leygardagur 11. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 193 - 11. oktober 2003
Nr. 193 - 11. oktober 2003
17
Fer ikki frá við góðum
Formaðurin í konservativa flokkinum í Bretlandi, Iain
Duncan Smith, gjørdi á landsfundi floksins hósdagin
greitt, at hann hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær.
Tvørturímóti ávaraði hann sínar floksfelagar ímóti at
leggja seg í vegin fyri, at hann og flokkurin kunnu
endurvinna stjórnarvaldið í Bretlandi.
Formaðurin hevur verið fyri hvøssum atfinningum í
seinastuni, og á landsfundinum hava fleiri røddir verið
frammi um at fáa flokkinum annan formann. Nógvir
flokslimir ásanna, at formaðurin hevur ikki megnað at
leiklutin sum andstøðuleiðari, og at flokkurin heldur
ikki virkar, sum ein rættiligur andstøðuflokkur eigur at
virka. Men Iain Duncan Smith lat sínar floksfelagar
vita, at eingin skal ditta sær at bjóða honum av.
- Annaðhvørt fylgja tit mær, ella fylgja tit Tony Blair.
Tað er eingin annar møguleiki. Komið við ella farið
hiðani. Vit hava eina uppgávu at loysa, segði kon-
servativi floksformaðurin.
Arnold skal samstarva
Nývaldi guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarze-
negger, er farin undir at manna eina nýggja umsiting,
sum skal loysa teir ovurstóru búskaparligu trupulleik-
arnar hjá statinum.
Tað eru royndir menn, sum skulu hjálpa honum.
Hann hevur sett kongresslimin David Dreier at leita
eftir teimum bestu fólkunum til umsitingina, sum telur
200 fólk, og Dreier hevur longu sagt, at hann fer at
leggja dent á at finna fólk, sum hava drúgvar royndir,
og sum hava víst síni evni á teimum ymsu økjunum.
Schwarzenegger er tann fyrsti republikanski guvern-
ørurin í Kalifornia í seks ár, men hann noyðist at ar-
beiða saman við demokratunum, tí teir eru í meiriluta í
tinginum í Sacramento. Sjálvur ivast guvernørurin ikki
í, at tað fer at bera til. Hann vísir á, at úrslitið av guver-
nørvalinum var ein greiður boðskapur um, at veljarar-
nir í Kalifornia vilja hava broytingar, og tað mugu
demokratarnir eisini skilja, sigur hann.
Nógvar fyritøkur á
húsagang
Ongantíð eru so nógvar norskar fyritøkur farnar á
húsagang sum í ár. Síðani á nýggjárinum eru 4.825
fyritøkur farnar á húsagang, og tað hevur havt við sær,
at 18.000 fólk eru vorðin arbeiðsleys, skrivar Aften-
posten. Samanborið við í fjør eru húsagangirnir øktir
17 prosent, og vinnan roknar við, tað endaliga talið
verður størri enn í 1992, sum er metár higartil. Tað árið
fóru 5.856 norskar fyritøkur á húsagang.
Á vinnulívsdeildini í Den norske Bank verður sagt,
at serliga í Oslo og hinum stóru býunum eru nógvar
fyritøkur farnar á húsagang, men at gongdin kortini
hevur ta størstu ávirkanina í útjaðaraøkjunum. Eitt nú
eru nógvar fyritøkur í fiskivinnuni og alivinnuni í Finn-
mørkini og Troms givnar við virkseminum.
Aðrastaðni í landinum eru tað serliga fyritøkur í hot-
ell-, matstovu- og ráðgevingarvinnunum, sum noyðast
at lata aftur. Slíkar fyritøkur halda serliga til í býunum.
Nú er hann Sir Roger
Í Bretlandi hevur Elizabeth drotning givið filmsleikar-
anum Roger Moore riddaraheiti, so nú kann hann rópa
seg Sir Roger.
Roger Moore fekk riddaraslag á einum hátíðarhaldi á
Buckingham Palace hósdagin, har drotningin eftir
gomlum siði legði eitt svørð á akslar hansara. Aftaná
greiddi tann nýsligni riddarin frá, at hóast hann hevur
spælt ein hóp av filmum, hevði hann ongantíð verið so
fjálturstungin sum hendan dagin.
Enski rocksangarin Sting var eisini hjá drotningini
hósdagin. Hann fekk ikki riddaraheititað, men OBE-
ordanin. Sting, sum í veruleikanum eitur Gordon Sum-
mer, kann nú skriva seg Gordon Summer OBE. Aftan á
hátíðarhaldið helt Sting fyri, at tað mundi vera vantandi
kunnleiki hjá drotningini til tónleik hansara, sum
gjørdi, at hann ikki gjørdist Sir Gordon.
UTTAN ÚR HEIMI
Amerikanska stjórnin
gongur í bólkum, og
rættiligt rok er mill-
um týðandi bólkar og
ráðharrar í stjórnini.
USA
Árni Joensen.
fartekst@mail.dk
Ein av teimum erkakonser-
vativu og týðandi ameri-
konsku politikarunum við-
gongur bart út, at kríggj er í
stjórnini hjá George W.
Bush, forseta.
- CIA er í opnum stríði
við Hvítu Húsini, og als
einki samstarv er millum
uttanríkisráðið og verju-
málaráðið, skrivar William
Kristol í grein í blaðnum
Weekly Standard, har hann
lýsir viðurskiftini sum inn-
anhýsis
kríggj.
Kristol
verður vanliga roknaður
sum ein av fremstu stuðlun-
um hjá Bush, forseta.
Upprunin til rokið er
sambært eygleiðarum av-
gerðin hjá frosetanum at
seta Donald Rumsfeld,
verjumálaráðharra uttan-
fyri, tá forsetin herfyri setti
ein bólk, sum skal virka
fyri støðugum viðurskiftum
í Irak. Vanliga verður ein
tílík uppgáva hildin at
hoyra verjumálaráðnum til,
men Bush valdi ístaðin at
lata Condoleezzu Rice,
trygdarráðgeva fáa upp-
gávuna. Eygleiðarar tulka
hetta sum eina roynd hjá
forsetanum at doyva leik-
lutin hjá Rumsfeld og øðr-
um heykum í stjórnini, nú
valstríðið upp undir næsta
forsetavalið fer at nærkast.
Bretska blaðið The Fin-
ancial Times skrivar, at av-
gerð forsetans kann eisini
hava samband við, at Con-
doleezza Rice og hini í
tjóðskaparliga trygdarráðn-
um halda, at verjumálaráð-
ið hevur tikið fleiri av teirra
uppgávum, og at tey nú
vilja hava tær aftur.
Tá Donald Rumsfeld
mikudagin varð spurdur,
hvussu tað bar til, at hann
ikki hevði fingið skrivið
um tann serliga Irak-bólk-
in, var tað týðiligt, at verju-
málaráðharrin hevði ilt við
at fjala sína misnøgd.
- Eg havi longu sagt, at
eg veit ikki hví. Er tað svar-
ið ikki nóg greitt? Ella
skilja tit ikki enskt? Eg var
ikki har, segði Rumsfeld
sambært Financial Times.
Innanhýsis kríggj í Bush-
stjórnini
Friðarheiðursløn fyri
mannarættindum og demokratii
Iranska mannarætt-
indastríðskvinnan
Shirin Ebadi fekk
ársins Nobel-friðar-
heiðursløn.
Tað kom ikki sørt óvart á
mong, tá norska Nobel-
nevndin í gjár kunngjørdi,
at hon hevði gjørt av at lata
iransku
mannarættinda-
stríðskvinnuni Shirin Ebadi
ársins friðarheiðursløn.
Undan fráboðanini vænt-
aðu tey flestu, at annað-
hvørt Jóhannes Páll pávi
ella fyrrverandi kekkiski
forsetin Vaclav Havel fór at
fáa heiðurin í ár, men tað
vóru eisini tey, sum nevndu
júst Shirin Ebadi sum eitt
evni.
Nobel-nevndin sigur í
sínum grundgevingum, at
Shirin Ebadi hevur verið
undangongufólk í arbeiðin-
um at útvega iranska fólk-
inum demokratisk viður-
skifti og at verja manna-
rættindini. Hon er ikki bara
ein fyridømi fyri sínar
samsintu landsmenn, men
fyri øll, sum stríðast fyri
demokratii og mannarætt-
indum
allastaðni
kring
heimin.
Nobel-nevndin dylir í
grundgevingunum heldur
ikki fyri, at avgerðin at lata
Shirin Ebadi heiðurslønina
er ætlað at skunda undir
størri demokrati og betri
mannarættindi, har hei við-
urskifti ikki finnast í dag.
Shirin Ebadi segði við
norska sjónvarpið í gjár, at
hon var sera fegin um at
hava fingið Nobel-friðar-
heiðurslønina, og hon segði
seg vóna, at avgerðin hjá
norsku nevndini fer at fáa
ávirkan á arbeiðið fyri
demokratii og mannarætt-
indum.
Shirin Ebadi er tann
fyrsta muslimska kvinnan,
sum fær friðarheiðursløn
Nobels.
Shirin Ebadi avmyndað í
Teheran
Mynd: Reuters
Leygarkvøldið kl
20.00 í Mentanar-
húsinum í Fuglafirði
verður finalan í tí
fyrsta Gospel
prixnum í Føroyum.
Luttakandi bólkar
eru: I Am, Direct
Level, Braquet og In
Gethsemane
Tíðindaskriv
Tað hava verið tvey undan-
umfør, tað fyrra var 13.
september. Tá luttóku 4
bólkar: Trace úr Vágum,
Scot úr Eysturoynni, Direct
Level av Strondum og I Am
úr Klaksvík. Vinnarin gjør-
dist I Am, og Direct Level
bleiv nr 2. Tað seinna
undanumfarið var 27 sept.
Tá luttóku 5 bólkar: Thirst
úr Eysturoynni, Credo úr
Klaksvík, Crescendo úr
Havn, In Gethsemane og
Braquet úr Eysturoynni. Tá
fekk Braquet besta viðmæl-
ið frá dómarunum, In
Gethsemane gjørdist nr. 2
og Credo gjørdist nr. 3.
Hví Gospel Prix?
Felagið aftanfyri tiltakið
Gospel 2003 er Føroya
Gospeltónleikafelag. Felag-
ið hevur áður í fleiri ár
skipað fyri Gospelfestival-
inum í Føroyum, og nú eru
so stig tikin til at skipa fyri
einum prix'i fyri Gos-pel-
tónleikarar.
Stigtakarnir
hava fleiri ára royndir sum
tónleikarar og fyriskiparir
av Gospeltiltøkum, og út
frá teirra royndum meta
teir, at tíðin er búgvin at
royna slík tiltøk í Føroyum.
Hetta er ikki nakað nýtt í
øðrum londum. Høvuðs-
endamálið hjá felagnum er
at menna Gospeltónleikin í
Føroyum, og tað kann væl
gerast við einari kapping.
Tað er umráðandi at kristnir
tónleikarar sleppa at spæla
tónleik teimum dámar, og á
tann hátt kunnu luta við
onnur, tað, sum liggur
teimum á hjarta, gjøgnum
sín tónleik. Nú tiltakið
nærkast endanum, kunnu
fyrireikarnir gleðast um, at
fleiri nýggir bólkar eru
stovnaðir, og at flestu bólk-
arnir spældu egið tilfar,
hóast tað ikki var nøkur
treyt.
– Vit eiga at skapa karm-
ar fyri føroyskar Gospel-
bólkar, so teir kunnu spæla
og menna seg í umhvørvi,
sum er lagað til teirra. Vit
tosa als ikki um hvør vítt
teir eiga at fara til Prix
Føroyar ella ikki, tað er upp
til hvønn einstakan bólk,
men tað er heilt hvør sítt
umhvørvi og karmar, siga
fyrireikararnir.
Finalan
Fyrst spæla allir bólkarnir
3-4 sangir hvør. Síðan fara
dómarnir at telja saman og
ímeðan syngja nakrir gesta-
sangarar. Tað er bólkurin
Salt úr Eysturoynni, tey
syngja ómetaliga væl og
ofta a cappella. Bólkur nr 3
og 4 fáa eitt gávukort hvør
til tónleikaútgerð frá Eld-
ing. Nr 2 fær upptøkutímar
í Studio Pegasus í Klaksvík
og vinnarin fær bjóðað eina
ferð til ein festival uttan-
landa frá Maersk. Vinning-
arnir skulu eisini vera við
til at geva bólkunum eitt
skump víðari.
Rás 2 sendir beinleiðis
frá tiltakinum og umframt
tónleik, verða eisini nakrar
stuttar samrøður við luttak-
arar og onnur.
Arni spælir við
trimum bólkum
Viðmerkjast kann, at Arni
spælir við trimum av hes-
um bólkunum. Við tveim-
um er hann fastur maður,
og tí eina bert til hetta
tiltakið. Tað er eitt sindur
óheppið, tí summi ivast í
dygdini ella meiningini við
tiltakinum, tá sami persón-
ur, skal spæla móti sær
sjálvum í trimum av fýra
bólkum. Men um vit kenna
bólkarnar ella lesa tað, sum
er skrivað um teir, síggja
vit, at I Am, Direct Level
og Braquet eru tríggir heilt
ymiskir bólkar. Kjarnan í tí
fjórða bólkinum er Ingi,
Olivia og Jóhan Magnus,
og tí er hann eisini serstak-
ur. Tey hava valt og skrivað
sangirnar, hava ábyrgd av tí
endaliga bílætinum, og
Olivia syngur.
Hetta er fyrstu ferð, tað
verður skipað fyri einum
tílíkum tiltakið í Føroyum,
og treytirnar fyri luttøku
eru ikki so harðar, sum tær
evt verða seinni, og tað er
fyri at fáa gongd á.
Nevnast kann, at minsta
luttakaratal av bólkum, fyri
at tiltakið kundi fremjast,
var 8 bólkar. Tað vóru fyrst
12 bólkar, men 4 góvu
avboð, av ymiskum orsøk-
um, ein kom tó viðaftur
seinni, og In Gethsemane
bókstaviliga teknaði seg,
fyri at tiltakið kundi fremj-
ast.
Við at loyva, at sami lut-
takari kundi spæla í fleiri
bólkum, men tó ikki vera
frontfigurur, vónaðu fyri-
reikarnir, at bólkar, sum
ikki fingu manna lið áðrenn
freistin var úti, kundu fáa
hjálp frá tónleikarum, sum
evt longu vóru í einum
bólki. Hetta gjørdu so
Braquet og In Gethsemane!
I Am er upprunaliga úr
Klaksvík. Teir byrjaðu at
spæla í 1996, og teir, sum
spældu við, vóru: Eyðbjørn
bass og kór, Heðin key-
board og kór, Mikkjal guit-
ar, Jóel trummir og Birgir
sang. Nú spælir Hans Ove
trummir og Arni guitar.
Seinni í ár kemur teirra
næsta fløga út.Teir hava
luttikið í Prix Føroyum og
hava fleiri ferðir spælt
uttanlanda fyri nógvum
áhoyrarum.
Direct Level er av Stron-
dum, hetta er ein nýggjur
bólkur, og teir, sum spæla
við eru: Johnny guitar, Dan
guitar og sang, David bass
og Signar trummir. Teir
flestu hava spælt í fleiri ár
til lovsang í samkomuni
Keldan, men hetta er fyrsti
bólkur, teir hava stovnað.
Til fyrra undanumfar tóku
teir næstan øll á bóli við
sínum tónleiki, ógvuliga
flott »debut« má sigast.
Braquet er úr Eystur-
oynni, teir hava spælt til
ymisk tiltøk áður, t.d. komu
teir í finaluna í Prix Føroy-
um fyrr í ár. Teir byrjaðu at
spæla saman, meðan teir
gingu í skúla á Kambsdali,
og seinni stovnaðu teir so
bólkin Braquet. Teir, sum
spæla við eru: Arni guitar,
Jóhan trummir, Andrias
sang og Pætur bass, men til
hetta tiltakið hevur Ingi
spælt bass, tí Pætur kundi
ikki.
In Gethsemane er úr
Eysturoynni, hetta er ein
nýggjur bólkur. Tey, sum
manna bólkin, eru: Ingi
bass, Olivia sang og Jóhan
Magnus keyboard og kór.
Gestatónleikarar eru Arni
guitar og Jóhan trummir.
Finalan Gospel 2003
Braquet, sum kom í finaluna í Prix Føroyum í vár, verður ein av bólkunum í Gospel Prix finaluni
Fløguaktuellu I Am var millum fyrstu bólkarnar, sum
tryggjaði sær pláss í Gospel Prix finaluni
C
M
Y
K
17
16