Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Nr. 193 - 11. oktober 2003 19 Ikki bara her heima, men eisini í Danmark og Noregi stríðast foreldur at heila- skaddum børnum við tað almenna fyri at fáa játtaðan stuðul at venja børn síni eftir Doman-háttinum. Fyri 3 árum síðani samtykti norska stór- tingið at játta stuðul til foreldur, sum ynsktu at afturvenja børn síni. Og nú er túrurin komin til Páll á Reynatúgvu, sum í hesum døgum tekur støðu til sama spurn- ing DOMAN Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Í hesum døgum bíða foreld- ur at børnum við heila- skaða spent eftir, hvør støða fer at verða tikin til spurningin um stuðul til afturvenjing av fjølbrekað- um børnum. Ein útrokning gjørd í Danmark vísir, at kommun- urnar kunnu spara um 100.000 krónur árliga fyri hvørt barnið, um stovns- pláss verður býtt um við afturvenjing heima. Royndir at stimbra børn við heilaskaða eftir eini amerikanskari skrá, kallað Doman, hava givið avbera góð úrslit. Í grundini kunnu øll heilaskadd børn fáa hjálp, annaðhvørt tað snýr seg um spastikarar, børn við aut- ismu, børn við down sym- drom, epileptikarar ella onnur menningartarn. Eis- ini børn, ið hava fingið staðfest Damp, kunnu fáa hjálp. Felags fyri øll hesi er, at skaðin situr í heilanum og ikki í kroppinum. Higartil hevur øll viðgerð av heilaskaddum børnum og ungum snúð seg um við- gerð av sjúkueyðkennum. Hetta hevur ongantíð gjørt nakran mun, og fer heldur ongantíð at gera tað. Eitt nú hetta kanst tú lesa um á heimasíðuni hjá danska felagnum fyri afturvenjing av børnum við heilaskaða. Er lív er vón So rangvørt tað ljóðar, er Doman-metodan ikki ein metoda, men ein røð av einstaklinga skráum, sum miða ímóti at beina burtur heilaskaðan hjá tí einstaka barninum. Meginreglan í hesi skrá er, at heilin alla tíðina er í eini broytingar tilgongd. Fær heilin skaða, verður til- gondin steðgað ella darvað. Men tilgondin kann mennast við stimbran av seks avgerandi umráðum, nevniliga sjón, hoyrn, føli- sansi, flytføri, máli og rørslu. Venjingin gongur í høv- uðsheitum út upp á at fáa tær frísku heilasellurnar at yvirtaka arbeiðið hjá teim- um skaddu sellunum ella kyknunum. Tað áhugaverda er, at tað eins væl ber til at venja størri børn. Tí hóast føði- brævið sigur eitt, so sigur tað neurologiska urið nakað annað. Skráin gongur ser- liga út uppá at venja tann óbúnaða partin av heilan- um. Tað er sjálvsagt strævnari at venja eitt eldri barn, orsaka av støddini. Men tað broytist skjótt, tá barnið sjálvt kennir tey fyrstu framstigini. Tvær flugur í einum Doman-skráin er serstak- liga krevjandi, og foreldrini mugu gera sær greitt, at tað tekur fleiri ár at venja barnið. Men drívmegin hjá teimum er framgongd og sigrar fyri barnið. Í samstarvi við lesandi á universitetinum í Keyp- mannahavn, gjørdi felagið í mai í fjør eina kanning av úrslitunum av venjingini, og um hvussu tað ávirkaði familjuna. Smáar 50 familjur vórðu spurdar, og vísir tað seg, at trivnaðurin í familjuni og er vorðin betur, eftir at tey byrjaðu at venja eftir Doman-háttinum. Tað er hugaligt at lesa á hesi sera áhugaverdu heima- síðu, www.hjerneaktiv.dk at venjingin ger, at for- eldrini halda betur saman. Tað vísir seg nevniliga, at hjúnaskilnaður hjá teimum, sum venja, er um 6% og hjá teimum, sum ikki venja, fara um 30% frá hvørjum øðrum. Foreldrini eru loysnin – ikki trupulleikin 6 ára gamla Bára var blind, men nú sær hon og dugir at lesa á støði við tey, ið eru um 7 - 8 ára aldur. Hvønn ein- asta dag í 2 ár hava hon og mamma hennara gjørt venjingar eftir ein ameri- kanskari skrá, kallað Doman. Lis í Niðristovu segði starvið sum leiðari á Hotel Føroyum frá sær, so hon kundi fara undir at venja dóttrina. Epileptisku herðindini, sum Bára leið av, eru nógv færri. Eisini er nýtslan av heilivági nógv minkað, eins og sjúkra- húsvitjaninar eru fækkaðar við einum triðingingi. Í løtuni verða trý børn í Føroyum stimbrað eftir skrá frá Doman. Aðrastaðni í blaðnum kanst tú lesa um lítla Kjartan, sum eisini saman við mammu síni, venur hvønn einasta dag Heri Mohr "(….) Fyrst tíni boð í tele- fonini og so títt bræv fyri nøkrum døgum síðani: Út- skrivaður og heim um tríggjar vikur. Góði Jógvan, betri bræv havi eg ongantíð áður fingið. Tú skalt trúgva mær, eg havi lisið tað tvær ferðir, og báðar ferðir streyk eg gleðistár úr eyg- unum. Tann dagin, tú takkar far- væl á Ríkishospitalinum, standi eg undir tínari lið. Út í lívið tað ljósa fara vit. Tað verður eingin truplleiki at búgva hjá góðum vinum og skyldfólki í Keypmanna- havn nakrar dagar, áðrenn vit (gomul, nýgift) seta beina kós til hús og heim. Jógvan, nú sólin í mínum hjarta hitar, og myrka skaddan er blást burtur úr mínum tunga, men frá nátt- úrunar hond lætta sinni, havi eg funnið mítt sanna eg aftur. Í mínari gleði havi eg frá- boðað teimum, sum standa okkum nær, bæði ætt og vinum, at tín drúgva sjúkra- lega nú fer at fáa ein enda, og fyrrakvøldið bjóðaði Frida mær til kaffi og heimabakað. Umvælingin av húsunum hjá Fridu gongur bæði skjótt og væl. Skorsteinurin og takið eru fingin frá hondum. Kvisturin er klæddur við nýggjum og nýtt vindeyga ísett. Tað nógva av tí gamla klædn- inginum verður nú beint burtur, og nýtt við isolering kemur í staðin. Kvøldið hjá Fridu (og Ásmundi) var hugnaligt og sum ikki einaferð - drúgt, út á náttina. Tá ið vit høvdu drukkið kaffi, skonkti Ásmundur vín í gløsini, og vit skálaðu fyri tíni góðu heilsu og heimkomu. Tá sótu vit 5 um borðið. Pætur og Óli komu um midnátt. Teir høvdu verið á nátaveiðu, men lítið bar til, ónossligt á sjónum og streymhart. 20 ungar, tað var alt. Eg veit ikki hví, Jógvan, men hetta kvøldið rann mær í hug, at einaferð fyri mongum árum síðani segði tú, at í Føroyum fara altíð at búgva menn sum Terje Vigen. Eg haldi, at Óli er ein av teimum: »….han gjorde visst intet menneske mén, men stundom gnistred hans øjne stygt - helst mod uroligt vejr - og da mente folk, at han var forrykt…« Sum náttin leið og tað var farið at fjara undan í vín- kagganum, hevði Pætur tosað seg heitan, kanska einamest um samfelagsvið- urskifti, og av tí at nakað av kjakinum snúði seg um tína drúgvu sjúkralegu, skal eg royna at endurgeva eitt sindur av prátinum. Óli: Hálvt ár á Norðhav- inum uttan Jógvan á báti hevur fyri meg verið eins tómligt sum hjá hjá tær, Maluni, í songini uttan Jógvan. Eg: Tú dugir at siga tað, Óli. Pætur: Hatta er so satt, sum tað er sagt, vit hava øll saknað Jógvan. Men tað er ikki satt, at hann og mong onnur við honum, ja, alt Føroya fólk livur av ol- mussu og við tátu í munn- inum, tá vit eru noydd at fara av landinum í lækna- ørindum. Við einari kunn- gerð í 1977 frá landsstýrin- um, - minnist meg rætt Javnarflokkurin, Tjóðveld- isflokkurin og Fólkaflokk- urin - varð staðfest, at við- gerðir á donskum sjúkra- húsum vóru kostnaðarleys- ar fyri tey føroysku sjúkra- húsini. At játtan til Ríkishospit- alið á fyrsta sinni kom á løgtingsfíggjarlógina í 1988, skyldast blokkstuðl- inum, sum kom á lógina tað árið. Í løgtingstíðindum 1987 síggja vit, at Tjóð- veldisflokkurin vegna landsstýrið legði á løgting- ið uppskot til lóg í samband við eini komandi stuðuls- skipan. Í uppskotinum verður m.a. sagt, at lands- kassin fær endurgoldið tað, sum landsstýrið í framtíðini skal gjalda fyri kanningar og viðgerðir av føroyskum sjúklingum á ríkishospital- inum, og endurgjaldið verður í stuðulsskipanini. Hví loysingarsamgongan so í »Hvítubók« og »Frá heimastýri til fullveldi« frá- boðar Føroya fólki, at ser- viðgerðir í Danmark rinda føroysku sjúkrahúsini full- an prís fyri, hóast fult endurgjald liggur í blokkin- um, er ikki lætt at skilja. Tað var jú mergurin av ver- andi samgongu, sum framdi tongforloysingina til blokkin. Óli: Tú, Pætur, títt tos um lógir og kunngerðir minnir meg ikki sørt um tað, sum ein gamalur maður í Havn áhaldandi møsnar um í Dimmalætting og Sosialin- um. Gamlamannatos er ikki altíð eftirfarandi, og als ikki um elli ger vart við seg. Eg fái meg illa at trúgva, at okkara landsstýr- ið skrivar bøkur og bókl- ingar við støði í lygnum. Pætur: Eg skilji teg væl, Óli, men hatta við lygnum, gamlamannatosi og elli, eru tíni orð og ikki míni. Og tá tú setur spurnartek- in við skriviførleikan hjá ávísum manni, so átti tú eisini at sagt, hvussu hans- ara ellisbrek ella senilitetur eftir tínari meting eru kom- in til sjóndar. Tað stendur tær sjálvandi frítt fyri at kanna, um tað er landsstýr- ið ella hasin gamli maðurin í Havn, sum sigur ósatt, men ikki tær at siga: Lygn- ina eiga vit at ræðast, hon forpestar mannalívið, hon kryplar likam og sál. Sannleikin krevur vaktar- hald, - styrkt um náttina. Á bókasavninum í høv- uðsstaðnum plagi eg at gera mær ørindi, har fært tú svar upp á mangt, sum kann tykjast torskilt og fløkt. Ásmundur: Nú skulu tit ikki rádna í kambinum. Nóg mikið er tosað um sjúku og hospital og gamla- mannaskriving. Eg kann kanska loyva mær at skoyta uppí, at yvirlæknarnir á okkara sjúkrahúsum sam- bært lóg hava rætt til at senda sjúklingar til við- gerðar í Danmark. Mannin, sum tit kjakast um, kenni eg. Nú ein dagin hitti eg hann uttan fyri apotekið í Havn, og mest sum av tilvild komu vit at práta eina løtu um hetta at skriva lesarabrøv við atliti at tí, sum hann hevur skriv- að. Tá hann gav mær hond- ina, segði hann við einum varligum, bleikum brosi: Alt fær jú ein enda, Ásm- undur, eisini sjúkralegan hjá tí dámliga Jógvani, sum vónandi skjótt leggur árarnar út - Norðhavið hev- ur bíðað í tolni -, meðan eg leggi, um ikki árarnar, so pennin inn. Hann fór á apotekið og eg í bilin. Góði Jógvan, hetta verð- ur so tað seinasta brævið. Tað næsta verður klemm í Keypmannahavn, men vit skulu eisini geva okkum stundir at síggja (og hoyra) Rigoletto í tí Kgl. Sjónleik- arhúsinum, áðrenn vit fara heim. Kærar heilsur frá okkum 5 Kona tín Brot úr brævi (XI - endi) VIÐMERKINGAR Tíðindaskriv Meiningin var at gera upp- tøkurnar síðst í september, men av tí at tað viðraði so illa, blivu hesar upptøkur útsettar. Men nú leygardag- in verður tað. Tey børn, sum vilja vera við í Trølla Pætur filminum, sum kem- ur út til jóla, kunnu tí møta upp á bryggjuni í Havn leygardagin 11. oktober kl. 16.00. Í hesum døgum verða seinastu upptøkurnar gjør- dar til nýggja Trølla Pætur filmin, sum kemur út til jóla í ár. Filmurin endar við einum stórum braki á Hav- narvág, og í tí sambandin- um biður Trølla Omman um hjálp frá øllum børnun- um í Tórshavn. Í filminum hevur Leika- Mafian stolið allar leikur frá børnum og leikahandl- um í Føroyum, men Trølla Pætur, Trølla Omman og Erling- og Jógvan politistar, eru so mikið ófør, at tey niðurbinda Mafiuna í Mafialandi, og skipað so- leiðis fyri, at allar leikurnar koma aftur til Føroya í øllum góðum. Leygardagin 11. oktober, t.v.s nú leygardagin, verða myndirnar tiknar, har trøll- ini og politistarnir koma siglandi inn eftir Havnavág í einum vøkrum báti, sum tey hava fingið frá CIA fyri at hava fangað Leika- Mafiuna. Fyri at myndirnar skulu verða so festligar sum gjør- ligt, vil Trølla Omman hava so nógv fólk sum gjørligt oman á bryggjuna niðan fyri Skipafelagið Føroyar. Tí bjóðar hon øllum børnunum í Tórshavn, og øllum teimum, sum hava hug at vera við í filminum, at koma oman á bryggjuna nú leygardagin kl. 16.00. Børnini fáa fløgg og annað, sum tey skulu veitra við, tá omman kemur stim- andi inn eftir Havnarvág og tá trøllini og løgreglan koma uppá land. Tað er altíð sera torført at siga neyvt hvussu leingi slíkar upptøkur taka, men Trølla Omman metir, at tað tekur umleið 1 tíma. Trølla Omman vónar, at so nógv sum gjørligt møta upp fyri at fáa ein festligan enda til nýggja filmin. Trølla Omman takkar frammaundan ! Trølla Omman biður um hjálp - enn einaferð ! Listastevna Tíðindaskriv Ung í MáF skipar fyri leikarastevnu í døgunum 13.- 19.okt. 2003 fyri ung millum 15-25 ár kring alt landið. Workshops á stevnuni eru gykl við Birger Larsen sum lærara og í dansi Elsa Maria Bærentsen sum lærara. Um hetta hevur tú áhuga ring so 50 66 00 ella skriva okkum ein mail. Tú kanst fáa møguleika at hitta tey ungu, nevndina í Ung í MáF og lærararnar. C M Y K 19 18