leygardagur 11. oktober 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 193 - 11. oktober 2003
Leygarkvøldið verður
fyrsta umfar av
nýggju tónleikakapp-
ingini Singer/song-
writer 2003. Kapp-
ingin er eitt heilt nýtt
fyribrigdi í føroysk-
um tónleikahøpi, og í
fyrsta innleiðandi
umfarinum vera
tríggir tónleikarar
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið fara tríggir
menn, sum teir fyrstu, at
spæla egin løg í kappingini
Singer/Songwriter 2003.
Hóast altjóða heitið er
kappingin føroysk - fyri
føroyskar tónasmiðir og
sangarar.
Kappingin brýtur upp úr
nýggjum. Ì hesari kapping-
ini verður dentur lagdur á
einstaklingin. Treytin fyri
luttøku er, at tann, sum
framførir, sjálvur hevur
gjørt orð og løg til sangir-
nar. Orðini skulu vera á før-
oyskum í tveimum av trim-
um løgum, og luttakararnir
fáa sjálvir loyvi til at velja á
hvørjum máli triðja lagið
skal syngjast.
ÚF tekur upp
Tað er Hotel Hafnia, sum
hevur tikið stig til kapping-
ina, og tað verður eisini í
Hafnia Lounge, at kapp-
ingin verður fyriskipað.
Umstøðurnar
í
Hafnia
Lounge verða mettar at
rigga væl til eina tílíka
kapping, har dentur verður
lagdur á at skapa ein inni-
ligan og hugnaligan stemn-
ing, har tað ikki verður
gjørt meira enn vanligt
burturúr ljósi og ljóði.
Útvarp Føroya fer eisini
at samstarva við Hotel
Hafnia í sambandi við
kappingina. Útvarpið tekur
løgini upp í kappingini.
Fyrsta undanumfarið av
trimum fer av bakkastokki
leygarkvøldið kl. 21.00, har
tríggir luttakarar eru.
Fuglfirðingur í Havn
Jógvan A. Jacobsen er ætt-
aður úr Fuglafirði, men býr
í Havn. Dagligi yrki er bil-
førari hjá Havnar Timbur-
handli á Kambsdali. Hann
er 23 ára gamal. Kærleikan
hevur hann eisini funnið í
Havn, og hetta hevur gjørt
so stóra ávirkan á hann, at
allir tríggir sangirnir hjá
honum
leygarkvøldið
snúgva seg um hansara út-
valdu. Hann sigur, at hans-
ara stílur er so friðarligt,
sum tað til ber. Jógvan hev-
ur enn einki verið til at geva
út, men hann hevur spælt
nógv í vertshúsum í høvuðs-
staðnum seinastu tíðina.
- Eg hevði viljað havt
meira tíð til tónleikin.
Royni í løtuni at taka upp
heima hjá mær sjálvum til
eina møguliga útgávu eina-
ferð, sigur Jógvan, sum
heldur at saknur hevur ver-
ið á einum tílíkum tiltaki.
Tónaborin
fíggjarstjóri
Niels Juul Arge er 37 ára
gamal og starvast til dagligt
sum fíggjarstjóri hjá Poul
Michelsen heilsølu. Sama
sum hjá Jógvani spælir unn-
ustan eisini ein stóran leik-
lut, tí tað var í hesum førin-
um hon, sum meldaði Niels
Juul til kappingina. Niels
Juul sigur, at hann fæst við
tónleik til heimabrúk.
- Tá eg las í Århus byrj-
aði at spæla gittar aftur eft-
ir ein steðg í nógv ár. Tað
eru eisini løg frá hesi tíðini,
ið eg fari at spæla leygar-
kvøldið, sigur Niels Juul.
Á fløguni hjá Hans Peturi
í Brekkunum hevur Niels
Juul skrivað ein tekst, men
annars hevur fíggjarleiðarin
ikki verið við til nakra
útgávu.
Arbeiðir við útgávu
Ronnie Poulsen er úr Havn
og hevur savnað sær fitt av
royndum innan tónleikin
seinnu árini. Hann hevur
luttikið í ymsum bólkum og
seinastu tíðina spælt nógv -
bæði í bólki og einsamallur
- ymsastaðni í Havnini.
Ungi havnarmaðurin ar-
beiðir í løtuni við einari út-
gávu, sum hann vónar fer at
gerast veruleiki innan alt ov
langa tíð.
Vinnarin í studio
Singer/Songwriter kapp-
ingin verður skipað við
trimum
undanumførum.
Komandi undankappingar-
nar verða hildnar 25. okto-
ber og 8. november. Sjálv
finalan verður hildin 22.
november.
Tað er hvørt kvøld eitt lið
av fólki við góðum innliti í
tónleik, sum fer at gera av,
hvør hin besti singer/-
songwriter er.
Vinnarin av samlaðu
kappingini fær eisini ein
hentan vinning: Tveir upp-
tøkudagar í frálíkum um-
støðum hjá Útvarpi Føroya
og gávukort frá Hotel
Hafnia.
Tríggir bjóða av í nýggjari kapping
TÍÐINDASKRIV
Løgmansskrivstovan
Onnur Norðuratlantsráð-
stevnan varð hildin í Het-
landi í døgunum 1. og 2.
oktober 2003.
Á ráðstevnuni hittast pol-
itikarar, vísindafólk, embæt-
isfólk, vinnulívsfólk o.o úr
londum og økjum kring
Norðuratlantshav. Høvuðs-
evnini eru: Burðardygg um-
siting av tilfeinginum í
havinum og at verja havum-
hvørvið í Norðuratlantshavi.
Harumframt eru onnur evnir
um samstarv á skránni.
Luttakarar vóru úr Ís-
landi, Føroyum, Skotlandi,
USA, Hetlandi, Ný Found-
landi og Labrador, Nun-
avut, Grønlandi, Orkney-
oggjum, Hebridunum, Dan-
mark, Svøríki, Finlandi,
Noregi og umboð fyri ES-
kommisiónina.
Ráðstevnan er íkomin
eftir uppskoti frá landsstýr-
ismanninum
í
Norður-
landamálum, Høgna Hoy-
dal, og saman við Norður-
lendska Ráðharraráðnum
skipaði Føroya Landsstýri
fyri fyrstu ráðstevnuni í
Føroyum í 2001. Tá varð
gjørd ein yvirlýsing um at
londini og økini skulu sam-
starva um felags ábyrgd
fyri Norðuratlantshavi og
avrátt varð at ráðstevnan í
ár skuldi haldast í Hetlandi.
Fiskimenn og lokal-
samfeløg skulu við í
avgerðirnar
Millum høvuðsevnini á
ráðstevnuni vóru spurning-
arnir um, hvussu fiski-
menn, vinnan og lokalsam-
feløg eiga at takast við í all-
ar vísindaligar kanningar
og eiga at hava avgerð og
ávirkan á tær reglur og
umsitingar, ið verða gjørdar
fyri havtilfeingið.
Harafturat varð stór við-
gerð av spurninginum um,
at tær tjóðirnar og tey sam-
feløgini sum liva beinleiðis
av havinum, eisini eiga at
hava ræði á sínum tilfeingi.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður segði m.a. í røðu
síni, tá ið ráðstevnan varð
sett:
"Alt ov leingi hava vit
hugt at okkara Norðurat-
lansthavi sum eina forðing
fyri samstarvi og ein trup-
ulleika fyri at skapa nútím-
ans samfeløg. Alt ov leingi
hava vit hugt burtur ella
upp um hvørt annað og
heldur hugt at tí, vit hava
sæð sum miðdeplarnar í
Heiminum. Men vit eiga at
síggja
Norðuratlansthav
sum okkara felags grund-
vøll og sum okkara felags
ábyrgd. Vit hava prógvað,
at tað ber til at skapa nú-
tímans vælferðarsamfelag
grundaði á at gagnnýta
livandi tilfeingi í havinum.
Men vit mugu samstarva og
læra av bæði mistøkum og
framtøkum hvør hjá øðrum,
um okkara hav og framtíð
skal tryggjast."
Høgni Hoydal mælti til,
at vinnulívið í londum
kring
Norðuratlantshav
varð eggjað til samstarv og
nevndi hugskotið um at
skipa eitt "OPEC" fyri fisk
Norðuratlansthavi.
Á ráðstevnuni í Hetlandi
tóku Høgni Hoydal og Jac-
ob Vestergaard lut sum
landsstýrismenn. Hjalti í
Jákupsstovu
og
Birgir
Kruse hildu fyrilestrar um
ávíkavist føroysku fiski-
dagaskipanina og mentan-
arligt samstarv í Norður-
atlantshavi. Eisini luttóku
Kate Sanderson og Niels á
Velbastað, Løgmansskriv-
stovan, Jacob Pauli Joen-
sen, Heilsufrøðiliga Starv-
stovan og Ásmundur Guð-
jónsson, samskipari hjá
fiskivinnuroyndum.
Yvirlýsing samtykt
Eftir ráðstevnuna skrivaðu
umboð fyri londini undir
eina yvirlýsing, sum leggur
dent á m.a.:
• Økt samstarv millum
verandi millumlanda stovn-
ar, ið umsita havtilfeingi og
verja
havumhvørvið
í
Norðuratlantshavi, til tess
at styrkja eina heildarum-
siting av havinum sum fel-
ags grundarlag okkara
• At fiskimenn, lokal-
samfeløg og vinna eiga at
takast við í umsiting og av-
gerðir um havið
• At eggja til samstarv og
avtalur millum vinnulívið í
Norðuratlantshavi
• At fremja møguleikar
fyri økt útbúgvingar- og
mentanarsamstarv millum
lond og samfeløg í Norður-
atlantshavi.
Umboðini fyri tey lond
og samfeløg, sum undir-
skrivaðu yvirlýsingina um
samstarv í Norðuratlants-
havi tann 2. oktober í Ler-
wick,
Hetlandi:
(frá
vinstru) Brit Fisknes um-
boðandi norska fiskimála-
ráðharran, Svein Ludvig-
sen; James Sinclair, vara-
ráðsformaður í Orkney-
oggjum; Tavish Scott, ting-
limur fyri Hetland og vara-
ráðharri fyri fíggjar- og
tingmál,
Skotland;
Siv
Friðleifsdóttir, umhvørvis-
málaráðharri,
Ísland;
Sandy Cluness, ráðsfor-
maður í Hetlandi; Høgni
Hoydal, landsstýrismaður í
lógar- og norðurlandamál-
um; Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í fiski-
vinnumálum. Simon Olsen,
grønlendski
landsstýris-
maðurin í fiskivinnumálum
var ikki til staðar men sendi
sína undirskrift við fax.
Umboðini fyri stjórnirnar í
Newfoundland & Labrador
og
Nunavut
(Kanada)
høvdu ikki heimild at und-
irskriva yvirlýsingina á
staðnum, men hava mælt
til, at tikið verður formliga
undir við henni.
Ráðstevnan fastur
táttur
Næsta ráðstevna verður í
Noregi í 2005, og tískil
bendir alt á at tað hevur
eydnast at fingið ráðstevn-
una til at gerast ein fastur
og týðandi táttur fyri sam-
starv í Norðuratlantshavi
og at hon fer at verða hildin
annaðhvørt ár í skiftandi
londum. Føroya Landsstýr-
ið hevur bjóðað sær til at
samskipa kunning o.a. um
ráðstevnuna í samráð við
komandi vertslandið.
Norðuratlantshav skal binda fólk og vinnu saman
Nr. 193 • leygardagur • 11. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Kannibalisma í Kina
- Eg sat og prátaði við kinesisku Lilly, tá eg fyrstu ferð hoyrdi um
kannibalismu av smábørnum. Tað, sum Lilly greiddi frá og tær myndirnar,
sum hon vísti mær, førdi mína lívsleið beinleiðis inn á eina journalistiskt
læruríka breyt, skrivar Annika B. Mortensen, lesandi í Onglandi
Lesið síðu 9
TILVILD
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Fyrr í vár fóru hjúnini Petra og
Kári Jespersen og dóttirin, Elsa,
eina charterferð til Goa-strondina
í India. Har búði tey á einum
góðum hotelli í millum millióna-
tals av ferðafólkum.
Tann eina dagin tey høvdu
verið niðri á strondini, hittu tey
ein kendan føroying mest sum av
tilvild.
Petra greiðir frá, at meðan tey
gingu í millum øll fólkini, sigur
Kári, at Eivind í Gongini gongur
har.
– Eg sigi tvætl við hann, tí
hvørji eru sannlíkindini fyri at
hitta hann har millum øll hasi
fólkini, sigur Petra.
Men Kári helt upp á sítt og
segði, at hansara gongulag líktist
nógv føroyskum – við hondunum
aftur um bak. Kári rópti so eina-
ferð, og hesin steðgaði og hugdi
seg um. Tey settu ferðina upp og
heilsaðu upp á hann.
Petra og Kári kendu ikki
Eivind frammanundan uttan fyri
hansara listarverk.
Rundferð við Eivind
Eivind í Gongini var bæði blíður
og týður. Og hann beyð teimum
heim til sín tann eina dagin.
Eivind býr í einum lítlum lands-
býi, har hvítur maður sjáldan
setur sín fót. Ikki tí at fólkið ikki
vil hava tey, men heldur tí at
hesin lítli býur er ikki millum tey
føstu støðini, har ferðafólk van-
liga eru, tá tey vitja Goa-strond-
ina.
Hann vísti teimum so runt har,
og tey heilsaðu upp á fólkið.
Síðani fór hann longur inn í
landið við teimum, og har fingu
tey sanniliga aðrar síður av India
at síggja, enn lívið á Goa-strond-
ini. Tey vitjaðu millum annað á
einari Chasewnøtuplantasju, har
tey sóu, hvussu saftin varð
pressað úr fruktini og nýtt til vín
ella brennivín, meðan nøtin sjálv
varð nýtt til at eta.
– Nøtin verður bakað, áðrenn
ein etur hana, og tað smakkaði
avbera væl, sigur Petra.
Petra og Kári vóru sum sagt
eisini í heimstaðnum hjá Eivindi
í India, og har sóu tey fleiri av
hansara málningum. Serliga ein
festi seg í minni á teimum, og
tey harmaðust um, at tey ikki
høvdu keypt ein, tá tey vóru
komin heimaftur.
Keyptu málning
Herfyri sóu tey so lýsing í bløð-
unum um, at Eivind hevur
málningaframsýning í Smiðjuni.
Tey gera av at fara at vitja
framsýningina. Har hitta tey so á
øðrum sinni í ár Eivind, og tey
heilsaðust og prátaðu eina løtu.
Málningurin, sum teimum
dámdi so væl, hekk uppi í
Smiðjuni, og tey smekkaðu til og
keyptu hann. Ein málningur við
nøkrum oksum á.
Tey bæði fullu fyri honum,
serliga orsakað av vøkru litun-
um. Men eisini tí at motivið var
úr India, og tey høvdu roynt at
koyra við einum oksavogni
harniðri.
Seinni funnu tey so út av, at
tað vóru oksar, sum Eivind eigur,
sum vóru á málninginum.
Petra sigur, at tey eru sera
fegin um málningin, sum tey
neyvan høvdu átt, um tey ikki
heilt av tilvild hittu Eivind í
Gongini niðri á Goa-strondini
fyrr í ár.
– Tað er nokk so stuttligt at
kunna hitta ein føroying mitt í
øllum rokilsinum av øllum
fólkunum harniðri. Tað høvdu vit
satt at siga ikki væntað, sigur
Petra Jespersen at enda.
Petra og Kári Jespersen og dóttirin Elsa vóru og ferðaðust á Goa-strondini í India í vár. Har hittu tey av tilvild Eivind í Gongini, og so hittust tey øll aftur til
hansara framsýning í Smiðjuni herfyri
Mynd: Jan Müller
Petra og Kári hittu Eivind í India
Heilt av tilvild hittu hjúnini Petra og Kári Jespersen Eivind í Gongini niðri á
Goa strondini í India, har tey vóru á eini charterferiu. Tey vitjaðu Eivind ein
dag í hansara landsbýi, og herfyri hittust tey aftur til hansara framsýning í
Smiðjuni í Lítluvík
C
M
Y
K
21
20