leygardagur 11. oktober 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 193 - 11. oktober 2003
Nr. 193 - 11. oktober 2003
11
Ráðstevnan í Hetlandi um samstarv og havum-
hvørvið í Norðuratlantshavi er eitt gott dømi
um, hvussu neyðugt tað er, at londini kring
Norðuratlantshavið samstarva. Øll londini í
hesum økinum eru tengd at havinum og havsins
ríkidømi. Havsins ríkidømi fevnir um livandi
tilfeingi eins væl og ráðevni av ymsum sløgum
á botni og í undirgrundini.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at eitt politiskt sam-
starv tók seg upp millum tey trý londini í Út-
norði Grønland, Ísland og Føroyar. Hetta sam-
starv fer fram innan karmarnar hjá Útnorðurs-
ráðnum. Útnorðursráðið hevur støðugt í sínum
virksemi víst á týdningin av einum breiðum
samstarvi millum londini kring Norðurat-
lantshavið. Hetta virksemi tænir ráðnum til
heiðurs og ikki so heilt fá úrslit eru komin
burtur úr hesum virksemi ráðsins. Nú tykist
tað, sum eisini Norðurlandaráðið av álvara er
farið at sýna hesum samstarvinum áhuga. Hetta
sæst av, at Norðurlandaráðið var við til at skipa
fyri ráðstevnuni í Hetlandi herfyri, har lands-
stýrismaðurin í fiskivinnumálum og lands-
stýrismaðurin í norðurlandamálum tóku lut.
Hetta er ein sera positiv gongd. Føroyskir
politikkarar, ið hava stuðlað hesi gongd, eiga
rós fyri avrikið.
Landsstýrismaðurin
í
norðurlandamálum,
Høgni Hoydal, hevur í sambandi við ráðstevn-
una í Hetlandi luftað tankan um eitt norður-
atlantiskt fiskivinnusamstarv. Hann nevndi
OPEC sum fordømi. Hugskotið er áhugavert.
Verða Ísland og Noreg uttan fyri ES, so er av-
gerandi neyðugt at fiskivinnutjóðirnar sam-
starva heldur enn kappast. Fara hesi bæði lond
upp í ES, sum nóg bendir á, er ivasamt, um vit
her umleiðir sleppa at gera eitt fiski-OPEC. Og
Føroyar og Grønland eru í hesum føri í eini
heilt nýggjari støðu.
Í løtuni eru øll trý útnorðslondini uttanfyri, og
tað má tí ásannast, at tørvur er á samstarvi
kring veiði, framleiðslu og sølu. Hetta samstarv
skuldi so tryggja burðadygga veiði, hetta skuldi
loyst okkum úr haftinum sum rávørulevaran-
dørar til ES, og hetta samstarv skuldi tryggja
javnar prísir á okkara útflutingsvørum. Eitt sera
áhugavert hugskot, sum allir flokkar eiga at
umhugsa í álvara.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Neyðugt samstarv
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo
Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 225429
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
Undirritaði var av sjón-
varpinum spurdur, hvørt
tað var rætt av ávísum fe-
lagi at útgjalda sær sjálvum
vinningsbýti, árið eftir at
felagið hevði fingið eitt
sokallað rentu og avdráttar
frítt lán/stuðul frá tí al-
menna, undirritaði helt tað
verða skeivt atborið at út-
gjalda vinningsbýtið aftaná
stuðul frá tí almenna.
Hettar er skiparin á Artic
Viking eisini samdur við
mær í.
Undirritaði hevur ongar
ætlanir at leggja forðingar í
vegin fyri okkar rækjuflota,
undirritaði hevur í síðstu
tingsetu lagt uppskot fram
vegna Sambandsflokkin at
seta eina skjóttarbeiðandi
nevnd, sum skal koma við
uppskotum um loysnir og
karmar til henda flota.
Havi spurt meg fyri, men
arbeiði gongur seint, so tað
er ikki rætt at siga at Sam-
bandsflokkurin einki hevur
gjørt og roynur at gerða fyri
rækjuflotan, men Sam-
bandsflokkurin er ikki í
Samgongu, so vit kunnu av
góðum grundum bert vóna
at henda frágreiðing kemur
áðrenn ov seint er.
PS : eg eri valdur av parti
av fólkinum, so tá Sjón-
varpið spyr, haldi eg tað
verða rætt og rímiligt at
fólk kenna mína støðu hes-
um viðvíkjandi.
Ongar forðingar
Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Barsilsskipanin, ið sá dag-
sins ljós fyri fáum árum
síðan, hevur av sonnum
verið ein sólskinssøga í
mangar mátar. Ein stórt
framstig fyri at fremja
familjuvinarliga politikk og
ikki minst javnstøðu poli-
tikk.
Barsilsskipanin sum
arbeiðsmarknaðarmál
Men ein vansi hevur tó
verið. Barsilsskipanin átti
upprunaliga at verða skipað
sum eitt arbeiðsmarknaðar-
mál — eins og ALS. Men
so varð ikki. Í staðin varð
fíggjarliga ábyrgdin býtt
millum arbeiðsmarknað og
landskassa, og allar økingar
í útreiðslum síðan stovnan-
ina av skipanini eru álagdar
landskassanum.
Úrslitið er, at verða ongar
broytingar framdar verða
inntøkurnar til skipanina
frá pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum komandi ár
mettar at verða 29 mió. kr.,
meðan útreiðslurnar fara
uppum tær 70 mió. kr.
Í dag rindar landkassin
munin millum inngjaldið
frá arbeiðsmarknaðinum og
útgjaldið, men frá komandi
ári er ætlanin at umskipa
barsilsskipanina soleiðis, at
henda eins og ALS verður
fíggjað av pørtunum á ar-
beiðsmarknaðinum. Hetta
merkir m.a. at inntøkur og
útreiðslur skulu tillagast
hvør at øðrum.
Inngjaldið hækkar
Tá inntøkurnar av skipanini
skulu rindast av arbeiðs-
marknaðinum verður neyð-
ugt, at hækkað inngjaldið.
Hvussu nógv velst um
hvussu stórt útgjaldið skal
verða. Men verður talan um
at hækka inngjaldið eitt nú
úr 0,25% uppí 0,5%, gevur
hetta um 30 mió. meira í
inntøkum.
Havandi í huga at ALS
gjaldið er lækkað við 0,5%
í ár (lækkaði úr 1,25% í
0,5% og síðan hækkað til
0,75%), vil ein øking av
barsilssgjaldinum
við
0,25% helst ikki verða ein
ovurstór byrða fyri partar-
nir á arbeiðsmarknaðinum.
Velja millum 6 og 9 mdr.
Tá farast skal undir broyt-
ingar í skipanini, hevði tað
verið upplagt eisini at gjørt
nakrar betringar í barsils-
skipanini. Eitt nú at nýtt
høvið at givið foreldrum
valmøguleika
millum
styttri og longri tíðarskeið.
Ein møguleiki kundi verið,
at givið foreldrum møgu-
leika at velja millum 36
vikur (9 mdr.) við 80%
lønarendurgjaldi og 24
vikur (6 mdr.) við 100%
lønarendurgjaldi - sum nú.
Útgangsstøðið eigur at
verða 100% lønarendur-
gjald, men ynskja foreldur
eina aðra loysn hevði tað
verið gott um møguleiki
varð fyri hesum.
Foreldur skulu kunna
velja hvør er heima
Í dag kunnu foreldur frá 14.
viku eftir barnsburð velja,
hvørt mamman ella pápin
eru heima, og fáa lønarend-
urgjald frá barsilsskipanini.
Hetta frælsið eigur sjálv-
sagt ikki at verða skert —
um nakað so víðkað. Uttan
mun til um valt verður at
verða í barsilfrí í 6 ella 9
mdr. eigur tað at standa
foreldrum frítt at velja,
hvørt tað er mamman ella
pápin, ið eru heima hjá
barninum frá 14. viku eftir
barnsburð.
Møguligar avmarkingar
Skulu avmarkingar gerast
fyri at avmarka útgjaldið
kundi ein loysn verið at
lækka
lønarendurgjalds-
loftið á 35.000 kr. niður í
25.000 kr um mánaðan.
Somuleiðis kunnu treytir
verið settar fyri, at pápin
fær part av barsilstíðini hjá
mammuni.
Soleiðis
at
skilja, at í dag kunnu pápar
fara í barsilsfarloyvi við
fullari løn, hóast mamman
er heimagangandi og heima
hjá barninum. Hetta hevur
helst ikki verið upprunaliga
ætlanin við skipanini. Ætl-
anin er hinvegin at tryggja,
at eitt av foreldrunum kann
verða heima hjá barninum
uttan at missa lønarinntøku.
Tí kundu treytir verið
settar, ið tryggja at henda
meginreglan verður hildin.
Hetta eru treytir, ið m.a.
verða settar í nøkrum
barsilsskipanum í øðrum
norðurlondum.
Barsilsskipanin — ein
framhaldssøga
Nú arbeiðsmarknaðurin fær
fíggjarligu ábyrgdina av
skipanini,
fer
arbeiðs-
marknaðurin
somuleiðis
eisini at fáa størri ávirkan á,
hvussu skipanin verður
skipað í framtíðini. Hetta
tryggjar at uppgávan verður
loyst so nær brúkaranum
sum møguligt, og hetta
verður ein uppgáva, ið
partarnir á arbeiðsmarkn-
aðinum óivað fara at klára
minst líka gott — helst
betur - enn politikararnir.
Men hetta er somuleiðis ein
stór og týðandi ábyrgd, ið
skal lyftast á rætta hátt so-
leiðis at henda sólskinssøga
ikki verður ein stuttsøga -
men ein framhaldssøga.
Barsilsskipanin — ein sólskinssøga
VIÐMERKINGAR
Vilhelm Johannesen
Tað sum hevur eyðkent øll
fíggjarlógaruppskotini hesi
fimm árini, sum Karstin
Hansen úr tjóðveldisflokk-
inum hevur verið landsstýr-
ismaður í fíggjarmálum, er
smyrsl og smink so tað
stendur eftir.
Á útreiðslusíðuni hava
tølini á fleiri greinum og á
fleiri rakstrarstøðum verið
undirmett, við tí fyri eyga,
at fíggjarlógaruppskotini
skuldu sýna eitt hóskandi
stórt avlop, soleiðis at
landsstýrismaðurin, tjóð-
veldisflokkurin og sam-
gongan annars, kundu seta
sær ein fjøður í hattin.
Men tað sær als ikki so
gott út, sum landsstýrið og
samgongamn vilja gera tað
til. Veruleikin er nevniliga
ein heilt annar. Tá vit líta
aftur um bak, og taka
eykajáttanarlógirnar við,
síggja tey veruligu tølini
nógv øðrvísi út.
Tá gerst myndin meira
døpur. Hesi árini hevur
landsstýrið framlagt ikki
minni enn 20 uppskot til
eykajáttanarlógir. T. v. s. at í
miðal hava vit fingið fýra
eykajáttanarlógir um árið
hesi fimm árini borgarliga
fullveldissamgongan hevur
sitið. Samlaða útreiðslan á
hesum 20 eykajáttanarlóg-
unum hevur verið 635 mió.
kr. ella í miðal 127 mió. kr.
um árið.
Og fyri at sleppa undan tí
heilt stóra skrædlinum á
hesi fíggjarlógini, hava
landsstýrið og samgongan
funnið uppá tey hyggju-
ráðini, at selja almennar
bygningar og at tveita
kostnaðarmikil málsøkir út
til kommunurnar at umsita.
Skúlabarnaflutningurin er
eitt dømi, barnaforsorgin
og barnaheimið eru onnur
dømi. Í verandi fíggjarári
kostar Barnaforsorgin 32
mió. kr.
Samstundis, sum stórar
upphæddir verða tveittar
yvir
á
kommunurnar,
bólgnar almenna miðfyri-
sitingin, sum nú kostar um-
leið 140 mió. kr. Vit hava
níggju ráðstovur. Til sam-
metingar kann verða nevnt,
at í Japan har 120 mió. fólk
búgva, hava tey 13 ráð-
stovur og 13 ráðharrar. Al-
menn partafeløg, eitt nú
Føroya Tele, fær álagt at
útluta landskassanum 17
mió. kr. Alt fyri at fáa
endarnar at røkka saman.
Tað er beinleiðis látur-
ligt, tá vit so lesa í tí lítla
bóklinginum, hvat lands-
stýrismaðurin
sigur
í
sjálvum
innganginum.
Hann sigur: "Endamálið
við hesi frágreiðing er at
lýsa, hvussu landsstýris-
maðurin við fíggjarmálum
leggur búskaparpolitikkin
til rættis, undir teimum bú-
skaparligu fortreytum, sum
eru, og teimum stevnu-
miðum, sum samgongan er
samd um."
Um tilrættaleggingin hjá
landsstýrismanninum var
neyv og skilagóð, so skuldi
verið óneyðugt, bert eftir
fimm árum, at komið við
heilum 20 eykajáttanarlóg-
um við eini samlaðari út-
reiðslu á 635 mió. kr. Hetta
talar fyri seg og sigur okk-
um, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum als ikki legg-
ur nakran fíggjar- og bú-
skaparpolitikk til rættis.
Talan er heldur um vænt-
andi fíggjar- og búskapar-
politikk.
Í lítla bóklinginum "Frá-
greiðing Fíggjarlógarupp-
skotið 2004" sigur lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um m. a.: "Í 2004 verða
sparingar framdar við at
tillaga landsumsitingina, og
við at gera neyðugar dag-
føringar
og
tiltrongdar
broytingar í lógarbundnu
útreiðslunum, soleiðis at
tær støðugt verða tillagaðar
føroyskum viðurskiftum."
Hyggja vit so nærri eftir,
hvørjar hesar sparingar og
tillagingar eru, so síggja
vit, at landsumsitingin, sum
á fíggjarlógini fyri 2003
fekk 138 mió. kr., eftir
uppskotinum fyri 2004 skal
hava 136 mió. kr. Heilar 2
mió. kr. á muni ella ein
sparing á 2 mió. kr. Tað er
ikki eiti á sparingar og til-
lagingar.
Tá vit fyri einum ári
síðani viðgjørdu uppskotið
til fíggjarlóg fyri 2003,
roknaðu landsstýrið og
samgongan við, at fíggjar-
lógin skuldi sýna eitt avlop
á 92,3 mió. kr., eftir at
rentur og avdráttir av lánin-
um í danska ríkiskassanum
vóru goldin. Umboðini fyri
andstøðuna mæltu ímóti og
roknaðu við einum halli.
Nú um dagarnar lesa vit í
bløðunum, at árið 2003
roynist munandi verri enn
samgongan
samtykti.
Ístaðin fyri eitt avlop á 92,3
mió. kr. eftir avdráttir,
verður nú roknað við einum
halli á 91 mió. kr. Sama
blað veit at siga, at gjald-
førishallið verður fíggjað
av landsbankanum. Tað
stutta av tí langa er, at and-
støðan fekk rætt, og ein
annar spurningur er so,
hvussu støðan hjá lands-
bankanum verður í framtíð-
ini.
Lat meg so leggja aftrat,
at hesi fimm árini hjá sit-
andi samgongu, er játtanin
til landsumsitingina hækk-
að úr 53,8 mió. kr. upp í
136 mió. kr. Í hesum sam-
bandi skal eg nevna, at vit í
hesum tíðarskeiði hava
fingið eitt nýtt aðalráð, sum
í høvuðsheitum umsitur
oljumál. Og tað er ikki
nógv mikið við tí, vit hava
eisini fingið eina kolvetn-
isskattafyrisiting.
Tvey
onnur ráð hava vit eisini
fingið. Almanna- og heilsu-
málaráðið fór í tvey og
sjálvstýrisfyrisitingin kom
aftrat. Og hvat hendir har?
Svarið er púrt onki.
Oljumálaráðið kostar 10
mió.
kr.
Løgmálaráðið
kostar 8,7, Familju og
Heilsumála-ráðið millum
10 og 11 mió. kr. Vit eru
helst einasta land í øllum
heiminum, sum hevur eitt
oljumálaráð, landsstýris-
mann í oljumálum og kol-
vetnisskattafyrisiting, uttan
nakra olju. Danir pumpaðu
olju upp úr undirgrundini í
eini 10 ár, áðrenn teir
skipaðu eitt oljumálaráð og
tilnevndu ráðharra í orku-
og umhvørvismálum.
Eg veit ikki hvussu eg
skal málbera meg. Vit hava
oljumálaráð og landsstýris-
mann í oljumálum, men
onga olju; eg sigi bara "fínt
skal tað vera" og dýrt
gjørdist gamla sjálvstýris-
klípið, sum heldur illa lag-
aða borgarliga fullveldis-
garðinum uppi. Eisini hava
vit eitt málsøki, ið eitur
lógarmál, men økini, sum
skuldu ligið undir tí ráð-
num, eru donsk burtur av.
Eg hugsi um løgreglumál
og dómsvaldið.
Í lítla bóklinginum, eg
sipaði til fyri løtu síðani,
sigur landsstýrismaðurin
eisini: "Høvuðsraðfesting-
arnar í fíggjarlógaruppskot-
inum 2004 eru omanfyri 40
mió. kr." Eg veit ikki hvat
landsstýrismaðurin sipar
til. Og víðari sigur hann:
"Høvuðsraðfest-ingarnar
eru: * Heilsuøkið, *Al-
mannaøkið og * Undirvís-
ingarøkið.
Í sjálvum uppskotinum
til fíggjarlóg er raðfestingin
fyrst Almannaøkið, síðani
Heilsuøkið og so útbúgv-
ingarøkið. Men hetta er als
ikki nakað nýtt. Við und-
antak av nøkrum árum, tá
minstuløn og annar stuðul
til fiskivinnuna, var millum
tær størstu játtaninar á
fíggjarlógini, hevur raðfest-
ingin altíð verið 1) Al-
mannamál, 2) Heilsumál og
3) Útbúgvingarøkið. Her
hava allar samgongur og
allir flokkar verið samdir
um raðfestingina.
Í almennu viðmerking-
unum til uppskotið til
fíggjarlóg fyri 2002 segði
landsstýrismaðurin m. a.:
"Tá ið arbeiðið við búskap-
argrunninum er liðugt, og
hann verður settur á stovn,
verður broytingaruppskot
til fíggjarlógina lagt fyri
løgtingið". Og víðari segði
landsstýrismaðurin:
"Ein upphædd svarandi
til árligu heildarveitingina
verður hereftir flutt í bú-
skapargrunnin." Hasi vóru
orðini hjá landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum fyri
tveimum árum síðani. Men
vit hava hvørki hoyrt orð
ella eið aftur um hendan
búskapargrunnin.
Eg
spurdi um hetta fyri einum
ári síðani og loyvi mær at
endurtaka spurningin nú.
Eg loyvi mær at spyrja
landsstýrismannin í fíggjar-
málum, um tað verður ar-
beitt við spurninginum um
at skipa ein búskapargrunn
ella ikki, og um svarið er
játtandi, er mín næsti
spurningur, hvussu langt er
hetta arbeiði komið. Um
svarið er noktandi, vil eg
spyrja landsstýrismannin,
um samgongan endaliga
hevur slept ætlanini um at
stovna ein búskapargrunn.
Samstundis kundi eg hugs-
að mær at spurt eftir skiftis-
grunninum, sum løgmaður
hevur tosað so nógv um.
Høvuðstøl
Uttan at fara niður í smá-
lutir skal eg loyva mær at
nevna nøkur høvuðstøl í
fíggjarlógaruppskotinum.
Samlaðu inntøkurnar verða
mettar til 3 mia. 572 mió.
kr. Samlaðu rakstrarút-
reiðslurnar verða mettar til
3 mia. 182 mió. kr. Íløg-
urnar eru settar til 247 mió.
kr. og rentuútreiðslurnar til
41 mió. kr.
Fyri tveimum árum síð-
ani
skerdi
samgongan
heildarveitingina við 366
mió. kr. Tað vil siga at inn-
tøkusíðan kundi verið tær
366 mió. kr. og dýrtíðar-
reguleringina hægri. Hetta
skal eg venda aftur til
seinni.
Tá vit viðgjørdu upp-
skotið til fíggjarlóg fyri
2003, segði eg, at inntøkur-
nar vóru settar ov høgt, og
at fleiri tøl á útreiðslusíðuni
vóru undirmett. Og nú
gongur sjón fyri søgn.
Á framløgdum uppskoti
til eykajáttanarløgtingslóg
fyri september 2003, verða
inntøkurnar á grein 20, sum
eru rentuinntøkur av inni-
standandi, vanligur lands-
skattur, partafelagsskattur
og skrásetingargjald lækk-
aðar við tilsamans 104,7
mió. kr.
Hetta verður gjørt sam-
bært dagførdari meting av
inntøkum landsins, verður
sagt í viðmerkingunum,
men hetta segði framsøgu-
maður
javnaðarfloksins
longu fyri einum ári síðani.
Við eykajáttanarlógum og
fíggjarnevndarskjølum er
útreiðslusíðan hækkað við
78 mió. kr.
Hetta vil við øðrum orð-
um siga, at landsstýrismað-
urin í fíggjarmálum, restin
av landsstýrinum og sam-
gonguflokkarnir á tingi,
vóru heilar 183 mió. kr. við
síðuna av, tá uppskotið til
fíggjarlóg fyri 2003 varð
viðgjørt og samtykt.
Eg kann ikki lata vera við
at venda aftur til orðini í tí
lítla
bóklinginum,
har
landsstýrismaðurin sigur, at
endamálið við frágreiðing-
ini er at lýsa, hvussu lands-
stýrismaðurin við fíggjar-
málum leggur fíggjar- og
búskaparpolitikkin
til
rættis.
Kunnu vit kalla tað til-
rættalegging, tá vit bert í
einum fíggjarári eru heilar
183 mió. kr. við síðuna av
teim veruligu tølunum?
Nei, hetta ber boð um ein
skilaleysan "sum best ber
til politikk", har ikki verður
hugt fram um nøsina.
Og eg eri sannførdur um,
at tølini á framlagda upp-
skotinum til fíggjarlóg fyri
2004, heldur ikki fara at
halda. Í hesum sambandi
skal eg bert nevna eitt øki
og tað er heilsuøkið. Eg
rokni við at bara játtanin til
hetta øki er undirmett við
umleið 20 mió. kr.
Heldur ikki er hædd tikin
fyri, at lønirnar hjá al-
mennum starvsfólkum fara
at hækka. Hesar hækka við
2,9 prosentum 1. oktober í
ár og aftur við 2,9 pro-
sentum 1. oktober næsta ár.
Haraftrat hækkar inn-
gjaldið hjá tí almenna í
eftirlønargrunnin hjá al-
mennu starvsfólkunum við
1 prosenti l. oktober í ár og
aftur 1. oktober næsta ár.
Haraftrat verður arbeiðstíð-
in stytt. Á fíggjarlógar-
uppskotinum er hædd ikki
tikin fyri hesum meirút-
reiðslum og runt roknað
snýr hetta seg um 100 mió.
kr.
Eftir uppskotinum verður
játtanin til inntøkutrygd hjá
fiskimonnum skerd mun-
andi. Roknskapartølini fyri
2002 sýna eina nýtslu á
22,9 mió. kr. Í ár er játtanin
20 mió. kr., men á upp-
skotinum fyri 2004, verður
mælt til bert at játta 16 mió.
kr. Ein skerjing á 7 mió. kr.
í mun til nýtsluna í 2002.
Eftir ynski frá landsstýr-
inum og samgonguni, varð
heildarveitingin úr danska
ríkiskassanum skerd við
366 mió. kr. og um enda-
málið við hesum varð sagt,
at vit skuldu hava ein sjálv-
berandi føroyskan búskap;
tí skuldi heildarveitingin
stigvíst fáast av vegnum.
Men nú táttar í. Nú er vandi
fyri halli og fyri einum
skjótt vaksandi halli á før-
oysku fíggjarlógini.
Hvat er so til ráða at
taka? Jú, landsstýrið og
samgongan fara eftir teim
ungu, sum hava sett búgv
ella fara at seta búgv, og
eftir børnunum. Hetta verð-
ur gjørt við at lækka stuðul-
in til rentuútreiðslur av set-
húsalánum niður í 37
prosent, og við at leggja
hægri gjald á sodavatn og
annað góðgæti, sum børn í
Føroyum eins og børn í
øðrum londum nýta sín
lummapening til.
Tey, sum hava sett búgv
ella fara at seta búgv, høvdu
roknað við, at stuðulin til
rentuútreiðslur
ongantíð
skuldi lækka meira enn
niður í 40 prosent. Men nú
fingu tey annað at síggja.
Nú verður munandi verri
hjá hesum fólkum at fáa
fíggjarligu
endarnar
at
røkka saman. Tey skulu nú,
saman
við
børnunum,
endurgjalda landskassanum
ta skerdu heildarveitingina
úr danska ríkiskassanum.
Um endamálið við hækk-
aða gjaldinum á sodavatni
og góðgæti, hevur lands-
stýrismaðurin sagt, at hetta
verður ikki gjørt fyri at
útvega
landskassanum
meira pening, men fyri at
verja tennirnar hjá børnun-
um.
Eg kom at hugsa um eina
skemtiliga søgu. Tað var
ein smádrongur, ið bað
pápa sín um pening at
keypa lakreds fyri. Tosa
ikki altíð um pening, segði
pápin, men drongurin var
skjótur at svara og segði: eg
tosi ikki um pening. Eg tosi
um lakreds.
Um barnastuðul stendur
annars í fíggjarlógarupp-
skotinum, at í sambandi við
at nýggj løgtingslóg um
barnaforsorg (Uppskot um
løgtingslóg
um
Barna-
vernd) verður løgd fyri løg-
tingið og økið skal fíggjast
av kommununum, verður
ongin peningur settur av á
hesi konto.
Nú verður tosað um sama
mál við fleiri tungum. Fyrr
hava vit hoyrt, at tá økir
verða løgd út til kommun-
urnar at umsita, so skal
peningur úr landskassanum
fylgja við, men her hevur
pípan nú fingið eitt annað
ljóð.
Talsfólk fyri fullveldis-
flokkarnar, hava ofta lyndi
til at skíra heildarveitingina
úr danska ríkiskassanum
fyri eina olmussu, sum
forðar fyri einum sjálv-
berandi føroyskum bú-
skapi.
Sjálvur havi eg skift orð
við danskar politikkarar um
hendan
spurning.
Teir
síggja ikki heildarveiting-
Fíggjarlóg 2004
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
11
10