leygardagur 11. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vit í Føroyafelagnum móti Fót-
gangarum vilja hervið koma við
nøkrum viðmerkingum um
ferðsluna sum heild og serliga í
Havn. Tað eru næstan bara
jaligar viðmerkingar, tí vit í
felagnum eru samd um, at vit øll
gera eitt gott arbeiði fyri at for-
koma møguleikunum hjá hesum
tápulingum, ið fasthalda um
rættindini at brúka føturnar til
annað enn at traðka á pedalar,
nevniliga til at ganga.
Eitt sera gott dømi er vegaum-
vælingin í Havn millum Komm-
unuskúlan og Nonnuskúlan. Her
hevur kommunan – púra óneyð-
ugt – syrgt fyri, at gonguteigur er
komin báðumegin vegin. Hetta
mótmæla vit sjálvandi, tí tað rør
jú fram undir at nýta hesar forn-
leivdir.
Men tað, ið vit vilja viðmæla í
hesum føri, er tað skilagóða, ið
her er gjørt: gongubreytirnar
báðumegin húsarhornini í lítlu
síðugøtuni eru so smalar, at eitt
fólk illa fær snarað um húsa-
hornið og als ikki tvey leiðandi,
og ein barnavognur hevur annað
hjóli kroyst upp at húsinum og
hitt úti, har bilurin ótolin stendur
og bíðar eftir at sleppa út. Hetta
er sjálvandi gjørt fyri at vísa á, at
øll skilagóð foreldur eiga at
koyra børn síni í skúla!
Eisini hava tey flutt gongu-
teigin, so at hann ikki longur er
mitt millum báðar tær størstu
gøturnar. Fyrr var líka langt hjá
øllum at ganga. Nú er hann settur
so, at tey, sum búgva vestan fyri
skúlarnar hava fyrimun. Hetta er
eitt greitt tekin um, at hann bara
er har til pynt, tí tað neyðars
barnið, ið óumhugsin foreldur
hava sent til gongu í skúla
eystanifrá, fer sjálvandi ikki í
vindi og regni, tá skúlaklokkan
ringir, at renna við tungari tasku
til ein gonguteig, ið er í hinum
endanum av gøtuni, men bara
skáka sær millum bilarnar í
sínum enda av gøtuni. Men sum
altíð, eitt barn skal yvirkoyrast
áður enn fólk skilja, at børn ikki
eiga at ganga í skúla, men verða
koyrd til dyrnar!
Vit vilja sum heild mótmæla,
at har eru so nógv fólk, sum enn
trilla barnavognar í okkara fram-
komnu tíð. Góðir bilstólar eru
til!! Tað er forargiligt, at vit
framvegis noyðast at steðga við
gonguteigar og bíða, meðan hes-
ar treisku, seinføru mammurnar
við sínum smátápuliga smíli
trilla avkomið yvirum vegin.
Aftur her gleða vit okkum yvir
tað góða arbeiðið, sum limir
felagsins gera, at fáa tær at missa
hugin til trillaríið. Vit steðga ikki
á, fyrr enn tær hava koyrt
fremstu hjólini á vogninum út á
breytina (og tað gera tær sjáldan,
uttan at vit steðga fyrst, tí tær
stúra jú — av røttum — fyri lív-
inum hjá alvanum). Vit syrgja
fyri, at andlitsbrá okkara er
ótolið og trumma niður á rórið
við fingrunum. Eitt, ið nógv
okkara nýta við góðum úrsliti, er
at koyra so skjótt móti einum
gonguteigi, at barnavognsfanat-
ikarin sær, at vit ongan tjans
hava at steðga til tíðina.
Men vit síggja fram til, at tað
skjótt ongar trillimammur eru til
í Havnini, tí Tórshavnar Komm-
una krevur, at eigur tú eitt barn,
skalt tú hava bil! Ansingarplássið
skal jú kunna liggja á Hamrinum
á Argjum ella Norðasta Horni,
hóast tú kanska býrt í Hoyvík.
Vit fegnast eisini um, at um-
støðurnar hjá súkklistum her í
landinum ikki verða bøttar, men
heldur versna. Besta dømið um
hetta eru teir rættiliga nýggju
ringvegirnir í Havn. Her hava tey
lagað tað so væl, at avgjørt ikki
er pláss fyri einum bussi og eini
súkklu millum gongubreytirnar
og vøkru breiðu oyggjarnar mitt
á vegnum. Harafturat er syrgt
fyri, at ikki ber til at súkkla á
sjálvari gongubreytini, gongu-
breytarkantarnir eru so høgir, at
súkklisturin sorlar seg sundur,
roynir hann at rulla niður av. Nei,
her er vón fyri framman, skjótt
fara allir súkklistar at hvørva.
Her vilja vit, hóast tað næstan
ikki er neyðugt, eisini minna á
eina av óskrivaðu reglunum hjá
felagnum:
Regnar, so koyr skjótari!
Hetta er tí, at tá tað regnar,
verða fótgangarar vátari, um vit
1) ikki steðga við gonguteigar, so
tey mugu standa og bíða bil eftir
bil eftir bil, helst upp í 5
minuttir, 2) syrgja fyri at koyra
har hyljarnir eru størstir og
sprutta mest. Men sjálvandi er
tað allarmest tí, at tað er sera
umráðandi fyri bilførarar at
koma fyrr fram, um tað regnar!
Har hava verið uppskot frammi
um at skifta navnið á felagnum
til Føroyafelag móti fótgangar-
um, súkklistum og barnavognum
ella stutt og greitt til Føroya
Bilelskarafelag. Á komandi
aðalfundi verður atkvøtt um
hetta.
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
3
2
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur:
turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Viðmerkingar frá Føroya-
felagnum móti Fótgangarum
Rakel Helmsdal
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Heimið hjá Katrini og Mats ligg-
ur undir Gráasteini. Inni er ljóst
og hugnaligt. Mats ger kaffi og
setur á borðið. Katrin situr í
einum stóli og gevur bróst. Tað
fyrsta ein hugsar um, tá ein sær
henda spildurnýggja føroyingin
er, hvussu ómetaliga nógv hár,
hann hevur. Hann liggur so trygt
við móðurlið og sýgur sær kreftir
til at vaksa seg stóran. Móður-
kenslurnar lýsa úr Katrin, sum
situr og hyggur niður á sín
fyrstafødda við eymum eygum.
– Hann eitur Bjartur eftir pápa
mínum, sigur Katrin og við sorg-
blýdni í røddini, greiðir hon frá,
at pápi hennara, sum hevði verið
sjúkur í eina tíð, andaðist níggju
dagar, áðrenn Bjartur kom í
verðina.
– Tað var avbera torført at
missa pápa. Vit vóru sera tætt
knýtt, og hann gleddi seg til at
blíva abbi, so tað var ræðuligt, at
honum ikki untist at uppliva tað.
Men vit mugu so bara fegnast
um, at hann hevði tað at gleða
seg til ta seinastu tíðina, sigur
Katrin. Tey bæði tosa eisini um
hetta, hvussu torført tað er at
uppliva slíka sorg beint áðrenn
eina so gleðiliga hending, sum at
fáa eitt barn.
– Gleðin hjá okkum yvir
Bjarta stóð líka sum í skuggan-
um av missinum av Dagbjarti,
sigur Mats. Men onkursvegna so
lætti tað eisini um hjá teimum at
fáa hesa dýrabaru gávu.
Katrin sigur, at hon altíð hevur
hugsað, at hon fór at fáa børn.
Men hon hevur upplivað og gjørt
nógv, áðrenn hon kom hartil.
– Nú siti eg her við okkara
soni, og eg hugsi bara, at eg eri
glað fyri, at eg gjørdi alt tað,
sum eg havi gjørt, áðrenn eg
fekk barn, sigur hon hugsunar-
som.
Hon hevði tað gott, meðan hon
gekk við honum, og Katrin sigur,
at tað var ongantíð nakar trupul-
leiki.
Sum foreldur síggja Katrin og
Mats seg slettis ikki øðrvísi enn
onnur. Tey hava bæði spastisk
brek, men tað letur ikki til at
forða teimum nakað serligt í
teirra gerandisdegi. Katrin stúrdi
eitt sindur fyri tí fyrstu tíðini
eftir, at hon hevði átt, tí umframt
at hon orsakað av sínum breki
væntaði at fara at hava ilt við at
bera sonin nógv, so átti hon við
keisaraskurði, og tað tekur sína
tíð at koma fyri seg aftur.
Men hon letur væl at og sigur,
at tað mest sum ikki hevur verið
nakar trupulleiki. Og tað sást
týðuliga lítla løtu seinni, tá hon
reisist og ber sonin, meðan hann
framvegis liggur til.
Mats og Katrin eru sum sagt
bæði spastikarar, men tað síggja
tey ikki sum nakra forðing.
Svimjing
Flest allir føroyingar minnast
Katrina Johansen fyri hennara
flottu avrik innan svimjing fyri
nøkrum árum síðani. Heimsmet
og gullheiðursmerki í hópatali
innan altjóða kappingar. Og tá
hon so legði svimjingina á hill-
ina, helt hon fram við at venja
eina nýggja stjørnu. Eiðis-
gentuna Heidi Andreasen.
Maðurin, sum Katrin livir
saman við, Mats Brisenfeldt, er
somuleiðis svimjari. Hann hevur
luttikið í tveimum EM kapping-
um, einari HM og Paraolympisku
leikunum eisini. Hann gavst eftir
teir leikirnar sum 24 ára gamal.
Hann fór so eisini í holt við at
venja onnur. So tað er ongin ivi
um, at fólkini yvir av okkum eru
bæði tvey kemparar, og tey vita,
hvat skal til fyri at náa toppin.
Og tað var nevniliga í samband
við eina kapping, at tey bæði
hittust.
– Tað var til EM í 2001. Eg var
venjari hjá Heidi og Ester,
greiðir Katrin frá. Hon og Mats
høvdu hits fyrr, men tað var til
hesa kappingina, at tað bleiv til
nakað meira millum teirra.
Hann flutti so til Føroyar
seinni við Katrin, og her hevur
hann so verið í eitt ár nú. Mats
trívist væl, og hann er fegin um,
at hann fær møguleika til at vera
venjari her.
Vant Heidi í átta ár
Katrin byrjaði at venja Heidi, tá
Heidi var níggju ára gomul. Pápi
Heidi ringdi til Katrina tann
dagin, hon var liðug á Føroya
Læraraskúla og spurdi hana, um
hon kundi venja hana. Katrin tók
av, og tað hevur hon ikki angrað
eina ta einastu ferð síðani. Tær
báðar eru sera væl, og tær duga
eisini at hava tað stuttligt saman
– umframt at venja hart.
Katrin sigur, at Heidi er ein
kempari, og tað sást beinanvegin.
– Hon hevur lagt alla sína
frítíð í venjingina, og tað er tað,
sum skal til, um ein skal náa
toppin, sigur Katrin, sum eisini
viðgongur, at hon dugir at síggja
seg sjálva aftur í Heidi.
Sjálv hevur hon nú lagt kapp-
ingarsvimjingina á hillina eins
og Mats, men hon sigur skemt-
andi, at hon svimur framvegis -
bara fyri at fáa dellurnar vekk.
Júst nú er Katrin heima í
farloyvi, men Mats heldur áfram
við at venja Heidi. Paraolymp-
isku leikirnir í Athen liggja eitt
ár frammi í tíðini, og Heidi
venur avbera nógv. Hon venur
saman við Havnar Svimjifelag til
dagligt, og tað mennir hana
meira enn nøkur onnur venjing,
halda venjararnir báðir.
– Tað er tann rætti vegurin, at
fólk við breki venja saman við
teimum, ið ikki bera brek. Sjálv-
andi veldst um, hvussu væl tey
eru fyri, men fyri Heidi er tað
uttan iva tað rætta, siga tey.
Men sum sagt so gongur
Katrin fyri tað mesta heima nú
og hugnar sær saman við lítla
Bjarti. Nær hon fer í holt við
venjingarnar aftur saman við
Heidi er ikki greitt, men tað
tekur Mats sær av, so hon hevur
onga orsøk til at ørkymlast.
Ikki øðrvísi foreldur
Tey bæði Katrin
Johansen og Mats
Brisenfeldt hava
bæði eina fortíð
sum framúr-
skarandi svimjarar.
Saman hava tey
seinastu árini vant
Heidi Andreasen,
sum hevur fingið
framúr flott úrslit í
svimjing. Fyri
góðum mánaði
síðani gjørdust tey
foreldur fyri fyrstu
ferð, og lívið hjá
teimum er vorðið
uppaftur ríkari
– Gleðin hjá okkum yvir Bjarta stóð líka sum í skugganum av missinum av Dagbjarti
Mynd: Jens Kristian Vang
Bjartur varð føddur 9 dagar eftir at pápi Katrina, Dagbjartur, andaðist
Mynd: Jens Kristian Vang