við málið, men tíverri tað eydnaðist ikki okkum. 25.000 føroyingar skulu í næstum skifta sítt dan- ella FR-Visa kort út. Av trygda- ráðum hevur danska fíggjar- áðið gjørt av, at øll dankort- ini skulu skiftast út. Mynd: Jens Kristian Vang Ætlanin við heilsugjaldinum hjá samgonguni er at tálma nýtsluna av ósunnum vørum, men kortini rakar gjaldið eisini ein bólk, ið ger nógv fyri at eta sunt. Tað má tí vera andsøgn við ætlanina hjá samgongunum, at dia- betikarar í Føroyum í fram- tíðini skulu gjalda enn meir fyri sínar sukurfríu vørur. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 5 4