leygardagur 11. oktober 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 193 - 11. oktober 2003
Nr. 193 - 11. oktober 2003
9
Ein bólkur av vinnu-
lívsfólki og serkønum
skal nú gera eina ná-
greiniliga kanning av,
hvussu tað ber til, at
føroysk virki ikki eru
kappingarfør, so at
nógvur fiskur av tí
sama fer óvirkaður av
landinum
AVREIÐINGAR
UTTANLANDS
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal ein nevnd skal set-
ast at kanna, hvussu tað ber
til at so nógvur fiskur fer
óvirkaður av landinum.
Nú
fíggjarlógin
fyri
næsta ár hevur verið til við-
gerðar, heitti Henrik Old,
løgtingsmaður, á landsstýr-
ismannin í fiskivinnumál-
um um at taka stig til at seta
eina slíka nevnd.
Men hann metir, at tað hev-
ur so mikið stóran týdning at
ein slík nevnd verður sett, at
hann sigur samstundis, at
tekur landsstýrið ikki stig til
at seta hana, fer javnaðar-
flokkurin sjálvur at gera tað.
Øll orsøk at rópa
varskó
Henrik Old sigur, at tað er
øll orsøk til at rópa varskó
um allan fiskin, sum fer
óvirkaður av landinum.
Hann leggur eisini afturat,
at hetta er ein trupulleiki,
sum hevur vundið nógv
uppá seg seinastu tíðina.
Og soleiðis, sum útlitini
eru, bendir alt á, at tað verð-
ur uppaftur nógv verri fram-
yvir, tí allar metingar siga,
at fiskiskapurin hjá ES
londunum fer at minka og
sostatt fer tørvurin á fiski
hjá fiskavirkjum í ES lond-
unum alsamt at veksa. Av-
leiðingin er, at tað fer at vera
enn størri gravgangur eftir
fiski frá føroyskum skipum.
Hann hevur ongi tøl at
halda seg til, men hann
hevur tosað við nógv virkið
runt um í landinum og hann
hevur týðiliga fingið at
vita, at tey verða minni og
minni før fyri at keypa fisk
og at trupulleikin nú er
ovurhonds stórur.
Og í Degi og Viku hós-
kvøldið, greiddi fíggjar-
stjórin í Føroya Fiskavirk-
ing frá, at sjálvt landsins
nógv størsta fyritøka í
fiskivinnuni, hevur alstórar
trupulleikar av at kapping-
arførið er nógv versnað
seinastu tíðina og at tað eis-
ini er ógvuliga trupult hjá
Fiskavirking at keypa fisk.
Lýsa trupulleikan og
finna loysnir
Henrik Old sigur, at hann er
ikki úti eftir at seta reglar í
gildi sum skulu avmarka
møguleikarnar hjá før-
oyskum skipum at avreiða
uttanlands.
Hann ætlar heldur ikki á
annan hátt at avmarka
møguleikarnar
at
flyta
óvirkaðan fisk av land-
inum.
Men hann heldur, at tað
er staðiliga brúk fyri at
kanna nágreiniliga, hvussu
tað ber til, at føroysk virki
ikki eru kappingarfør.
– Vit eiga at gera eina ná-
greiniliga lýsing av, hvussu
tað ber til, at føroysk virki
ikki klára at kappast um
fiskin við tey útlendsku
virkini.
Hann sigur, at ikki, fyrr-
enn trupulleikin er væl og
virðiliga lýstur, ber tað til av
álvara at viðgerða, hvussu
loysnir kunnu finnast og
hann heldur, at tað eigur at
fáa meginpartin av Løgting-
inum at semjast um eina
loysn á trupulleikunum.
– Endamálið má vera at
skipa so fyri, at tað heilt
einfalt skal loysa seg hjá
skipum at avreiða í Føroy-
um og tað skal loysa seg hjá
føroyskum
virkjum
at
keypa og virka fisk.
Hann sigur, at nú hann
hevur tosað við ymisk virki
runt um í landinumm hevur
hann greitt fingið at vita, at
ein stórur trupulleiki hjá
virkjum í útjaðaranum er, at
tey hava nógv størri flutn-
ingskostnaðir enn virkini
inni á meginlandinum.
Ikki politikarar
Løgtingsmaðurin úr Suð-
uroy
heldur
eisini,
at
nevndin, sum skal viðgera
trupulleikan, skal ikki vera
mannað við politikarum.
Hon skal heldur ikki
verða mannað við embætis-
fólki í miðfyrisitingini.
– Eg haldi, at tað hevur
stóran týdning, at nevndin
verður mannað við fólki,
sum dagliga merkja trupul-
leikan á egnum kroppi, eitt
nú vinnulívsfólki og øðrum
serfrøðingum kring landið.
Henrik Old heldur, at tað er
av størsta týdningi at gera
hesar kanningarnar.
– Bíða vit ov leingi, er
vandi fyri, at alt ov nógv
fiskavirki kring landið ikki
hóra undan. Og nú man tað
vera meiri enn ivingarsamt,
hvat er eftir av vágafúsum
pengum úti um landið at
endurreisa virkini fyri eina-
ferð afturat, tí fleiri virki
eru farin á húsagang eina
og tvær ferðir seinastu árini
og spurningurin er um tey
tola at fara einaferð afturat.
Hann heldur, at feiri virki
úti um landið eru longu væl
á veg at fara á húsagang.
– Onki virki og ongi
arbeiðsfólk kunnu liva av at
arbeiða ein dag um vikuna,
ella hálvanannan. Tá ið
virksemið er á so lágum
støði, er tað onki annað enn
ein bíðistøða, til lykilin
verður snaraður ordiliga og
tá er skaðin fullkomin og
endaligur.
Hann heldur, at hetta
málið hevur sera stóran
týdning, tí dettur fiskivinn-
an úti um landið niðurfyri,
dugir hann ikki at síggja,
hvat slag av vinnulívið skal
vera í útjaðaranum.
Nú fíggjarlógin var til
viðgerðar, tóku fleiri aðrir
løgtingsmenn undir við
Henrik Old um, at hetta var
ein trupulleiki, sum eigur at
verða tikin upp.
Nýtilnevndu semings-
menninir hava staðið
fyrstu royndina
SEMINGSMENN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tað ber ikki til hjá sem-
ingsmonnum
at
finna
semju. Tað einasta, sem-
ingsmenninir kunnu gera,
er at hjálpa tveimum pørt-
um á glið í royndunum at
finna semju. Men tað eru
altíð partarnir einsamallir,
sum mugu finna semjurnar.
Tað sigur Terji Sigurðsson.
Terji Sigurðsson er nýtil-
nevndur semingsmaður.
Og júst tað at royna at
hjálpa pørtunum á glið,
heldur hann er ein stór
ábyrgd, tí av og á hevur
mikið stríð verið um sem-
ingsmenninar.
– Tað er ein stór avbjóð-
ing at fara í holt við, sigur
hann.
Og tey næstu trý árini
verður tað hansara lutur,
saman við varamanninum,
Jóannesi Djurhuus, at royna
at fáa partarnar á arbeiðs-
marknaðinum at semjast, tá
ið sáttmálasamráðingar eru,
og arbeiðsgevarar og ar-
beiðstakarar ikki fáa loyst
knútarnar sjálvir.
Terji Sigurðsson er 47 ára
gamal og útbúgvin innan
samfelagsfrøði.
Hann hevur verið skrivari
í kappingarráðnum í nøkur
ár, men áðrenn tað arbeiddi
hann í ALS.
– Tað hevur givið mær
eitt ávíst innlit í arbeiðs-
marknaðin, sum kemur
mær til nyttu í starvinum
sum
semingsmaður
og
hann heldur, at tað onkus-
vegna má vera tað, hann
hevur starvast við, sum
hevur fingið myndugleikar-
nar at meta, at hann er
skikkaður til starvið sum
semingsmaður.
Stóðu fyrstu royndina
Og skulu vit meta eftir
fyrstu royndini, má sigast at
hana stóðu semingsmenn-
inir.
Týsdagin eydnaðist tað
teimum at fáa Føroya Ar-
beiðsgevarafelag og Føroya
Handverksmeistarafelag
øðrumegin og Føroya Hand-
verkarafelag og Landsfelag
Føroyskra Handverkaranna
hinumegin, at semjast um
ein nýggjan sáttmála.
Tá høvdu partarnir sitið
til samráðingar við sem-
ingsmonnunum í 33 tímar
út í eitt og semingsmaðurin
væntar avgjørt, at alt hans-
ara starv sum semingsmað-
ur verður líka positivt sum
hendan fyrsta semings-
royndin.
Sáttmálin sum hand-
verksmeistarar og hand-
verkarar hava skrivað undir
við, er ein tvey ára sáttmáli.
Hann er á leið á sama støði
sum aðrir sáttmálar, men í
hesum føri hava partarnir
gjørt av at leggja lutfalsliga
meir upp á eftirlønina og
afturfyri verður beinleiðis
lønarhækkingin lutfalsliga
minni.
Eftir nýggja sáttmálanum
hækkar
tímalønin
2,77
krónur 1. oktober í ár og so-
statt er tímalønin hjá Hand-
verkarum nú 110,97.
Tímalønin hækkar aftur
2,72 1. oktober 2004 og tá
verður tímalønin 113,69
krónur.
Hinvegin hækkar eftir-
lønin 2% tann 1. oktober
2003 og tá verður hon 4%.
Tann 1. oktober 2004
hækkar eftirlønin aftur
1,5% og tá verður eftirlønin
5,5%. Samstundis hækkar
halgidagsgrunnurin 0,5%
tann 1. oktober næsta ár og
tá verður 1,5%
Tilsamans er talan um
8,5% í hækkingum.
Semingsmenn kunnu ikki finna semjur
Tað skal vera meiri
arbeiði á fiskavirkjun-
um í Føroyum
Tað er ein stór avbjóðing at
vera semingsmenninir, men
tað eru para partarnir, sum
samráðast, ið kunnu finna
semjurnar, sigur nýtilnevndi
semingsmaðurin, Terji
Sigurðsson
Hvørki virki ella arbeiðsfólk kunnu liva av at hava arbeiði ein dag um vikuna og nú fer meiri
fiskur óvirkaður av landinum enn nakrantíð fyrr. Tí hevur tað alstóran týdning at kanna, hví
so nógvur fiskur fer óvirkaður av landinum, sigur Henrik Old. Fleiri aðrir politikarar taka
undir við honum
Sjeyndi flokkur í
Sørvágs Skúla hevur í
nøkur ár havt sam-
band við ein flokk í
Aalborg, har flestu
næmingarnir eru
fluttir til Danmarkar
úr krígsherjaðum
londum
VINASAMBAND
Edvard Joensen
Sørvági: Sjeyndi flokkur í
Sørvágs Skúla hevur ein
vinaflokk í Aalborg í Dan-
mark, har flestu næming-
arnir eru flutt til Danmark-
ar úr krígherjaðum londum.
Tey hava vitjað hvønn ann-
an, og ætla at halda fram at
hava samband.
Sambandið
flokkanna
millum tók seg upp, tá
skúlin í Sørvági fyri nøk-
rum árum síðan fekk teldur
og internetsamband.
Næmingarnir fóru at
brúka teldurnar og funnu
sær so fram til ein skúla í
Danmak, sum tey hildu, at
stuttligt kundi verið at havt
samband við. Tey leitaðu
sær fram á Mellemvang-
skolen í Aalborg og funnu
ein flokk, sum var á sama
aldri, sum tey sjálv.
– Hetta sambandið hevur
heilt greitt ment næming-
arnar her hjá okkum, sigur
flokslærarin, Eyð Niclasen.
Bæði í skrift og talu á
donskum. Tey eru nógv frí-
ari í so máta, nú tey hava
havt regluligt samskifti við
donsku næmingarnar, og
báðir flokkarnir eisini hava
vitjað hvønn annan.
Fleirtjóða flokkur
Sambandið við vinaflokkin
í Aalborg hevur verið
mennandi upp á fleiri mát-
ar, sigur flokslærarin hjá
sjeynda flokki í Sørvágs
Skúla.
Danski flokkurin er sam-
ansettr av børnum av rætti-
liga ymiskum uppruna. Ein
sonevndur »multietniskur«
flokkur. Og talan er um
fólk, sum komin eru úr
krígsherjaðum londum sum
Bosnia, Irak, Libanon og
Somalia. Tey eru fleiri av
fremmandum uppruna, enn
tey eru danir í danska
flokkinum, greiða sørving-
arnir frá.
Hetta hevur í ávísum før-
um givið børnunum nakað
at hugsa um, sigur Eyð
Niclasen og nevnir eitt
dømi, har ein genta í
danska flokkinum brádliga
var burtur og ikki kom
aftur.
Tað vísti seg, at mamman
hevði verið í gamla heim-
landinum við gentuni og
eftir sum siðurin var har
gift hana burtur. Tað er
greitt, at slíkt er nakað,
børnini leggja merki til og
eisini tosa um.
Hetta, at børnini í danska
flokkinum høvdu so ymisk-
an uppruna, hevði ikki sørt
av ávirkan á føroyingarnar,
áðrenn tey rættiliga komu
at kenna hesi fólkini, siga
tey í sjeynda flokki í Sør-
vágs Skúla. Summi vóru
eitt sindur í iva um, hvussu
hetta fór at spæla av, men tá
tey so fyrst vóru komin í
samband við tey, var alt
slíkt beinleiðis veruleika-
fjar hugsan.
– Eitt rættiliga gott dømi
um, hvussu umráðandi tað
er at møta fólki og læra tey
at kenna persónliga heldur
enn bara út frá slíkum tú
hoyrir og lesur, staðfestir
flokslærarin.
Hittast
Flokkarnir báðir hava hitst í
summar. Fyrst vóru donsku
børnini í Føroyum og vitj-
aðu, og síðan vóru sørvágs-
børnini í Aalborg.
Donsku børnini komu til
Føroya í mei mánað, og
báðir flokkarnir fóru bein-
anveg nakrar dagar til Nes-
víkar, har búð varð í Legu-
húsinum.
Eitt frálíkt høvi at sjóða
fólkini saman, soleiðis at
øll komu at kennast væl,
áðrenn farið varð til Sør-
vágs, har tey búðu privat.
Donsku børnini vistu ikki
so øgiliga nógv um Føroy-
ar, tá tey komu higar, siga
sørvágsbørnini. Men tann
kunnleikin var munandi
betri, tá tey fóru avstað
aftur.
Seinni í summar vóru
sørvágsbørnini so í Aalborg
og vitjaðu. Og tað var ein
góður túrur, láta tey at.
Danski flokkurin hevur í
ár skift flokslærara, og tað
ger so, at eitt sindur av stígi
er komið í sambandið beint
nú. Men tað skal ikki vera
leingi, siga tey í Sørvági. Tí
tey ætla sær at taka sam-
bandið uppaftur á sama
støði, sum áður hevur ver-
ið.
Men slept sambandinum
hava tey avgjørt ikki, siga
tey. Tað verður dúgliga
samskift umvegis SMS og
e-mail, sum eru lættir hætt-
ir at halda samband viðlíka.
Vilja kunna onnur
Tað er við stuðuli frá Nor-
røna Felagnum og Atlants-
flogi, at samstarvið við
danska skúlaflokkin er
vorðið gjørligt, greiðir Eyð
Niclasen, flokslærari hjá
sjeynda flokki í Sørvágs
Skúla, frá.
Tað er møguligt hjá
skúlaflokkum, sum ætla
sær at vitja aðrar flokkar í
Norðurlondum, at søkja
stuðul haðani, sigur hon.
Umsóknin skal vera latin
nakað skjótt. Einaferð í
november er seinasta freist
at søkja.
Tann stuðulin, tey fingu
frá Norrøna Felagnum sam-
an við stuðuli og vælvild
frá Atlantsflogi fíggjaði í
rættiliga stóran mun ferðina
hjá teimum, siga tey.
Men tað er krevjandi at
halda slíkt samband við-
líka, sigur flokslærarin. Tað
krevur rættiliga nógva tíð,
sum í stóran mun verður
brúkt uttan fyri vanliga
skúlatíð. Men tað er sera
mennandi bæði fyri næm-
ingar og lærarar at hittast
soleiðis, siga tey í sjeynda
flokki í Sørvágs Skúla.
Internetið knýtti vinabond
Tað eru teldurnar, sum hava bundið sjeynda flokk í Sørvágs Skúla saman við vinaflokkinum í Mellemvangskolen í Aalborg
Mynd: Jens Kristian Vang
Eyð Niclasen, sum er flokslærari hjá sjeynda flokki í Sørvágs Skúla, sigur, at tað er mennandi bæði fyri næmingar og lærara at
vitja fremmandar skúlaflokkar
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
9
8