Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Føðingar 14. mars fingu Svanna og Tummas ein lítlan beiggja, sum eitur Markus. Markus vigaði 4550 gr. og var 54 cm langur. Foreldrini eru Ásgerð Ásgeirs- dóttir og Sørin Richardt, Vági. 23. september fingu Margretha og Jógvan Ferjá, Øra- víkarlíð, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4920 gr. 25. september fingu Manuela Stan og Janus Jensen, Vestmanna, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3900 gr. 25. september fingu Marin M. og Kári Østerø, Klaks- vík, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3200 gr. 2. oktober fingu Lis Egholm og Dánial Hansen, Glyvrum, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3200 gr. 3. oktober fingu Margretha T. og Eyðstein Sørensen, Klaksvík, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3600 gr. 3. oktober fingu Svandis W. Rasmussen og Jákup P. Ljósstein, Tórshavn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3850 gr. 3. oktober fingu Bjørg A. Mohr og Julian Johnsson, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 3010 gr. 3. oktober fingu Lena og Gunnar Justinussen, Tórshavn, tvíburar, gentur. Onnur var 50 cm long og vigaði 2500 gr, hin 50 cm long og 2750 gr. 3. oktober fingu Hildur Poulsen og Alfred Joensen, Norðskála, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 4200 gr. 3. oktober fingu Annika Tórbjarnadóttir og Leif Andreassen, Velbastað, ein son. Hann var 57 cm langur og vigaði 3700 gr. 3. oktober fingu Tove Lið Johansen og Martin Haraldsen, Sandavági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3900 gr. 4. oktober fingu Randi og Jákup Eli Østerø, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 57 cm long og vigaði 4100 gr. 4. oktober fingu Beinta og Ivan Weihe, Hósvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4150 gr. 4. oktober fingu Berit og Kári á Presttrøðni, Miðvági, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3450 gr. 6. oktober fingu Tórunn Joensen og Rani Danielsen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4200 gr. 6. oktober fingu Anita Vilhelmsen og Jónhallur Debes, Argjum, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4050 gr. 7. oktober fingu Edith Bjarnarson og Høgni Sam- uelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3500 gr. 7. oktober fingu Frida Mellemgaard og Jens Kristian Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði 4550 gr. 7. oktober fingu Eivi og Kári Finnsson, Glyvrum, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3750 gr. 7. oktober fingu Ann Joan og Magni Reinert, Kolla- firði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3800 gr. 7. oktober finguMargith og Sólbjørn Jensen, Fuglafirði, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3100 gr. Tann 19. oktober eru 56 ár liðin síðani 26 ungdómar vórðu konfirmeraðir í Oyndarfjarðar kirkju. Henda dagin hittast tey aftur á sama staði. Næsta sunnudag eru liðin 56 ár, síðani Samuel J. Joensen, prestur, fermdi 26 ungdómar í Oyndarfjarðar kirkju. Í hesum sambandi verður skipað, at ungdómarnir skulu hittast aftur og sam- koman verður á sama staði sum konfirmatiónin. Henry Jarnskor, sum nú er búsitandi á Strondum, er ein av fyrireikarunum og hann heitir á allar teir kon- firmantar, sum hava hug at vera við, um antin at ringja til sín á telefon nummar 447026, ella til Elsu Niel- sen (fyrr Gregersen) á telefon 441406. Av teimum 26, sum vórðu konfirmeraði tann sunnudagin í 1947, eru í dag 19 eftir á lívi. Sjey eru farin í harrans hendur. Konfirmantarnir í Oynd- arfjarðar kirkju sunnudagin 19. oktober 1947 vóru ann- ars hesir: Tórur Eliasen, Karl Kristian Andreassen, Hjalmar Frits Olsen Gaard, Hans Jakob Samson Lar- sen, Hans Jacob Ennigarð, Poul Andreas Hansen, Brynjálvur Sverri Hansen, Hallgerð Hansina Joensen, Rosmunda Sopie Eldevig, Petronella Juline Petersen, Svenhilda Johanna Krist- iansen, og Johanna Eliasen úr Fuglafirði, Hans Hav- streym Petersen, Ernst Mikkelsen, Jógvan Johan Hammer Gøte, Henry Edvin Jógvanson Jarnskor, Hjørdis Pállsdóttir Hansen og Margretha Ólfríða Tvør- foss úr Norðragøtu, Gunnar Jakobsen, Jona Elisa Jo- hannesen, og Sigfrida Jo- hild Gunnlaugsdóttir Sig- hvattson úr Leirvík, Joen Pauli Frits Vang Jacobsen og Else Gregersen úr Syðru- gøtu, Sopie Elfrida Lilaa og Magdalene Autona Joensen úr Oyndarfirði og Hjørdis Joensen úr Funningsbotni. Hátíðarhalda 56 ára dagin Bjørghild Djurhuus 50 ár Leygardagin 11. oktober fyllir Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur, á Argjum 50 ár. Bjørghild er ættað úr Vági, dóttir Lydiu Poulsen, fødd Langaard úr Leirvík og Erling Poulsen, fyrrv. lærara úr Vági. Bjørghild tók realskúlaprógv í Vági í 1970. Síðani gekk leiðin til Danmarkar, har hon ar- beiddi eitt skifti á ríkistele- fonini. Í 1974 flutti hon heim aftur til Føroya og fór at læra til sjúkrasystur í 1978. Síðani hevur hon ar- beitt á ymiskum deildum á landssjúkrahúsinum og í heimarøktini sum heima- sjúkrasystur í Havn. Eisini hevði hon um hendi ætt- leiðingarmál fyri ríkisum- boðsmannin. Í 1990 fór hon til Danmarkar at taka útbúgving sum heilsufrøð- ingur. Síðan hon kom aftur hevur hon verið ógvuliga virkin innan barna- og ung- dómsarbeiði. Millum ann- að kann nevnast 1 ár, har hon var dagligur leiðari fyri einum projekti við ungum mammum í Havn. Í dag arbeiðir hon sum skúla- heilsufrøðingur í Komm- unuskúlanum í Havn og á Sernámsdeplinum. Hon hevur tikið nógv ymisk skeið, sum menna um hennara førleika til at taka sær av børnum og ung- um við sálarligum trupul- leikum. Bjørghild er ein energisk og ambitiøs kvinna. Hon er limur í felagnum Føroyskar barna- sjúkrasystrar. Hon setti á stovn ein blindiklubba við bindimaskinum og so selur hon taskur í frítíðini. Hon er ikki bangin fyri at taka sítt tørn, tá á stendur. Bjørghild er gift við Martin Djurhuus úr Sumba og búgva tey á Argjum. Tey eiga trý børn, Jóngerð, sum býr í Vestmanna og eigur tvey børn, Lydiu, sum býr í Keypmannahavn og eigur eitt barn, og Rúna. Dagurin 11. oktober. Nikatius. Grikki, sum í 2. øld boðaði evangeliið í Suðurfraklandi og stovnaði kirkjulið og saman við øðrum bygdi kirkjur m.a. í Lyon. Hann og ein av monnum hansara, Probus, sum eisini hevur staðið henda dagin í álmanakkanum, vóru tiknir av døgum av uppøstum heidningum. Nólsoyar Páll doyptur 1766. 12. oktober. Maximilianus, deyður umleið 285. Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men tikin av døgum. Er verndarhalgimenni hjá Eysturríki, og fleiri av keisarunum hava borið navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti. 13. oktober. Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn. Tað er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð. NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin kundu tvey av starvsfólkunum á Tjaldurs Apotekinum halda til sam- ans 80 ára starvsdag. Tað eru tær báðar, Lula Dahl og Marin Andreasen, sum saman hava starvast á apo- tekinum í 40 ár. Tær báðar, sum báðar eru havnardamur, byrjaðu í síni tíð niðri á gamla Apotekin- um, sum í dag mest verður nýtt til politiskt fundarvirk- semi. Hetta var tá Dávur Magnussen var apotekari. Báðar eru tær framvegis búsitandi í høvuðsstaðnum, og er Lula gift við Jákupi Dahl, meðan Marin er gift Andrass Andreasen. Tó at nógv vatn er runnið í ánna síðani fyrsta starvs- dagin, so standa tær báðar framvegis við kassan í sama lag, og man tað vera lítið at ivast í, at flestu havnarborgarar gjøgnum ár og dag munnu hava keypt eitt hvørt frá teimum. 40 ár á sama arbeiðs- plássi benda á eitt gott arbeiðsumhvørvi, og í so máta er einki at ivast í, at starvsfólkini á Tjaldurs Apoteki stórtrívast. Kemur einki tvørt fyri, so verða tað nevnliga einar tríggjar ella fýra av starvsfeløgunum hjá hesum báðum, sum um fýra ár eisini runda tey fýrati árini. Til at heiðra Lulu og Marini skipaði starvs- plássið fyri einum góðum morgunmati hósdagin, og sama dag skuldi talan so eisini verða um seinna- partskaffi, so alt í alt mundi talan her verða um ein av teimum heilt góðu døgun- um. 80 ár á Apotekinum John Oluf Jacobsen 65 ár Í gjár, fríggjadagin 10. ok- tober, fylti John Oluf Joen- sen á Glyvrum 65 ár. John Oluf, sum fram til 1978 var húsavørður á Læraraskúl- anum, eigur trolbátin Fiskaklett, og umframt at vera reiðari og røkja bátin væl og virðiliga, hjálpir hann av og á til í smiðjuni hjá Normek í Norðagøtu. Upprunaliga er John Oluf ættaður úr Klaksvík. Foreldrini vóru Oluffa, fødd Joensen, og Jákup Fr. Jacobsen. Tá ið John Oluf var átta ára gamal, flutti familjan út á Skála, har pápin hevði fingið starv sum smiðjumeistari á Skála Skipasmiðju. John Oluf lærdi jarnsmíð á Skála. Hann gekk í maskinmeistaraskúla í Havnini, og hann hevur siglt, eitt nú við Skipafe- lagsskipunum Falki og Bliki. Í januar í 1963 giftist John Oluf við Jonu, fødd Hansen, dóttur Elinu og Jákup Hansen av Glyvrum. Børnini hjá Jonu og John Oluf eru Flóvin, Elna, Oluffa og Jóhan. Dreingir- nir búgva niðri. Elna býr í Runavík, og Oluffa býr á Skipanesi. Í 1978 fluttu tey úr Havnini og inn á Glyvrar. John Oluf var eitt langt skifti smiðjumeistari í Mekanik í Runavík. Hann er røkin, trúfastur og fyri- komandi. Jona og John Oluf hava verið trúgv í missiónshúsinum á Glyvr- um, og hann er millum mest trúfastu viðhalds- menninar hjá NSÍ. Jona og John Oluf eiga fimm abba- børn, og teimum dáma tey ógvuliga væl at vera saman við. Levi Joensen 70 ár Í morgin, sunnudagin 12. oktober, verður Levi Joen- sen í Hirtshals 70 ár. Levi og Greta Joensen hava síð- ani 1984 verið í fulltíðar kristiligum arbeiði í Dan- mark. Í fyrstu atløgu var tað serliga arbeiði millum før- oyskar sjómenn í Danmark, sum tey kendu ábyrgd fyri. Men virksemið øktist rættuliga skjótt. Hús vórðu keypt, sum verða nevnd Malta, og nú er ein lutfals- liga stór samkoma í Hirts- hals, har nógvir føroyingar savnast. Framvegis er tað soleiðis, at nógvir sjómenn vitja á gátt. Saman við øðr- um ger Levi hvønn mánað møtiferðir suður ígjøgnum Jylland. Eitt nú verður vitj- að í Esbjerg, Vejle og Sønd- erborg. Levi er sonur Armgaard og Dávur Joensen ella Dávur úr Gerðum, sum hann altíð varð nevndur. Levi var yngstur av tíggju systkjum. Í 1954 giftist Levi við Margretu ella Gretu. Hon er ættað úr Fuglafirði, dóttur Janu og Poul Nolsøe Olsen ella Leirvíks Poul, sum hann varð nevndur. Greta kom ung til Klaksvíkar, har hon var í húsinum hjá Giggu og Theodor við Keldu. Tey góvu henni tað skoðsmál, at hon, hóast hon var blaðung, var ábyrgdarfull og røsk. Tað rann saman millum Gretu og Levi, og tey giftust inn á Vágsheyg- num hjá Armgaard og Dáva. Har eiga tey fram- vegis býli. Milda sinnið og stóra uppoffringin hjá Gretu hava eyðkent heimið á Vágsheygnum og á Malta í Hirtshals. Greta og Levi eiga fimm børn: Jóhan Páll, Malan, Jóna, Rógvi og Mirjam. Fýra tey fyrstu búgva í Klaksvík, og Mirjam býr í Runavík. Barnabørnini eru sekstan. Levi fór blaðungur til skips, og á sjónum var hansara arbeiðslív. Fyrsta skipið var trolarin Draga- berg, sum Jóannes, beiggi Levi, førdi. Síðani var Levi við Skálanesi, sum pápin átti saman við Kjølbro, og sum elsti beiggi Levi, Óli, førdi, eftir at pápin var uppilagstur. Miðskeiðis í fimmti ár- unum tók Levi skipara- prógv í Klaksvík, og eftir tað førdi hann nógv skip: Viðoy, Skálanes, Stella Maria, Stella Karina, Klett- ur, sum hann sjálvur átti, Porkerisnes og av og á útróðrarbátarnar Soli deo Gloria, sum Jóannes beigg- in átti, og Byrgi, sum Dáva- virkið átti. Seinni var Levi við kraftblokkaskipum. Eitt nú sigldi hann við skipunum hjá vinmanninum Eileri Jacobsen og við Polaris. Hesi skipini sigldu nógv upp á Hirtshals, og tá var tað, at Levi fekk visiónini um at fara undir kristiligt verk í Danmark. Í fyrstu atløgu skipaði hann saman við øðrum fyri møtirøðum í Hirtshals um sumrarnar, og so var tað, at Malta varð keypt, og Greta og Levi fluttu til Danmarkar, har tey framvegis búgva. Heilt frá smádreingi av hevur Levi verið kendur fyri at bera Guds orð fram. Bæði á landi og sjógvi, á møtum og mann og mann ímillum. Hóast útstøtið, sum hann sjálvur plagar at taka til, ikki hevur verið so gott, so hevur hann sungið og talað sum fáur annar. Boðskapurin hjá honum hevur verið sera Kristus rættaður, og tað eru sangir- nir, sum hann hevur yrkt eisini. Seksti - trýss - 60!. So mong ár hava Gunnar Streymoy og Per Aakjær tilsamans verið í starvi í Sparikassanum. Per, sum er leiðari á roknskapardeildini, og Gunnar, sum leiðir vinnu- lívsdeildina, byrjaðu sama dag. Hetta var tann 8. ok- tober 1973, og tað ber í sær, at vestmenningurin og tvøramaðurin kunnu halda 30 ára starvsdag hesa vikuna. »Her hevur verið gott at vera«, siga teir báðir, sum eru fullsamdir um, at góðir starvsfelagar og spennandi avbjóðingar innanhýsis eiga størstu æruna av, at teir hava hildið seg til Sparikassan í 30 ár. Sparikassastjóri fimti Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa, verður 50 ár mánadagin 13. oktob- er 2003. Hann er ein av tveimum stjórum í Sparikassanum. Bjarni Olsen gjørdist stjóri í Sparikassanum í 1999 samstundis, sum Marner Jacobsen gjørdist forstjóri. Undan hesum var Bjarni stjóri á Hagstovu Føroya í 10 ár. Eisini er Bjarni Olsen væl kendur sum fyrrver- andi formaður í Búskapar- ráðnum, eins og hann hevur verið skrivari í Fíggingar- grunninum. Sparikassa- stjórin er útbúgvin scient.oecon. Bjarni Olsen er giftur og hevur trý børn. Hann er føddur í Miðvági og er bú- sitandi í høvuðsstaðnum. Í sambandi við runda føðingardagin bjóðar Sparikassin til móttøku á høvuðsskrivstovuni Yviri við Strond 2 á sjálvum føð- ingardegnum. Móttøkan verður mánadagin í tíðar- skeiðinum kl. 15-17. Tvær ferðir 30 ár í Føroya Sparikassa Andlát 2. oktober Erland Midjord, Hvalba, 77 ár 3. oktober Poul Mejer Olsen, Svínoy, 85 ár Knút Olsen, Havn, 74 ár Sámal Petur Petersen,vanliga nevndur Piddi, Oyri, 60 ár 4. oktober Jens Pauli Poulsen, Tvøroyri, 51 ár Kamma Debes, ættað úr Porkeri búsitandi í Havn, 74 ár 5. oktober Torstein Arge, Havn, 64 ár Anna Kristensa Olsen, fødd Antoniusen, Skála, 74 ár 6. oktober Kalla Nielsen, Havn, 91 ár Anita Juul Hansen, fødd Nielsen, 63 ár Karl Tausen, Hirtshals, ættaður úr Runavík, 81 ár 7. oktober Alvilda Mortensen, Tvøroyri, 88 ár. C M Y K 15 14