Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-10-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. oktober 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 14. oktober 2003 15 hjá tí einstaka, við sínum æviga: "flúgv ikki hægri enn veingirnar kunnu bera" morali, ella moralismu. Neyðugt er eisini, at vit ikki gloyma at Holberg livdi í eini tíð tá ein kundi verða vístur av landinum ella hálshøgdur um ein segði tað minsta, ið ikki hóvaði kongavaldinum, hetta gjørdi sjálvandi at Holberg var avmarkaður í sínum evnisvali. Deknalyndi "Jeg veed Ingen som skriger stærkere end Æsle og Landsbydegne" Erasmus Montanus til Per Degn Tað er júst hetta dekna- lyndi, ið eg síggi runt Før- oya land, har man blakar mykju eftir einum og hvørjum, ið hugsar sjálvur og setur spurningar við status quo í føroyska sam- felaginum í dag. Tað var júst hetta, ið leikstjórin Eyðun Johannesen helt fyri í eini sjónvarpssamrøðu í 90inum, har hann tók harligani til orðana móti tí hann kallaði "deknakend- um skúlalærarum" har hann sipaði til hetta prætikandi og moraliserandi, og henda formyndaratóna sum, hann sá allarstaðir í Føroysku mentanini. Leikurin er um tey intellektuellu Leikurin Erasmus Montan- us fær okkum at hugsa og at royna at taka støðu. Tað er hetta sum fær eksi- stentialistiska danska heimspekingin Søren Kierkegaard til at siga, at tað er Erasmus, ið hevur rætt, og at hann kúgaður av fjøldini. Leikurin fekk stóra danska intellektuella bókmentafrøðingin Georg Brandes, at Erasmus Montanus er hitt stórsta listaverkið í bókaheimið okkara og at í hesum sjón- leikinum er hann mest originalur. Sum eg síggi leikin, snýr hann seg um bardagan millum vitan og óvitan, um munin millum at góðtaka kendar og fyriskipaðar sannleikar og at bróta upp úr nýggjum. At boða nýggjar tankar er mangan leikluturin hjá lærdum og intellektuellum, ið oftani møtir einum murið av misálitið, misskiljingum ella av tøgn í Føroyum í dag. Palestinentiski bók- mentafrøðingurin Edward Said, professari á Columbia University i New York, segði at hin intellektuelli má tora at berjast fyri at skapa eitt mál, ið tosar valdinum ímóti og má tora at loypa út í tjak um t.d. innilokaða nationalismu, og at nøkur fáa vald at áseta sannleikan í einum sam- felag. Tað tykist vera tað øvugta, ið mong vilja verja í Føroyum í dag. Men enn eru ótrúliga nógvar dogmur í Føroyum og eins tápuligar fatanir av alheiminum av lívinum á jørð, ið vera lisnar við naivum og djúpt funda- mentalistiskum sunnu- dagsskúlakristindómi. Fyri at byrja við byrjanini so er søgan um Adam og Evu ein mýta. At trúgva hesi søgu er sum at siga at jørðin er fløt. Menniskja er sum allar aðrar verur ein partur av lívrunnu menningini á jørð. Søgan um Arkina hjá Nóa er sjálvandi eisini ein myta, og ein av teim betru. Alt tað vakra menniskja hevur lært um jørðina og um lívið á jørð innan náttúruvísindi verður kveistrað til viks við einari gamlari (rediger- aðari) antologi av religi- øsum tekstum og mytum (arabar og alt slag av t.d. talibanum og muslimskum prestastýri gera sjálvandi tað sama). Øll vísindi um søguna hjá djórum og verum (og djórum sum okkum), ið livdu á jørð áðrenn okkum er enn ikki pláss fyri í stórum stovnum sum í tí stóra middelmádiga deknakenda Føroyska Fólkaskúlanum. Tað er spennandi at Gríma við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra fara at framføra stóra leikin hjá Holberg, ið er so ævigani nýggjur og sum eitt lot av kjaki og ferskum tonkum. Vit vita at jørðin ikki er fløt, men hetta tvíhildu fólk um í øldir og brendu vísundafólk á báli fyri at siga at jørðin er rund og at sólin og ikki jørðin er miðan í okkara sólarskipan. Hetta er líka so innlýsandi í dag sum ravmagn og upp- vaskimaskinur eru tað. Hetta er so alneyðugt í Før- oyum, har heimføðisskap- urin mangan tikist vera hin størsta vísundin. Kim Simonsen Taka vit um støðuna í dag við gamla Ludvig Holberg í mentu, so meini eg, at mong ikki hava skilt, hvat Holberg vildi við persóninum Erasmusi Montanus. Fólk brúka mangan at gera lesandi ella intellektuell til gjøldurs við hesum persóni, tí hann t.d. vildi gera mammuna til ein stein, tí hon ikki dugdi at flúgva. Hesi gera samstundis seg sjálvan til gjøldurs, tí tey eisini hava misskilt tragiska partin av søguni um bóndastudentin Erasmus Montanus. Upprunaligt moralskt spei- semi er eitt tekstaslag, ið vit kenna aftur til Jonathan Swiftsa "A tale of a Tub", ið kom út í 1704. Hetta verk verður altíð mett um í sambandi við speisemi. Tað áhugaverda er viðurskiftið ímillum speisemi og moral, tí hitt speisama tekstaslagið er upprunaliga moralskt. At halda onnur fyri gjøldur er bert gjørligt um ein saman- ber teirra atburð ella veru- máta við almennar mo- ralskar dygdir. Í The Penguin Dictionary of literary Terms and literary Theory stendur: "(speihøv- undurin)er eitt menniskja, ið hevur átikið sær leiklutin at finnast at, havast at og speireka samfelagsins býttisskap og lastir, hetta við at spotta og speireka frábrigdi frá ynsktum fyri- myndum. Speisemi er so- leiðis eitt slag av mótmæli, ein sublimera og ein framd orðing av vreiði og indignatión". Skal speisemi virka, er neyðugt, at lesarin er samd- ur við tí morali og etos, ið liggur aftanfyri — tí er tað, at Ludvig Holberg mangan í dag kann tykjast full- komiliga avoldaður við sínum skúlameistaralótum sum t.d. í Jeppe på Bjerget, ið vil prógva, at fyllibyttan Jeppe ikki er egnaður til annað enn at vera har hann er og gjørdist hann ein rík- maður hevði alt samfelagið rapað saman. Har Holberg í Erasmus Montanus bæði speirekur Erasmus og tey, ið lurta eftir hesum til tíðir uppblásta manni við sínum følsku syllogismum, er tað tí at hann við beiggjanum Jacob vil vísa á eina meiri jarðbundna fyrimynd, ið hevði varðveitt virðingina fyri øllum tí vanliga og myndugleikunum? Ella vil hann hálova einum ideali um "Maadelig Lærdom og brav (dvs. meget) Arbeide giør viise og dydige ind- byggere udi et Land", t.v.s. alt við máta. Serliga hava føroyskir skribentar lagt dent á at brúka Erasmus Montanus til nærum øll hugsandi endamál, ið kunnu seta mótstøðufólk í eitt vána ljós, serliga at tey fólk ikki duga at hugsa. Fyri at nevna nøkur dømi: Tor- bjørn Jacobsen, sum í bløð- unum helt fyri: "Politiska jørðildi hjá Kristani Magn- ussen søkkur undan hon- um. Hetta veit hann væl. Men sum hjá øllum øðrum breyðpolitikkarum ræður tað bara um at røkja taburetlímið sum longst. Og tí er tað, at hann sum ein annar Erasmus Mon- tanus vil prógva, at føroy- ingar ikki megna at standa uppi fíggjarliga, - av sær sjálvum." Herfyri skrivaði Virgar T. Dalsgaard langar og sera óðar greinar móti Sjúrða Skaale, har hann helt fyri, har hann samanbar Sjúrð og Eramsus Montanus: "Tí í hesum sjónleiki síggja vit besta dømi um ein stu- dentikosan fantast, sum er so bitin av at disputera og klúgva orð, at hann nærm- ast hevur kvett og kvittað við allan veruleika rundan um seg". Her hava vit eindimensionalu ímyndina av Eramsusi Montanus, sum ein idiot og ein fantast. Varaløgmaður hevur kjakast við fólk, ið hava blakað Erasmus eftir hon- um, sum her Regin Eik- holm (24. oktober 2001): "Sum ein annar Erasmus Montanus, ið ikki kendi til tær grundleggjandi logisku fortreytirnar og tí gjørdi falska niðurstøðu, legði varaløgmaður hart út í Sjónvarpi Føroya, tá hann visualiseraði danska skurk- in í bankasakini við eftir- gjørdum myndum, men niðurstøðan var følsk smb. »Frágreiðingina um 80- árini.« Høgni hevur sjálvur í Sosialinum 2.5. 2001 svara aftur í øðrum saman- hangum við at brúka Eras- mus: "Høgni Hoydal held- ur, at útrokningarnar hjá Kára Petersen minna eitt sindur um Erasmus Mon- tanus logikk. Tað var hann, ið segði: »Ein steinur kann ikki flúgva. Kona mín kann ikki flúgva. Altso er kona mín ein steinur«. - Í útrokningunum hjá Kára Petersen verður sagt. Vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul. Vit minka blokkstuðulin og klára ikki at tillaga okkum. Altso klára vit okkum ikki uttan blokkstuðul, samanber Høgni Hoydal." Til hetta svaraði borgmeistari á Strondum Eivind Jacobsen (14. mai 2001): "Høgni skuldi heldur samanlíkna Anfinn við Erasmus Mon- tanus. Løgmaður svaraði sostatt, at samgongan hevur ikki gjørt nakrar metingar av búskaparligum avleið- ingum av fullveldisætl- anini. Hvørjum løgmanni skulu vit trúgva?" Firouz Gaini hevur verið frammi í Fregnum við vanligu eindimensionalu misskiljingini av Erasmus Montanus, ið hann sær sum atfinningarsamir útisetar, ið koma heim aftur og eru ov arrogantir og atfinn- ingarsamir. Mangan havi eg hug at siga, tá eg hoyri kórið av s j á l v s g r a t u l e r a n d i føroyingum, og tigandi akademikarum, at teir fáa meg at hugsa um persónin Per Degn úr leikinum Erasmus Montanus, ið er hesin hálvlistni deknur, ið bert klárar at imponera bygdarfólkið, sum í leikinum ikki eru av gløgg- astu fólkum. Per Degn torir ikki at líta út um bøgarð- arnar, mest tí hann er bangin, ræðist og dámar ikki fólk sum Erasmus Montanus, ið hóðast alt er lisin og m.a. dugir latín. Tað tikist mangan vera hesin sami evindaligi føroyski deknalesturin, ið mong vilja verja ímóti øllum føroyskum akadem- ikarum, og lesandi, serliga teim, ið finnast at. Men hví er tað so, er tað óttin fyri at missa einkarrættin at boða vitan? Aðrar tulkingar av Erasmus Montanus Bókmentafrøðingurin Bergur Hansen hevði eina áhugaverda og vælskrivaða greinarøð í Dimmalæing um Holberg, har hann helt fyri um Erasmus Mon- tanus: "… eftirtíðin hevur í mongum førum bæði í skrift og á palli havt sam- kenslu við Erasmusi. Erasmus Montanus er ikki bara ein hálvstuderaður og veruleikafjarur unglingi. Hann møtir stórari mót- støðu tá hann førir fram, at jørðin er rund og ikki fløt, sum bygdarfólkið heldur. Bókmentafrøðingar og onnur hava kjakast nógv um, hví Holberg letur henda fyri honum látur- verda unglinga koma við hesum tá í tíðini umstrídda sannleika. Men Erasmus Montanus hevur altso í eftirtíðini fingið samkenslu .« (Bergur Hansen 3.9. 2001). Bergur Hansen heldur at Erasmus Montanus bæ_i hevur rætt og sjálvur hevur borið seg tápuliga at, men hinvegin hevur bygdafólki_ ikki rætt. Montanus er ikki bara ein hálvstuderaður og veruleikafjarur unglingi. Danin Jørn Astrup Hansen helt fyri 3. februar 2000, at: "Bjarni Olsen, som skulle gøre nærmere rede for Búskaparráðiðs forslag, fik i udsendelsen samme hårde medfart som Kopernikus, der i en mørk middelalder vakte uro, da han gjorde gældende, at solen, og ikke jorden, er det centrum i verdensrummet, hvorom alle himmel- legemer bevæger sig. Som Kopernikus blev Bjarni Olsen gjort til kætter. Som en anden Erasmus Mon- tanus, der blev spottet af landsbyens Per Degn for sin påstand om, at jorden er rund, og ikke flad, blev Erasmus Montanus í nýggari føroyskari søgu - Erasmus Montanus í føroyskum kjaki „Tað elvdi til eitt øgiligt uppstandilsi tí Rasmus kolldømdi jú alla heimsmyndina, alla tilveruhugsanina hjá bygdafólki sínum. Men har á fjallinum vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi (...)" Hans Pauli Strøm Framhald á næstu síðu 15 14 Nr. 194 - 14. oktober 2003 ESSAY Kim Simonsen Skjótt fara Gríma at framføra stóra leikin hjá norska høvundanum Ludvig Holberg. Leik- urin er sera skemtiligur, men mitt í skemtinum er eisini stórur álvari. Erasmus er nýútbúgvin akademikari, sum vendir heim til bygdina, har hann trívist illani, og bygdafólki somuleiðis við honum, tí hann er ein ótrúliga arrogantur persónur. Venda vit okkum til Erasmus Montanus, so umboðar hann umframt, at hann er arrogantur, eisini vitan, upplýsing og mo- dernaða vísund, meðan bygdarfólkið við Per Degn á odda, vilja fáa hann at tiga. Hesin umboðar ikki sannleikan, men svarta óvitan og dogmatismu, ið m.a. fær tey at halda at jørðin er fløt. Leikur er tí settur til talv millum svart og hvitt, fáfongd ella vitan. Og tað eru nógv perspek- tivir at draga fram, sum hava relevans í Føroyum í dag. Sjálvandi er tað okkurt um tað, at betur er bøtandi hond enn spillandi tunga, og at tað ikki altíð loysir seg hjá lesandi og hugsandi fólki at sorla alt fyri síni slóð, men hvar er markið ímillum reina tøgnmentan og atfinningarsemi? Ringt er eisini hjá teim, ið vita, at koma fram við nýggjum tonkum, tí "valdið" (ið eis- ini kann liggja hjá fólks- ligheitini) er áhugað í at varðveita valdsjavnvágina, meðan partar av ungdóm- inum serliga lesandi ella ung nýútbúgvin, ið vónandi umboða framburð, hótta hesa javnvág við endur- nýggjan. Svabo ein føroyskur Erasmus Montanus Vit kenna í føroyskum bókmentunum, ungar spelknar heimvendar úti- setar, so sum Andreas Heyde úr skaldsøguni Bar- bara, ið onkur meinar bygdi á Svabo, men kanska veru- liga meiri var Nicolai Mohr. Bæði Mohr og Svabo búðu á Regensen, men peningurin var ikki nógvur, so teir noyddust at gevast við at lesa. Eg haldi t.d. at hvørki Svabo ella Nicolai Mohr vóru Eras- musi Montanus líkir, í tí negativu merkingini, meiri virkaði Svabo í djúpari armóð fyri at fáa Føroya- frágreiðingina útgivna, ið tó ongantíð útkom meðan hann livdi. Sum eg síggi Svabo, so var hann positiva ímyndin av einum før- oyskum lesandi, ið møtti stórari mótgongd í Føroy- um, m.a. frá løgmanninum Johan Hendrik Weyhe, ið ikki helt um hugskotini hjá Svabo, m.a. fyri at betra um føroyska jarðarbrúkið. Svabo virkaði í somu ond sum Holberg sjálvur, ið fekst við nógv ymisk fag, og royndi seg sum alfrøð- ingur (polyhistor). Svabo helt fyri, sum Lukas Debes á sinni, at føroyingar eru ótrúligani konservativir, og hanga seg fastar í gomlum siðum. Jørðin er ikki fløt "…jeg og min Hustru ere begge skikkelige og gud- frygtige Folk, som heller vrider Halsen om paa vor Datter, end giver hende til En, der siger at Jorden er rund og fører falsk Lærdom her ind i Byen" Jesper Ridefoged frá leikinum Erasmus Monta- nus, ið ber boð frá for- eldrunum hjá unnustini hjá Erasmusi. "…Erasmus var de nye Tankers Martyr for Om- givelsernes Stupiditet." Carl Roos, 1922. Í leikinum hjá Holberg, noyðis Erasmus Montanus at enda játta, at jørðin er fløt, og biða um fyrigeving fyri at hann hevur rætt, her liggur tað tragiska, at hann á henda hátt er ein pínsla- váttur fyri nýggju vitanina og at enda eitt offur fyri fjøldini. Hetta kenna vit dømi um í Føroyum, at nýggj hugrensl doyggja, og fólk tørna, sum m.a. Karst- en Hoydal helt fyri, at tað var mangur maður frægari enn hann sum var tødnaður í Føroyum. Hevði Holberg livað í dag, so hevði hann funnist at bæði hesum og hasum, m.a. at akademik- arar vilja berjast fyri at verja status quo, fyri ein og hvønn prís, sjálvt um sjálvt hjartað í einum og hvørjum samfelag er ein opin kjak- mentan. Holberg og feudala einaræði "Søguliga sæð var Holberg reaktionerur, og tey søgu- ligu reaktioneru drøg i skaldskapinum gjørdust týðuligari sum árini gingu, og nýggja handilskapital- isman gjørdist sterkari, og á henda hátt komu at hótta hansara virkna embætis- borgarliga heim." Johan Fjord Jensen, danskur bókmenta- frøðingur Kendi danski rithøvundin Ebbe Kløvedal Reich segði herfyri í nýggjari bók um norska høvundan Ludvig Holberg (1684-1754), at hann var ein einsamallur maður í samtíðini, ein vel- digur rationalistiskur al- frøðingur, ella polyhistor sum tað eisini eitur, ið skrivaði um alt frá fíggjar- frøði til løgfrøði og heim- speki. Holberg var ein ótrúliga áhugaverdur aka- demikari og høvundi, sum í dag mest er kendur fyri at skriva kendar sjónleikir sum Jeppe på bjerget, Erasmus Montanus og skaldsøgur sum Niels Klim. Men Ebbe Kløvedal Reich gloymdi ongantíð at siga, at Holberg, um vit skulu leiða hann fram til dagin í dag, var bæði ment- anarkonservativur og hevði sera afturhaldssinnaði virði sum heild. Holberg trúði m.a. gløðani uppá upplýsta einaveldi í Danmark, tað er tí at fólk sum Jeppe på Bjerget skulu halda seg til at vera tað hann er, ein vesalur bóndi. Allir tankar um sosialan "mobilitet" eru bæði ræðandi og fremm- andir fyri aðalsmannin Holberg. Sjálvur var hann múgvandi maður í Dan- mark, og fekk at enda barón titul fyri at tæna reaktionera feudala kongavaldinum. Við hesum í mentu er tað áhugavert at hugsa sær til hvussu vit ofta í dag síggja eina skeiva tulking úr 18 aldar donskum/norskum sjónleiksskaldskapi, púr- asta tikin úr einum og hvørjum konteksti. Í hesi tulking er tað Erasmus, ið er hin tápuligi akademik- arin, ið við sínum hálvu syllogismum, ger móðurina til ein stein. Fyri tað um Erasmus hevur sínar feilir er bygdafólkið hvørki upp- lýst ella tey sum bera nakað slag av vitan. Heimføðisskapur "Hetta er hitt stórsta lista- verkið í bókaheimið okkara (…) Hesin er hin djúpasta av Holbergsa sjónleikum. I hesum sjónleikinum er hann mest originalur". Georg Brandes um leikin Erasmus Montanus. Tað sum Holberg vildi siga við Rasmus Berg ella Erasmus Montanus, var umframt at hann hevði sínar lótir, eisini umboði upplýsing og vitan. Hol- berg vildi ikki siga, at Per Degn og tey í heimbygdini høvdu rætt. Erasmus var ein droymari og ein uppreistrarmaður, men tað er bert hann í heimbygdini, ið m.a. veit, at heimurin er ikki ein flata, men er rundur. Tað er hetta sum fær eksistentialistiska danska heimspekingin Søren Kierkegaard til at siga, at tað er Erasmus, ið hevur rætt, og at hann kúgaður av fjøldini. Ein annar intellektuellur høvundi, Henrik Stange- rup, gjørdi ein film um Erasmus, har Erasmus var ein ungdómsuppreistrar- maður, ein stríðsmaður í móti óvitan í Suður Amerika. Øll rørslan, ið vit í dag kalla ungdómsupp- reisturin, ella 68´arnir sóu Erasmus sum eitt tragiskt offur fyri einari reaktioner- ari tíð, og har aftur at Holberg sum, bæði ein gløggan høvund, men eisini ein ið vildi skerja ræsurnar Jørðin er ikki fløt Um Erasmus Montanus í Føroyum í dag. Gríma framføra leikin hjá Ludvig Holberg í næstum. "Han har ret og ligger under for massen". Søren Kierkegaard um Erasmus Montanus. Hevði Holberg livað í dag, so hevði hann funnist at bæði hesum og hasum, m.a. at akademikarar vilja berjast fyri at verja status quo, fyri ein og hvønn prís, sjálvt um sjálvt hjartaði í einum og hvørjum samfelag er ein opin kjakmentan, skrivar Kim Simonsen í hesum essay um Erasmus Montanus í Føroyum í dag C M Y K 14