Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 194 - 14. oktober 2003 Nr. 194 - 14. oktober 2003 5 Vit eru offur fyri slatri Í einari inniligari áheitan á kirkjuliðið undan prædiku sínari og í samrøðu við Sosialin biður Hans Eiler Hammer, prest- ur, um, at tað, sum hann kallar tað drep- andi mannaeitrið: Slatur og sleyg, lygn og falskir vitnis- burðar má steðga nú. Hans Eiler sigur, at tey hava roynt at vent tað deyva oyrað til, men nú er tað vorðið teimum ovboðið SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: "Hans Eiler Hammer, góð- an dag!" "Góðan dagin, Hans Eiler, hetta er Sosialurin. Eg ringi fyri at spyrja teg, hvørjar ætlanir tú hevur, nú tú fert til Noregs í eitt ár." Ein púra vanligur inn- gangur til eina samrøðu millum blað og fólk. Men tó ikki. Tí aftursvarið til han- dan spurningin er ein látur merktur av einum og hvørjum, sum tó ikki ber til at seta orð á. Men so við og við kemur prestur fyri seg og svarar, at tað hevur hann ongar ætlanir um og spyr, hvussu hetta er komið fram. Eftir eina samrøðu, har hann greiðir frá, at hvørki hann ella familja hansara hava ætlanir um at flyta, endar hann við at siga, at hatta man vera enn ein íspunnin søga og biður farvæl. Dagin eftir ringir Hans Eiler aftur og spyr, um ein grein um slatur og sleyg hevði verið áhugaverd. Tí tað er nakað, sum hansara familja líður nógv undir. Og hann vil fegin siga frá teirra søgu. Drepandi mannaeitur Hans Eiler Hammer skriv- aði undir prestaskjalið tann 11. juni í 1998. Eitt lyfti, sum hann gongur inn fyri við lív og sál. Prestur greiðir frá, at slaturin byrjaði sum nakað heilt ósekt, og tey flentu bara at tí. Men í dag, um- leið trý ár eftir, at hann fyri fyrstu ferð gjørdist varðug- ur við slaturin, er tað vorðið honum ovboðið, tí nú er tað sambært honum stutt sagt drepandi mannaeitur, sum onki hald hevur í veru- leikanum. - Tað byrjaði sum sagt við smáum ósekum søgum, sum vit kundu flenna at. Til dømis kundi kona mín so at siga ikki fara til lækna einsamøll, uttan at hon seinni varð spurd, nær hon skuldi eiga, sigur prestur flennandi. Og so sigur hann, at hetta ikki var fyrstu ferð, at hann er vorð- in spurdur, um/nær hann fer úr starvinum í Klaksvík. - So at siga hvørja ferð eitt prestastarv hevur verið lýst leyst, hava fólk spurt meg, nær eg fari, tí tey hava frætt, at eg havi søkt, sigur hann og ristir við høvd- inum. Hans Eiler sigur, at hann hevur tað gott í sínum starvi í Klaksvík, og at hann hevur ongar ætlanir um at flyta. Men hann heldur í dag, at tað kann tykjast, sum um at fólk vilja hava hann at flyta við at ganga runt og slatra so illa. Sundurlisin tríggjar ferðir Hesum slatri helt Hans Eiler seg kunna liva við, og tey royndu bara at flenna at tí og siga teimum, ið spurdu, at tað ikki passaði. Men skjótt skuldi Hans Eiler finna út av, at tað varð nógv verri enn so. Hann og konan fingu fjórða barnið í desember 2000. Í januar 2001 fór hon til Nor- egs og hevði tað yngsta og næstyngsta barnið við sær. Ein morgunin tá Hans Eiler fer í barnagarðin við tí eina barninum, verður hann spurdur bart út av einum fólki, um hann og konan skuldu skiljast, ella um tey longu vóru tað. - Tá hugsaði eg, hvat er hetta fyri nakað, sigur Hans Eiler. Hann greiddi so frá, at konan var farin heim til Noregs til sína familju at vitja og fór at koma aftur í februar ella mars. Aðru ferð hann varð spurdur um tað sama, var tá hann skuldi tala til eitt møti í einari samkomu. Beint áðrenn hann skuldi fara upp á talarastólin kom ein persónur til hansara og segði seg ikki skilja, at samkoman legði navn til, at ein prestur, sum lá í hjúnar- skilnaði skuldi tala. Aftur noyddist hann at avsanna hesa søguna, og síðani fór hann upp á talarastólin. Og sum skilst á Hans Eileri, so eru tað mong fólk, sum halda, at hann og kona hansara skulu skiljast nú, tí Hans Eiler skal hava funnið sær eina aðra. - So tað vil siga, at um Hans Eiler Hammer heitti undan prædiku sínari í Christianskirkjuni sunnumorgunin á sítt kirkjulið um at hjálpa honum við at koma tí drepandi mannaeitrinum: Slatur og sleyg – lygnir og falskir vitnisburðar til lívs Mynd: Bárður Lydersen allar søgurnar høvdu pass- að, so høvdu Linda og eg verið skild fyri triðju ferð nú, sigur hann. Tøtt vinarbond Hans Eiler og familja hans- ara hava eitt tætt vinarband knýtt til eina ávísa familju í býnum, og eisini arbeiðir hann saman við konuni í hesari familjuni. Hetta vinarband hava tey hildið fast við, hóast tað verður tosað nógv um tað millum fólk. Hans Eiler greiðir frá einum dømi, sum hann minnist sera væl. Hann hevði verið á Húsum og havt konfirmatión. Vanligt er á Húsum, at konfirmant- arnir fara til altars dagin eftir konfirmatiónina, og so plagar prestur onkuntíð at yvirnátta har. Men av tí at hetta var á føðingardegnum hjá sjálvum presti, og tí hann fekk ein bát yvir til Klaksvíka, gjørdi hann av at fara til hús fyri at halda dagin saman við familjuni. Kona hansara avheintaði hann við ferjuleguna, og tey bæði fóru so ein lítlan biltúr, áðrenn tey fóru heim. Tey koydu millum annað niðan til brunnarnar á Háfjalli. (Um ein koyrir longur niðan eftir hesum vegnum, er tað tann sokall- aða "Ástarbreytin" í Klaks- vík, blaðkv.) Seinni í vikuni hoyrir hann, at hann og tann, sum hann arbeiðir saman við í ráðgevingum, skulu hava verið biltúr niðan á Ástar- breytina. - Eg fái stutt sagt ikki vent mær fyri øllum hesum søgunum, sigur prestur og flennir. Men hann harmast um, at hansara familja ikki kann hava eitt tætt vinarband við eina aðra familju, uttan at tað skal verða lagt meira í tað, enn gott er. Ovboðið Og nú hevur hann fingið nokk. - Eg havi breiðan rygg, og eg kann saktans halda høvdið kalt, men eg havi eina familju at hugsa um, sigur prestur, og hann legg- ur afturat, at tað er komið fyri, at børnini eru komin aftur úr skúlanum og hava kedd spurt, um tey skulu skiljast. Tað er somuleiðis komið fyri tvær ferðir, meðan hann hevur havt konfirm- antar gangandi til prest, at hann er spurdur av kon- firmantunum eisini. - Og so kann eg bara koma til ta niðurstøðuna, at tað verður tosað um okkum inni í heimunum í býnum, sigur hann harmur á mál- inum. Hans Eiler greiðir frá fleiri øðrum dømum uppá, at slaturin gongur. Hann sigur, at tá hann merkti, at tað eisini varð komið inn um dyrnar hjá samkomun- um, tá gjørdist hann veru- liga greiður yvir, hvussu umfatandi tað í veruleikan- um er. - Men hvat fái eg gjørt við hetta, spyr Hans Eiler, sum kennir hetta næstan sum eina "hetz" í móti sær og familjuni. Hann hevur fleiri ferðir hugsað um, at hetta kanska verður gjørt í eini roynd at styggja hann burtur. Tí tað er ongin loyna, at Hans Eiler hevur verið í brennideplinum fleiri ferðir, tá tað snýr seg um ymisk stríð, sum hava verið í Christianskirkjuni seinnu árini. - Eg havi roynt at røkt mítt starv so væl, sum eg kann og eftir míni bestu sannføring roynt at tænt Gudi. Sjálvandi kann tað vera, at eg við mínum prædikum ella á annan hátt havi traðkað onkran á tærnar, men hví hendan drepandi slaturin fyri tað, sum ikki bara eg men øll míni líða undir - og onnur við, sigur prestur undrandi. Og so leggur hann afturat, at um talan er um eina roynd at fáa hann úr Klaks- vík, so verður arbeitt dúg- liga til fánýtist. - Eg havi ongar ætlanir at fara úr mínum starvi her. Og so longi sum Gud gevur mær náði til at virka her á staðnum, vil eg verða trúgvur móti honum og kalli hansara, sigur hann. Og tað sama segði hann í eini persónligari heilsan og áheitan á kirkjuliðið áðrenn prædikuna í Christians- kirkjuni sunnumorgunin. Sannleikin einasti møguleikin - Eg fái ikki gjørt so nógv við hesar søgurnar, sum ganga allatíðina, men eg má royna at verja mína familju, eins og eg altíð vil verja tær farmiljur, sum koma út fyri slíkum. Eg geri hetta ikki fyri at verja meg sjálvan. Eg royndi at koma hesum slatrinum til lívs við míni prædiku á norðoyastevnu, men hon varð uppfatað heldur sum eina roynd at verja meg sjálvan. Og ikki tað at siga - slaturin helt so avgjørt ikki uppat. - Einasti møguleikin hjá mær, sum eg dugi at síggja tað nú, er at nýta teir báðar miðlarnar, sum eg havi. Prædikustólin í kirkjuni og so fjølmiðlarnar, har eg tó ikki kann annað enn bert siga satt. Tað lyftið, sum eg gav fyri fimm árum síðani, er mær so týdningarmikið, at um tann dagurin nakrantíð upprann, har eg livdi bæði í ótrúskapi og hjúnarskil- naði, so hevði eg ikki verið prestur meira. Tí tað hevði eg ikki havt samvitsku til, sigur Hans Eiler Hammer. Og til júst tað dømið, sum hann nevndi sjálvur við biltúrinum, so er hann sann- førdur um, at um hann og hon, sum hann starvast sam- an við, tá hann ráðgevur kynsliga misnýttum menn- iskjum høvdu farið ein bilt- úr niðan á Ástarbreytina, so var tað sjálvmorð fyri hans- ara viðkomandi við øllum søgunum, sum ganga. - Eitt annað, sum slaturin eisini førir við sær, er, at ein fer at síggja "spøkilsir". Tað vil siga, at ein heldur allatíðina, at tað verður tosað um ein. Men nú eri eg konfronteraður so ofta við søgum, sum eru tað bera íspunni, at eg kann ei long- ur tiga. Hans Eiler vil við hesum fáa sett orð á hesar trupul- leikar, sum eru um at gerast ov stórir fyri hann og hans- ara familju. Men hann ásannar samstundis, at hetta kann fara at verða sum at kasta bensin á bálið. - Nú haldi eg, at eg havi gjørt mítt við at greiða frá. Tað, sum eg havi sagt, er satt, og so mugu fólk um, hvat tey halda. Men mítt ynski skal verða, at tey muga fara at hugsa seg betur um, áðrenn tey tosa næstuferð, sigur Hans Eiler Hammer, prestur, at enda. - Tað byrjaði sum sagt við smáum ósek- um søgum, sum vit kundu flenna at. Til dømis kundi kona mín so at siga ikki fara til lækna einsamøll, uttan at hon seinni varð spurd, nær hon skuldi eiga Tað lyftið, sum eg gav fyri fimm árum síðani, er mær so týdningarmikið, at um tann dagurin nakrantíð upprann, har eg livdi bæði í ótrúskapi og hjúnarskilnaði, so hevði eg ikki verið prestur meira. Tað hevði eg ikki havt samvitsku til – Um allar søgurnar høvdu passað, so høvdu Linda og eg verið skild tríggjar ferðir - Eg havi ongar ætlanir at fara úr mín- um starvi her. Og so longi sum Gud gevur mær náði til at virka her á staðn- um, vil eg verða trúgvur móti honum og kalli hansara C M Y K 5 4