Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 194 - 14. oktober 2003 Nr. 194 - 14. oktober 2003 9 Edmund kannar tingskipan Løgtingsformaður- in heldur, at orða- skiftið um fíggjar- lógina er óskipað og fer av kós, tí tingskipanin er ov leys. Hann kundi hugsað sær at broytt skipanina og kannar nú, um undirtøkuna er í hinum flokkunum fyri at broyta hana ORÐASKIFTI Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Løgtingsformaðurin tekur fult undir við, at orðaskiftið um fíggjar- lógina mangan fer av sporinum, tí tað er ov illa skipað. Tað er Ed- mund Joensen sjálvur sum formaður, ið skal halda skil á orðaskiftin- um, men hann heldur tað vera trupult við tí skipan, vit havam, tí tingmenn fara at reika. – Eg haldi tað hevði verið upp á sítt pláss at fingið eina meiri strukt- ureraða viðgerð, tí tað er torført at stýra orða- skiftinum, sum nú er. Í dag er tað orðaskiftið um løgmansrøðuna, ið er ætlað at vera tað breiða høpi, har ting- menn og flokkar fáa høvi at markera seg. Men orðaskiftið um fíggjarlógina er vorðin ein endurtøka av løg- mansrøðuni. Í viðgerð- ini av fíggjarlógini eiga vit meira konkret at halda okkum til yvir- skipaðu raðfestingina av pengunum í samfelagn- um, sigur Edmund Joensen. Løgtingsformaðurin kundi hugsað sær eina viðgerð, har farið verður ígjøgnum einstøk øki og einstøk mál. Mentamál, heilsumál og vinnumál fyri seg, men tað krevur, at tingskipanin verður broytt. Edmund Joensen ætlar sær nú at spyrja flokkar- nar, hvat teir halda um at skipa fíggjarlógarvið- gerðina øðrvísi. Skal tingskipanin broytast, krevur tað bara, at flokkarnir samtykkja tað, og so fer broytta skipanin at virka frá komandi tingsetu. Ting- skipanin varð seinast broytt í 1999. Undir viðgerðini av fíggjarlógini varð sipað til, at Høgni Hoydal brúkar somu snildir sum nazist- arnir undir krígnum fyri at vinna sær fólksins tokka. Katrin Dahl Jacobsen tók í so harðliga til orð- anna, sigur løgtings- formaðurin, sum heldur tað vera eitt generelt problem AV SPORINUM Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Er tað í lagi, at ein ting- maður sipar til, at ein landsstýrismaður í Føroy- um hevur líknandi karakter sum Hitler? Tann spurning- in skal formansskapurin hjá løgtinginum viðgera í næstum. Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldis- flokkinum, hevur kært Katrina Dahl Jacobsen í Javnaðarflokkinum fyri formansskapin, tí hon »brúkti meginpartin av síni røðu til útspilling« av sær. »Hon helt á røðarapall- inum eina mynd upp av undirritaða og legði meg undir propaganda og ósannleikar, ið kunnu sam- anberast við politikarar í Týsklandi undir nazist- unum,« skrivar Høgni Hoydal í sínari kæru. Hann vísir eisini til, at Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum dagin fyri samanbar Tjóðveldis- flokkin við terroristabólkar úr ETA og IRA undir við- gerðini av sama máli. Høgni Hoydal fílist á, at hvørki av hesum málum vórðu átalað av formann- inum, sum fyrra dagin var Jørgen Niclasen og seinna dagin var Edmund Joensen. »Hetta er sera vandamik- ið, tí slíkur atburður eggjar til hatur og spjaðing og vantandi virðing fyri fólka- ræðinum í okkara samfel- ag,« sigur Høgni Hoydal í kæruni og vil hava formans- skapin at siga sína hugsan. Sosialurin hevur fingið úrskrift av orðunum, sum fullu av munninum hjá Katrin Dahl Jacobsen. Hon tosar um eina lýsing upp undir seinasta fólkatings- val, har Tjóðveldisflokkur- in segði, at oljan var funn- in. Hon kallar tað heima- gjørda propaganda og ein roynd at villeiða fólkið. »At mála alt ljósareytt, tað varð nógv brúkt amboð undir seinna veraldarbar- daga, tá tað galt um at halda massunum uppi, at vera glað, at fyrigykla fólki ein annan veruleika enn tað, sum veruliga fór fram. Eg troysti mær ikki at nevna navnið á tí persóninum, men nakað av hesum snild- unum hava okkara konser- vativu nationalistar eisini brúkt,« segði Katrin Dahl Jacobsen millum annað í røðuni. Altso greiðar tilvísingar vóru til Hitler og hansara harkalið, sum høvdu ábyrgdina av, at allur heim- urin var í loga og jødar í milliónatali vórðu gassaðir. Edmund Joensen løg- tingsformaður hevur fingið útskriftina og hevur lisið hana ígjøgnum. Hann sigur, at tað Katrin Dahl Jacobsen segði er ikki heilt tað sama, sum Høgni Hoydal skrivar í kæruni. Men hann viðgong- ur, at har er ov nógv undir- forstaðið í orðunum hjá javnaðarkvinnuni, og tað dámar honum lítið. – Yvirhøvur vera tað brúkt ov stór orð undir orðaskiftinum. Tað slepst kanska ikki undan, tá 32 løgtingsmenn og 9 lands- stýrismenn kjakast og halda røður í 27 tímar. Onkuntíð verður í so harð- liga tikið til, tá fólk hava tosað seg heit, og eingin flokkur er betri enn nakar annar. Men vanliga góðtaki eg ikki so sterk orð, sum Katrin Dahl Jacobsen tók til, sigur Edmund Joensen. Edmund Joensen verjir seg við, at formenninir skiftu um sama mundið, sum Katrin Dahl Jacobsen tók so harðliga til orðanna, og tí glapp átalan burtur- ímillum. Formansskapurin fer nú at viðgera kæruna frá Høgna Hoydal. Tá ið Hitler kom í tingið Orðaskiftið um fíggj- arlógina er skipað kaos, heldur Jógvan Arge, løgtingsmaður. Hann kundi hugsað sær, at stig vórðu tik- in til nýggjar manna- gongdir, sum góvu fólkinum betri fatan av, hvat løgtingið arbeiðir við, og flokk- unum betri sømdir at fyrireika seg FÍGGJARLÓG Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Orðaskiftið fer allar vegir í senn. Ein tosar um einskilj- ingar, ein um studenta- skúlar, ein annar um ferju- sigling, ein um avgjald á bomm og sjokolátu, ein um sjúkrahús og so framvegis. Málsøkini á fíggjarlógini verða rætt og slætt vavd upp í ein vavgreyt í við- gerðini. Tað sigur Jógvan Arge, løgtingsmaður. Hann var fyrstu ferð valdur á ting fyri Tjóðveldisflokkin í 2002, og sostatt hevur hann havt høvi at luttikið í tveimum fíggjarlógarviðgerðum hig- artil. Hann er eirindaleysur í sínari eftirmeting av ár- ligu fíggjarlógarviðgerðini í løgtinginum. Orðaskiftið er óskipað og ørkymlar lurtaran, meira enn tað greiðir fløkjur fyri honum, heldur hann. Orðaskiftið um fíggjar- lógina tók samfullar tríggj- ar dagar. Tað er sent sam- stundis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er helst týdningarmesta lógin, ið verður viðgjørd, tí hon leggur karmarnar fyri sam- felagið og býtir virðini millum landsins borgarar. Við øðrum orðum er talan um ítøkiliga politikkin hjá politiska meirilutanum. Men nógv munnu saman við Jógvani Arge sita eftir við einari tómari kenslu av, at orðaskiftið einki tekin gav um, hvat landsins kosnu kvinnur og menn ætla við landshúsarhaldin- um næsta ár. – Spurningurin er, um løgtingið ikki kundi við- gjørt fíggjarlógina á ein betur struktureraðan hátt, sum gav bæði tingfólkum og almenninginum eitt betri og tryggari innlit í hesa landsins týdningarmestu lóg og ta støðu, sum ting- flokkarnir hava, sigur Jógvan Arge. Skipað kaos Í fyrstu atløgu hugsar Jógv- an Arge sær, at viðgerðin byrjar við einari munnligari framløgu frá landsstýrin- um, har tikið verður saman um uppskotið og greitt verður frá, hvørjar ætlanir liggja í nýggja uppskotin- um, hvørjar broytingar eru gjørdar í mun til farnu árini, og hvørji framtøk eru sett út í kortið. – Tað plagar at vera eitt minstakrav til øll orða- skifti, at lagt verður upp til tey. Soleiðis er ikki her í tinginum, sigur Jógvan Arge. Í øðrum lagi heldur Jógv- an Arge viðgerðina minna mest um skipað kaos, tí orðaskiftið fer í allar ættir samstundis. Eingin stýring, eingin uppbýting í evni og eingi beinleiðis fram- søgufólk í ymsu málunum. – Tað hevði bøtt munandi um møguleikarnar at fáa nakað burtur úr orðaskift- inum, um viðgerðin varð løgd soleiðis til rættis, at til dømis almannamálini vórðu tikin fyri seg, vinnu- málini fyri seg, fiskivinnan fyri seg, mentamálini fyri seg og so frameftir. Sjálv- andi skuldi ein partur av orðaskiftinum eisini verið markaður til tann yvir- skipaða fíggjarliga polit- ikkin, sigur hann. Jógvan Arge heitir á løgtingsformannin um at taka upp spurningin um at leggja orðaskiftið betur til rættis, so lurtarin, sum er veljarin, fær betri møgu- leika fyri at halda betur saman á sjónarmiðini og fólk fáa betri fatan av, hvat tað er, løgtingið arbeiðir við. Tað hevði eisini givið flokkunum betri møguleika at fyrireika seg til orða- skiftið við framsøgum til einstøku málsøkini. – Sum nú er, kemur tann yvirskipaða viðgerðin og tann ítøkiliga umrøðan av málsøkjum slongjandi alt eftir, hvussu skjótur ein landsstýrismaður hevur verið at trýst á knøttin og biðið um orðið, ella ein tingmaður tekur tey upp, sigur Jógvan Arge. Orðaskiftið er ein vavgreytur ÓSKIPAÐ VIÐGERÐ: Kjakið í tinginum miku- dagin, hósdagin og fríggjadagin í síðstu viku fjakkaði aftur og fram. Uttan mál og mið. Stundum vatn- deyvt og stundum knallhart. Ovast til vinstru síggjast Høgni Hoydal og Eyðun Elttør. Niðast vinstrumegin kjakast Bárður Nielsen og Alfred Olsen sínámillum, og høgrumegin heldur Jóannes Eidesgaard seg til bókina, sum alt snýr seg um: Fíggjarlógina fyri 2004 Myndir: Jens Kristian Vang Jógvan Arge, tingmaður, eftirlýsir einum skipaðum orðaskifti Katrin Dahl Jacobsen úr Javnaðarflokkinum er kærd fyri málburð í tinginum C M Y K 9 8