Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 194 - 14. oktober 2003 Nr. 194 - 14. oktober 2003 11 TÍÐINDASKRIV Hesin 3. partur av endur- minningum hjá Eiler Jacobsen fevnir um tíðina 1986 til í dag. Bind I »Av bekki á borgir« kom út í 2001 og bind II »Á sløttum og í brøttum« í 2002. Innihaldið í hesum 3. og seinasta bindi av »Skál- víksdrongi Sildarkongi« snýr seg m.a. um tíðina, tá Eiler seldi »reyðu« Sólborg til Grønlands fyri 46 mió. kr. og gjørdist helst hin mest múgvandi maður í Føroyum. Eiler var tá góður fyri minst 50 mió. kr. í »cool cash« umframt at eiga skipavirði fyri 10-tals mió. kr. Sama árið, í 1986, lat »sildarkongurin« fram- komna verksmiðjuskipið Háborg byggja til svart- kjaft, men uttan um »skipa- pakkan« hjá tásitandi landsstýri. Hetta førdi til mánaðarlanga ósemju við landsstýrið um fiskiloyvi til Háborg. Fyri at loysa Háborg til fiskiskap keypti Eiler Ziska á Fløtti (Polaris). Eitt ár seinni varð »gulldrongur- in« tveittur úr Føroya Banka, tá Háborg og Pola- ris fóru á heysin. Seinastu 80-árini reið um røðina hjá Eiler sum øðrum nótamonnum. Men í 1991 keypti hann nýggju »Sólborg«, sum fiskar enn. Í 1995 stóð so illa til, at eginpeningurin hjá Eiler var komin niður í 1 mió. kr. Men tá vendi í nótavinnuni, sum hevur havt viðrák síðan. Í 1999 tók tann tá næstan 70 ára gamli Eiler føroy- ingar á bóli við at byggja nýggju Krúnborg, sum hevur fiskað fyri 200 mió. kr. farnu trý árini og goldið 50 mió. kr. út í hýrum. Endurminningarnar hjá Eiler lýsa henda sjáldsama mannin, ið summi halda vera herviligan »spekulant«, men onnur rokna sum »hetju«. Hvør er so hesin váðafúsi vinnulívsmaður, hvørs skipa- manningar hava landað fisk fyri íalt 1,6 miljard krónur (tað svarar til 3 mia kr. í dagsprís- um). Eilersa skip hava goldið oman fyri 500 mió. kr. í hýrum íalt, sum í dags- prís-um svarar til heila milliard frá Ísborg í 1964 til Sólborg og Krúnborg í dag. Postverkið umsitur søl- una og boðar teimum, sum bíløgdu bind I og bind II av »Skálvíksdrongi Sildar- kongi, at bókin fæst á post- húsum kring landið frá hesi vikuni. Bind III, »Váði og væl- ferð« er 454 blaðsíður, hevur yvir 400 myndir, 100-tals fólkanøvn, og kostar bert 190 kr. (+ postgjald). Sambært norðurlensku hagtalsárbókini eru Føroyar ríkasta norðurland. Bert Noreg er eins ríkt og Føroyar. Sambært upplýsingar í Dimmalætting leygardagin svimja Føroyar í pengum. Hetta er sjálvsagt hugaligur lesnaður, men hesin lesnaður má samstundis fáa onkran í landinum at spyrja, hvussu hetta ríkidømið er býtt. Og svarið er at kalla givið í forhond: ójavnt er býtt. Vit hava júst fingið uppskot til fíggjarlóg fyri 2004. Um hetta uppskot er dømi um fíggjarlóg hjá ríkasta landi í Norðurlondum, so stendur illa til hjá teimum fátøku, kundi ein havt hug at viðmerkt. Hvussu er og ikki, so nýtist ein ikki at vera hagfrøðingur fyri at duga at síggja, at føroyski veruleikin ikki avspeglar hesa myndina av ríkasta landi í Norðurlodum. Vit hava skerjingar á mestsum øllum økjum. Vit hava bíðirøðir til ellis- og røktarheim, bíðirøðir til dag- stovnar og til dagrøkt, heilsuverkið er í trupulleikum bæði so og so. Eitt annað mál, har torført er at fáa eyga á ríkidømið, er pensiónsmálið. Síðan 1959 er at kalla einki avgerandi hent í pensiónsmálinum. Í fimm ár hevur samgongan lovað at koma við nýggjari og betri pensiónskipan, men enn er einki hent. Tann stóra fjøldin av fólkinum er framvegis víst til at liva av eini fólkapensión, sum má sigast at vera lítið sømilig fyri ríkasta land í Norðurlondum. Áhugavert kundi verið at samanborið t.d. føroysku vælferðina við vælferðina í ávísum av okkara grannalondum. Hvussu verður tann myndin? Sama árbókin, sum sigur, at vit eru ríkast í Norðurlondum, hevur eisini aðrar áhugaverdar upplýsingar, eitt nú at sviar hava mestu vælferðina í Norðurlondum. Hetta hóast landið ikki er millum tey ríkastu Norður- londini og als ikki so ríkt sum Føroyar. Hagtøl kunnu, sum kunnugt nýtast til so mangt. Tað er gleðiligt, føroyski búskapurin er sterkur. Hann er so sterkur, at hann sambært hægtsa sakkunnleika í landinum kann standa í móti at kalla einumhvørjum vinnuligum bakkasti. Tað er ikki minni gleðiligt, at hetta verður staðfest í altjóða viðurkendum verki sum Norðurlendsku Hagtalsárbólkini 2003. Men ríkidømi valdast. Samstundis, sum tað verður alment staðfest, at Føroyar eru ríkasta norðurland, munnu nógv her á landi undrast á býtið av hesum ríkidømi. Hvussu verður nýtslan av hesum ríkidømi raðfest? Hvussu kann eitt land, sum í almenna hagtalsriti Norðurlandaráðsins verður lýst at "svimja í pengum" liva við politiskum raðfesting- um, har t.d. skattalættar til tey, sum eru best fyri og hækkan av mjólkaprísinum standa ovast, meðan barnafamiljur, børn, gomul, umhvørvi, mentan og vælferð sum heild standa heldur niðarlaga á listan- um? DAGSINS MEINING Sosialurin Ríkidømi valdast VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hans Birgir Hansen Fyrrverandi psykiatriskur røktarsjúklingur niðri/heima Øll børn, ungdómar, til- komin, eldri fólk hava djóraroyndir á hægri læri- stovnum (universitetum) á rannsóknarstovum sum fyrimynd í barnauppaling og frálæru og undirvísing! Djóraroyndir eru for- treytin/grundarlagið fyri læruni um psykologi/ psykiatri/pedagogik/teologi hjá fakbólkum, ið fáast við barnauppaling og frálæru og undirvísing kring land- ið! Slíkar liggja til grund, tá nýggjur heilivágur skal roynast á hægri læristovn- um (universitetum) á rann- sóknarstovum, ið dagliga fer fram, ið seinni verður royndur við menniskjum! Vanligt er at nýta fangar í fongslum og psykiatriskar røktarsjúklingar á stats- sjúkrahúsum um allan heimin og eisini í Føroyum, og hvørs alt tænir heili- vágsídnaðinum! Tað er rættuliga óhugnaligt at kenna tað á sær, at øll eru ótilvitað tikin av ræði í egn- um lívi, og eru komin undir eitt sinnalags eftirlit við formyndarí (bureukrati) stovnsveldi! Øll, ið eru mínir arvafíggindar frá børnum til fólkapensjón- istar, eru offrini, ið verða eyðmýkt og eyðrænd av teim meðan tað, ið lívið hevur at bjóða øllum, er farið fram við hjá øllum í dag! Tað sama ger seg gald- andi við allari fjøtran, heiladálking, indoktri- nering av sinnalagnum og umskapan til robottar og skina arbeiðsamboðið hjá teimum ráðandi! Bløðini, útvarpið, sjónvarpið eiga sín leiklut, ið verða stýrd av teimum ráðandi kreftum, yvirvøld og vøldir at for- fylgja, hótta, kúga, manna- jagstra øðrvísi hugsandi kring landið! Hetta er alt partur av gerandislívi øll- um ættarliðum av føroying- um, tá áðurnevndu fak- bólkar bedraga, falsa, lúgva og svíkja øll offrini, hvat ið ein sjálvur upplivdi niðri /heima! Avleiðingarnar tær kennir ein og kann greiða frá slíkum í dagligum sam- skifti og havi upplivað psykiatriskar røktarsjúk- lingar beina fyri sær sjálv- um, her ímillum fleiri føroyingar! Tað at flestu føroyingar eru egoistisk/ materialstisk hugsandi og líkasæl mótvegis med- menniskjanum, ið verja tey sterku í samfelagshøpi mótvegis teim veiku, sigur alt í dag. Tað er tí einki at siga til, at alt samfelagið er fullkomiliga avskeplað/av- lagað í øllum lívsins viður- skiftum og í fjøltáttaðum handils/vinnuligum virk- semi kring landið í dag! Allar viðgerðir á ellis- og røktarheimum og á sjúkrah- úsum og psykiatriskum deildum og úti í føroyskum heimum við tí kallað distriktpsykiatri tekur lívið av 100 tals føroyingum! Eru øll børn & ungdómar rottur? Bind 3 av »Skálvíksdrongi Sildarkongi« »Váði og vælferð« kemur út hesa vikuna TÍÐINDASKRIV frá Giktafelag Føroya 12.oktobur er Alheims giktadagur, og hevur Gikta- felag Føroya tí tikið støðu teirra giktsjúku upp til viðgerðar, og vil fegin lýsa støðuna alment. Felagið er eitt av teimum stóru feløg- unum við sínum 500 lim- um. Stór vón liggur á felag- num um at tosa søk teirra giktsjúku, og felagið er sannført um at støðan er á mangan hátt, ótolandi. Sagt verur at 5.hvørt fólk hevur gikt. Gikt er høv- uðsheitið fyri nógvar ym- iskar giktasjúkur. Tó eru mest kendu sløgini á okk- ara leiðum, liðagikt, slit- gikt FMS og vøddagikt. Hettar eru sjúkur sum krevja serviðgerð. Verður ikki tann rætta diagnosan sett á sjúkuna og tann rætta viðgerðin sett í gongd alt fyri eitt, gongur ikki long tíð til sjúklingarnir gerast førleikaskerdir, og í nógv- um førum eisini gerast kroniskir pínusjúklingar Støðan í Føroyum. Støðan í Føroyum er út av lagi vánalig. Manglandi servitan, ongin serlækni og ongin intensiv venjing er ein álvarsligur trupuleiki, sum bara sær út til at versna. Tá eitt øki verur undir- prioriterað, tá fellur eisini tann servitan sum er upp- bygd burtur, og onnur sergrein tekur yvir. Ì mong ár høvdu vit serlækna á økinum, og vit høvdu fast 10 seingjarpláss á Lands- sjúkrahúsinum. Ì dag er tað soleiðis at fólk skulu ikki vera innløgd longur og alt skal ganga fyri seg á einum ambula- toriið, og tað er eisini uppá sítt pláss, tí soleiðis vera sjúklingar viðgjørdir í framtíðini, men so má eitt ambulatoriið mennast og tað sum fyrr gekk fyri seg á seingjardeildini má flytast til hesa loysnina. Ì dag er støðan soleiðis, at 2/3 av tí sum ein serlækni kostar, er tað sum er sett av til økið. Ein skipan við danskar serlæknar, sum koma her í 1 viku, 6 hvøja viku, er tað sum er avtalað. T.v s at vit hava 5 ymiskar serlæknar sum steðga 5 dagar og koma so aftur aftaná 6 vikur. Her er ringt at fáa eitt til- knýti til læknan, pensjóns- sakir vera ikki viðgjørdar og kommunulæknar hava ilt við at fáa sínar akuttu sjúklingar til hjá serlækn- anum, tá hann er her. Bíðirøðirnar veksa, og fólk føla máttloysi ti teirra lívskvalitetur er so vána- ligur.. Er Føroyar land fyri giktsjúk ?? Formaðurin í Giktafelag- num Leila Solmunde helt í heyst ein fyrilestur á Gikta- ráðstevnuni í Stókkhólmi, og hon kallaði sína fyri- lestur fyri "Færøerne - et Reumatologisk U-land i Norden" Hon legði áherðslu á tað væntandi áhugan sum er á økinum, meðan reumato- logiin sær út at vera eitt doyggjandi øki í Føroy- um.Tað eru tey sum eru ringast fyri, sum koma framat tí skipan sum er í dag, meðan hundraðtals Føroyingar ganga runt við eini óviðgjørdari gikt, sum bara økir um sjúkrameld- ingar, pensjónsumsóknir og .s.v Veðurlagið og manglandi intensiv giktaviðgerðvið er í øllum førum ein orsøk til at giktsjúkir føroyingar eru verri fyri enn tey í okkara grannalondum, sum vit altíð ynskja at samanbera okkum við. Tað er møguligt hjá giktsjúkum fólki í hinum Norðurlondum at saman- tvinna ein intensiva viðgerð uttanlanda saman við eini viðgerð og viðlíkahalds viðgerð í egnum landi, men her hava vit ongantíð haft hendan møguleikan, sjálvt um vit eru tey sum veður- messiga/viðgerðarmessiga eru ringast fyri. Skulu vit hava nakran møguleika at fáa góða viðgerð til okkara gikt- sjúku, má ein skipan gerast, sum gevur fólki møguleika at fáa viðgerð uttanlanda undir heitum og turrum himli, og á serligum við- gerðarstaði fyri giktsjúk. Somuleiðis má mann finna útav hvat fyri eitt av sjúkrahúsinum skal hava servitanina innan Reuma- tologi. Hetta eigur at vera upp- gávan hjá heilsuverkinum, at finna loysnir fyri við- gerðarmøguleikar til gikta- sjúklingar, og ongantíð hevur nakað verunligt kjak verið um, á hvørjum heilsu- støði Føroyar skula og eiga at vera á. Feløgini skerd: Nýggja fíggjarlógin sker enn einaferð partin hjá feløgunum at gera eitt rímiligt arbeiði. Ikki vita politikarir á økinum hvussu stór vitan feløgini hvør sær liggja inni við, og hvussu nógv hesi spara almennu fyrisitingini fyri vanliga upplýsing. Feløgini og Meginfelagið gera eitt megnararbeiði fyri einstaka Føroyingin, sum hevur eina sjúku ella brek, men politiski myndugleikin gevur bert eftir sum teir nú meina er rímiligt. Nøkur feløg fáa serstaka játtan, tað unni eg teimum so hjartaliga, og hini 20 feløgini sum standa í meginfelagnum missa í ár 500.000,- sum tey fingu uppá í fjørð og væntaðu og fingu at vita varð ein byrjan til at gera øll feløg líka fyri fíggjarliga. Eitt gott arbeiði i feløg- unum dettur niðurfyri og tilrættaløgd tiltøk mugu takast av skránni aftur. Ein vanvirðilig virðing fyri einstaka felagnum í Føroy- um, sum Giktafelag Føroya átalar harðliga. TÍðINDASKRIV frá Hagstovu Føroya Norðurlendska hagtalsár- bókin, Nordisk Statistisk Årbok fyri 2003, er nú komin. Hetta er ein víð- fevnd lýsing av samfelags- viðurskiftunum í norða nlondum í talvum, talvu- myndum og stuttum tekst- um. Meira útgreinaðar talv- ur eru á fløguni, ið fylgir við. Norðanlond hava nógv í felag, í livihátti, mentan, søgu, máli og samfelags- skipan. Og norðurlendskt samstarv er á nógvum økj- um framúrskarandi. Nógv av hesum kann lýsast við hagtølum, og tí gevur Norðurlanda Ráðharraráðið hesa hagtalsbókina út á hvørjum ári. Tað er í høvuðsheitum norðurlendsku hagstovur- nar, sum veita tølini. Før- oyski parturin í bókini er tó lítil enn, hóast tað er batnað nakað 2-3 tey seinastu árini, serliga um íbúgva- og heilsuviðurskiftini, uttan- landshandilin og val. Á øðrum økjum eru Føroyar bert við í nøkrum fáum ein- støkum talvum, sum t.d. viðv. arbeiðsmarknaði, tjóðarroknskapi, mentan, fiskivinnu og samferðslu. Men á fleiri økjum eru ongi samanberilig føroysk hag- tøl. T.d. er púra blankt við- víkjandi útbúgving, gransking og menning, um- hvørvi og almannaøkinum, so enn vantar nógv í at føroyskur statistikkur kann koma upp á eitt norður- lendskt fyri ikki at siga altjóða støði. Nordisk Statistisk Årbok, sum er meir enn 300 síður og hevur viðfesta talvu- føgu, fæst í Føroyum frá H.N. Jacobsens Bóka- handli. Føroyar og hini norðanlondini – ein samanbering í hagtølum TÍÐINDASKRIV frá heimamissiónini Tað eru nú liðin 25 ár, síðan sangskeiðið hjá Heimamissiónini varð hildið fyri fyrstu ferð. Tey fyrstu 16 árini var skeiðið hildið í ymsu bygdunum í Føroyum. Seinastu árini hava skeiðini verið í leguhús- inum í Nesvík. Øll hesi árini hava vit havt útlendskar kórleið- arar. Í ár er tað norð- maðurin Jon S. Lotterud, sum fer at leiða kórið. Hann var eisini her í 1997. Kórið venur umleið 4 tímar hvønn dag. Har- afturat eru eisini bíbliu- tímar og møti á skránni, og her eru øll vælkomin. Ymiskt verður fyri børnini, eitt nú barna- kór. Sangskeiðið endar við konsert í Fríðrikskirkj- uni á Toftum leygardag- in 18. oktober kl. 17.00. Sangskeið í Nesvík Giktsjúk í Føroyum vánaligar umstøður C M Y K 11 10 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo