týsdagur 14. oktober 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Nr. 194 - 14. oktober 2003
3
Sjúkrarøktin er
komin til eitt
vegamót
Í sambandi við at Fel-
agið Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðing-ar helt
sín 15 ára føðingar-
dag, var ráðstevna um
vikuskiftið. Norður-
landahúsið var karm-
ur um ráðstevnuna, ið
bar heitið Sjúkra-
røktin á vegamóti.
SJÚKRARØKT
Torkil V. Rasmussen
Endamálið við ráðstevnuni
var at menna vitanargrund-
arlagið, fakliga samleikan
og góðskuna í sjúkrarøktar-
yrkinum, soleiðis at eitt ík-
ast til at skapa nýhusan og
menning verður givið les-
andi og starvandi í sjúkrar-
røktarfakinum.
Salurin var hálvur leygar-
dagin, og vóru tað kvinnur-
nar, sum høvdu tann sterka
merilutan á ráðstevnuni.
Eitt tað mest alment við-
komandi á ráðstevnuni var
kjakið leygardagin har um-
boð frá Mentamálaráðnum,
Heilsumálaráðnum,
Al-
mannamálaráðnum, Sjúkra-
røktarfrøðisskúla Føroya,
Landssjúkrahúsinum
og
Felagnum Føroyskir Sjúkra-
røktarfrøðingar vóru til
staðar um pallborðið. Orð-
stýrari var Bjørt Samulesen.
Kjakið fevndi í størstan
mun um, hvussu fígging og
menning skuldi geva fakin-
um betir kor.
Tosað var at geva sjúkra-
røktarfrøðingum
møgu-
leika fyri hægri útbúgving-
um her á landi. Hildið var
eisini at umstøðurnar hjá
sjúkrarøktarfrøðingum
í
Føroyum ikki eru nøktandi.
Umboðini fyri fakbólkarnar
vóru á einum máli um, at
tørvurin eftir sjúkrarøktar-
frøðingum fór at gerast
størri í framtíðini. Tískil er
av størsta týdningi, at bøtt
verður um vandan nú,
meðan tíð til tess er.
Vit hava ein trupulleika í
føroyska heilsuverkinum, tí
tað er sera trupult at finna
avloysarar til starvið sum
sjúkrarøktarfrøðingur.
Fleiri føroyingar við út-
búgvingini hava heldur valt
at seta síni fótafet í øðrum
londum. Harvið kann stað-
festast, at vit av sonnum
mugu byggja upp fyri, at
lønin og umstøðurnar hjá
sjúkrarøktarfrøðingum ger-
ast betri hildu umboðini
fyri fakbólkarnar.
Millum umstøðurnar hjá
sjúkrarøktarfrøðingum, ið
mugu betrast, er møguleikin
at endurútbúgva seg, og
harvið gerast dagførdir við
nútímans uppgávum, siga
tey, ið umboðaðu feløgini.
Millum áhoyrarnir vóru
spurningar settir pallborð-
inum, og varð tá sagt av
einum av áhoyrarunum, at
tað hevur kostað um tær
80.000 kr,- at endurútbúgva
seg til av sonnum at kunna
dagføra seg í fakinum. Í nú-
verandi støðu var bert
møguleigt at taka stigið
einsamallur. Tvs. Um end-
urútbúgving var ynskilig,
so er tað upp til hin ei-
nstaka sjúkrarøktarfrøðig-
inum at taka stigið.
Plásstrot er eisini eitt
lyklaorð, tá ið vent verður
ímóti núverandi umstøðum,
tí høli eru einfalt ikki til
taks, um endurútbúgvingar-
nar skulu veitast í Føroy-
um. Stutt sagt vildu áhuga-
bólkarnir fáa fleiri pengar
játtaðar til tess.
Til síðst helt Jógvan
Fríðriksson prestur fyri-
lestur um týdningin av góð-
um samskifti, góðum avrik-
um og tryggleikan hjá ein-
staka sjúklinginum. Hann
vildi m.a. verða við, at sam-
skiftið á einum arbeiðs-
plássi sum heilsuverkið er
av størsta týdningi, tá ið
hugsað verður um trivnaðin
hjá sjúklinginum. Hann
segði, at eftirmetingin hjá tí
einstaka sjúklinginum av
einari viðgerð á sjúkrahús-
inum fevnir seg í størstan
mun um, hvussu trivnað-
urin og samskiftið millum
læknar og sjúkrarøktarar á
sjúkrahúsinum var.
Hann legði aftrat, at í nú-
tíðar samfelagnum er gott
samskifti eitt tað mest týdn-
ingarmikla lyklaorðið sum
finnst á øllum arbeiðspláss-
um.
Til endans rundaði for-
kvinnan í Felagnum Før-
oyskir Sjúkrarøktarfrøðing-
ar, Jana H. Dalsgaard, ráð-
stevnuna av.
Samanumtikið var lut-
tøkan góð og ráðstevnan
sera væleydnaða, og fólk
fóru avstað við teirri fatan,
at nógv munagott og menn-
andi var komið burturúr.
TÍÐINDASKRIV
Telefyritøkan Kall er nú
farin undir eitt tiltak, ið
loyvir áhugaðum at seta sítt
fingramerki á sniðgeving-
ina av nýggju talutíðarkort-
unum, ið gerast skulu í
næstum. Talan er framvegis
um kort áljóðandi 50, 100
og 250 krónur, men munur-
in á gomlu og nýggju kort-
unum kann sita undir liðini
á tær nú.
Kall útskrivar við hesum
eina kapping, har øll við
einum myndatóli og einum
góðum hugskoti kunnu lut-
taka. Ætlanin er nevniliga,
at myndir, ið vanligi føroy-
ingurin hevur tikið av vin-
um og kenningum, familj-
uni, sjeikinum ella bara av
einari stuttligari støðu,
skulu mynda nýggju talu-
tíðarkortini hjá Kalli. Og
hevur myndin nakað at gera
við telefonir á ein ella ann-
an hátt, ger hetta jú heldur
einki..
Besta myndin verður lønt
við einari virðisløn áljóð-
andi 5.000 krónur, nummar
tvey fær eina Nokia 2100
við Frælsi haldi frá Kalli,
og nummar trý fær eitt
myndatól frá Fotobúðini í
Handilskjarnanum.
Fyri at luttaka í kapping-
ini, skal negativið av mynd-
ini sendast til Fotobúðina í
Handilskjarnanum, Niels
Finsensgøta 8, FO 100
Tórshavn. Tað er sera týdn-
ingarmikið, at tey, sum lata
negativið inn, leggja tað í
ein brævbjálva, har navn,
bústaður og telefonnummar
verður skrivað á, soleiðis at
eingin ivi er um, hvør ið
hevur latið inn.
Eisini skulu tey, ið eru á
myndini, góðtaka, at mynd-
in verður nýtt.
Tær bestu av innkomnu
myndunum verða lagdar út
á
heimasíðuna
www.kall.fo, har ein og
hvør kann fara inn og av-
gera, hvørjar myndir verða
nýttar á talutíðarkortunum.
Tekna títt egna telefonkort
Sinnisbati hevur kært
avgerð um at flyta
pengar, sum settir eru
á fíggjarlógina til
sinnisveik, á aðrar
konti hjá Almanna-
málaráðnum
PSYKIATRI
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
almannamálum loypir upp
um, har garðurin er lægstur.
Hann letur tey sinnisveiku
vera fyri vanbýti, tí tey
mótmæla ikki, sigur for-
maðurin í felagnum Sinnis-
bata, Soffi Egholm. Málið
verður reist við fyrispurn-
ingi í Løgtinginum i dag.
Soffi Egholm sigur, at
hon vegna felagið Sinnis-
bata hevur kært viðgerðina
hjá landsstýrismanninum
við almannamálum og parti
av umsiting hansara í ein-
um máli, har peningur, sum
á fíggjarlógini var settur av
til fólk við sálarsjúku, er
fluttur og brúktur í øðrum
sambandi.
Hon vísir til eina fundar-
frásøgn, har ein stovnsleið-
ari undir Almannamála-
ráðnum verður endurgivin
fyri at siga, at hann ikki
hevur ringa samvitsku av at
hava brúkt pengar hjá sinn-
isveikum til fólk við heila-
skaða.
– Hetta er so viðgjørt á
einum fundi, har Sinnisbati
ikki hevur fingið fundar-
boð. Tað haldi eg vera í so
langt
úti,
sigur
Soffi
Egholm.
– Ikki tað, at eg ikki unni
teimum pengarnar, tí tað
geri eg. Men so skulu teir
setast av til tey fólkini og
ikki takast frá øðrum, sum
ikki fáa vart seg. Vit vilja
krevja tað, sum okkum til-
kemur, og tað hava vit sagt
løgmanni í kæruni, vit hava
sent honum.
Kæran er nýliga send, og
formligt svar er ikki komið
frá løgmanni, sigur Soffi
Egholm. Men hann hevur í
telefonsamrøðu váttað, at
orðalagið í fundarfrásøgn-
ini, víst verður til, er rætt.
Málið verður tikið upp á
politiskum støði í dag, tá
Kristian Magnussen, løg-
tingsmaður, fer at seta fram
fyrispurning í Løgtinginum
um, hvar hesir pengarnir
eru farnir, sigur Soffi
Egholm.
Horel Vágar hevur
flutt annað beinið til
Havnar. Mikudagin
yvirtekur hotellið
matstovuna Rio
Bravo
MATSTOVUVINNA
Edvard Joensen
Vágar: Hotel Vágar fær nú
eina deild í havn. Tað er
matstovan Rio Brao, sum
hotellið yvirtekur i morgin.
Uni Danielsen, stjóri á
Flogfelag Føroya, sum eig-
ur Hotel Vágar, sigur, at av-
talan umfatar bara sjálva
matstovuna Rio Bravo.
Hini bæði støðini, sum eru
í sama bygningi, halda
fram við somu leiðslu sum
higartil.
Broytingar verða ikki í
fyrsta umfari aðrar enn, at
Mouldi Manai, sum hevur
rikið Rio Bravo, verður
skiftur út við leiðaran á
Hotel
Vágum,
Kára
Hentze, sum nú fer at vera
leiðari á Rio Bravo eisini.
Starvsfólkið annars verður
tað sama sum fyrr.
Í fyrsta umfari verður
hildið fram á júst sama hátt
sum higartil, sigur Uni
Danielsen. Jólaborðhaldini
eru nakað nær, og eingin
grund er til at fara at broyta
nakað soleiðis her og nú.
Hvat seinni kann fara at
vísa seg, vil hann ikki siga
nakað um nú.
Uni Danielsen sigur hetta
vera eina nátúrliga víðkan
av virkseminum hjá Hotel
Vágum. Nú hevur hotellið
fingið eitt bein í Havn, og
tað er jú eingin forðing fyri
tøttum samstarvi millum
bæði støðini longur, nú fast
samband er undir Vest-
mannasundi.
– Og hvør veit. Kanska
kann tað gerast til, at fólk
fara at flyta ímillum eisini
og á tann hátt fáa fleiri
spennandi og fjølbroyttar
uppgávur, sigur hann.
Matstovan fer at hava
sama navn og somu inn-
rætting eisini í framtíðini.
Uni Danielsen vil ikki upp-
lýsa prísin, sum liggur
ímillum.
Undirtøkan fyri
tiltøkunum hjá
Sinnisbata í Havn
fríggjadagin var
stórur. Og heilt nógv
fólk hava vent sær til
felagið í døgunum
áðrenn og aftan á
tiltakið
PSYKIATRI
Edvard Joensen
Fólk vita sum heild lítið um
viðurskiftini hjá sálarsjúk-
um í Føroyum og eru skelk-
að, tá tey frætta um, hvussu
illa stendur til, sigur for-
maðurin í Sinnisbata, Soffi
Egholm.
Eini 200 fólk vóru til
pallborðsfundin, sum Sinn-
isbati skipaði fyri á Plat-
form fríggjadagin. Og til
kravgonguna og tiltakið á
Vaglinum vóru enn fleiri,
sigur formaðurin i felagn-
um.
Men tað eru øgiliga nógv
fólk í Føroyum, sum ikki
hava minsta ánilsi av,
hvussu illa tað stendur til á
økinum, sigur hon. Tað
prógva allar tær samrøður
og viðmerkingar annars,
hon hevur fingið seinnu
tíðina. Serliga nú nógv hev-
ur verið gjørt burtur úr at
kunna um støðuna í fjøl-
miðlunum.
Hon vísir á, at hesi fólk-
ini, hvørs sak Sinnisbati
talar, eru ikki tey, sum rópa
harðast og seta størstu
krøvini. Og myndugleik-
arnir gera sítt til at taka alla
sjálvsvirðing frá teimum.
Til dømis skulu tey klára
seg við 700,- krónum í
lummapeningi um mánan.
Og 1.000,- krónur fáa tey
um árið til klæði. So tann
sum frammanundan er illa
fyri sálarliga, verður ikki
betri av slíkari viðferð frá
teimum, sum áttu og skuldu
verið teirra stuðlar, sigur
Soffi Egholm.
Hetta er eitt eymt mál,
sum kropið hevur verið utt-
anum í longri tíð og tí eisini
hevur ligið í dvala. Men nú
kom knappliga røringur í,
og heilt nógv fólk vilja vita
meira um hetta økið, sigur
hon.
Soffi Egholm fegnast um
tann áhuga, málið nú hevur
fingið, og vísir á, at júst
hetta var eisini endamálið
við tí kunningarátakið, sum
verið hevur. Og nú fer
Sinnisbati so at halda fram
at koyra á politiska mynd-
ugleikan fyri at royna at fáa
skapt teimum sinnisveiku í
Føroyum betri umstøður.
Landsstýrismaður klagaður til løgmann
Stórur áhugi fyri Sinnisbata
Heilt nógv folk hava víst
kunningarátakinum hjá
Sinnisbata rættiliga stóran
áhuga, sigur formaðurin í
felagnum, Soffi Egholm
Mynd: Jens Kristian Vang
Hotel Vágar yvir-
tekur Rio Bravo
–Vit hava kært landsstýrismannin við almannamálum til
løgmann fyri embætisførslu hansara í samband við at flyta
øðrum pengar, sum markaðir eru til sinnisveik, sigur Soffi
Egholm, formaður í Sinnisbata
Mynd: Jens Kristian Vang
Hotel Vágar yvirtekur matstovuna Rio Bravo í morgin
C
M
Y
K
3
2