leygardagur 11. oktober 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 193 - 11. oktober 2003
27
FÓLK Á LEIÐINI
Orð:Rúna Sivertsen
Myndir: Bárður Lydersen
– Eg havi ikki angrað mína av-
gerð eitt einasta sekund, sigur 23
ára gamla Bodil Joensen úr
Klaksvík.
Í vár segði hon lærupláss sítt
frá sær og flutti heim til Føroya
fyri at fara undir eina intensiva
venjing av heilaskadda soni
sínum.
Frá morgni til myrkurs hvønn
einasta dag, venur hon dreingin
eftir eini skrá, ið er samansett
júst til hansara.
Fólk undrast og spyrja, um tað
ikki er ógvuliga strævið, men
hon sigur, at tað var nógv
strævnari at sita passiv og síggja,
at drongurin als ikki mentist.
– Eftir at hava vant í 3
mánaðir, síggjast nú smá fram-
stig hjá Kjartani, og tey eru alt
stríðið vert, sigur Bodil.
Tyngsta stríðið hjá henni og
øllum teimum, sum fáa børn við
serligum tørvi, er at stríðast við
eina skipan, sum er so stirvin, at
sjálvt tann sterkasti má geva upp.
- Men tað er als ikki synd í
okkum. Vit hava nú ein inni-
haldsríkan gerandisdag og hava
hvørki tíð at keða okkum ella at
stúra, sigur Bodil.
Ein vónartíð
Tað var miðskeiðis í juni mán-
aða. Bodil var stutt síðani farin í
barnsburðarfarloyvi úr læruplássi
sínum í Herlev, har hon las til
radiograf.
Nú gekk hon og gleddi seg og
legði ætlanir fyri framtíðina, sum
sá ljós og góð út.
Hon gleddi seg eisini at sleppa
burtur úr hesum ræðuliga hitan-
um, ið lá yvir Danmark. Tað var
alt ov heitt hjá eini barnakonu.
Tað skuldi verða gott at koma
heim til svalligu Føroyar.
Barnið ætlaði hon at føða
heima í Føroyum, og restina av
farloyvinum skuldi hon verða
heima hjá foreldrum og familju.
Bodil hevði tíðina fyri sær, tí
hon var ikki sett at eiga fyrrenn
tann 1. august. Ferðaseðilin var
keyptur, og ætlanin var at fara
heim fyrst í juli.
Men áðrenn hon fór, ætlaði
hon sær til frisør. Morgunkápu
og inniskógvar skuldi hon eisini
hava. At kalla alt er bíligari niðri,
so frægast var at keypa sum
mest, áðrenn farið varð heim.
Hóast tað var heitt, so var
lívið deiligt. Hon hevði bert seg
sjálva at hugsa um. Tað var eitt
njótilsi at ganga heima og
droyma um alt tað, sum hon
skuldi gera, bæði fyri og eftir, at
barnið var føtt.
Hon fyrireikaði seg til føðing-
ina og barnið og las alt, hon fekk
hendur á um føðing og pinku-
børn. Men eitt brot í "Bókini um
barnið", tímdi hon ikki at lesa.
Tað var, har greitt verður frá
keisaraskurði og ov tíðliga
føddum børnum.
Tað var ikki nakað, ið henni
fór at verða fyri. Heldur fór tað
at verða so, at hon fór at ganga
yvir tíðina, ímyndaði hon sær.
Hon skilti heldur ikki, at nakar
kundi finna upp á at ynskja sær
at føða við keisaraskurði.
Men nú hon gekk heima og
hevði so góða tíð, helt hon, at
hon kortini skuldi lesa tað, sum
stóð um keisaraskurð og børn,
sum koma ov tíðliga.
Vónir vendust til ótta
Bodil hevði tað gott, og barnið
føldi hon ikki so nógv til. Í
grundini var tað kanska ov
friðarligt. Í hvussu er friðarligari
enn tað hjá vinkonuni.
Men tað hugsaði hon ikki so
nógv um, og hon hevði heldur
einki at samanbera við, tí hetta
var jú fyrstu ferð hjá henni.
Nú var aftur tíð at fara til
kanningar. Jarðarmóðurin lurtaði
væl og føldi upp á búkin og
spurdi hana, hvussu nógv lív hon
føldi. Tá Bodil segði á leið tað,
hon helt, bað jarðarmóðurin hana
fara heim, drekka eitt glas av
køldum vatni og leggja seg niður.
Hetta var nakað, ið sum oftast
virkaði og skuldi fingið barnið at
rørt seg. Men tað segði tað sama.
Barnið rørdi seg, men ikki so
nógv, sum ynskiligt var. Tí helt
jarðarmóðirin tað vera best at
tosa við barnakonulæknan.
Hon fekk tíð hjá læknanum
vikuna eftir. Við eitt vóru ljósu
dreymarnir býttir um við ótta og
stúran.
Okkurt er galið
Bodil fekk tíð og skuldi møta á
ambulatoriinum fyri barnakonur
á Herlev sjúkrahúsi.
Um náttina hevði hon sovið
illa, tí hon helt, at okkurt helst
var galið. Men so hugsaði hon, at
tað var tað nokk ikki kortini.
Hetta var fyrstu ferð, so hon visti
ikki, hvussu tað átti at vera.
Aftur legði hon ætlanir um,
hvat hon skuldi gera til reiðar til
barnið. Tá morgunin kom, hevði
hon als ikki fingið ta hvílu, sum
henni tørvaði, og matarlyst hevði
hon ongan orsaka av ótta fyri at
fara til læknan.
Uttanfyri sjúkrahúsið sóu tey
ein mann styðja konu sína, sum
hevði verkir. Hygg, segði Bodil
við mann sín. Um hálvanannan
mánaða verða tað vit.
Á sjúkrahúsinum varð hon
kannað. Skannarin vísti, at
barnið vigaði bert 1300 gramm.
Eftir tíðini skuldi fostrið viga
áleið eitt kilo meira. So, her var
heilt galið. Bodil varð koyrd í
annan skannara, fyri at tey kundu
vera vís í, at hetta var rætt, og
aftur var úrslitið tað sama.
Longsti dagur
Hetta var tann 21. juni, og enn
vóru fleiri vikur, til Bodil skuldi
eiga.
Ein lækni kom og segði: "Tú
6
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
Tað er ikki synd í mær
Fyri nøkrum mánaðum síðan
gjørdi 23 ára gamla Bodil av at
gevast at læra, so hon kundi fara
undir at menna tvey ára gamla son
sín, Kjartan. Í tímar hvønn einasta
dag, stimbrar hon heilaskadda
dreingin eftir eini venjingarskrá, ið
amerikumaðurin Glenn Doman
hevur uppfunnið.
– Í staðin fyri ein gerandisdag
í mótloysi og døpurhuga, kunnu vit
nú gera nakað ítøkiligt og hava vón
um, at sonur okkara fer at mennast,
sigur blaðunga mamman
Í tímar hvønn
einasta dag fer lítli
Kjartan ígjøgnum
eina venjingarskrá,
har summar av
venjingunum verða
gjørdar upp til 30
ferðir
mást undir keisaraskurð í dag!"
Á, nei, hugsaði Bodil, og óttin
floymdi omanyvir hana. Hon var
so bangin fyri barninum. Harum-
framt ræddist hon so fyri at
verða stungin við nál. Men her
hjálpti eingin góða mamma;
hetta mátti hon ígjøgnum.
Síðani varð hon við sjúkrabili
flutt á Ríkissjúkrahúsið, har
keisaraskurðurin skuldi gerast.
Ein lækni spurdi, um tey ynsktu
at bíða til dagin eftir. Men
áðrenn tey høvdu tikið støðu,
kom hann aftur og segði, at tey
tað sama kundu fáa tað yvir-
staðið beinanveg.
So var alt gjørt til reiðar til
keisaraskurðin. Hon skuldi ikki
burturdoyvast og slapp tí at vera
við í øllum tí, sum hendi.
Og klokkan 5 seinnapartin
henda dagin, kom lítli Kjartan til
verðina. Hann vigaði bert 1460
gramm og var 38 sentimetrar
langur.
Hesin longsti dagur á árinum,
gjørdist eisini longsti dagur í
lívinum hjá Bodil.
Verður ongantíð studentur
Nú byrjaði ein strævin tíð hjá
Bodil og manninum. Alt, tey
høvdu lagt ætlanir um, varð eftir
einum degi kollvelt. Mitt í øllum
hesum hurlivasa, skuldu tey gera
klárt at flyta, men nú vóru tey
læst á sjúkrahúsinum.
Tó, hetta vóru bara praktisk
viðurkskifti, sum einki høvdu
uppá seg í mun til lítla barnið,
sum tey høvdu fingið. Kortini
vóru tey noydd at hugsa um tað
eisini, og ringt var at fáa tingini
at hanga saman.
Tað ringasta var óttin fyri lítla
Kjartani. Hvussu fór at verða við
honum. Var nú alt, sum tað
skuldi?
So við og við gekk upp fyri
teimum, at alt var ikki, sum tað
átti við dreinginum. Læknarnir
sóu okkurt á heilanum, men tað
segði teimum ikki so nógv um,
hvussu hann fór at mennast.
Einaferð segði ein lækni við
tey, at Kjartan fór vist ongantíð
at fáa eina studentarútbúgving.
Hetta hildu tey vera eitt sera
tápiligt úttalilsi, tí so langt fram í
tíðina høvdu tey ikki orku at
hugsa. Tað segði teimum heldur
slett einki um, hvussu drongurin
fór at klára seg.
Allar tær óteljandi kanningar-
nar, ið Kjartan fór ígjøgnum fyri
royna at finna orsøkina til heila-
skaðan hjá dreinginum, góvu
eingi úrlsit. Og enn er ikki stað-
fest, hvaðani skaðin stavar.
Ein serstøk gáva
Av tí, at Kjartan var so lítil,
kundi Bodil ikki at hava nýfødda
sonin hjá sær. Hann var so lítil,
at klæðini hjá baby born vóru
nóg stór til hansara.
So skjótt, hann var føddur,
ballaðu tey hann í eitt teppi, og
hon slapp bert at síggja í evarska
lítla snýði. Síðani gingu 4 tímar,
áðrenn hon aftur slapp at síggja
hann.
Heldur ikki slapp hon at hava
hann hjá sær á sjúkrastovuni, tí
hann mátti liggja í kuvøsu. Hon
kundi vera hjá honum so ofta,
hon vildi, men tá var hon noydd
at sita á einum stóli í eini stovu,
har fleiri aðrar kuvøsur vóru.
Á føðigongini, har hon lá, lógu
eisini barnakonur við frískum
børnum. Tað var hart at síggja
tær ganga og trilla vøggurnar
aftur og fram.
At fáa eitt barn ov tíðliga,
slítur nógv uppá sinnið; kropp-
urin er jú ikki fyrireikaður til
føðingina. Hóast gleðin um
barnið er stór, er so nógv annað,
sum ikki ber til at seta orð á, ið
er svárt at koma ígjøgnum.
Hóast Bodil ikki er uppvaksin
við, at Gud revsar, so kom tankin
tó sníkjandi við hvørt. Men tað
kundi ikki passa, at hennara lítli
sonur skuldi revsast fyri nakað,
ið hon hevði gjørt.
Tað var ein troyst at koma í
Kristnastovu at vera saman við
góðum vinum har. Hon var fram-
vegis glað um tað, sum Jesus
hevði gjørt fyri hana. Men tá tey
sungu lovsangir, kom ein kensla
fram í henni, sum gjørdi hana
kløkka. Tað kendist sum ein lítil
mótvilji í hjartanum at takka
beint nú.
Men so við og við lektust hesi
sár, og hóast tað var ringt at
góðtaka, eru Bodil og maðurin
sannførd um, at Kjartan er ein
gáva og ein serstøk uppgáva til
teirra.
Vón fyri framman
Einaferð mátti gerandisdagurin
byrja, og Bodil fór aftur til
arbeiðis.
Men lítli Kjartan mentist ikki
og gjørdi als eingi framstig.
Tá ein tíð var farin, fekk hann
pláss á einum serbarnagarði,
men heldur ikki har mentisi hann
nakað.
Vermóðir hennara hevði á
internetinum lisið um eina venj-
ingarskrá fyri børn við heila-
skaða. Hetta er ein intensiv skrá,
ið krevur, at annað av foreldrun-
um átekur sær at venja við barn-
inum frá morgni til myrkurs
hvønn einasta dag.
Tá hon fyrst hoyrdi um hesa
venjing, orkaði hon ikki at hugsa
um nakað slíkt. Men tíðin gekk,
og tá drongurin var vorðin hálvt-
annað ára gamal, var hann fram-
vegis á sama støði sum tann
dagin, hann varð føddur.
Tá tók hon avgerð um, at nú
fór hon at royna hesa venjing -
og so mátti bera ella bresta.
Allir sansir hjá Kjartani mugu vekjast,
og tí skal hann venja sjón, hoyrn og
følisansirnar nógvar ferðir hvønn
einasta dag. Pápi Kjartan hevur gjørt
honum eina slisku, sum er ætlað at læra
hann at grulva. Síðani tey byrjaðu
venjingina fyri 2-3 mánaðum síðan, er
Kjartan byrjaður at smílast og geva ljóð
frá sær. Eisini er hann farin at taka
beinini upp undir seg, tá hann liggur á
gólvinum
C
M
Y
K
27
26