Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 11. oktober 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 193 - 11. oktober 2003 Miðvágs Badmintonfelag 40 ár Tann 10. oktober fyllir Miðvágs Bad- mintonfelag 40 ár. Øll árini hevur felagið verið virkið. Á 40 ára degnum fær felagið nýtt búmerki sum ein av limunum Michael Gram hevur gjørt. Búmerki ímyndar Vág- oynna, ein ketchara og badmintonbólt, tað er einkult og sigandi, at júst Vágoyggin er á myndini sigur eisini, at hetta er eitt felag fyri alla oynna. Tað koma eisini úr allara oynni at spæla badminton, heilt úr Bø. Kappingarárið er júst byrja, fyrsta dagin teknaðu væl fleiri enn 100 børn og ung seg til venjing. Felagið hevur venjara, indaran Aritra Nandy, tað er 3 árið at hann er venjari. Felagið hevur egna heima- síðu: www.MBF- online.subnet.dk Felagið hevur havt nøkur heldur ótradsionel og gagn- lig tiltøk fyri at fáa pening inn til rakstur av felagnum. Fyri nøkrum árum síðan gav felagið eitt Føroya Kort úr, sum bleiv borið í hvørt hús í Vágum, seinni gav felagið eitt stórt Europakort út, sum eisini bleiv borið ókeypis út í hvørt hús, hetta hevur verið til stóra gleði og gagn fyri øll. Seinni í ár fer felagið at geva jólamerkir út, eins og ein borðkalendari við vøkr- um myndum úr Vágum eisini kemur út. Søgan Stovnanin av felagnum. Felagið bleiv stovnað 10. Oktober 1963. Stovnarnir vóru: Andrias Jørgensen, Miðvág, Rógvi Egilstoft, Miðvág (seinri Sandavág). Og teir ið spældu við frá byrjan vóru: Ian L. Joen- sen, Miðvág, Gudmund Niclasen, Miðvág. Seinri komu hesir við: Hans M. Niclasen, Miðvág Eyðun S. Samuelsen, Mið- vág, Ólavur Hansen, Mið- vág, Jens Eli Ellefsen, Mið- vág, Marius Pauli Thomas- sen, Sandavág, Svend Åge Ellefsen, Sandavág, Gutti Petersen, Sandavág Nevnd: At byrja við tók Andrias sær av øllum fyri felagið og stílaði meistar- liga fyri øllum. Eitt sindur um byrjanina: Stovnanin: Sum sagt var Andrias Jørgensen ein av stovnarunum. Andrias hevði verið í Danmark eina tíð, og har hevði hann roynt at spælt badminton saman við einum svágri. Tá Andrias so kom aftur til Miðvágs, hevði hann, sum hann sjálvur sigur 'fingið blóð á tonnina' og hug at royna hetta nýggja spæl. Kontaktaði tí lærarin Rógva Egilstoft, tí einasti møgu- leiki at spæla badminton var í fimleikarhøllini á skúlanum á Giljanesi. Andrias setti seg síðan í samband við Ian Joensen og Gudmund Niclasen, sum sjálvandi hvørgin visti hvat Badminton var, men Andrias greiddi frá, at tað var nakað líknandi tennis. Tennis kendu teir, tí teir pladu at spæla tennis á sandinum sum unglingar. 10. 10. 1963 møttust so hesir fýra í gamla skúla og avgjørdu, at farast skuldi í gongd. Men av tí eingin hevði nakað at spæla við, hevði Gudmund tikið eitt katalog yvir ketsjarar, net og bóltar við. Allir bestiltu sær so ketsjara og nakrar plastikbóltar. Eitt net bleiv bestilt í felag. Ketsjarnir (sum vit frá byrjan kallaðu spakar, og blivu við at kalla so, tí soleiðis kallaðust teir, tá vit spældu tennis) vóru sjálvandi ikki teir dýrastu og bóltarnir av plastik, tí hinir vóru so dýrir. Andrias stílaði síðani fyri at fáa loyvi at mála gólvið í fimleikarahøllini. Andrias málaði síðan vøllin eftir málunum, sum vóru funnin í eini bók. Byrjanin Tað hevði verið stuttligt í dag at sæð byrjanina. Fýra manns spæla badminton, har bert ein av teimum hev- ur eina hóming av hvussu skuldi spælast og hvørjar reglur vóru fyri spælinum. Tað bleiv tí í byrjanini oftani stórar og langar disk- utiónir um, hvussu lógirnar skuldu skyljast. Andrias hevði ein faldara við lógun- um, men seinri vóru funnar nýggjar lógir á skúlanum. Hesar lógir vístu seg síðan at verða heilt nýggjar, hvar t.d. ikki var feilur at raka á 'træið', og tað var ein stórur lætti, tí træið bleiv sjálvandi nógv brúkt í fyrstanini. Venjingardagarnir vóru fast Týsdag og Fríggjadag kl. 8 á kvøldið og tað bleiv møtt væl upp. Fyri tað mesta bleiv spælt 'double' , og komst tað av, at tað vóru so nógvir til ein bana. Fyri at allir skuldu fáa eitt sett, blivu 2 skiftir út hvønn dyst. Soleiðis gekk tað so uttan støðg í 2 tímar. Tað mátti ikki spælast í vanligum skóm í 'gym- nastiksalinum', sum hann bleiv kallaður. Eingin av øllum spælarunum hevði nakrar badmintonskógvar sjálvandi, tí var einki annað at gera, enn at spæla skó- leysir, og tað bleiv so gjørt tey fyrstu árini, til onkur fann útav, at løriftsskógvar kundu nýtast. Kappingar, vinardystir Tá vant var eina tíð, fingu spælarnir mót at bjóða øðrum av. Í Sørvági vóru teir eisini byrjaðir at spæla badminton, so har var farið fyri at ein kundi avprøva seg sjálvan. Sørvingarnir vóru eisini glaðir fyri hesar dystir, so báðir partar fingu nakað burturúr. Seinri bleiv eisini farið til Havnar at royna seg. Sjón- ligt var altíð, at MBF hevði yvirlutan í double, men vóru tó ikki heilt sørir í single heldur. Tað blivu gjørdir fleiri túrar til Havnar, har teir onkuntíð avheintaðu okkum í bili í Vestmanna. Havnamenn komu eisini fleiri ferðir vestur. Ymiskt Tað bleiv oftani flent eftir okkum frá MBF, tí vit kallaðu ketsjarnar fyri spakar, men tað sat so fast at brúka orið spaki, at tað var ógjørligt at lata verða. Onkur fyrislóð at felagið burdi veri kallað SPAKIN. Føroyameistara kapping Fyrsta føroyameistarakapp- ingin í badminton var í 1966. Ian og Gudmund møttu upp til føroyameist- araheiti í 25 ár uttan at leggja nakað ár ímillum. Nevndin í felagnum í dag er: Uni S. Joensen, Mið- vágur, Michael Gram, Sør- vágur, Sjúrður Poulsen, Miðvágur, Hansina á Plógv, Sandavágur,Torkil Petersen Sandavágur. Møguliga verður ein jubleumsveitsla seinni í ár. 2nd Klax KH International: Aftur gerandisdagur Úrslitini frá fjórða umfari í IM kapping- ini uppi í Skálanum í Klaksvík fløskaðu seg ikki av besta slag fyri føroysku luttakarnar TALV www.faroechess.fo Tað eydnaðist bert Hans Kristian Simonsen at vinna sítt talv móti Flóvin Tór Næs. Flóvin kom heldur illa frá byrjanini og Hans Kristian fekk við virknum spæli hildið fast um fyri- munin hjá sær. Í endatalv- inum megnaði Hans Kristi- an við eini taktiskari vend- ing at fáa fram vunna støðu, hóast Flóvin hevði frúgv móti róki og bispi. Eitt gott talv hjá Hans Kristiani, sum er komin uppá 50 % skoru. Martin Poulsen tapti móti íslenska altjóða meistaran- um Sævar Bjarnason, sum nú hevur vunnið trý talv á rað. Hann telvar sera væl í løtuni og verður ringur at taka sum er. Heini Olsen, sum hevði bestu norm møguleikarnar undan talvinum í morgun, tapti fyri svenska IM’ aran- um Johan Eriksson. Heini stóð møguliga betur enn hann var greiður yvir, men treivst ikki væl í støðuni. Aftaná nakrar óneyvar leik- ir frá klaksvíkinginum, setti Eriksson trumf á og mátaði kongin hjá Heina. Nú er kravið til Heina, at hann fær 4 stig útav teimum síðstu 5 talvunum — ein sera torfør uppgáva í so sterkum selskapi. Loksins tapti Ólavur eis- ini sítt talv móti dananum IM Klaus Berg, sum rætti- liga hevur funnið stevið aftaná slaku byrjanina. Hetta var triðja tapið á rað hjá Ólavi, sum neyvan ork- ar at røkka teimum gyltu 6 stigunum á hesum sinni. Á odda í bólkinum liggja nú IM Johan Eriksson og IM Sævar Bjarnason báðir við trimum stigum. Heini Olsen og Hans Kristian Simonsen liggja á fimta plássið við 2 stigum. Í unglingabólkinum hev- ur Rani Baldursson skúgva alla mótstøðu til viks og hevur hann higartil bert latið eitt hálvt stig frá sær. Í toppuppgerðini í dag móti Sjúrða Thorsteinsson, fekk hann kortini nakað av hjálp frá talvgudinnuni Caissu, tá hann vann eitt endatalv við eini finnu minni. Nærmasti kappingarneytin hjá honum er nú Helgi Dam Ziska, sum hevur fingið 3,5 stig higartil. Í morgin klokkan 10:00 bresta teir báðir saman og kravið til Helga er ein sigur, um spenningur framvegis skal vera til staðar í unglingakapping- ini. C M Y K 32 Nr. 193 - 11. oktober 2003 33 Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi fráboðan: Skrásetingar-nr. Sp/f 3557, Sp/f Matr. Nr. 766D, 700 Klaksvík. Viðtøkur broyttar: 02.10.2003. Nýtt navn: Sp/f Klaksvíkar Autolakering Stjórn: Farin frá sum stjóri: Jan Joensen, Undir Brúnni 18, 700 Klaksvík. Innkomin sum stjóri: Ólavur Sigfríðarson Hansen, Víkavegur 57, 700 Klaksvík. Endamál: Endamál felagsins er at reka bilverkstað og annað virksemi í hesum sambandi. Skráseting Føroya tann 9. oktober 2003 Kristin Balle _______________________ Havnar Telvingarfelag Barnatelving er hvønn mikudag í talvhúsinum. Børn upp til 4. flokk frá kl. 16-18. Børn í 5. flokki og upp til 10. flokk frá kl. 18-20. Havnar Telvingarfelag Kunngerð um uttangarðsútskiftingar- fund við Gjógv Næsti útskiftingarfundur um býti av haganum, Dalur og Fløtur,matr.nr.230,verður í samkomuhús- inum mikudagin 22. okt. 2003 kl. 10.00. N. v. Bjarni Hansen, útsk. form. Ortopædkirurgiskur skómakari & bandagistur frá SAHAVA verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi 11.og 12.november 2003 og á Landssjúkrahúsin- um 13. november 2003. Tíð fæst við at ringja á tlf. 455463 mánadag og týsdag kl.10–12 í seinasta lagi 4.november 2003. Skráseting Føroya hevur í dag skrásett niðanfyri standandi smápartafelag: Skrásetingar-nr. Sp/f 3665 Navn: Sp/f 1/9-2003 Adressa: J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Kommuna: Tórshavnar Kommuna Stovningardato: 01.09.2003 Viðtøkudato: 01.09.2003 Kapitalur: Kr. 80.000,00 Inngjaldingarháttur: Kontant kr. 80.000,00 til kurs 100. Stovnari: Havgrímur Johannesen, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Stjórn: Havgrímur Johnnesen, J. Broncksgøta 48, 100 Tórshavn. Tekningarreglur: Felagið verður teknað av stjóranum. Grannskoðari: P/F Grannskoðaravirkið Inpact, R. C. Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn. Roknskaparár: 01.01. - 31.12. Fyrsta roknskaparár: 01.09.2003 - 31.12.2004 Endamál: Endamál felagsins er at reka handil. Skráseting Føroya tann 8. oktober 2003 Kristin Balle _______________________ Tíðindi Viðmerkingar Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið 33