Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 7 - Vit eru sera væl nøgdir við undir- tøkuna, sum »borgarakravið« hevur fingið millum bygdarfólkið í Leirvík, siga Filip Hansen og Sørin Lisberg, sum tóku stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík BORGARAKRAV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin verða undir- skriftirnar, sum savnaðar eru inn í Leirvík seinastu dagarnar, handaðar bygdar- ráðsformanninum í Leir- vík, Sjúrða Eliasen og landssýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djur- holm. Tað vóru teir báðir, Filip Hansen og Sørin Lisberg, sum tóku stig til at savna inn undirskriftir til tess at mótmæla ætlanunum at lata Norðoyatunnilin upp fyri ferðslu, áðrenn loysn er fingin á ferðsluviðurskift- unum í Leirvík. Løgtingið hevur samtykt eina tunnilsætlan undir Leirvík, men hendan er so leystliga orðað, at eingin veit við vissu, nær ætlanin verður framd í verki. Í samtyktini stendur, at forkanningar í samband við tunnil undir Leirvík skulu verða gjørdar í seinasta lagi ár 2005, og síðan skal landsstýrismaðurin leggja fram uppskot fyri løgtingið um málið. Stór undirtøka Filip Hansen og Sørin Lis- berg siga, at higartil hava eini 350 fólk skrivað undir, men enn eru eini 30 hús eftir, sum vit ikki hava verið í. - Vit eru sera væl nøgdir við undirtøkuna. Fólk hava tikið væl ímóti okkum, og eini 90% av teimum spurdu hava skrivað undir. Teir vísa á, at 636 fólk í Leirvík hava valrætt, so longu nú hevur meira enn helmingurin av teimum, sum hava atkvøðurætt, skrivað undir. - Tey flestu, sum hava skrivað undir mótmæli, eru 25 ár og eldri. Torført er at finna fram til ungdómin í bygdini, tí hann er stóran part av degnum av bygdini í skúla, í læru, til arbeiðis umframt at nakrir ungir menn sigla. Filip og Søren vænta, at eini 180 fólk, sum hava at- kvøðurætt í Leirvík, á ein ella annan hátt eru burtur og tískil ikki fáa høvi at skriva undir. Øll, sum hava skrivað undir »borgarakravið«, taka undir við, at ferðsluviður- skiftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunn- ilin letur upp. Tey krevja eisini, at Leirvíkar bygdar- ráð tekur upp nýggjar sam- ráðingar við landsins myndugleikar um málið. Eingin negativur Stigtakararnir siga, at fólk hava verið blíð og fyrikom- andi, tá ið komið verður á gátt við mótmælisskrivin- um. Spurdir, um bygdarráðs- limir hava funnist at mót- mælisskrivinum, sum sein- astu dagarnar er farið runt í bygdini, siga teir, at tað hava teir ongan varhuga av. - Nei, vit halda, at tað er tvørtur ímóti. Vit halda eis- ini, at tey, sum sita í bygd- arráðnum, eru fegin um, at tey nú kunnu hava hetta skrivið at fara til myndug- leikarnar við. Filip og Søren siga, at ætlandi verður skrivið liggjandi á Statoil-støðini í Leirvík til sunnudagin og í handlinum hjá Rasmusi í dag aftrat. Síðan verða undirskrift- irnar handaðar bygdarráðs- formanninum og landsstýr- ismanninum í vinnumálum mánadagin. Nýggjar samráðingar - Vit vóna, at mótmælis- skrivið fer at føra til, at nýggjar samráðingar um loysn at ferðsluviðurskift- unum í Leirvík verða mill- um bygdarráðið og landsins myndugleikar, soleiðis at ein endalig loysn er funnin, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Filip Hansen og Søren Lisberg siga seg eisini vóna, at landsins myndug- leikar skilja óttan í Leirvík fyri øktu ferðsluni sum verður, tá ið Norðoyatunni- lin letur upp. - Tað kann væl ikki vera meira enn rímiligt, at vit í Leirvík vilja hava hesi viðurskifti uppá pláss, so- leiðis at livandi verður í bygdini – eisini eftir, at Norðoyatunnilin er latin upp, siga teir báðir. 90% av bygdarfólkinum skriva undir Tað vóru teir báðir, Filip Hansen og Søren Lisberg, sum tóku stig til at savna inn undirskriftir í Leirvík. - Undirtøkan hevur verið ógvuliga góð, siga teir báðir. Mynd: Vilmund Jacobsen Samstundis heitir bygdarrráðið á landsstýrismannin í vinnumálum um at almannakunngera tíðarætlanina fyri arbeiði at gera tunnil í Leirvík og at gera greitt, hvussu peningurin verður settur av á fíggjarlógini FERÐSLUVIÐURSKIFTI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á bygdarráðsfundi í Leir- vík, 6, oktober, samtykti eitt samt bygdarráð at stað- festa avgerðina um tunnil í Leirvík, sum bygdarráðið tók í mars 2002. Samstundis heitir bygd- arráðið á landsstýrismannin í vinnumálum um at al- mannakunngera tíðarætlan- ina fyri arbeiði at gera tunnil í Leirvík og at gera greitt, hvussu peningurin verður settur av á fíggjar- lógini. Í samtyktini sigur bygd- arráðið eisini, at av teimum fýra tunnilsføringunum, sum Landsverkfrøðingurin hevur lagt fyri bygdarráðið, er bygdarráðið samt um, at arbeiðast skal víðari við sonevndu »reyðu« loysnini, sum er tann fyrsta, ið Landsverkfrøðingurin kom við. - Portalurin til henda tunnilin er nakað áðrenn Mataránna niðan av Heb- ron og kemur útaftur í eina rundkoyring beint norðan- fyri Statoil-støðina í bygd- ini. Í samtyktini vísir Leir- víkar bygdarráð eisini á, at Landsverkfrøðingurin í samband við framløguna av hesum máli legði serligan dent á, at »einki kann byggjast í einum geira á 60 metrar eftir tunnilslinjuni, fyrr enn tunnilin er liðugur. Heldur ikki kann nakað spreingiarbeiði fara fram eftir geiranum, tá ið tunni- lin er liðugur. Leirvíkar bygdarráð heit- ir í Vinnumálaráðið um at útgreina hesar ásetingar. Leirvíkar bygdarráð staðfest samtyktina um tunnil Læknar hótta við fleiri uppsøgnum Kommunulæknar í høvuðsstaðnum vilja vera við, at fleiri læknar fara at siga seg úr starvi, um ikki kommunan velur ávísa telduskipan til teirra. Jan Christian- sen, borgarstjóri, sum hellir til eina aðra loysn, letur seg ikki stýra av hóttanum LÆKNASTRÍÐ Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Har ein skriða er lopin er onnur væntandi, verður sagt. Vónandi kann hendan orðingin ikki flytast á kommunulæknastríðið í Havn. Men okkurt bendir á tann bógvin. Kommunulæknar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at tekur Tórshavnar býráð avgerð um, at ís- lendska skipanin SAGA verður sett í verk hjá kommunulæknunum í Havn, so fara fleiri læknar úr starvi afturat. Sosialurin veit um ein, sum við vissu fer, og ein, sum umhugsar tað. Harafturat skulu aðrir eisini hava sagt tað. Tann fyrsti er longu farin. Kaj Kallsberg hevur boðað frá, at hann leggur frá sær, tí arbeiðsbyrðan er ov stór, og ein orsøk til tess er nógv um- rødda telduskipanin til lækn- arnar, sum enn ikki er komin. Bíðað hevur verið eftir telduskipanini í nógv ár. Tveir læknar hava royndar- koyrt eina íslendska skipan, nevnd SAGA, sum er lagað til føroysk viðurskifti, men hóast hesir læknar eru væl nøgdir við skipanina, tví- halda allir hinir átta komm- unulæknarnir í kommununi um, at teir vilja hava donsku skipanina MedWin. Hugaður fyri SAGA Nú boðar býráðsformaður- in í Havn frá, at ein loysn er á veg, og ein loysn verður funnin, áðrenn hetta árið er úti. Men tað verður neyvan tann loysnin, sum gongur meirilutanum av læknum í Havn á møti. – Persónliga helli eg til SAGA-skipanina, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn. Eg havi fult álit á teimum læknum, sum hava roynt hana. Og eg haldi, at vit skulu hava einfaldar loysnir. Tað undrar meg stórliga, at læknar, sum sjálvir ongantíð hava roynt MedWin, skulu tvíhalda um hesa skipanina, hóast tveir læknar hava royndar- koyrt SAGA, sum er lagað til føroysk viðurskifti, og hava verið sera glaðir fyri hana, sigur Jan Christian- sen. Í somu vending ger hann vart við, at tað snýr seg ikki um, hvat hann sjálvur held- ur. Hann byggir á eina sam- tykt í býráðnum, sum sigur, at skipanin skal samskifta við aðrar skipanir í heilsu- verkinum. Ta treytina lýkur SAGA, siga tey, sum hava roynt hana. Konfrontatión Alt bendir sostatt á eina konfrontatión. Millum tvær telduskipanir. Millum kommunulæknar. Og mill- um býráðið í Havn og teir læknar, sum sigast at fara úr starvi, um býráðið sker ígjøgnum og velur SAGA- skipanina. Jan Christiansen sigur seg ikki kenna til eina hótt- an um fleiri uppsagnir frá læknum. Tað kann hann ikki brúka til nakað kortini. – Eg kann ikki handla út frá hóttanum. Skuldi tað hent, at teir veruliga meina tað, so hava teir ein forklár- ingstrupulleika. Fara teir bara tí, at teir ikki fáa sín vilja? Ella hava teir nakað fakliga at vísa á? Er tað tað seinna, so vil eg sjálvandi lurta. Men eg kann ikki boyggja meg fyri einum harramentaliteti frá einum ávísum bólki. Sum politik- arar noyðast vit at velja loysnir, sum tæna heildini. Læknar kunnu hugsa um seg sjálvar, men vit noyðast at hugsa um øll, sigur Jan Christiansen. Hjá býráðnum er tað eitt krav, at skipanin hjá komm- unulæknum skal samskifta við sjúkrahúsini, heima- røktina, heilsurøktina, ap- oteksverkið, Almannastov- una og sjúkrakassarnar. Kanska liggur lykilin til orrustuna grivin har. Egnar leiðir Fólk standa helst púra óskiljandi og hyggja at, meðan kommunulæknarnir í Havn eru farnir í tvíningar av berari telduøsing. Men tað eru eisini lækn- ar, sum hava fingið nokk. Andor Ellefsen, sum annars er millum teirra, ið hevur biðið um MedWin-skipan- ina, hevur bakkað út. Hann hevur valt sína egnu skipan, sum hvørki er MedWin ella SAGA, og tað gongur fínt, sigur hann. – Tað er eingin skandala, um vit hava hvør sína skipan. Soleiðis er tað eisini aðrastaðni. Eg fari so ikki úr nøkrum starvi vegna stríð um eina telduskipan. Eg havi bygt mína egnu skipan upp, og tað er eingin trupulleiki, sigur Andor Ellefsen. MedWin ella SAGA. Tað er spurningurin, sum skilir kommunulæknar í Havn fyri tíðina. Býráðið skal í næstum taka støðu til, hvørja telduskipan, læknarnir skulu hava. Sjey av níggju læknum krevja, at teir fáa donsku skipanina MedWin. Teir báðir kommunulæknarnir, sum hava roynt ís- lendsku skipanin SAGA, ið er tillagað føroyskum viðurskiftum, eru heit talsfólk fyri henni. Men hinir vilja ikki hoyra talan um SAGA. Ein lækni hevur sagt upp, m.a. av hesum ávum. Og nú hótta aðrir við at fara sama veg, um teir ikki fáa sín vilja. Teldumálið Trýstið er høgt hjá komm- unulæknum í Havn í hesum døgum. Ein holmgonga um telduskipanina hevur fingið ein at siga upp, og aðrir hótta við at fara sama veg Mynd: Jens K. Vang C M Y K 7 6 Opið hús: Leygardagin kl. 1000 - 1800 Sunnudagin kl. 1400 - 1800 Kvíggjartún 3 · 160 Argir Tel. 315 415 · Fax 319 001