leygardagur 11. oktober 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Eg havi keypt mær einar sól-
brillur. Einar sum kunnu klipsast
upp á brillurnar, tit vita. Tað er
faktiskt sera praktiskt. Og sera
einfalt at seta uppá brillurnar,
hevur tú gjørt tað nakrar ferðir,
og ikki ert so klombrut sum eg.
Var í Århus í mai og keypti mær
tær tá. So skuldi ikki verið meira
at skriva um hetta heldur
óinteressanta keypið, men so er
ikki. Alt møguligt er hent við
brillunum og við mær í sama
sambandi síðani tá.
Eg eri ein nokkso ótólin og
busut typa, leggi ting alla møgu-
liga staðni, men ikki brillurnar.
Eg veit altíð hvar tær eru av tí
einføldu orsøk, at eg ikki síggi,
tað eg eigi, eri eg ikki í teimum.
Havi hoyrt onkran siga, at tey
hava brillurnar á, og tey taka tær
av. Tað hevði verið spell hjá
okkum brillubrúkarum, um
brillur vóru tiknar av soleiðis
mitt í øllum. Tá hevði verið
glymur dansur. Og lítið at gjørt
hjá brillumonnum- og kvinnum
kring landið. Tað eru jú ikki øll,
sum tola linsur. Tekur man eisini
tær á og av? Ella fert tú í linsur-
nar og fert úr teimum aftur?
Aftur til sólbrillurnar. Leggi
tær varisliga í hylkið, og so í
taskuna tá sólin ikki skínur. Veit
næstan altíð hvar tær eru. Øðr-
vísi er tá eg skal klípa tær upp á
brillurnar. Tá gongur ikki fyri
seið órstortslig sum eg eri. Tað
minnir mestsum um, tá eg lati
bommpakkan upp frá Haribo og
øll bommini sproyta út á gólv.
Hevur tú ikki onkuntíð staðið við
einum pakka við bara trimum
piratos eftir í? Er tað ikki tað
mest irriterandi? Havi hug at
meyla til Haribo við hvørt og
spyrja, um ikki onkur har er, sum
kann royndarupplata pakkarnar,
áðrenn teir fara út á marknaðin.
Hinvegin, kanska er ein ætlan
við hesum. Kanska vilja fram-
leiðararnir, at vit skulu niður á
øll fýra at skimast í allar ættir
undir sofur og borð og strekkja
okkum eftir 17 bommum í
ymsum støddum og litum. Tað
gevur jú eitt sindur av motión.
Ella hvat sigur tú um V6 tyggi-
gummipakkan? Tað er næstan á
vísindaligum støði. Har gevi eg
skarvin yvir við brestin. Ella tá
eg lati mjólkarpakkan upp frá
búnaðarmonnunum. Tað grettir
ikki, at eg klippi í skeivum enda.
Sama er, tá eg skal lata upp
melispakkar. Lati teir upp í
botnunum. Hetta kemst nú meira
av dølskni. Rætt skal vera rætt.
Havi líkasum ikki tað praktiska í
mær, tá tað snýr seg um sovorðið
óinteressant, men neyðugt. Fari
slettis ikki at siga tykkum frá,
hvat hendir, tá eg klippi hol í
rómapakkan. Lat tað fara. Men
eg kann avdúka, at vit hava
hund. Hondina á hjartað - eg geri
tað ikki við vilja. Heima hjá
okkum sæst á pakkunum, hvør
hevur latið teir upp. Tað heldur
Jógvan Norðbúð vera nokkso
stuttligt og sjálvfylgiligt.
Nú er løtan komin til eitt
hjartasuff í sambandi við búnað-
armenninar. Súrróma/jogurt-
íløtini! Hví fer lokið sundur í
fleiri strimlar, tá eg skræði tað
omanav? Sama hvussu eg ómaki
mær, grettir tað ikki. Tað deilir
seg konsekvent sundur. Tað má
vera gjørligt í 2003 at framleiða
eitt lok, sum ikki minnir mest
um frynsarnar á einum bundna-
turriklæði, tá tú tekur tað oman-
av. Her kundi eg hugsað mær at
mint á, sum eg onkuntíð geri, at
tá tað bar til at fara á mánan í
1969, so skuldi eisini borið til í
hesi so framkomnu øldini at
gjørt einfaldar jogurtlok-skræð-
omanav-loysnir, men nú siga tey
fyri mær, at tað slettis ikki
passar, hatta við mánanum, so nú
riggar hatta líkasum ikki longur.
Sjitt.
Ná. Nú kom eg aftur heilt
burturfrá sólbrillunum. Tíverri
klípti eg tær so ófantaliga uppá
brillurnar ein fagran summardag,
at tvær kløður av berari frustra-
tión duttu av. Nú var verri, tí tær
hingu og dinglaðu beint upp og
niður fyri annað eygað og gjørdu
ikki Dávanyttu.
Var aftur í Århus í august, so
eg vitjaði brilluhandilin, tá vit
kortini vóru har um leiðir, og
segði sum var. Tey vóru bæði
blíð og týð og søgdu, at eg skulu
fáa nýggjar ókeypis kløður. Ikki
fyri tí. Talan var hvørki um
Gucci, Armani ella Dior sólbrill-
ur, men hinvegin, so var eingin
orsøk ikki at gera tær aftur, tí
nýggjar vóru tær. Klørnar vóru
ikki tøkar beint tá, so eg fekk tær
ikki við mær. Tey bjóðaðu sær at
senda tær til dóttrina í Århus og
glað var eg.
Onkursvegna kom klutur í
adressurnar, og heimafturkomin
til Føroya lá grønur lepi frá
Postverkinum á Óðinshædd um.,
at okkurt var komið til mín, og
teimum vantaði eina vørurokn-
ing. Eg visti, at hetta vóru sól-
brillurnar. Vørurokning hevði eg
onga, tí hetta var bert ein evarska
lítil umvæling. Kostaði kanska
50 oyru. Orkaði ikki at ringja til
Danmarkar um hesa bagatelluna,
so eg tók grøna lepan í taskuna,
og gjørdi av at ganga niðan á
posthúsið eftir loknan arbeiðsdag
og royna mítt besta at sleppa
undan alt ov nógvum roksi,
sjálvt um eg kenni mannagongd-
irnar hjá Toll og Skatt á hesum
øki. Royndi at billa mær inn,
meðan eg stríddi meg eftir
Hoyvíksvegnum, at óivað fór
hetta at ganga, og kanska kundi
eg sníkja meg fram til eina lætt-
liga loysn í samráð við onkra
fitta posthúskonu. Nú sigi eg
sum heimasíðan hjá Norður-
landahúsinum: Les meira!
Tað regnaði av grimd, tá eg
legði leiðina móti Óðinshædd, og
tá eg trein innum á posthúsinum
minti eg mest um eitt hvíttklætt
huldufólk. Buksurnar vóru
dýggjvátar og løgdu seg sum
tveir skitnir, vátir borðklútar um
leggirnar, og tað sá út, sum um
eg var í ongum! Paraplyin, sum
fleiri ferðir vendist við, minti
mest um eina spjálkandi grinda-
lokk, og eg fekk næstan ikki lagt
hana saman, sum hon peigaði í
allar ættir.
Konan við diskin var fryntlig,
tá eg rætti henni lepan og segði
míni ørindi. Hon hugdi at mær
við eygum fullum av samkenslu
og segði, at eg mátti tosa við
tollararnar, men teir stongdu kl.
16.00, og nú var klokkan 16.30,
so eg mátti koma aftur eina
annan dag. "Á, hugsaði eg.
Koma aftur ein annan dag, nei,
ikki tími eg at koma aftur ein
annan dag". Knappliga kendist
tað, sum eg stóð í lítla hyli í
svimjiylinum. Sera vátt. Tá eg
hugdi niður, rann regnið so
lystiliga niður eftir øklunum og
hvarv niður í skógvarnar.
Skvatlar, mutlar.... Helt meg
hoyra onkran murra "Eins og
áarstreymur rennur". Kanska var
tað bara innbilling. Hvussu var
og ikki var hetta ikki rætta løtan
at biðja meg koma aftur ein
annan dag.
Hvussu nógv roks kann stand-
ast av einum sólbrillum? So um-
ráðandi var tað nú heldur ikki.
Segði henni, at hon bara skuldi
senda brillurnar aftur til Dan-
markar, so fekk eg dóttrina at
fara inn at heinta tær, og so sendi
hon mær tær heimaftur í einum
vanligum brævbjálva. Abra
kadabra. Ella fari eg at biðja
handilin í Danmark koyra tær í
skrell og so keypa mær einar
nýggjar hjá Poul Einar. Haldi, at
eg fari at gera tað. Keypa mær
einar frá Poul Einar. Tað er so
nógv lættari.
Mínar sólbrillur, Mjólkarvirki
Búnaðarmanna og Haribo
Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003
9
MENTAN
Annika Bolton Mortensen
annika_bolton_m@hotmail.com
Kinesiska Lilly eitur ikki veru-
liga Lilly. Tað er ikki tí, at hon
vil verða ónevnd, at eg kalli hana
Lilly. Í Kina er nevniliga siður;
at man velur sær eitt navn, sum
kann brúkast uttanfyri Kina.
Fyrstu ferð, eg hitti Lilly,
bukkaði hon fyri mær. Eg visti
ikki rættiliga, hvussu eg skuldi
svara aftur, og segði bara „How
do you do", sum man ger í
vesturheiminum. Lilly, sum er
umberandi og still av lyndi,
lesur, tvørt at siga, til innan-
duraarkitekt í Onglandi. Hon
kemur frá Machau, sum er ein
lítil oyggj uttanfyri Hong Kong.
Áðrenn eg hitti Lilly, visti eg
ikki nógv um Kina. Eg hevði
einans lisið bókina „Vilde
svaner" eftir Jung Chang, og
annars hoyrt eitt sindur um Mao
og kommunismu í Kina. Fyrstu
ferð eg uppdagaði, hvussu
annaðleiðis kinesarar eru
mentanarliga frá vesturlend-
ingum, var eitt kvøldið, tá Lilly
bjóðaði til nátturða. Maturin var
einki nýtt: shushi, nudlur og
tílíkt. Men Lilly sat og tugdi við
opnum munni og hon slurkaði
nudel-suppuna í seg. Ein av
hinum gestunum hevði sæð,
hvussu bilsin eg hevði eygleitt
Lilly og greiddi mær frá, at
soleiðis vísir man í Kina, at
einum dámar matin.
Smaskið hjá Lilly opnaði mín
áhuga fyri Kina. Um eitt sereyð-
kenni, sum at tyggja, var so
annaðleiðis í Kina, hvørji onnur
forvitnislig fyribrigdi kunnu so
ikki koma fyri í Kina!
-Sig frá onkrum spennandi í
Kina? Soleiðis byrjaði samrøðan
millum Lilly og meg tann dagin,
tá tíðindakvinnan av álvara kom
í meg og eg hugsaði, her er
søgan sum kann fáa ferð á mína
virkisleið.
Nógv fólk í Kina eru rættiliga
fátæk, og sum flest øll vita, er
bannað at fáa meir enn eitt barn
nógva staðni í Kina. Hetta hevur
borið við sær, at fátækar kvinnur,
ymsastaðni úti á bygd koma í
trupulleikar um tær verða við
barn. Tí fær man meir enn eitt
barn, fær man samstundis eina
stóra bót.
Landsparturin, Guangdong,
har suðuri í Kina, er mest fram-
komna økið í Kina. Hong Kong
liggur í hesum økinum. Og sum
skilst hevur nógva virksemið í
Hong Kong spjatt seg inn í
Goungdong, har nógv rík - og
handilsfólk búgva.
Tað er eisini í Goungdong, at
fólk eru byrjað at eta fostur og
pinkubørn, sum stava frá bygd.
Hildið verður, at tað gevur styrki
og snildi at eta fostur, og tess
meira búgvin fostrini eru, tess
meira føðsluvirði hava tey.
Fátækar kvinnur, sum verða
við barn, kunnu fáa umleið 100
bretsk pund, tað er umleið 120
krónur, um tær selja fostur sítt til
svarta marknaðin. Hetta er
nógvur peningur, umleið ein
ársløn hjá fátækum bygdafólki í
Kina.
Fostrini verða síðani seld sum
krás ella delikatessa til ríkfólk í
Goungdong. Og sum skilst eru
læknar á sjúkrahúsum í Guang-
dong við í søluni av fostrum.
Lilly vísti mær myndir. Mynd-
irnar vóru av einum 6 mánaðar
gamlari gentu. Mamman hevði
fingið fosturtøku og gentufostrið
varð síðani selt á svarta markn-
aðinum. Myndir vóru av gentuni
á einum skeribretti, í einum
súpanarpotti, meðan súpanar-
matur varð tikin upp úr pottinum
og meðan fólk sótu og ótu.
Myndinar vóru tiknar av nøkrum
fólkum sum við undirgravingar-
virksemi, megnaðu at fáa tann
framíhjárætt at verða boðin til
ein kostnaðarmiklan nátturða,
sum eingin tosar hart um.
Myndirnar eru á kinesisku
heimasíðuni:
http://life.nthu.edu.tw/~rrandd/90
s1/b881618/menu/baby.eating/
men eg vil fegin ávara, at
myndirnar eru í ólukkumáta
ræðuligar.
Mín fyrsta hugsan eftir; at
hjartailskan var batnað, var, at
hetta kundi verið ein doku-
mentarfilmur, sum hevði nátt
kring allan heimin. Hetta vóru
hugspennandi evni: fosturtøka,
ein svartur marknaður og ikki
einans kannibalisma, men
kannibalisma av børnum. Og
Guangdong, tað var just í
Guangdong, at fyrsti tilburðurin
av lungnasjúkuni SARS varð
staðfestur. Eg mintist, at fyrsti
tilburðurin av neytaøði kom eftir,
at bøndur høvdu givið neytum
fóður sum innihelt neytakjøt.
Kundi SARS verða komið av
kannibalismu í Guangdong?
Tann fyrsti, sum fekk SARS, var
harafturat, lækni, og tað vóru
eisini læknar, sum vóru fløktir
uppí svarta marknaðin og
kannibalismuna í Guangdong.
Eg bað Lilly týða kinesiska
tekstin á omanfyri nevndu
heimasíðum, og síðani fór eg til
verka. Eg tosaði við ein lærara,
Tom Hill, á Bournemouth
University, sum áðrenn hann
byrjaði at undirvísa hevði
starvast á bretsku sjónvarpsøðini
ITV. Hill helt, at møguliga var
einki komið fram um kannibal-
ismuna, tí at tað var ov ræðuligt
til at verða sagt frá, men hann
legði afturat, at Kina er ein óvan-
liga innilæst tjóð og at møguleiki
var fyri, at eingin journalistur var
komin fram á hetta fyrr. Hill
helt, at eg skuldi ringja til ein
fyrrverandi starvsfelaga hansara,
sum enn starvaðist á ITV.
Eg so gjørdi. Hesin setti meg
víðari í samband við Asia korre-
spondentin hjá ITV, sum býr í
Bangkok, men ferðast kring alt
Asia. Hetta hendi alt innan eina
viku. Og í hesum tíðarskeiði
fekk eg eisini spurt meg fyri og
staðfest, at lungnasjúkan SARS
ikki kundi stava frá kannibal-
ismu, tí at SARS er ein virus.
Hetta var áðrenn vísindafólk
høvdu nakra hóming av hvaðani
SARS stavaði.
Eg fór at lesa um Kina.
Umleið 1.3 milliardir fólk búgva
í Kina og av teimum liva fleiri
hundrað milliónir í hungursneyð.
Eg fór at hugsa um, hvussu lívið
man vera fyri menniskju, sum
hvønn dag mugu berjast fyri at
yvirliva. Ein kann ímynda sær, at
normar, huggreiða og etikkur
einki longur hava at siga, og at
lívið einans snýr seg um at hóra
undan. Kannibalisman og svarti
marknaðurin vóru eingin
einfaldur tíðindastubbi. Talan
varð um eina langa verkætlan,
sum fór at krevja undirgravingar-
virksemi í lokaða Kina, har
sjálvt kristnir trúboðarar mugu
virka í loyndum.
Kanska var tað, samanum-
tikið, ikki eitt gott hugskot at
fara til verka við at avdúka
barnakannibalismu í Kina. Tað
hevði ikki betrað nakað í
heiminum, men tvørturímóti
gjørt støðuna hjá fátækrafólki
enn verri. Um eg fekk mítt
journalistiska frambrot við hesu
søgu, hevði eg so ikki verið meir
ein sensatióntíðindakvinna, enn
eitt umhugsið menniskja?
Eg valdi ikki at gera meir við
søguna. Hvør veit, kanska eru
ræðuligu myndirnar, sum liggja á
oman fyri nevndu heimasíðuni,
bara telduskaptar? Og um tær
ikki eru, hevði almannakunn-
gerðin av søguni uttan iva gjørt
ilt verri fyri mong. Eg avgjørdi
at skriva um hendingina til
Sosialin í staðin.
Ymiskt ymsastaðni
- Eg sat og prátaði við kinesisku Lilly, tá eg fyrstu ferð hoyrdi um
kannibalismu av smábørnum. Tað, sum Lilly greiddi frá og tær
myndirnar, sum hon vísti mær, førdi mína lívsleið beinleiðis inn á eina
journalistiskt læruríka breyt, skrivar Annika B. Mortensen, lesandi í
Onglandi
C
M
Y
K
29
28