Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 193 - 11. oktober 2003 Inni í Smálandi mitt ímillum Växjö og Nybro liggur tað sonevnda Glasríkið. Øll kenna vit tey vælkendu svensku glasmerkini Kosta Boda og Orrefors. Í Glasríkinum liggja tey flestu svensku glasvirkini, tvs. 15 út av 16, og Glasríkið verð- ur roknað sum størsta ferða- fólkaattraktiónin í Svøríki. Ikki færri enn ein millión ferðafólk vitjaði Glasríkið seinasta ár. Glas er somuleiðis ein av teimum týdningarmestu útflutningsvørunum í Svøríki. Longu fyri yvir 100 árum síðani byrjaðu glasblásarar og listafólk at samstarva á teim- um ymisku glasvirkjunum við tí fyri eyga at útvikla nýskap- andi snið. Hetta serstaka sam- spælið hevur gjørt svenskt glas kent um allan heim. Sjálvt hondverkið er gamalt. Teknikkurin at blása form í glas ígjøgnum eitt jarnrør, hevur verið kendur longu fyri okkara tíðarrokning og fram- vegis verður glaspípan, ið jarnrørið nevnist, brúkt. Og grunduppskriftin hevur verið kend í ártúsund, og er so einfalt sum smeltaður fína- sandur, soda og kálk. Eitt vínglas frá einum smá- lendskum glasblásivirki er eitt munnblást glas. Hvørt glas er líka serstakt sum eitt fingra- merki. Tað tekur umleið 5 minuttir at gera td. eitt vínglas og tilvirkingin krevur kunn- leika av 7 fakfólkum, ið øll bera hvør sítt heiti so sum uppblásarin, meistarin og fótmakarin. Inni í arbeiðs- høllini á Orrefors í Hovman- torp arbeiða einir 100 mans. Tvey konufólk vóru at síggja millum menninar. Tey konu- fólk, vit sóu, fingust við at mála ella ekspedera. Tað mest hugtakandi við at síggja hesar menn arbeiða, var at síggja, hvussu samskipað hvørt ein- stakt lið var við tað næsta. Onki við at steðga upp ella standa og bíða. Tað var ein djúp konsentratión í arbeið- inum og flestir menn arbeiddu í tøgn. Allastaðni ber til at koma inn at síggja, hvussu arbeiðið fer fram og virkini selja sjálvandi sínar vørur til tey vitjandi fyri hálvan prís ella minni av søluprísinum í einum vanligum handli. Góð kort finnast yvir um- ráðið (sí td. www.glasriket.se) og hugaligt er at koyra frá tí eina til tað næsta glasblásaríið og hyggja at teirra listarliga arbeiði. Ofta eru ymisk tiltøk um sumrarnar við virkini eitt nú við tónleikabólkum ella sjónleikur. Náttúran í Smálandi er skógarklødd við nógvum vøtnum og opnum grønum plássum. Útvandrarabygdirnar liggja nógvar her. Hvør kennir ikki Duvemåla og rithøvundan Wilhelm Moberg? Elsta træ- kirkjan frá miðjuni av 1200- talinum liggur í Granhult, og ein hópur av søvnum, handlum og matstøðum liggja í um- ráðnum. Vert er td. at royna tað kendu hyttsildina og smálendska ostakøku. Glasríkið er ikki bara eitt áhugavert ferðamál, men umboðar ein týðandi part av svenskari søgu, náttúru og list. Glasríkið í Smálandi TELDUBRÆVIÐ Frá: Kirsti Dee Hansen, Svøríki, Kirsti.Hansen@svenska.gu.se Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Urd Johannesen Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, mamma okkara spældi guitar, og eg ørminnist meg hava sæð eina violin, sum pápi okkara spældi, tá ið hann gekk á lærara- háskúla, men eg haldi ikki hon bleiv brúkt. Spælir tú nakaðljóðføri? – Nei, ikki longur, havi spælt blokkfloytu eins og tey flestu onnur, men so ein dagin vóru onnur ting meira áhugaverd, og tað vóru ikki so nógv ljóðføri, ið ein kundi læra har inni á Glyvrum tá í tíðini. Syngur tú undir brúsuni? – Nei, men alla aðrastaðni. Nú hava vit eisini bert baðikar heima, men mær dámar nú væl at liggja og lurta eftir tónleiki í karinum. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, so at siga alt mítt lív, men onkusvegna hevur ’timingin’ og ’plaseringin’ altíð verið vánalig. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Hann fyllir stóran part av dagligdegnum og lívinum sum heild, og eg dugi als ikki at ímynda mær eitt lív fyriuttan. Tónleikurin vekir kenslur og heldur lív í teimum. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Uml. 1000 fløgur og einar 100 plátur Hvat er tín yndisfløga? – Eg kann nevna eina klassiska fløgu í dag og eina jazz fløgu ímorgin. Tað er ómøguligt at nevna ’bert’ eina yndisfløgu, tað veldst um, hvat fyri eitt bein kemur fyrst úr songini og hvussu lagið er. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Pengar kann ein jú altíð brúka, so tað skal verða ótrúliga vána- ligt, og eg kann ikki rættuliga koma í tankar um nakra einstaka. Men, fyri at siga okkurt, so skuldi tað kanska, um tað ber til, verið ein fløga við sangum, ið ein hoyrir í telefonini, meðan ein bíðar eftir at sleppa framat, ella eina við’greatest hits’ av fartelefon-ringitónum. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Tann, ið eg sjálv skrivaði í 1997, og sum eingin veit um. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Torførur spurningur av svara, tí um tað er onkur pínlig inn ímillum, so er hon væl goymd, gloymd ella fortrongd. Eg billi mær inn, at eg altíð havi keypt plátur ella fløgur, sum eg havi ynskt mær júst tá, men so kann jú verða at tíðin er runnin frá teimum. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Ein góðan Beatles-sang, kanska Yesterday ella Something Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Tað veldst um selskapið, tað kann verða alt frá onkrum góðum klassiskum tónleiki, til Beatles ella Pat Metheny/Charlie Haden. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Klassiskan tónleik, okkurt vak- urt og friðarligt, gjarna kórsang, gjarna Bach, sum jú eisini er eitt sindur sálmakent. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Vánaligur kopitónleikur, og annars tónleikur, ið ein er noyddur at lurta eftir, restina kann eg jú sløkkja fyri áðrenn eg gerist í ringum lag. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Teir eru nógvir, tað veldst um rútmuna, taktina og ikki minst lagið (mítt egna). Tað kann vera alt frá 70-ara disco til nútímans funk ella rap. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Tað má verða danski jólasang- urin ’Velkommen igen Guds engle små’, sum eg ørminnist meg hava sitið og sungið á køksborðinum har heima. Mær fortalt var eg um tvey ára gomul, tá hesin ’hittaði’ hjá mær. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Eg havi verið í nógvum tón- leikavasi, men kann ikki reypa mær av at hava verið beinleiðis við til at gjørt nakran sang ella upptøku. Um vit hinvegin tosa um framførslur, so eri eg fegnast um at hava verið við til Verdis Requiem, "Ferðin" og Ein Deutsches Requiem. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Ein sera vakur sangur, sum eisini hóskar seg væl viðv. tekstinum er ’Libera me’ úr Fauré’s Requiem, men so kundi eg hugsað mær at sloppið at valt sangaran, og tað ber neyvan til. (hálvan tíma seinni)... nú havi eg sitið og hugsað um mína egnu jarðarferð í langa løtu, og hetta er ein undarlig støða. Best varð um onkur sangur kundi fingið smílini fram tann dagin. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Eg havi framvegis ikki verið til hana, tí um so var, so gavst eg at fara á konsert. Og tað er jú tað deiliga við tónleikinum, at ein ongantíð verður heilt mettaður, bara meira forvitin og svangur, haldi eg. Hetta síðsta árið í London gav mær ein einastand- andi møguleika at hoyra tónleik á sera høgum altjóða støði eina til tvær ferðir um vikuna, og tað er torført at taka nakað framum. Eg havi hoyrt altjóða sang- stjørnur so sum Ceciliu Bartoli, Reneé Flemming, Barbara Bonney, Anne Sofie von Otter. Hartil var eg stamgestur í The Barbican Centre, har eitt av bestu symfoniorkestrunum í verðini heldur til, nevnliga London Symphony Orchestra. At hoyra teir spæla tann allarbesta russiska orkesturtónleikin undir leiðslu av teim bestu dirigentun- um var ein uppliving fyri lívið. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Her eru nógvir, ið eg kundi hugsað mær at hitt, tað er næstan ógjørligt at nevna nakran, og tað verður neyvan til nakað allíkavæl í hesum lívinum. Men fyri at venda aftur til jarðarferðina, so kanska ein hittir okkurt yndis- tónaskald í tí komandi. Mozart hevði uttan iva verið festligur undir fýra eygum, Bach kundi eg hugsað mær at fingið orðið á, og Stravinsky havi eg nógvar spurningar til. Nr. 193 • leygardagur • 11. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo Byrja við lokalbraki Longu í fyrsta um- farinum hjá monnum bresta tey bæði stóru havnarfeløgini sam- an, og hjá kvinnunum takast bestu liðini frá seinasta kappingarári HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetta vikuskiftið er tað so, at manshondbólturin fer ígongd. Eftir kappingar- skipanini skuldu tríggir dystir verða leiktir, men nú Skála skal út í eyka dystir í fótbóltskappingini, bíðar elddópurin hjá meistarun- um úr StÍF nakað. Tað merkir tó ikki, at spennandi dystir ikki eru skránni. Einamest í Høllini á Hálsi, har Neistin eigur heimavøll í fyrstu granna- uppgerðini á árinum. Einki er at ivast í, at hetta er ein dystur, sum báðir partar vilja gera alt fyri at vinna. Sjálvandi fyri at fáa góða byrjan upp á kappingarárið, men ikki minst tí hetta eis- ini er slagið um høvuðs- staðin. Í Hoyvík man spenning- urin eisini vera stórur. Her hava fyrstu útmeldingarnar hjá H71 verið høgar, og upp á longri sikt sigur felagið seg vilja takast við tey heilt stóru. Eitt gott mátitól man í so máta vera dysturin móti VÍF. Ikki minst tí vest- menningar nú skulu prógva, at kiksarin í fjør í stóran mun var úrslit av skaðum av leikbannum. Tann umberingin kann ikki brúkast leygardagin. Brak í Vági Eisini hjá kvinnunum verð- ur lokaluppgerð. Her tykj- ast ætlanirnar hjá Neistan- um og Kyndli tó at vera nakað lægri, enn tær eru hjá monnunum. Bæði havnar- feløgini taptu greitt í sínum fyrsta dysti, og spurning- urin er helst, hvat teirra er komið longri veg í fyrireik- ingunum til eitt ár, har tað ikki er so nógv, sum talar fyri, at liðini skulu taka lut í heiðursmerkjastríðnum. Sunnudagin eru tveir dystir á skránni. Á Strond- um kann Stjørnan ivaleyst rokna við harðari mótstøðu, enn teirri tær fingu móti Kyndli seinasta vikuskifti, men fyri heiðursmerkja- vónirnar hjá Klaksvíkini er tó einki at ivast í, at farið verður eftir stigunum. Og so er tað brakið í Vági, har tey bæði fremstu liðini frá í fjør tørna saman. VB tykist aftur í ár hava sett sær kós móti gylta met- allinum, og spurningurin er so, um VÍF í ár kann forða teimum í hesum. Vest- menningarnir hava kanska ikki enn alt fólkið tókt, og tað vil VB ivaleyst gagn- nýta, men hinvegin kann tað eisini vera ein fyrimun- ur hjá gestunum, at so nógvar sum gjørligt á liðn- um eisini vóru partur av silvurliðnum í fjør. Tað vilja tær í øllum førum royna at hevna. Dystir um vikuskiftið Upp- og niðurflytingardystir 1. & 2. deild 11.10 Skála-TB Birgir Sondum 2. & 3. deild 11.10 LÍF-EB/Streymur Dagfinn Olsen 3. & 4. deild 11.10 Fram-FSV Eiler Rasmussen Hondbóltur 1. deild kvinnur 11.10 14.30 Neistin-Kyndil 12.10 14.30 VB-VÍF 12.10 15.00 StÍF-Stjørnan 1. deild menn 11.10 16.00 Neistin-Kyndil 11.10 16.00 H71-VÍF Í dag, leygardagin, fellur avgerðin um, hvør skal spæla í hvørjari fótbólts- deild komandi kapp- ingarár FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir 1-1 javnleikin á Skála er tað ivaleyst Skála, sum stendur við betru kortunum undan seinna dystinum um upp- og niðurflyting. Tann dysturin verður leiktur á Skála leygardagin, og við heimavøllinum í huga munnu teir á Skála hava gott treysti til uppgávuna. Liðið er tó nakað skert, tí Alexander Jovevic hev- ur leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk á Tvøroyri, men eitt nú í seinasta landskappingar- dystinum sýndu skála- menn, at teir eisini kunnu standa seg hóast fráveru av týðandi leikarum. Hjá TB er srøtsa iva- málið helst, hvør skal verja málið. Her verður Poul Eli Bærentsen nú aftur tøkur, og so er spurningurin, hvørt tað verður hann ella Magni Hentze, sum hesaferð verður settur millum stólparnar. So fellur avgerðin Dysturin í Vági kann ivaleyst geva eina góða ábending um, hvussu tey bæði oddaliðini frá í fjør nú fara at standa seg C M Y K 31 30