týsdagur 14. oktober 2003síða 9
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Nr. 194 - 14. oktober 2003
17
Bjarni Olsen nedgjort af
fiskeriministeren."
Her vísir bankamaðurin
seg sum ein gløggan lesara,
ið leggur dent á at Erasmus
Montanus hevði rætt og at
Per Degn var hitt stórsta
spott og ein sannur idiot.
Hann brúkar Montanus við
øvugtum forteknið, t.v.s. at
hann hevði rætt og tað er
skomm at vera sum Per
Degn.
Hans Pauli Strøm, hevði í
Sosialinum 30 juni 1998
eina góða grein um lesandi
og um Erasmus Montanus,
har hann m.a. segði:
"Tað elvdi til eitt øgiligt
uppstandilsi tí Rasmus
kolldømdi jú alla heims-
myndina, alla tilveruhugs-
anina hjá bygdafólki sín-
um. Men har á fjallinum
vildi man ikki vita av
slíkum, so tey tóku í herða-
toppin á Rasmusi og góvu
honum tvinnar kostir í at
velja: at standa við síni orð
og afturfyri verða noyddur í
kongsins her alt sítt unga
lív - ella at avnokta sína
vitan og afturfyri fáa bæði
festarmoy og eitt fittligt
starv. Rasmus ivaðist ikki í
at velja tann seinna og
mjúka kostin. Sína lærdu
vitan hevði hann lætt við at
kasta av sær, tí hon var ikki
annað enn ein pátikin
remsa, sum ongin skilti
nakað av kortini og sum
ongan týdning hevði fyri
tilveruna á fjallinum".
Eisini Hans Pauli Strøm
hevur hugsa seg um og
dugir at síggja, at Erasmus
Montanus er ein fleirtýddur
persónur, ið bæði hevur
rætt og at vitanin hjá hon-
um
møguligani
verður
brúkt skeivt.
Speisemi
Mangan hevur speisemi
dupultmoralin,
vantandi
rættvísi og óvitan sum mál.
Tá er tað best. Hans Scher-
fig er ein meiri modernaður
speisamur høvundi, ið m.a.
í "Det forsømte forår" fanst
at
einum
alt
ov
my n d u g l e i k a s t ý r d u m
samfelag. Speisemi uttan
moral er bert ein framsýn-
ing av, hvussu láturligt onk-
ur ella okkurt er. Soleiðis
brúka fólk í Føroyum
Erasmsus Montanus van-
liga. Tá sær ein, at speisemi
eisini
inniheldur
eitt
tilvildarligt ovurhonds vald,
speisemis
glottin,
(um
hesin er óreinur, sannur ella
rættvísur) prentar framyvir
eitt negativ í hugaheimin
hjá lesarinum. Eina ferð
eksponerað, kann offrið
fyri speisemi ikki longur
trína fram uttan mistanka,
ella goyma síni arr. Hetta
tekstaslag hevur tað við at
vinna á rættvísinum og
samantvinnar
ósømuligt
graml, sleig við myndug-
leikan hjá øðrum bókment-
um.
Føroyskir politikarar og
skribentar skulu hugsa seg
um áðrenn tey blaka skeiv-
ar tulkingar av Erasmusi
Montanus í gronuna á
hvørjum øðrum, tí Mon-
tanus kann sum eg havi víst
her, brúkast til nærum alt
frá einum hálvstuderaðum
og veruleikafjarðum ung-
linga til ein miskendan
profet.
Framhald av síðu 15
TÍÐINDASKRIV
frá Vága Sambandsfelag
Mikukvøldið 15. oktober
kl. 19:30, skipar Vága
Sambandsfelag
fyri
almennur fundi í bygda-
skúlanum í Miðvági, har
formenninir fyri stóru
politisku flokkarnar og
flogvallastjórin fara at
siga sína hugsan um út-
bygging av flogvøllinum
í Vágum.
Nógv hevur tey seinnu
árini verið tosað um at
útbyggja Flogvøllin í
Vágum, men higartil er
einki komið burturúr.
Mikukvøldið
skipar
Vága
Sambandsfelag
fyri almennum fundi í
bygdaskúlanum í Mið-
vági, har evnið er "Út-
bygging av flogvøllin-
um". Við á fundinum
verða Lisbeth L. Peter-
sen,
fyri
Sambands-
flokkin, Heine O. Heine-
sen, fyri Tjóðveldis-
flokkin, Jóannes Eides-
gaard, fyri Javnaðar-
flokkin, Anfinn Kalls-
berg, fyri Fólkaflokkin
og Finnbogi Niclasen,
flogvallarstjóri.
Fundurin sum verður í
bygdaskúlanum í Mið-
vági, mikukvøldið kl.
19:30, er almennur.
Almennur fundur um
flogvøllin
Hesa vikuna er før-
oyski fólkatónleikara-
bólkurin Spælimenn-
inir í USA, har teir
hava ferðast regluliga
síðani 1978 og har
bólkurin hevur
trúgva lurtarafjøld.
Bólkurin fær eisini
góð ummæli fyri
nýggjastu fløguna úti
í heimi
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Føroyski bólkurin Spæli-
menninir eru hesa vikuna á
ferð í USA, har bólkurin
hevur ferðast regluliga síð-
ani 1978. Sum heild hevur
bólkurin ferðast nógv og
víða og konsertvirksemið
hevur verið stórt.
Í USA hava Spælimenn-
inir trúgva lurtarafjøld og á
ferðini verður spælt á góð-
um støðum – sonevndum
"prestige" støðum. Eisini
eru skúlakonsertir á skránni
og innsløg í útvarpi.
Stórt virksemi
Í mars í ár tóku Spælimenn-
inir upp fløguna Malargrót,
sum hevur fingið góð um-
mæli úti í heimi. Vert er at
vitja
heimasíðuna
www.spaelimenninir.com
fyri at frætta nærri, hevur
ein hug til tess. Fløgan er
upptikin í Útvarpshøllini
og
er
ljóðblandað
í
Virginia.
Í juli var Tórshavnar
Jazz-, Fólka- og Blues-
festivalur á skránni hjá
bólkinum og í august var
Folkwoods í Eindhoven í
Hollandi og eisini Tatihou
Festival Maritim í Frak-
landi.
Spælimenninir í USA
Í hesum døgum spæla Spælimenninir í USA
Mynd: www.spaelimenninir.com
MARKNAÐARRÁK
Eftir frágreiðingina um støðuna á
amerikanska arbeiðsmarknaðin-
um, ið varð kunngjørd 3. okto-
bur, vóru øll eygu vend kunn-
gerðini av talinum á teimum, ið
fyrstu ferð søkja um arbeiðsloys-
isstuðul í USA. Hetta er týdning-
armikil frágreiðing, ið stórur
áhugi er fyri. Kunngerðin vísti at
bert 382.000 umsøknir um ar-
beiðsloysisstuðul vóru, og hetta
er lægsta talið síðani februar í ár.
Er talið undir 400.000 gevur tað
eina ábending um, at arbeiðs-
loysið í USA fellur. Eins og frá-
greiðingin frá 3. oktobur, gjørdist
eisini hendan kunngerðin sostatt
bjørt. Bæði lánsbrævarenturnar
og partabrøv kvittaðu við hækk-
ingum orsakað av góðu tíðindun-
um.
Orsakað av at trupult hevur
verið at veita arbeiði til allar
hendur í USA, vilja tøl, sum geva
ábending um arbeiðsmarknaðar-
støðuna, hava stóra ávirkan á
virðisbrævamarknaðirnar í næst-
um. Aftur hósdagin verða kunn-
gjørd tøl fyri umsøknir av ar-
beiðsloysisstuðli. Mett verður, at
talið verður um 385.000. Um so
verður ella talið gerst lægri, vil
hetta sanlíkt føra við sær hækk-
andi lánsbrævarentur og parta-
brøv.
Sum kunnugt er tíðarskeiðið
við kunngerðum av roknskapum
fyri 3. ársfjórðing nú byrjað. Á
hesum økinum eru amerikumenn
fyrstir at byrja. Higartil hava m.a.
virkini PepsiCo, Yahoo!, Alcoa
og General Eletric øll kunngjørt
hægri inntøkur enn væntað og
verður hugt eftir amerikonsku
virkjunum, kann sum heild
staðfestast, at hesi higartil hava
kunngjørt bjørt tøl.
Hesa vikuna kunngerða mill-
um annað virkini Apple, Intel,
Philips, Motorola, Ford, IBM og
Nokia roknskap. Hetta eru týdn-
ingarmikil virkir, og úrslitið og
ikki minst metingarnar um fram-
tíðina hjá hesum virkjum, kunnu
ávirka bæði lánsbræva- og parta-
brævamarknaðirnar.
Sjálvandi er trupult at meta um
hvussu úrslitið hjá hesum virkj-
unum verður, men útlitini hjá
serliga amerikonsku virkjunum,
eru ikki vorðin verri enn seinasta
ársfjórðing. Tískil er grundaður
møguleiki fyri góðum úrslitum,
eins og tveir teir seinastu árs-
fjórðinginarnar. Um so verður, er
møguleiki fyri, at partabrøv
hækka meira.
Samanumtikið verður gongdin
hesa vikuna tengd at roknskap-
um og tølum fyri arbeiðsloysis-
stuðuli. Góð útlit eru fyri at hesi
gerast bjørt, men samstundis
kunnu hesi virka til, at vikan
gerst skiftandi.
Staðfest bjartskygni fekk rentur at hækka
Vika 42, 2003
www.kaupthing.fo
Eyðun Elttør, landsstýrismaður:
Statoil framvegis virkið á føroyaøkinum
- Eins og at øll hini
oljufeløgini fram-
haldandi sýna leiting-
ini við Føroyar áhuga
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
- Vit hava longt 9 ára loyvið
hjá Statoil og einum øðrum
felag og leggja nú seinastu
hond á at fáa tað triðja
níggju ára loyvið á før-
oyska økinum uppá pláss,
og tí er heldur einki, sum
bendir á, at Statoil ella nak-
að av hinum feløgunum,
sum hava leitiloyvi, hava í
umbúnað at taka seg úr øk-
inum. Hetta sigur Eyðun
Elttør, landsstýrismaður, nú
tað hevur verið róð upp-
undir í útlendskari pressu,
at oljufeløgini, sum hava
leitiloyvi við Føroyar, eru
við at missa áhugan heilt.
Press and Journal í Skot-
landi skrivaði í farnu við
við at vísa til "speculation
among Faroese media" , at
oljufeløg eru við at missa
áhugan, sjálvt um bara
nakrir fáir brunnar eru bor-
aðir, og at eitt nú Statoil er
á veg út úr føroyaøkinum,
ella sum tað stendur orðað,
"Statoil apparently wants to
dump the Faroes". Nakað
líknandi hevur eisini verið
frammi í bæði danskari og
norskari pressu.
Eitt nú ger útlendski olju-
fjølmiðilin "OKI News"
nógv burtur úr og skrivar
m.a., at úrslitini av leiting-
ini hava ikki verið nøktandi
fyri partaeigararnar, og
fleiri av feløgunum um-
hugsa at taka seg úr økin-
um. Sagt verður m.a.:
"Results have not been
satisfactory to leaseholders
to date, however, and sever-
al of the companies that
have been exploring the
area are said to be conside-
ring withdrawing. Both BP
and Amerada Hess have
reportedly told Faroese
Radio they will not drill in
there in 2004, and Statoil is
reportedly ready to with-
draw. It and Hess both are
bound by their licensing
agreements to drill one
more well each before
2006, and BP is required to
drill two more wells"
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður sigur, at hetta kemur
sera óvart á seg og kann
hann bara fáa hetta til at
vera eina mistulking og
misfatan av tíðindunum
um, at einki av feløgunum
fer at bora í næsta ár og í
fyrsta lagi í 2005. – Tað er
als einki nýtt fyri okkum í
Oljumálaráðnum, at feløg-
ini, sum hava 6 ára loyvi,
ikki fara at bora í næsta ár.
Tað hava tey fyri langari tíð
síðani givið okkum fatan
av, og tað er heldur einki
krav, at tey skulu bora í
2004, tí sambart loyvinum
kunnu tey bíða við at bora
til 2006 leggur hann aftrat.
Hann sigur annars, at tað
er sera óheppið, um misvís-
andi tíðindi koma út í út-
lendska oljupressu um til-
gongdina í Føroyum, nú
Oljumálaráðið nettupp hev-
ur lagt upp til eina nýggja
útbjóðing og hevur skrivað
til oljufeløgini um at fáa tey
at vera við í eini nýggjari
nominatiónsrundu
fyri
Føroyaøkið. – Eg vil tí gera
púra greitt, at vit í Olju-
málaráðnum hava als ongan
varhuga av, at nakað av fel-
øgunum er við at taka seg
úr økinum. Tvørturímóti
hava tey víst stóran áhuga
fyri at varðveita 9 ára loyv-
ini, og tey, sum hava brunn-
ar eftir at bora í 6 ára loyv-
unum hava sagt frá, at tey
vilja fyrireika seg meira,
áðrenn tey bora teir írest-
andi fýra brunnarnar. Eitt
nú við at gera fleiri seism-
iskar kanningar.
Rúni Hansen, stjóri í
Statoil váttar orðini hjá
landsstýrismanninum um,
at Statoil hevur ikki ætlanir
um at taka seg úr Føroyaøk-
inum.
C
M
Y
K
17
16