týsdagur 14. oktober 2003síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Nr. 194 - 14. oktober 2003
13
UTTAN ÚR HEIMI
Hóttir við at fara frá
Forsetin í Suðurkorea, Roh Moo-hyun, hevur gjørt av
at halda fólkaatkvøðu tann 15. desember. Tá skal
fólkið siga, um tey eru nøgd við forsetan. Eru tey ikki
tað, fer hann frá.
Seinastu tíðina er forsetin lagdur undir at hava fingið
ólógligan fíggjarligan stuðul til sítt politiska virksemi.
Hann hevur víst skuldsetingunum aftur og sigur, at
soleiðis sum viðurskiftini eru, kann hann ikki halda
fram í forsetaembætinum. Tí vil hann hava at vita, um
veljararnir framvegis hava álit á honum.
Tann 57 ára gamli Roh varð valdur til forseta í Suð-
urkorea í desember í fjør, og hann hevur havt nógvar
trupulleikar at stríðast við síðani. Viðurskiftini við
grannalandið Norðurkorea eru spent, búskaparviður-
skiftini eru versnað munandi seinastu mánaðarnar, og
eitt uppskot um at lata USA senda fleiri hermenn til
landið hevur elvt til stór mótmæli.
3,5 mió. komnar í grunnin
Beint eftir at svenski uttanríkisráðharrin, Anna Lindh,
varð myrd, stvonaðu sosialdemokratiski flokkur henn-
ara ein minnisgrunn í hennara navni.
Endamálið hjá grunninum er at stuðla teimum, sum
eru sinnað at virka fyri teimum politisku hugsjónunum,
sum Anna Lindh stríddist fyri. Talan er í fyrsta lagi at
virka øllum harðskapi og at stuðla teimum, sum arbeiða
fyri demokratii og mannarættindum kring heimin.
Grunnurin hevur fingið góða undirtøku, og higartil
hava fólk og stovnar goldið umleið hálva fjórðu milli-
ónir krónur í grunnin.
Ikki turriklæði í
skúlanum
Muslimarnir í Fraklandi eru í øðini, eftir at leiðslan á
einum skúla í Aubervillers uttan fyri París hevur gjørt
av at vísa tveimum muslimskum systrum av skúlanum,
tí tær sýttu fyri at taka turriklæðið av høvdinum, tá teir
komu í skúla.
Mamma genturnar er ættað úr Algeria og er muslim-
ur, men pápin er jødi, men sigur seg ikki hoyra til nak-
að ávíst trúarsamfelag. Hann er í øðini inn á avgerðina
hjá skúlaleiðsluni og sigur, at hann ætlar sær at leggja
málið fyri dómstólarnar. Nógvir fransmenn ivast eisini
í avgerðini hjá skúlaleiðsluni. Í grundgevingunum sig-
ur skúlin, at hann hevur tikið avgerðina út frá einari
niðurstøðu, sum tann serliga franska grundlógarnevnd-
in gjørdi í 1989. Nevndin gjørdi av, at "mótmælandi"
og "trúboðandi" eyðkenni eru ikki loyvd í fronskum
sjúlum. Men nógvir fransmenn spyrja, hvussu er vorð-
ið við teimum, sum hava ein kross ella eina dávids-
stjørnu hangandi í einari ketu um hálsin.
Hesin spurningurin fær eisini politiska viðgerð. Ein
nevnd hjá tjóðartinginum og ein nevnd, sum Chirac, for-
seti, hevur sett, fara at kunngera sínar niðurstøður innan
ársskiftið.
Tað kann Ísrael ikki
Ísraelskir og aðrir vápnaserfrøðingar avsanna, at Ísrael
hevur kavbátar, sum kunnu skjóta kjarnorkuløddar
rakettir.
Tað var amerikanska blaðið Los Angeles Times, sum
bar tíðindini um, at Ísrael hevur broytt sínar amerikonsku
rakettir av slagnum Harpoon, so teir kunnu løða tær við
kjarnorkuvápnum og skjóta tær upp frá kavbátum.
Blaðið segði seg hava fingið tíðindini frá amerikonskum
embætismonnum, og ein ísraelskur embætismaður vátt-
aði tey eisini fyri blaðnum. Men serfrøðingar halda ikki,
at tíðindini eru sonn. Teir siga, at Harpoon-rakettirnar eru
ov smáar til at bera eina kjarnorkuløðing.
Ísrael hevur ongantíð viljað vátta, at landið hevur
kjarnorkuvápn, men síðani 1969 hevur tað verið tann
vanliga uppfatanin, at landið hevur kjarnorkuvápn.
Serfrøðingar halda, at ísraelska verjan hevur einar 200
kjarnorkuløðingar.
Amerikanarar krevja
nú hálva sjeyndu
milliard krónur í
endurgjaldi fyri yvir-
gangsatsóknina 11.
september í 2001.
ENDURGJALD
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tveir amerikanskir sakfør-
arar eru farnir undir eitt
endurgjaldsmál, sum má
sigast at vera eitt av teimum
sera sjáldsomu.
Joe Rice og Ron Motley
hava átikið sær at krevja
6.500 milliardir krónur í
endurgjaldi við yvirgangs-
felagsskapinum fyri at-
sóknirnar í New York og
Washington fyri góðum
tveimum árum síðani. Sak-
førararnir viðganga, at tað
er ógjørligt at leggja sak
ímóti felagsskapinum hjá
Osama bin laden, og tí ætla
teir at krevja pengarnar frá
teimum, sum hava ella hava
havt samband við bin Lad-
en. Talan er um saudiara-
biskar prinsar og bankar.
Teir báðir sakførararnir
eru kendir og hava vunnið
fleiri endurgjaldsmál. Eitt
nú eydnaðist teimum fyri
fimm árum síðani at fáa
semju við amerikanska tub-
baksídnaðin - eitt mál, sum
gav teimum stevnandi heil-
ar 246 milliardir dollarar.
Teir hava eisini fingið
semju í einum máli ímóti
amerikanska asbestídnað-
inum, og har eydnaðist
teimum eisini at fáa ídnað-
in at rinda nógvar milliardir
krónur.
Eygleiðarar ivast í, hvat
teir báðir fara at fáa burtur
úr at krevja endurgjald fyri
atsóknirnar í USA, men teir
halda, at málið kann gera
tað turplari hjá bin Laden at
útvega pengar til sítt virk-
semi.
Krevja 6500 milliardir frá bin
Laden
1500 vorðin heimleys
eftir ísraelskt álop
Palestinska flótta-
fólkalegan Rafah
líktist mest einum
jarðskjálvtaøki, eftir
at ísraelskt stríðs-
vognaálop.
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Leygardagin skutu einir 40
ísraelskir stríðsvognar eftir
íbúðarhúsum í palestinsku
flóttafólkaleguni
Rafah
sunnan fyri Gaza-geiran.
Tá stríðsvognarnir tóku seg
aftur, høvdu teir oyðilagt
120 hús, og umleið 1500
fólk vóru vorðin heimleys,
sigur ST.
Ein talsmaður hjá ST,
sum var í Rafah sunnudag-
in, segði við BBC, at økið
líktist mest einum jarð-
skjálvtaøki.
Ísraelska herleiðslan sig-
ur, at endamálið við álopin-
um var at oyðileggja nakrar
tunlar ímillum egyptiskt
øki og Gaza-geiran, sum
sambært
ísraelsmonnum
verða nýttir til vápnaflutn-
ing.
Ísraelska
útvarpið
segði í gjár, at herurin hev-
ur funnið tunlarnar, men
eingi vápn.
Palestinsku myndugleik-
arnir siga, at átta fólk, teirra
millum
tveir
dreingir,
doyðu í ísraelska álopinum,
og at umleið 50 vórðu
særd.
ST hevur fordømt ísra-
elska álopið. Kofi Annan,
aðalskrivari, segði í gjár, at
ísraelska
framferðin
at
leypa so ógvusliga á eitt
íbúðarøki er í stríð við
altjóða lóg. Men hetta er
ikki fyrstu ferð, at vit noyð-
ast at minna Ísrael á hetta,
legði aðalskrivarin afturat.
Umleið 1500 fólk gjørdust heimleys í ísraelska álopinum á Rafah
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341820 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Ditleif Eldevig
75 ár
Sunnudagin 12. oktober
fylti Ditleif Eldevig í
Fuglafirði 75 ár. Ditleif er
fuglfirðingur,
hann
er
elstur av teimum átta børn-
unum
hjá
Andreu,
f.
Danielsen, og Chr. Sofus
Eldevig í Fuglafirði.
Mamman, Andrea, var úr
Havn, dóttir Hornabóndan,
Jóhan Danielsen. Hon vaks
upp við Gjógv og flutti
seinni til Fuglafjarðar at
búgva. Pápin, Chr. Sofus,
var sonur Onnu og Albert, á
Trøðni í Fuglafirði.
Ditleif lærdi til maskin-
smið hjá S.P. Petersen í
Fuglafirði og gekk seinni á
maskinskúla í Havn. Hann
passaði í nøkur ár elverkið í
Fuglafirði, áðrenn SEV
kom, og arbeiddi hann
eisini aftur í smiðjuni hjá
S.P. Petersen. Eina tíð hevði
hann handil, har hann seldi
og umvældi radio og aðrar
el-lutir.
Ditleif var ein av stig-
takarunum og stovnarunum
av fiskavirkinum Havs-
brún í Fuglafirði, ið byrjaði
at taka ímóti fiski í 1966.
Hann var stjóri á Havsbrún
frá byrjan til fyrst í 90-
unum, tá hann var við til at
seta gongd á Fiskamarkn-
aða Føroya á Toftum, har
hann var stjóri til seinnu
helvt av 90-unum. Bæði
Havsbrún og Fiskamarkn-
aðurin eru tveir varðar í
føroysku fiskivinnuni.
Ditleif var í mong ár
bygdaráðsformaður
í
Fuglafirði. Hann var við til
at stovna Føroya Komm-
unufelag og varð fyrsti
formaðurin í felagsskap-
inum. Hann hevur verið
stýrislimur í SEV og sat í
stýrinum fyri Føroya Hand-
ilsskúla í mong ár. Seinnu
árini hevur hann verið
virkin innan eldrafelagið
Borgina í Fuglafirði, har
hann trívist sera væl.
Í 1952 giftist Ditleif við
Rosu, f. Øregaard, dóttir
Elisabeth, f. Hansen, ættað
úr Funningi, og Poul Øre-
gaard úr Fuglafirði, sum
búðu á Lakjuni í Fugla-
firði.
Rosa og Ditleif eiga seks
børn, tey eru: Mariann,
sum býr í Havn, Elisabeth,
sum býr í Fuglafirði,
Kristian og Pól, sum búgva
í Danmark, og Anna og
Rita, sum búgva í Hoyvík.
Í dag, týsdagin 14. oktober,
fyllir Mourits Joensen í
Havn 100 ár. Mourits er
ættaður úr Hvalvík. For-
eldrini vóru, Katrina, f.
Hansen, úr Hvalvík, og
Petur Joensen, av Oyri,
vanliga nevndur Petur á
Oyri.
Mourits hevur verið sjó-
maður og arbeiðsmaður,
hann arbeiddi t.d. hjá norð-
monnunum á hvalastøðini
við Áir.
Hann giftist við Claru,
sum var ættað úr Kvívík,
tey fluttu til Havnar at
búgva í 50-unum.
Í Havnini arbeiddi hann
hjá Petur Michelsen, byggi-
meistara, á Bacalao og sum
lossingarmaður.
Clara og Mourits vóru
virkin í Meinigheitshúsin-
um í Havn, og komu tey har
so leingi, tey orkaðu.
Clara doyði í 1998, tá
hevði hon búð á Lágargarði
í eini tíggju ár. Fyri hálv-
umtriðja árið síðan flutti
Mourits á Lágargarð.
Opið hús verður á Lágar-
garði í dag frá kl 15-18, har
høvi
verður
at
hitta
Mourits.
Dagurin
14. oktober. Kalixtus, deyður í umleið ár 222. Trælur, sum gjørdist diakonur hjá pávanum
og fekk um hendur at standa fyri jarðarferðum teirra kristnu. Summar av katakombunum
bera navn hansara.
Veturnætur, vetrarhálvár byrjar.
Nøvn í vikuni
Kennir tú onkran …
Kennir tú onkran í familjuni,
á arbeiðsplássinum, í grannalagnum
ella hvar tað skal vera, ið hevur ein
merkisdag sum t.d. rundan
føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag
ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv
ella annað, so sig okkum frá.
Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann
persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av
restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd.
Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur.
Navn:.....................................................................................................................
Bústaður:.............................................................................................................
Bygd/býur:..............................................................Tel:.....................................
Evt. arbeiðspláss:..............................................................................................
Merkisdagurin er: ............................................................................................
Innsendari: ....................................................................Tel:...............................
Sendið lepan, í brævbjálva, til:
• Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni"
Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir
okkara kring alt landið:
Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo
Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo
Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo
Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo
Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo
Mourits Joensen 100 ár
Í dag verður Mourits Joensen
í Havn, ættaður úr Hvalvík,
100 ár
Mynd: Maria Olsen
C
M
Y
K
13
12