týsdagur 14. oktober 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Nr. 194 - 14. oktober 2003
19
Singer/Songwriter 2003:
Ronni fyrsti finalisturin
Við yndisligum sangi
og góðum gittarspæli
vann Ronni Poulsen
seg víðari í kapping-
ini Singer/Songwriter
2003
TÒNLEIKAKAPPING
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið vann Ronni
Poulsen fyrsta innleiðandi
umfar av singer/songwriter
kappingini
hjá
Hotel
Hafnia. 22 ára gamli havn-
armaðurin basti Jógvan A.
Jacobsen og Niels Juul
Arge leygarkvøldið.
Nú bíðar finalan honum
22. november.
- Eg eri øgiliga, øgiliga
glaður beint nú. Hinir báðir
vóru sera góðir, og eg haldi
ikki, at eg megnaði at spæla
fult so væl, sum eg kann.
Tískil roknaði eg ikki við at
vinna. Tað verður nógv
betri til finaluna, segði ein
ovurfegin Ronni Poulsen
beint eftir, at hann var kosin
vinnari.
Fult hús
Hafnia Lounge var at kalla
stúgvandi full, tá Niels Juul
Arge sum tann fyrsti setti
seg at spæla beint eftir
klokkan níggju leygar-
kvøldið.
Fíggjarstjórin
hevði funnið sangir fram
frá lestrartíðini í Århus.
Umframt
tvey
føroysk
kærleiksløg framførdi hann
eisini sum triðja og síðsta
lag A Whiter Shade of Pale
hjá Procol Harum.
Kappingin er soleiðis
skipað, at luttakararnir
skulu spæla tvey føroysk
heimagjørd løg fyrst og eitt
lag, sum kann vera á øllum
máli, og hetta lag nýtast teir
ikki at hava gjørt sjálvir.
Tann
áhoyrarin,
sum
kundi farast gleðast heim
av Hafnia, var óivað unn-
ustan hjá Jógvani A. Jacob-
sen, sum var tann næsti lut-
takarin leygarkvøldið. Ikki
færri enn tríggjar yndisligar
og kenslubornar kærleiks-
sangir hevur Jógvan skriv-
að til hana, og teir sluppu
vit øll at hoyra leygarkvøld-
ið. Fólk tóku ógvuliga væl
ímóti inniligu framførsluni
hjá fuglfirðinginum, sum
fekk tíðina at standa stilla
ta løtuna, hann spældi.
Tískil var tað alt annað
enn lætt hjá Ronni at liva
upp til Jógvan, tá hann sum
tann triðji setti seg við gitt-
aranum í hugnaliga um-
hvørvinum
í
Hafnia
Lounge.
Ronni hevur eina framúr
góða rødd, og hann er eisini
ein stinnur gittarleikari.
Eisini sangirnir hjá honum
vóru yndisligir. Millum
annað hevði hann fingið
íblástur
úr
bókini
úr
Rannvu. Sum sítt triðja lag
hevði hann valt Your Song
hjá Elton John.
Styrkin hjá Ronni er fyrst
og fremst hansara stóru
sangevni, sum áhoyrarnir
kundu
gleðast
um
leygarkvøldið.
Tvey umfør eftir
Eftir at dómararnir høvdu
hugsað
seg
um,
varð
kunngjørt at Ronni Poulsen
hevði vunnið kappingina.
Bæði Jógvan Jacobsen og
Niels Juul Arge fagnaðu
Ronni, og hvørgin teirra var
vónsvikin,
men
hildu
møguleikan at vera við í
kappingini vera kærkomn-
an.
Tvey innleiðandi umfar
eru eftir, áðrenn finaluna
22. november. 25. oktober
verður tað næsta undanum-
farið, og síðsti finalisturin
verður funnin 8. november.
Kappingarnar verða allar
hildnar á Hotel Hafnia
Lounge. Ùtvarp Føroya
tekur upp frá kappingini.
22 ára gamli havnarmaðurin Ronni Poulsen vann størsta tokkan millum dómararnar og vann
fyrsta umfar av Singer/Songwriter kappingini hjá Hotel Hafnia
All That Rain á
Nabb
TÍÐINDASKRIV
Langt er millum dansi-
tiltøkini í Ítróttarhøllini á
Nabb. Nú leygarkvøldið
verður tað so aftur eitt
rimmar dansikvøld, og tað
er eingin minni enn „All
That Rain" sum fara at
spæla.
„All That Rain" eru
kendir fyri at seta rættiligt
lív í áskoðarafjøldina og
spæla júst tann tónleikin
fólk flest dáma bæði at
lurta eftir og at dansa til.
Tað eru sera royndir
tónleikarar sum manna
„ATR", og fyri ikki so
langari tíð síðani, kom Pól
Arni Holm við í bólkin sum
forsangari. Tað vísti seg at
vera eitt sera gott „kup" og
ikki kann sigast annað enn
at bólkurin "ATR" mann
vera
ein
hin
besti
tónleikabólkurin
í
Føroyum.
Tiltakið byrjar kl.23:30
og dyrnar latað aftur kl.
04:00.
Tað
er
"Showtime
sound&Lightning"
sum
stendur fyri PA.ljóð og ljós.
Teir hava millum annað
leverað ljóð/ljós-útgerð til
"G-Festivallin", "Nik & Jay
konsertina" og mong onnur
størri tiltøk, so tann partur-
in av tiltakinum verður tað
sjálvandi eisini gjørt nógv
burturúr.
Bussar koyra til og frá
Ítróttarhøllini á Nabb: Frá
Vestmanna og Vágunum
ber til at bíleggja pláss á tlf.
21 77 52, og úr Eysturoynni
á tlf. 21 64 64.
TÍÐINDASKRIV
Kunningarstovan í
Saltangará
Mikukvøldið 15. oktober
kl. 19.00 verður fyrilestur
í húsinum hjá Kongs-
havnar Kvinnufelag á
Glyvrum. Tað eru umboð
frá Føroya Barnaheimi
sum halda fyrilesturin um
virksemið á heiminum.
Á Føroya Barnaheimi
eru tvær deildir. Familju-
deildin og Barna- og Ung-
dómsdeildin, og verða
umboð fyri báðar deild-
irnar við á fundinum.
Umboðini eru Djóni
Weihe Joensen, Finnur
Helmsdal og Hallbjørg
Lamhauge.
Fyrilesturin er liður í
eini røð av smærri til-
tøkum, sum Kongshavnar
Kvinnufelag javnan skip-
ar fyri. Seinastu tíðina
hevur
Kongshavnar
Kvinnufelag skipað fyri
millum annað fyrilestrum
um siðamisbrot, diabetik-
arar, og kostráðgeving. Í
komandi
mánaða
fer
Diana Borgnyardóttir at
tosa um ymisk viðkom-
andi evni, serstakliga við
atliti til áhugamál hjá
kvinnum og kvinnuspurn-
ingum. Boðað verður
nærri frá hesum fyrilestri
seinni.
Fyrilestur á
Glyvrum um
Føroya
Barnaheim
C
M
Y
K
19
18
www.smyril-line.fo
J. Broncksgøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Komið við á sera hugnaliga JÓLA FERÐ
við Norrönu og haldið
Jóla borðhald umborð.
Umframt stórt jólaborðhald, verð ur
ørt kvøld undirhald við føroysk um
lkum og einstak lingum.
20. – 24. Nov:
Undirhald: Robert McBirnie
Orkestur: Jóan Magnus Band
27. Nov.– 01.Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
Orkestur: Havkallar v/m.ø. Ronnie Nielsen
04. – 08. Des:
Undirhald: Robert Mc.Birnie
Orkestur: Vestmenn
11. – 15. Des:
Undirhald: Hilmar Jan Hansen
estur: Terje Rasmussen Band
20.–24. nov.
27. nov. –1. des.
4.–8. des.
11.–15. des.
Keypið jólagávurnar á ferðini
Meðan Norröna liggur í
Hanstholm verður skipað
fyri innkeypstúri til Thisted.
Úr havinum
Stórt sildaborð
Royktur og urtaviðgjørdur laksur
Rækjur og skeljadjór
Alskyns steikir so sum:
Stokt dunna við súreplum og sviskum
Fleskasteik við reyðkáli
Roastbeef við remuladu og stoktum leyki
Heilstokt lambstjógv
Heilstoktur oksaháryggur
Flógvir rættir so sum:
Tartelettir við góðari fyllu
Fiskaflak við remuladu
víndrúvum o.l.
Heimagjørt rís à la’ mande við kirsiberjasós
Fruktsalat við rákremi
og alskyns køkur
Prísur fyri hvønn
úr kr. 600,-
Matur & drekka ikki íroknað