Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 13 tórbjørn jacobsen løgtingsmaður Tað er einki nýtt undir sólini. José Marti, kendur karibiskur yrkjari og fræl- sisstríðsmaður í stríðnum móti spanskari kolonial- ismu í Kuba í 19´ øld sigur einastaðni: "Ein rættur maður hyggur ikki eftir hvarið hann nú einaferð kann liva sum best, men hvarið skylda hansara ligg- ur. Og hin veruliga prakt- iski maðurin er hann hvørs dreymar ídag, eru vorðnir lógir ímorgin. Tey, ið hava skeitt eftir søgunnar gongd og hava staðfest hvussu menniskja ígjøgnum ár- hundraðir hevur stríðst og barst fyri sínum rættindum vita sjálvandi at framtíðin, uttan undantak, liggur harið skyldan liggur." Og skyldan hjá føroysk- um sjálvstýrismonnum er at laga eitt dygt klípið uppí føroyska statsvarðan hvønn einasta Guðs skapta dag. Tjóðarbyggingin er hálvt- annaðhundrað ára gomul. Og 1998 má sigast at vera hvarvið harið hon av álvara kom inn í sína endaligu politisku fasu. Dyggari og veikari, tað má so verða tá ið út við helmingurin av litraðnum hugsar og ber seg at sum politiskir miðaldar- fossilar. Men eingin fær steðgað gongdini, søguligi djúphavsstreymurin er ov tráður og máttmikil. Tí ræður um at fyrireika seg væl framat tí degi táið repu- blikkin er ein veruleiki. Fólkið hevur givið sit- andi samgongu vald og mandatið til at leggja til rættis hesa búning. Politisk landnám eru ein partur av hesum, og tað frættist, at virkað verður í løtuni við eini yvirtøkulóg, sum fólk- ið eftirhondini er farið at leingjast eftir. Kanska løg- maður ella varaløgmaður, ella báðir, kundu greitt tinginum frá hvarið málið liggur og hvørið substans- urin ætlast at verða í hesi lóg. Gongur hon framí loysingina ella er ætlanin bara at høsnast framhald- andi, innanvert heima- stýrisstikið, hetta valskeið- ið á tamb? Búskapur og fíggjarstýring er ein partur av viðførinum á hesi slóð. Og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur so sanniliga ikki ligið á latu síðuni hesar seinastu mán- aðirnar. Hugsaði um hetta mána- kvøldið í einum kykmynda- skála í Keypmannahavn harið filmurin El Comman- dante rann eftir tjaldinum. Oliver Stone spyr Fidel Castro hví hann ongantíð barberar sær? Og hann svaraði skemtandi og prompte: "Havi ikki havt stundir til tess, havi eisini roknað út, at um eg hevði havt brúkt eitt korter um dagin til at raka mær í hesi 44 árini, eg havi sitið við valdinum, so høvdu góðir fimm hundrað arbeiðsdag- ar verið farnir fyri einki, og tá ið eg ongantíð havi havt stundir til at at tikið mær av løttum og ongantíð havi nakra frítíð, so skilir tú at hetta als hevði ikki borið til." Karsten Hansen hevur harafturímóti verið úti við rakiknívinum, hevur bar- berað sum frægast, nú inn- løgurnar gjørdust ódrúgv- ari, fyri eina tíð, og tað er ikki ov nógv sagt, at hann er bara komin væl frá upp- gávuni. Lat seg ikki taka av fótum, og stendur við hes- um uppskotinum á tryggari grund. Við einum yvirskot- ið og eini skilagóðari um- legging av skuldini til danska ríkiskassan. Vón- andi eitt dygt átak fram- ímóti endaligu uppgerðini um ríkisveitingina, sum er meginforðingin ávegis til fulla politiska frælsi før- oyinga. Og sum er tilveru- grundarlagið hjá polit- iskum miðaldarfossilum í Føroyum og hjá ríkis- kolonialistunum í Keyp- mannahavn. Tað var greitt, longu undir fíggjarlógarviðgerð- ini í fjør, at samfelagsbú- skapurin var komin í eina niðurgongu. Rep máttu takast í seglini. Og tað tykist sum meiri álvari nú er í politisku skipanini, soleiðis at teringur verður settur eftir neringi. Tað ber uppskotið ið hvussu er brá av. Røddir, eitt nú úr Bú- skaparráðnum, hava fyrr í ár verið frammi við tí hugs- an, at ongin vandi var við eini hallgevandi fíggjarlóg. Tað kann tað vera nakað um. Tað valdast umstøður- nar. Og sum so er hetta ikki nøkur nýuppfunnin fatan av skilagóðum búskapar- politikki. Leitast skal heilt aftur til John Maynard Keynes og hansara ástøði General Theory of Employment, Interest end Money frá 1936, sum koppaði og ikki minst skak- aði, allari búskaparvísind, ið fram til tá hevði verið ráðandi í framkomna heim- inum. Aðrir tóku ástøðina til sín, og teir mest kendu munna vera William Beveridge og sviin Gunnar Myrdal. Aðaltátturin var, at samfelagið, staturin, skuldi taka broddin av sveiggjun- um í niðurgangandi kon- junkturum, ella kreppum, við at økja um eftirspurn- ingin, hóast hetta í ringasta føri kundi hava við sær, at hall á fíggjarlógini gjørdist ein partur av hesum átaki. Helt samfelagið hjólunum gangandi á henda hátt, í fíggjarliga strongdum tíð- um, kom peningurin inn- aftur av øktari framleiðslu og meira virkni úti í sam- felagsins kyknum, serliga um samfelagsins tilfeingið varð javnað ímillum fólkið - ið sjávandi hevði økta nýtslu við sær. Hóast vit hava verið inni í eini niðurgongd í dastið av einum ári, so ber illa til at tosa um nakra kreppu. Ar- beiðsloysið er at kalla einki, og longu nú eru tekin um, at gongdin er batnandi aftur - yvirhøvur. Fleiri alibrúk framleiða nú aftur við yvirskoti, rækjuprísurin kvinkar uppeftir og menn eru ikki heilt so svart- skygdir um upsan, sum teir hava verið. Harvið eru áneyðirnar fyri innspræn- ingum og stimulansi frá almennari síðu ikki serliga stórar, sum støðan er í løtuni. Harafturat eigur ein sjálvstýrissamgonga at virka eftir tí veruleika, at í fíggjarlógaruppskotinum er eitt de facto undirskot á 615,5 milliónir krónur. Imperialistiska eitrið, ið má og skal lagast niður við uppgongdini sum kemur og við skynsomum og sparn- um fíggjarpolitikki. Og ikki minst við einum meira offensivum vinnupolitikki, sum lyftir seg uppum og útum natúrligu tilfeingis- vinnunar. Ein skilagóð umskiping av ognarviður- skiftunum er eisini brá- neyðug, hetta sum liður í ætlan at gera samfelagið meira smiðligt, rationelt og sjálvberandi. Ætlanin um búskapargrunn, sum nú er frammi aftur, er ein skilagóð loysn í so máta, ein framtíðar stabilisatorur í teimum frælsu Føroyum. Funnist verður dagliga at politisku skipanini og kanska serliga samgonguni, sum nú situr. Tað vil so vera. Men líta vit aftureftir, við bara so rímiliga ob- jektivum glaseygum, so ber illani til at siga annað enn tað, at nógv er broytt til tað betra hesi seinastu árini. Ikki minst vatntætta skott- inum millum vinnulívið og landskassan fyri at takka. Var hetta ein fíggjarlóg í áttati árunum, tá ið bland- ingsbúskapurin livdi sítt sáliga og søta lív, og høv- uðsvinnan seyp eina milli- ard úr felagskassanum um árið, hvussu skuldu polit- isku raðfestingarnar tá verið? Tær somu, ja, so høvdu áneyðir verið at fari út lánimarknaðinum eftir undirskotinum og drátturin fram ímóti eini nýggjari meginkreppu var aftur mentur. Ístaðin gongur leiðin nú framímóti sjalv- berandi búskapi, sjálv- bjargni og politiskum frælsi. Andstøðan sjálv er nú eisini farin at ivast í sær sjálvari sum andstøðu. Ákærir samgonguna fyri at vera bæði samgonga og andstøða, og formaður javnaðarfloksins hevur al- ment kært seg um, at eingin tímir at lurta eftir honum longur, tíansheldur at nakar fjølmiðil gevur nøkrum gætur sum hann og and- støðan royna at varpa fram í ljósið. Sum frá líður keð- ast fólk kanska av mjarri og gemenum grenji. Og lítið konstruktivum virkni á politiska leikpallinum. Og at vænta, at teir fýra sam- gonguflokkarnir partú skula vera samdir í einum og øllum, tað er ið so nógv at krevja. So ymiskir teir eru. Men harfyri eru teir í høvuðsheitum vorðnir samdir um hetta fíggjar- lógaruppskotið og eisini um at gera raðfestingar á samfelagsins meginøkjum, botnurin undir framtíðar- samfelagnum, á heilsu, - almanna, - undirvísingar, - & mentanarøkinum. Hartil hava løgur í undirstøðu- kervið fingið eitt rættiligt spark í afturpartin hesi seinastu árini - ikki minst í hesum uppskotinum. Alfred Hitchcook var einaferð steðgaður í toll- avgreiðsluni í Heathtrow floghavnini í London. Mað- urin í tútahúgvuni, sum ikki kendist við hann, spurdi hvørið hann var og hvat ið hann tókst við dagligani? Alfred vísti honum eyð- kenniskortið. Alfred Hitch- cook, producer. Ná, hvat produsera tygum so? Gásarhold, svaraði hin kendi filmsmaðurin so sarkastiskt. Í stóran mun mundi tað eisini vera leikluturin hjá fíggjarnevndini í fjørheyst. Soleiðis sum útlitini longu tá vóru, var neyðugt at fara inn á konto fyri konto fyri at finna hvørt oyra sum kundi sparast burtur. Og tað vóru tey, ið vóru illa herjaði av gásarholdi hesa tíðina, eisini samgongumenn, men holdið mundi tó slætna tann dagin fyri jól, tá ið 30 ting- menn atkvøddu fíggjar- lógina ígjøgnum. Og í ár hava fyrireikingarnar verið so mikið dyggar, at óneyðugt skuldi verið at farið so rívan til verka aftur. Tó, okkurt nosið man fara at taka seg upp í tíðini hiðani og til jóla. Tað man fáur ivast í. Hann savnaði Kina, men man nú vera mest kendur sum ein hin mest grimdar- hugaði tyrannur, ið hevur livað. Mao Tse-Tung, sáli og fyrrverandi formaður kinverska kommunista- floksins. Í lítlu reyðu bókini sigur hann í einari strofu, at flestu menniskju eru sum eiturkoppurin, ið endaði á botni í súr- hoyggjabrunninum og var sannførdur um, at tað var allur heimurin sum sást upp ígjøgnum kjaftin á brunn- inum. Tey vísu mega duga at skyna á, at hetta er bara ein evarska lítil partur av alheiminum. Hetta verið sagt fyri at ávarða ímóti ov nógvum snævurskygni og ov strammum lokalum gamasjubrókum nú tá ið fíggjarlógarviðgerðin av álvara fer av bakkastokki. Eingin skal ivast í, at allir samgongumenn mega stuðla uppundir balansu- gongdina, soleiðis at upp- skotið ber ígjøgnum, bara soleiðis eru Føroyar fram- haldandi á fullveldiskós, føroyskir sjálvstýrismenn spelandi undan íhaldinum og kolonikallunum í ríkis- borgini við Oyrasund. Framtíðin liggur harið skyldan liggur. Dreymarnir ídag eru lógarverk ímorgin. Sjálvstýris- & samgongu- menn eiga skyldina, dreym- arnar og harvið framtíðina. Sum, um tú vil tað ella ikki, er republikkin Føroyar. Hann ið ikki hevur fata hetta, heldur bara fram við at spadsera aftur og fram eftir banjaranum í súr- hoyggjabrunninum, eins og eiturkoppurin hjá Mao for- manni. Framtíðin liggur har ið skyldan liggur! VIÐMERKINGAR arnar úr ríkiskassanum til ávikavist Føroyar og Grøn- land, sum nakra olmussu- gávu; teir siga tvørtur ímóti, at endamálið við heildarveitingunum er, at tryggja sama livifót í øllum pørtum av ríkinum. Talan er sostatt um eina samhaldsfasta ella solidar- iska skipan í einum ríkis- felagsskapi. Talan er um eina útjavningarskipan. Sjálvberandi búskapur Sjálvandi vil javnaðar- flokkurin hava ein sjálvber- andi føroyskan búskap. Tað er og verður altíð okkara endamál og okkara stavn- hald, men tíðin var ikki komin til tess, at vit kundu skerja heildarveitingina við 366 mió. kr. Taka vit fyrst almanna- og heilsuøkið, so er stórur tørvur á íløgum, bæði tá talan er um almannaverkið og heilsuverkið. Eg kann nevna íløgur í ellis- og røktarheim, í eldra sambýl- ir, í eldra bústaðir, umframt størri játtan til heimarøkt- ina. Heilsuverkið hevur tørv á størri játtan, bæði til íløgur, viðlíkahald og rakst- ur. Løgtingsins fíggjarnevnd hevur vitja á sjúkrahúsinum seinastu árini og við egnum eygum hava fíggjarnevnd- arlimirnir sæð tann stóra tørvin á játtanum, bæði til viðlíkahald og til íløgur. Eisini kann eg nevna tørvin á at byggja íbúðir til sálar- sjúk og til menningartarn- að. Somuleiðis tørvin á at byggja eldraíbúðir, vardar íbúðir og røktarheim. À samferðsluøkinum er eisin stórur tørvur á íløgum. Eitt samfelag, sum ikki megnar at røkja grund- leggjandi tænastur til borg- arnar, hevur ikki ráð at frásiga sær inntøkur, sum í hesum førinum 366 mió. kr. um árið. Eg skal enda við somu orðum, sum eg endaði framsøgurøðuna við fyri einum ári síðani. Tá segði eg, at hóast framlagda fíggjarlógaruppskotið, eftir okkara tykki hevði nógv og álvarsom brek, so vildi javnaðarflokkurin kortini bjóða til eitt breitt og dygd- argott samstarv í fíggjar- nevndini. Endamálið við teirri út- rættu hondini frá javn- aðarflokkinum var, at vit skuldu bøta um brekini í framlagda uppskotinum, soleiðis at vit aftaná við- gerðina í fíggjarnevndini kundu fáa eina fíggjarlóg fyri komandi fíggjarár, sum kundi verða føroyska sam- felagnum og øllum fólkin- um til størst møguligt gagn. Hetta tilboðið seta vit eisini fram í ár. Landið skal hava eina fíggjarlóg, og ábyrgdarfullur, sum javn- aðarflokkurin altíð er, vil hann sjálvandi samstarva við allar flokkar um hetta álvarsama, sera stóra og týdningarmikla mál. Framhald av síðu 11 Dálkaðir ella gedignir føroyingar VIÐMERKINGAR Virgar T. Dalsgaard føroyskur útiseti Verið nú ikki fyri! Haldið tykkum nú øll føst! Varið tykkum, serliga øll ófør- oysk ella órein element! Tí nú, beint nú skal tað avgerast, hvør ið er jurid- iskt reinur føroyingur, pro- klamerar varaløgmaður, harra Høgni Hoydal í bom- bastiskum orðalagi í bløð- unum seinasta hósdag. Higartil hava vit aðrir, satt at siga hildið, at tað mest hevur verið hansara egna privata og grammat- iska problem! Men nei, nú fáa vit at vita, at tað er hetta, sum nívir alt okkara fólk og forpestar gerandis- dagin, uttan at fólkið veit av tí, og teir pannurukkandi og djúpt disputerandi grundlógar-smiðirnir eru fólkarættsliga bekymraðir um, hvussu man effektivt skal sortera føroyingar frá restini av mannaættini, og serstakliga frá dønum. Tí bara ektaðir, fullblóðs og rættstemplaðir lands- menn kunnu vænta sær nøkur borgararættindi í eini komandi heilstoyptari før- oyskari republikk. Sostatt er tað at vera føroyingur nú reduserað til ein defini- tiónsspurning, og tað hevur ikki nakað við mentan og siðmenning at gera longur. Men tann endaliga loysnin er hárfínt problematisk, og eksakta definitiónin er subtil og kundi ætlandi giv- ið einum dusini av jura- heysum arbeiði til eina hálva øld. Neyðugt hevur tí eisini verið at leita sær ser- køna uttanlands hjálp. Etnisk viðurskifti eru trupul at definera, tí átti heimastýrislógin aldri at gjørt tað, men nú vilja menn gera sama feilin um- aftur – tað skal definerast! HVÍ 1 - At definera ein føroying er ikki hvønn- mansføri, serliga ikki, um vit skulu fáa allar loysing- armenninar upp í leypin. T.d. er eitt geografiskt kriterium heilt óbrúkiligt, tí so koma bæði varaløgmað- ur og meginparturin av hansara familju í vanda og falla heilt uttanfyri, tí tey flestu av teimum eru donsk og uppvaksin í útlegd – sjálvur er varaHøgni føddur í Danmark og uppaldur í einum donskum Mao- barnagarði. Eitt málsligt kriterium dugir heldur ikki, tí um vit skuldu farið og eksaminer- að fólk til borgararættindi, so høvdu hópin av odda- monnunum í loysingar- rørsluni dumpað, tí teir málbera seg so illa á føroyskum, og nógvir, eitt nú varaløgmaður, hava ongantíð fingið bendingar- hylling á hvørki hvørjum- ella hvønnfalli. Eitt ekstremt tekstil kriterium hevði kanska verið vert at umhugsað, so sum uniformering í koti ella føroyskum búna – hetta hevði havt tann fyrimun, at man slapp av við nógvar javnaðarmenn, sum hvørki krógva seg í koti ella eru andliga skøddir í húðar- skóm. Fyri góðum tveimum ár- um síðani var varaHøgni við fleiri disiplum yvir í Reykjavík og forhoyrdi seg um sín uppruna og natio- nala identitet! – Hetta var sjálvt hjá íslendingum tor- før diagnosa at stilla, men minnist meg rætt, haldi eg, at ein íslendskur professari aftaná gjølliga og nágreini- liga kliniska kanning kom til tað úrslit, at Høgni H. allarhelst var føroyingur, men hann kundi vist ikki garantera nakað, – ikki eitt hundrað prosent, ið hvussu so er! Men sjálvur var Høgni H. bæði errin og ovurfegin, og tá ið hann kom heim aftur úr Íslandi, trúttaði hann inn í eyguni á bæði Jóannesi Eidesgaard og tí forundraðu donsku stjórnini, at hann var super- føroyingur! Tað var ikki bara Jóannes Eidesgaard, sum sá skeptiskur út! Fólk yvirhøvur vóru ovfarin, málleys og stórbilsin! Hetta var ein so grotesk og parodisk operetta, at sjálvt ortodoksir tjóðveldis- menn skammaðu seg yvir sín fjákuta floksførara. Slík ábyrgdarleys og studentikos orðaklúgving, trætan ella møsn hjá ó- royndum politiskum kannustoyparum og grunn- um amatørum í politiska handverkinum var og verð- ur ørkisleysur heilafimleik- ur fyri triðja-rangs juristar, – fyri onnur er tað tíðs spilla, tí fyri matematiskt- og logiskthugsandi ella vaksin fólk er tað sjálvandi ógjørligt at definera ein føroying sum eitt juridiskt fyribrigdi, og tað skal heldur ikki gerast – tí tað er og verður ein etniskur spurningur. Søgulig Holberg-analogi Annars frætti eg í gjár frá einum skyldmanni, at sjón- leiksbólkur í Havn er við at brynja seg til at spæla skemtiliga Holberg-leikin Erasmus Montanus um stutta tíð. Tað má sigast at vera sera aktuelt – haðani kunnu grundlógar-stoypar- ar heimta sær nógva in- spiratión! Tí í hesum sjón- leiki síggja vit besta dømið um ein studentikosan fan- tast, sum er so bitin av at disputera og klúgva orð, at hann nærmast hevur kvett og kvittað við allan veru- leika rundan um seg. Hann resonnerar í sonevndum syllogismum (trí-býtt, og trílinjað resonnement heilt frá Aristotelessar tíð við tveimum premissum og síðani konklusión). Fyri at nevna eitt dømi, eg ørminnist frá Erasmusi, so forskrekkir hesin bann- setti letingi mammu sína við fylgjandi syllogismu: En sten kan ikke flyve. Morlille kan ikke flyve. Ergo er morlille en sten. Men tá ið mamman, sum ikki er universitetsútbúgvin akademikari, fer at gráta, bjargar Erasmus henni næstan alt fyri eitt við fylgjandi drepandi syllog- ismu: En sten kan ikke tale. Morlille kan tale. Ergo er morlille ikki en sten Loyva vit okkum eina lítla analogi til føroysku grundlógar-naggatódnina, har ovurlærdir esoteriskir menn sita í sveittabroti og definera, meðan teir elta sínar yvirbelastaðu heila- cellur við hvørjum juridisk um stavilsi og hvørjum kúgvandi komma, sum skal vigast og umhugsast, áðrenn tað kann koyrast í tað lidna grundlógar-deigg ið, ja, so er tað nærliggjandi og av evsta republikanska týdningi, at vit royna at assistera heila-trustin við fylgjandi serføroyskum syl- logismum, sum kanska kundu sloppið tí illa sperdu grundlógar-manningini úr kriterii-kreppuni. Ein dani dugir ikki at benda Harra Høgni H. dugir ikki at benda Ergo er harra Høgni H. avgjørt dani. Men bíða nú – tað er eingin grund til at kúra, eingin orsøk til tjóðveldis- grát ella tannagrísl enn – tí beint oman á hetta illa- vorðna filologiska argu- mentið kemur tann evsta føroyska intelligens-reserv- an til hjálpar við rótfør- oyskum kirkjubíggjar- logikki. Ein dani tímir ikki at ganga í koti. Harra Høgni H. spákar dúgliga í koti. Ergo er harra Høgni H. yvirhøvur ikki dani. Nú eru tær disputerandi og definerandi grundlógar- hetjurnar sissaðar, ja, bein- leiðis ovurfegnar, og tað verður dansur alla náttina í grundlógar-klubbanum. Og soleiðis kann tann grunni grundlógarsjónleikurin halda fram til langt eftir at plakatirnar til Holberg- leikin eru tiknar niður! Skuldi hetta ikki verið ein gongd leið, kunnu menn mynstra við eini heilt aðrari slupp og leita sær søguliga inspiratión frá teirra undangongumonnum í sjálvstýrislandsstýrinum, fyrst í trýssunum. Teir skuldu eisini eitast at vera vaksnir menn, og ikki óvit- ar! Føroysk politisk analogi Tað neyðars Sjálvstýris landsstýrið 1962-66 hevði nevniliga eisini leingi baks- að við einum uppskoti um borgararættindini í sam- bandi við, at teir vóru so illa til passar av donskum ferðabrævi, at teir vildu hava nýtt serføroyskt pass og broyta táverandi heima- stýrislógina, men tað sindr- ið av tíðini, tá ið teir allir vóru edrúir, bardust teir so illa, at teir ongantíð kundu semjast um, hvussu man skuldi definera føroyingin, serliga tí, at so nógvir av teirra veljarum jú reelt vóru føddir í Danmark og tí etniskt vóru danir ella bara naturaliseraðir føroyingar. Tessvegna kom blaðið Rukkulakkin í Klaksvík teimum á møti við at prenta niðan fyri standandi upp- skot um borgararættindi, sum javnaðarmaðurin og blaðskemtarin Villi Søren- sen segði seg at hava bein- leiðis úr Tinganesi (Rukku- lakkin 1964). Hetta verður hervið citerað orðaraðið til inspiratiónar fyri illa staddar, definitións-sperdar og grunnar lógarmenn í dagsins aktuellu kreppu- støðu: » § Borgararættindi §. a) Føroyingar eru allir før- oyingar, sum eru før- oyskt føddir, t.v.s. føddir í song við madrassu, fylt við førføroyskum hoyggi (súrhoyggj undantikið) og dýnu, fylt við hav- hestafjøður – í Føroyum. b) Børn, ið hava útlendsk- an- ella ongan pápa, hava ikki borgararætt í Før- oyum. c) Børn, ið hava útlendska- ella onga móður, hava danskan borgararætt. d) Børn, fødd av foreldrum, sum bæði eru føroysk og fødd av føroyskum for- eldrum, fødd í føðiland- inum ella á føroyskum sjóøki ella undir føroysk- um himmali, eru før- oyingar og hava føroysk- an borgararætt. ð) Astronautar, ið føddir eru í føroyskum himm- aløki, hava ikki føroysk- an borgararætt, men kunnu fáa hann í samráð við nevndina fyri út- rudding av kópi og ravni – um hon ikki noktar. -------------------- ø) Børn hjá sonnum før- oyskum fosturlandsvin- um, annaðhvørt teir eru staddir í Danmark ella Congo, hava sjálvskriv- aðan føroyskan borgara- rætt«. § Viðmerking: Nevndin fyri útrudding av ravni og kópi var ein av teimum genialu kommissiónunum, sum landsstýrismaðurin, Karstin Hoydal hevði fing- ið etablerað! Hetta skjótt 40-ára gamla uppskotið kann ómøguliga vera meira fjákut ella forskrúvað enn tað møsnið, sum grund- lógar-klubbin situr og barslar við í løtuni. Í dag er málið etniskt ein- falt, hóast alla jura; – eing- in er í iva um, at útisetar, eitt nú eg sjálvur, eru før- oyingar, sum búgva í Dan- mark (t.e. ein etnisk defini- tión), og donsku tjóðveldis- konurnar í Havn eru dansk- arar, sum búgva í Føroyum. – Voilá! Men ætla menn veruliga at halda fram við teirra vitleysa definitións-møsni, ja, so gerst úrslitið, um full- veldið verður trúttað ígjøg- num, at vit útisetar verða danskarar, meðan allar tær donsku tjóðveldiskonurnar og eventuellir danskir tjóð- veldismenn við gerast før- oyingar! – So stupidur er tjóðveldislogikkur! Og so groteskt láturligur er før- oyskur politikkur! – Er tað løgið, um fáur satirikari hevur hegni til at kappast við veruleikans operettu longur? 8. oktober 2003 TÍÐINDASKRIV Atlantic Airways Á farleiðini millum Før- oyar og Ísland fara sam- starvsfelagarnir Air Iceland og Atlantic Airways at økja um útboðið av ferðatil- boðum. Í fyrsta umfari verður flúgvingin um- skipað í vetur, so BAe-146 flogførini hjá Atlantic Air- ways verða brúkt til flúgv- ingarnar, bæði fríggjadag og mánadag. Tá verður pláss fyri eins nógvum fólkum á fráferðurm fríggjadag og heimferðum mánadag. Feløgini hava umhugsað at økja túratalið til tríggjar ferðir um vikuna, men enn tykist grundarlag ikki verða fyri hesum um veturin, men veksur undirtøkan fyri flúgvingini til várs er hugsandi, at eitt Fokker 50 flogfar hjá Air Iceland flýgur eina fráferð mitt í viku til várs. Samstarvið millum fe- løgini um flúgving millum Reykjavík og Narsarsuaq í Grønlandi heldur fram komandi summar. Flogið verður tvær reisur um vikuna - týsdag og fríggjadag - frá miðjan juni til fyrst í september. Air Iceland og Atlantic Airways arbeiða í løtuna við at endurskoða prísirnar fyri ferðing millum londini og rokna við at kunngera nýggjar prísir seinni í mánaðinum, sum vónandi fara at fáa fleiri fólk at ferð- ast millum Føroyar og Ís- land. Íslandsflúgvingin C M Y K 13 12