Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 194 - 14. oktober 2003 Nr. 194 - 14. oktober 2003 7 Annita á Fríðriks- mørk skilir ikki ætlanina hjá Bill Justinussen at herða lóggávuna um fosturtøku í Før- oyum, tí sammett við Norðanlond er støðan í Føroyum als ikki hættislig. Fyri hvørji 1000 børn fødd, verða 50 fosturtøkur framdar í Føroyum. Talið í Danmark er fimmfaldað sammett við Føroyar FOSTURTØKUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Í farnu viku sendi lands- stýrismaðurin í heilsumál- um, Bill Justinussen, øllum kommunulæknunum í landinum eitt skriv, har hann heitir á læknarnar at fylgja lógini um fosturtøku frá 1956. Hetta skal hava við sær, at eingin lækni í framtíðini kann mæla til fosturtøku av sosialum áðum, tí lesur ein lógina bókstaviliga, stendur einki um sosial atlit. Í lóg- ini stendur, at bert um tað stendur um lív ella um kvinnan er neyðtikin, kunnu læknar fremja fosturtøku. Tað er kortini ein sann- roynd, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu teir ein- støku læknarnir í Føroyum tulka lógina. Sum Sosialur- in skilir, taka nógvir læknar kring landið sosialu síðuna hjá kvinnuni við í teirra meting, hvørt kvinnan skal fáa játtað fosturtøku. Hevur læknin mett, at sosiala støðan hjá kvinnuni ikki er nøktandi, og hon sjálv ynskir fosturtøku, hava læknar í Føroyum játtað at taka fostrið hjá kvinnuni. Hesum vil landsstýris- maðurin í heilsumálum nú koma til lívs. Ikki tí, lands- stýrismaðurin hevur heim- ild í sínum máli, tí í sam- gonguskjalinum stendur, at samgongan skal arbeiða fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Kortini eru fleiri, ið ikki taka undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum, tí hann skúgvar alla siðvenju, síðan fosturtøkulógin varð sett í gildið, til viks. Hann velur at lesa lógina bók- staviliga, og tekur ikki fyri- lit fyri, at læknar í nógv ár hava tikið sosialu síðuna hjá kvinnuni við í teirra meting, tá teir hava gjørt av, um kvinnan skal fáa ein fosturtøku. Óheppið tekin til læknarnar Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður í menta- málum, er ein, ið ikki tekur undir við ætlanini hjá Bill Justinussen at herða lóg- gávuna. - Eg havi sagt við lands- stýrismannin í heilsumál- um, at eg haldi tað er stak óheppið, at hann hevur sent kommunulæknunum skriv um, at teir í framtíðini skulu halda lógina um fosturtøka. Við at senda eitt tílíkt skriv til læknarnar, sigur hann við øðrum orð- um, at teir ikki hava hildið lógina øll hesi árini, og tað er eitt keðiligt tekin at senda læknunum, sigur Annita á Fríðriksmørk, landsstýrismaður í mentamálum : Óneyðugt at herða lógina um fosturtøku Annita á Fríðriksmørk skilir ikki ætlanina hjá Bill Justinussen at herða lóggávuna um fosturtøkuna í Føroyum, tí sammett við Norðanlond er støðan í Føroyum als ikki hættislig. Fyri hvørji 1000 børn fødd, verða 50 fosturtøkur framdar í Føroyum. Talið í Danmark er fimmfaldað størri enn í Føroyum Mynd: Savnsmynd Når svangerskabets afbrydelse er nødvendigt for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred. Ved bedømmelsen af denne fare skal der på grundlag af en vurdering af samtlige omstændigheder, herunder de forhold, hvorunder kvinden må leve, tages hensyn ikke alene til fysisk eller psykisk sygdom, men også til tilstedeværende eller truende fysiske eller psykiske svækkelsestilstande. Grein 1 í fosturtøkulógini frá 1956 ” Arbeitt verður fyri at avmarka talið av fosturtøkum. Neyðug ráðgeving, leiðbeining og hjálp eigur at verða veitt mammum/foreldrum í sam- bandi við barnsburð. Úr samgonguskjalinum, undirskrivað 6. juni 2002 av øllum formonnunum í samgonguflokkunum ” Annita á Fríðriksmørk. Læknarnir vita best Sum áður nevnt er galdandi lóggáva á økinum frá 1956. Samfelagsmynstrið er síðan miðskeiðis í fimtiárunum kollveltandi broytt, og tí kann spurningur setast við, um tað ikki hevði verið hóskandi at nútímansgjørt lóggávuna um fosturtøku í Føroyum. Tá ein hevur í huga, at fleiri læknar í Føroyum taka sosialu síðuna við í teirra meting, hevði tað so ikki verið hóskandi at fing- ið sosialu síðuna við í lóg- gávuna um fosturtøku, spyrja vit Annitu á Fríð- riksmørk. Hon sigur, at tað er torført at meta um lóggávan skal nútímansgerast, og hvussu hon møguliga skuldi sæð út. – Eg haldi, at mátin, læknarnir í dag tulka lógina er nøktandi, og hjá teimum er ikki nógv at fara eftir. Til spurningin um sosiala síð- an skal takast við, so veit eg, at tað í dag eru aðrar orsøkir enn bara ring heilsustøða, har fosturtøka er neyðug. Samanumtikið kann eg siga, at læknarnir eru best fyri at taka enda- ligu støðuna, greiðir lands- stýrismaðurin í mentamál- um frá. Fáar fosturtøkur í Føroyum Sammeta vit okkum við onnur Norðanlond, kann staðfestast, at rættiliga fáar fosturtøkur verða framdar í Føroyum. Fyri hvørji 1000 børn fødd í Føroyum, verða í alt 50 fosturtøkur framdar. Hetta er væl minni enn í hinum Norðanlondunum. Sum sæst á stabbamyndini um fosturtøkutíttleika í Norðanlondum, liggja Før- oyar langt niðast. Í Dan- mark er talið 250 fostur- tøkur fyri hvørt 1000, og hetta er fimm ferðir talið í Føroyum. Annita á Fríðriksmørk vísir eisini á hesi hagtøl, og skilir ikki ætlanina hjá Bill Justinussen, tí støðan í Før- oyum er als ikki hættislig. – Nú veit ikki, hvussu nógvar kvinnur velja at fara til Danmarkar at taka fostr- ið, men eg vil pástanda, at talið er ikki eins høgt sum í hinum Norðanlondum, um vit leggja fosturtøkurnar hjá føroyingum í Føroyum og Danmark saman. Við 50 fosturtøkum um árið, haldi eg ikki tað er neyðugt við herða lóggávuna í Føroy- um. Málið er eitt hjartamál hjá landsstýrismanninum í heilsumálum, men eg haldi ikki, at man skal pilka ov nógv við málið, tí so kann støðan gerast nógv verri, enn hon er í løtuni, og tá er lítið vunnið, sigur Annita Fríðriksmørk. Spurd, um Bill Justinuss- en ikki fylgir samgongu- skjalinum við boðunum til kommunulæknarnar at fylgja lógini, svarar Annita, at hon er samd við orðing- ini í samgonguskjalinum, og hon er samd í, at tað er sera skilagott við meira ráðgeving og leiðbeining til foreldrini í samband við fosturtøku. – Eg og Bill hava hvør sína hugsan um málið, og eg vænti tað verður torført hjá honum at fáa samgong- una at taka undir við hans- ara ætlan. Eg eri hart ímóti banni av fosturtøku, men tað er heldur ikki fyri- myndarligt um hon skal verða frí. Støðan í Føroy- um, serliga tá vit sammeta okkum við onnur lond, er fyrimyndarlig, og hana skulu vit halda fast í eftir mínum tykki, sigur Annita á Fríðriksmørk at enda. Kelda: Hagstova Føroya Fosturtøkur framdar í Føroyum 2002: 48 2001: 60 2000: 46 1999: 48 1998: 45 Kelda: Landslæknin Fakta Ein av teimum, sum sá tilburðin, tá ið ein vørubilur, sum skuldi til Suðuroyar við Smyrli næstsíðsta mánakvøld, koyrdi á sjógv, var Erland Mørkøre, yvirstýri- maður umborð á Smyrli hendan túrin. - Tað er ógvuliga óhugnaligt og skelk- andi at síggja ein bil soleiðis koyra á sjógv, og tú ikki veitst, um eitt ella fleiri fólk eru í bilinum, sigur hann BILUR Á SJÓGV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru tey, sum kanska hava fingið ta fatan, at bilurin, sum koyrdi á sjógv í Havn næstseinasta mána- kvøld, fór út av bryggju- kantinum, tá ið hann skuldi bakka umborð á Smyrli. - Men soleiðis er tað ikki. Hetta er ein misskiljing, tí bilurin var ikki komin heilt út til okkara, tá ið óhappið hendi, sigur yvirstýrimað- urin umborð á Smyrli hend- an túrin, Erland Mørkøre. Hann var staddur á dekkinum, tá ið bilurin kom koyrandi av parker- ingsøkinum við Bursatanga og úteftir bryggjuni. - Bilurin kom koyrandi úteftir sum aðrir bilar, men koyrdi ov stutt út. Av eini ella aðrari orsøk, snarar bil- førarin ov tíðliga til høgru; hann kemur oman á bryggjukantin og koppar út av. Sakk skjótt Erland sigur, at hann gjør- dist ógvuliga skakkur, tá ið hann sá bilin fara út av bryggjukantinum. - Eg leyp til við einum bátshaka, men bilurin sakk ógvuliga skjótt. Ein annar maður kom eisini til bein- an-vegin. Erland sigur, at bilførarin fór niður við bilinum, men megnaði at sleppa sær út úr bilinum og koma uppaftur at flóta. - Hann tók nøkur tøk inn ímóti einum gummiringi og helt fast í ringin. Her fingu vit í hondina á honum og vit báðir, sum vóru teir fyrstu, hjálptu honum sam- an við øðrum upp á bryggj- una. Erland sigur, at tað fyrsta, bilførarin segði, tá ið teir komu til hansara, var, at hann var einsamallur í bil- inum. - Tað var ein veldugur lætti, sigur hann. Róligur bilførari Yvirstýrimaðurin sigur, at tað var ógvuliga skelkandi at síggja ein bil soleiðis fara út av bryggjukantinum og søkka – uttan at fáa gjørt nakað. - Bilførarin var ein ungur maður. Hann dugdi væl at svimja og vísti seg at vera ógvuliga róligur. Tað var eingin panikkur í honum, sigur Erland. Hann heldur, at bilførarin í fyrsta lagi hevur sær sjálv- um at takka fyri, at hann slapp so væl frá hendingini. - Tað, at maðurin hevur verið fimur og dugdi væl at svimja, er ivaleyst orøskin til, at hann slapp so væl frá hendingini, sigur Erland. Ilt at meta - Sum eg havi skilt, hevði hann rútin niðurskrúvaðan, og haðani var hann sloppin út úr bilinum. Vóru fleiri fólk í bilinum, kundi hend- ingin skjótt endað við eini vanlukku, tí bilurin sakk so skjótt, og lítið og einki var hjá okkum at gera. Erland Mørkøre dugir ikki at meta um, hvørt tað hevði verið møguligt at hildið bilinum uppi í sjón- um við bátshakanum, um hann hevði fingið fatur á bilinum, áðrenn hann sakk. Erland Mørkøre sá tilburðin, tá ið bilurin fór í sjógv: - Eg gjørdist ógvuliga skelkaður Tað var ógvuliga heppið, at fleiri fólk ikki vóru í hesum bilinum, sum fór út av bryggjuni í Havn næstseinasta mánakvøld. Mynd: Álvur Haraldsen - Vit hava bara hoyrt um hendingina, men hava ikki gjørt nakrar kanningar, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum BILUR Á SJÓGV Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Arbeiðseftirlitið er ikki vorðið partur í málinum, sum tók seg upp, tá ið ein vørubilur, sum skuldi til Suðuroyar við Smyrli næstsíðsta mánakvøld, fór út av bryggjuni í Havn. - Vit kenna bara til málið út frá tí, sum frammi hevur verið í fjølmiðlunum, og vit hava tískil heldur ikki verið við í nøkrum kanningum, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðseftirlitinum. Hann vísir á, at tá ið talan er um privata ferðslu, er hetta í fyrsta lagi eitt politimál – og ikki eitt mál hjá Arbeiðseftirlitinum. - Hevði talan verið um arbeiðsfólk, eitt nú truck- førarar og ella aðrar arbeiðsmenn á bryggjuni, hevði málið verið tikið upp her hjá okkum, sigur Karl Joensen, stjóri á Arbeiðs- eftirlitinum. Arbeiðseftirlitið: Hevur ikki kannað hendingina C M Y K 7 6