leygardagur 11. oktober 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Århus: Yngsti løgtingslimur
Føroya nakrantíð, Jákup Sverri
Kass, slítur nú sínar skógvar og
síni súkkludekk í Århus. Í 2001
legði ungi havnarmaðurin polit-
iska lívið á hillina fyribils, og
valdi at fara undir lesnað.
Á dagsskránni stendur nú
enskt og evropafrøði á Handils-
háskúlanum í Århus. Tvey ár eru
longu farin afturum bak, so enn
vantar Jákup Sverra (knapt) trý.
Men hann er farin undir
útbúgvingina við góðum treysti.
- Eg havi altíð viljað havt eina
longri útbúgving, tí eg haldi, tað
er týdningarmikið, at tú hevur
okkurt at halda teg til. Eisini í
politikki. Tað er skjótt, at ein
heldur, at tað er lætt at sita og
taka avgerðir í politiska lívinum,
men tað er tað ikki, sigur fyrr-
verandi løgtingslimurin fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Av tilvild
Tá Jákup Sverri í 1998 varð
valdur inn á ting, hevði hann
longu søkt sær pláss á uni-
versitetinum í Keypmannahavn.
Løgfrøði var tá hansara hjarta-
mál, men tá tingsessurin stóð
honum í boðið, valdi hann, at
útseta lesnaðin í fyrsta umfari.
- Tað var rættiliga tilvildarligt,
at eg kom inn á ting.
Eg kom inn, sum eykamaður
fyri Helenu Dam á Neystabø,
sum fór í landsstýrið, greiðir
Jákup Sverri frá.
Eftir at hava sitið eitt ár á
tingi, byrjaði Jákup Sverri at lesa
løgfrøði. Hann fór niður til
Keypmannahavnar í tríggjar
mánaðir, og kom so aftur til
Føroya fyri at halda fram sum
sjálvlesandi og fyri at røkja
tingsessin. Men eftir einum ári
varð løgfrøðin slept.
- Tað varð alt ov strævið. Fyrst
at lesa løgtingslógir og so at seta
seg inn í danskar lógir gjørdist
ov nógv, so tí valdist eg at gev-
ast, og bert halda meg til
politikkin.
Tá Jákup Sverri sum 21 ára
gamal fyri fyrstu ferð sessaðist í
djúpa løgtingssessin var tað við
ungdómsmálum fyri eygað.
- Eg vildi fáast við mál, sum
eg helt meg hava skil fyri. So
ungdómsmál tóktist vera tað
mest upplagda ístaðin fyri at
fáast við eitt nú fiskidagatøl,
(men sjónarringurin breiðkaðist
skjótt) flennur tann nú 26 ára
gamli havnarmaðurin.
Broyttist
At gerast politikkari sum 21 ára
gamal, og sita í einum av land-
sins heitu, fólkavaldu stólum,
hevur sjálvandi mangt ymiskt við
sær.
- Eg var fyrireikaður uppá at
vera í tinginum við tað, at eg
hevði áhugan. Men sálarliga, so
var eg ikki meira enn ein van-
ligur 21 ára gamal maður. Og tað
Frá politikki til lestrarlív
Jákup Sverri Kass hevur seinastu árini verið lesandi í
Århus. Frá at vera yngsti løgtingslimur og yngsti
fyrrverandi løgtingslimur er hann nú vorðin til ein av
teimum mongu lesandi í jútska stórbýnum.
Fyri Jákup Sverra Kass var byrjanin á lestrarlívinum ein møguleiki at liva eitt meira anonymt lív
broytti meg eisini, greiðir Jákup
Sverri frá.
- Og júst hetta gjørdi, at tað
var gott at koma til Danmarkar
og vera ein vanligur 24 ára
gamal.
Í 2000 gjørdi Jákup Sverri
saman við unnustuni (nú konuni)
av, at árið eftir, skuldi leiðin
leggjast til Danmarkar. Og tá
Helena misti landsstýrissessin,
reyk Jákup Sverri úr tinginum.
- Og soleiðis gjørdist avgerðin
hjá mær nógv lættari.
Hjem til Århus
Tá skjøtil nú skuldi setast á
lestrarlívið vóru ymsar broyting-
ar eftir tey trý árini í politikki.
Ístaðin fyri at fara til Keyp-
mannahavnar at taka løgfrøðina
uppaftur, fall valið heldur á
Århus og enskt og evropafrøði.
- Eg gjørdist troyttur av løg-
frøði. Eg var koyrdur í senk, og
satt at siga tímdi eg als ikki at
hyggja aftur í tær bøkurnar.
Við at vera virkin í politikki,
vaks áhugin fyri samfelags-
málum og Evropa. Lesturin hjá
Jákup Sverra snýr seg millum
annað um lógir og EU viður-
skifti. Um hvussu Evropa er
uppbygt sum lond og sum
felagsskapur, og hvørjir møgu-
leikar og vansar liggja í einum
slíkum felagsskapi. Umframt
enskt sum handilsmál.
Tá lesturin um trý ár er
liðugur, kann Jákup Sverri seta
cand.ling. merc á visittkortið. Og
eftir lokna útbúgving er ætlanin
at flyta heim aftur til Føroya.
- Beinanvegin!, leggur Jákup
Sverri skemtandi afturat.
Broytingin
At fara frá at vera løgtingslimur
til ein vanligan føroyskan lesandi
í Århus gjørdist sjálvandi ein
broyting.
- Valið fall á Århus, tí býurin
hevur gott orð á sær, sum lestrar-
býur. Hann er meira »føroyskur«
og jydar meira fyrikomandi enn
eitt nú í sælendingar, heldur
Jákup Sverri.
- Sjálvandi var skiftið eisini
stórt. Bæði sálarliga og material-
istiskt. Materialistiskt á tann hátt,
at noyðast at selja bilin og keypa
eina súkklu, og so at fara frá
góðari, fastari løn til SU á 4000
krónur. Men eg hevði so ikki sett
meg í skuld á nakran hátt, so tað
var ein fyrimunur.
Tað vóru eisini fleiri í skúla-
flokkinum, sum hildu tað vera
løgið, at Jákup Sverri hevði sitið
í løgtinginum, sjálvt um hann
bara var 24 ára gamal.
- Men tað var forfrískandi at
koma frá Føroyum og vera ein
almennur persónur til Danmarkar
og vera meira ella minni
anonymur. Tað var deiligt, at
sleppa at liva eitt lív sum ungur.
Einaferð politikkari...
Føroya yngsti fyrrverandi løg-
tingslimur, heldur seg hava lært
nógv ta tíðina, hann sat á tingi.
Og nógv, sum hann eisini fær
brúkt í lestrinum hjá sær her í
Århus. Men um hann stillar
uppaftur, er enn ein opin,
ósvaraður spurningur.
- Tað kann vera, at eg stilli
uppaftur. Og um eg geri, so verð-
ur tað helst fyri Sjálvstýris-
flokkin. Orsøkin til, at eg sigi
helst er, at flokshug-sjónin skal
hóska til stevnuskránna, bæði í
skrivaða og førda politikkinum,
greiðir Jákup Sverri frá.
Sjálvt um hann er lesandi á
flatlondum, so fylgir hann væl
við í politikkinum heima í
Føroyum.
- Eg haldi, at føroyska poli-
tikkinum vantar visónir. Nú
verður vassað í tí sama. Full-
veldissíðan hevur start seg blinda
í fullveldismálinum, meðan sam-
bandssíðan hevur start seg blinda
í danska ríkisfelagsskapinum.
Har vanta langsiktaðar ætlanir,
og har hevði eg kunnað hugsað
mær at sæð meira av EFTA og
EU samstarvi á dagskránni.
Jákup Sverri er ikki í iva um,
at ein útbúgving gevur betri
barlast til at fara uppí politikk.
- Í og við útbúgving, so verður
tín sjónarringur breiðkaður, so tú
sært longri enn til næsta bøgarð-
in, um eg so má siga. Útbúgv-
ingin gevur tær at grundarstøði,
so tú sært tingini uppá ein annan
máta. Hon borgar fyri bókligum
førleika og praktiskari vitan, har
tú letur eyguni upp fyri, hvat
gongur fyri seg úti í heiminum.
Spennandi tíð
- Tíðin, tá eg sat á tingi, var ein
spennandi tíð. Serliga við full-
veldismálinum. Men hvørki
Føroyar ella Danmark vóru
búgvin til fullveldi, tí tað var so
merkt av populismu – frá báðum
pørtum, heldur Jákup Sverri,
sum leggur afturat, at alt krútið
var brent av beinanvegin.
Sjálvur hevur hann eina hug-
sjón, sum peikar ímóti eini stig-
vísari gongd ímóti sjálvstýri, har
Føroyar í størri mun taka
avgerðir og avleiðingar sjálvar.
- Eg síggi einar sjálvsstøðugar
Føroyar, tá vit hava yvirtikið tað
síðsta málið og gjalda okkara
rokningar sjálvi. Ikki fyrr enn tá
kunnu vit samráðast við Dan-
mark á jøvnum føti.
Men um ella nær Jákup Sverri
fer at gera seg galdandi aftur í
politiska talvinum í Føroyum er
óvist. Tað kann eisini væl vera,
at hann als ikki fer uppí politikk
aftur, ella at hansara arbeiði fer
at hava nakað við politikk at
gera.
- Eg ynski at arbeiða innan tað
privatavinnulívið. Kanska ráð-
geving, har ein fær innlit í
marknaðaruppbygningar. Ella
kanska á uttanlandsdeildini hjá
Landsstýrinum.
Eitt er so vist. Nú heldur ungi
havnarmaðurin seg til lesnaðin,
og ætlar sær ikki at blandast uppí
føroyska politiska meldurin enn
á sinni. Útbúgvingin skal fyrst
fáast av skafti.
- Og tað var eisini ein av
orsøkunum, at eg valdi at fara at
lesa. Við útbúgvigini fái eg eisini
møguleika fyri eini aðrari fram-
tíð enn, at vera tengdur at
politikki altíð, sigur Jákup Sverri
Kass at enda.
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
5
Fulla navn: Jákup Sverri Kass
Føddur: 19. januar 1977
Arbeiði: Lesur enskt og evropafrøði á
handilsháskúlanum í Århus á øðrum ári
Giftur við Poulu, og saman eiga tey dóttrina, Súsanna,
sum er eitt ára gomul
Fakta
- Í og við útbúgving, so verður tín sjónarringur breiðkaður, so tú sært longri enn til næsta bøgarðin, um eg so má siga, sigur Jákup Sverri Kass
C
M
Y
K
25
24