týsdagur 14. oktober 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 14. oktober 2003
21
Við einum knúsandi
sigri í seinna upp- og
niðurflytingardystinu
m staðfesti Skála, at
munurin millum
fyrstu og aðru deild
er ovurstórur
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Skálafólk høvdu leitað sær
niðan á vøllin leygardagin.
Hóast veðrið loksins var til
tað, so mátti fjallgongan
bíða í øllum førum ein dag
afturat, tí dysturin leygar-
dagin kom fram um at kalla
alt annað. Sessurin í bestu
deildini stóð upp á spæl, og
í sjálvum sær er tað einki
minni enn eitt bragd, at
liðið yvirhøvur hevði togað
seg somikið væl upp.
Trý umfør fyri kapping-
arlok stóð í øllum førum
einki serligt til, men tríggir
sigrar á rað høvdu tó kopp-
að øllum á, og við einum 1-
1 javnleiki á Tvøroyri í
fyrra dystinum sum barlast,
mundu vónirnar vera heilt
góðar, nú seinasta takið
skuldi takast.
Klassamunur
Og lat tað verða sagt bein-
anvegin, at Skála ikki hevði
nakrar sum helst trupul-
leikar við at halda fast um
sessin, tá alt kom til alt.
Fyrstu
løtuna
leikaði
kanska nóg so javnt á, men
tað var skjótt sjónligt, at
heimaliðið var betri fyri
enn gestirnir.
Munurin á leikferðini í
fyrstu og aðru deild kom
beinan vegin greitt til
sjóndar, og tó at TB hevur
einar tveir-tríggjar spælar-
ar, sum megna at umstilla
seg til skjótaru leikferðina,
so var hetta ongantíð nóg
mikið. Gaman í hevði TB
fyrstu løtuna onkran hend-
inga møguleika, men tað
var Skála, sum hótti, og tað
var ikki annað enn vænt-
andi, tá teir eftir góðum
korteri fingu lagt seg á
odda. Men fyri TB mundi
mátin, sum hetti hendi
uppá, koma illa við. Jon-
hard Frederiksberg elti aft-
urlegging til TB-málverjan,
og tó hesin skuldi sparka
burtur, traff hann Jonhard
beint í dintilin, og so var
lag á manni at rætta kósina
á bóltinum, soleiðis at hann
sneiddi inn um stólpan.
Og so var Skála á vinn-
arakós. Jonhard Frederiks-
berg fekk eina sanna perlu
til 2-0, tá hann eftir banda-
spæl á brotsteigarmarkin-
um langaði bóltin upp undir
nettakið, og tá Alexandur
Johansen elegant lyfti upp
um málverjan til 3-0, stóð
skriftin á vegginum við
neon-stavum.
Undan triðja málinum
hevði TB tó gyltan møgu-
leika at birta sær vónina
aftur. Óli Johannesen varð
togaður niður í brotsteig-
inum, og brotsspark varð
dømt. Óli skeyt sjálvur,
men Eugen Voda, sum fyrst
hevði fingið gult fyri at
provokera eitt sindur, tveitti
seg til vinstru og vardi.
Dómarin metti tó, at mál-
verjin hevði flutt seg av
linjuni áðrenn skoti, men tó
at Óli fekk nýggja roynd, og
tó at hesa ferð sendi móti
hinari síðuni, so vardi Voda
aftur fyri. At hann hesaferð
í nógv størri mun flutti seg
av strikuni, tóktist dómarin
tó ikki at lata við seg koma,
og so fekk TB ikki gjørt
nógv meira.
Eyðmýking
Um TB hevði nakra vón
eftir steðgin, skal vera
ósagt, men taktiskar flyt-
ingar tóktust í hvussu so er
benda tann vegin, at nú
skuldi alt satsast. Ikki minst
tað at Óli Johannesen varð
fluttur longur niðan, skuldi
kanska økja um trýstið á
Skála, men úrslitið av hes-
um gjørdist ongan tíð sjón-
ligt.
Skála tóktist ikki nervast
tað minsta av hesum, og tá
Jonhard so skeyt sítt triðja
mál, bendi tað tann vegin,
at talan kundi gerast um
sanna eyðmýking fyri TB.
Tað gjørdist tað eisini, men
tað var tó ikki fyrr enn í
seinastu minuttunum, at
talan veruliga gjørdist um
sorl. Jonhard slapp enn
einaferð á talvuna, áðrenn
hann varð klappaður av
vøllinum. Hanus Thorleifs-
son økti til 6-0, tá Alexand-
ur frekt rullaði tvørturum,
tá hann varð leysur við
málverjanum, og at enda
kundi Alexandur sjálvur
staðfesta
eyðmýkingina.
Aftur gjørdist hann púra
leysur innan fyri fløtu TB-
verjuna, og hesa ferð lyfti
hann elegant upp um mál-
verjan, áðrenn leiðin gekk
út til hornaflaggið, har ein
sonn jubel-scena kundi
haldast. Troyggjan varð
hongd upp á hornaflaggið,
og so var bara at veittra í
paradu-stíli frammanfyri
fagnandi áskoðarunum.
Løtu seinni bríkslaði
Birgir Sondum fyri seinastu
ferð, og so var alt liðugt.
Skála er framvegis í fyrstu
deild, og aldursforsetin
mátti enn einaferð ásanna,
at tað er ovurstórur munur á
teimum báðum bestu deild-
unum.
Dysturin í tølum
Skála-TB 7-0 (3-0)
Skála vinnari við saman-
lagt 8-1
1-0: Jonhard Frederiksberg
2-0: Jonhard Frederiksberg
3-0: Alexandur Johansen
4-0: Jonhard Frederiksberg
5-0: Jonhard Frederiksberg
6-0: Hanus Thorleifsson
7-0: Alexandur Johansen
Dómari: Birgir Sondum.
Hevði fyri tað mesta gott
tak á, men lat onkursvegna
TB sleppa ókeypis avstað
við tveimum óvanliga grov-
um fríspørkum seinastu
løtuna.
Skála: Eugen Voda - Dusan
Jaic, Arnold Berg, Hanus
Thorleifsson,
Jonhard
Frederiksberg
(Teitur
Joensen, 84), Alexandur
Johansen, Julian Florescu,
Pauli G. Hansen, Bogi
Gregersen, Bárður Daniel-
sen, Bent Djurhuus
TB: Magni Hentze - Jón
Johannesen, Óli Johanne-
sen, Jens Rói Sørensen,
Olivur Abrahamsen, Bárð-
ur Dimon (Birgir Rasmus-
sen, 80), Einar Petersen
(Mortan Enni, 30), Rasmus
Nolsøe, Hallur Christian-
sen, Kaj Roest (Allan Poul-
sen, 66), Dan Mortensen
Skála-TB 7-0 (3-0):
Klassamunur
Jonhard Frederiksberg hevur júst skorað eitt av sínum fýra málum, og saman við liðfeløgunum fegnast hann um, at plássið í deildini nú er púrasta víst
TB fekk ein møguleika at koma íaftur dystin, tá Óli Johannesen varð togaður niður í brotsteiginum, men hóast hann fekk tvær
royndir, so megnði landsliðsskiparin ikki at skora
21
Eftir eitt sabbat-ár
hevur fyrrverandi
landsliðsskiparin
fingið hug til venj-
arastarvið aftur, og
nógv bendir á, at tað
verður B36, sum hann
skal standa á odda
fyri komandi ár
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Eftir at hann í fjør hevði
tikið um endan í HB, og
saman við Kára Nielsen
leitt liðið til gullið, bar
inniverandi
kappingarár
einki venjarastarv við sær
til Jóannes Jakobsen.
Høvuðsorsøkin til hetta
var tó einamest privatar
orsøkir, tí fyrrverandi lið-
skiparin á landsliðnum sá
seg ikki hava stundir til at
nýta so nógva tíð til fót-
bóltin, sum eitt venjara-
starv í fyrstu deild krevur.
Nú er tó líkt til, at um-
støðurnar eru betri í so
máta, og Jóannes sigur eis-
ini sjálvur, at tað er nógv,
sum bendir á, at hann nú
aftur fer at royna seg.
- Nøkur feløg hava spurt
seg fyri, og sjálvur havi eg
eisini góðan hug til hetta,
so tað sær út, at eg veri
venjari komandi ár. Akku-
rát hvar, fái eg tó ikki sagt í
løtuni, sigur Jóannes um
hetta.
Helst í B36
Eitt av feløgunum, sum
treiskar leysasøgur vilja
vera við skal vera eftir
Jóannes, er B36. Har er enn
eingin venjari funnin, men
tað tykist í øllum førum
ikki ósannlíkt, at hesin
verður júst Jóannes Jakob-
sen.
Á ársveitsluni hjá felag-
num leygarkvøldið boðaði
formaðurin í B36, Kristian
á Neystabø, frá, at Ion
Geolgau ikki heldur fram í
sessinum, men at tað enn
ikki er greitt, hvør verður
venjari.
- Hetta er eitt mál, sum
vit arbeiða við, og vit hava
sjálvandi nøkur nøvn í kik-
aranum. Meira enn tað fái
eg ikki sagt í løtuni, segði
formaðurin, tá vit sunnu-
dagin spurdu um viðmerk-
ingar til málið.
Tað skilst tó á prátinum í
og kring felagið, at talan
helst verður um eina før-
oyska loysn, og so er í
øllum førum nærliggjandi
at halda, at talan verður um
Jóannes. Aðrir føroyskir
venjarar í fyrstu deild í ár
hava verið Petur Mohr, Jan
Joensen, Jógvan Martin
Olsen, Johan Nielsen og
Albert Ellefsen, men sum
er talar lítið fyri, at tað
verður nakar av hesum. Ein
møguleiki, sum eisini hev-
ur verið nevndur, er Sig-
fríður Clementsen, sum
hevur roynt seg sum ung-
dómsvenjari og hjálpar-
venjari hjá besta liðnum í
felagnum. Men enn er hann
kanska nakað feskur sum
venjari, og hartil hevur
hann leikt saman við fleiri
av leikarunum, so tað bend-
ir tann vegin, at hann helst
má bíða í nøkur ár. Men tað
munnu fuglfirðingar helst
einki hava ímóti, tó at
heldur einki er avgjørt har
enn.
Nr. 194 • týsdagur • 14. oktober 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Jóannes Jakobsen
helst til B36
Daiva
breyt
ring-
fingurin
Sigurin sunnu-
dagin kann gerast
dýrur hjá VB, tí
mitt í seinna hálv-
leiki var Daiva
Toumaite so
óheppin at bróta
sær ringfingurin á
høgru hond, so
hon helst má sita
uttanfyri fleiri
dystir
KVINNUHOND-
BÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
At alt kann hava sín
prís, mátti VB sanna
sunnudagin, tá topp-
skjúttin frá undanfarnu
kapping, Daiva Tou-
maite, miðskeiðis í
seinna
hálvleiki
noyddist út við skaða.
Eftir at hon hevði
verið hjá lækna aftan á
dystin, fekk hon stað-
fest, at ringfingurin á
høgru hond var brotin.
Enn er ikki greitt,
hvussu hetta kemur at
ávirka hennara hond-
bóltsspæl
komandi
vikurnar, men í dag
skal hon aftur kannast
hjá
lækna,
áðrenn
staðfest verður, hvussu
drúgvan steðg hon má
taka frá hondbóltinum,
áðrenn fingurin er
lektur aftur.
Men sum skiltist á
vágbingum
sunnu-
kvøldið, eru vónirnar
ikki tær bestu, og
roknað verður við, at
Daiva noyðist binda
frið í nakrar vikur.
Næstu dystirnir hjá
VB eru fyrst móti Sólj-
uni og Kyndli, áðrenn
Stjørnan er á skránni
fyrst í næsta mánaði.
Uttan at nakað skal
takast frá teimum báð-
um
fyrrnevndu,
munnu tey í Vági
ynskja sær, at topp-
skjúttin í øllum førum
verður klárur, áðrenn
útidysturin í Klaksvík
er á skránni.
Alt bendir á, at Jóannes
Jakobsen aftur fer at royna
seg sum fótbóltsvenjari
komandi kappingarár, og tað
sær út til, at tað verður í
B36, at hetta skal verða
C
M
Y
K
20