týsdagur 14. oktober 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 194 - 14. oktober 2003
23
VB-kvinnur plaga at
vera sterkar á heima-
vølli, og sunnudagin
staðfestu tær, at so er
sanniliga eisini í ár.
Tær vunnu ein ó-
væntað stóran sigur á
VÍF, ið ongantíð fekk
fótin fyri seg í dystin-
um
KVINNUHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Tey, ið høvdu væntað, at
ársins fyrsti toppdystur
skuldi koma undan kavi
vesturi á Vágseiði sunnu-
dagin, fingu eitt satt vón-
brot. Tað var bara annað
liðið, ið livdi upp til topp-
heitið, meðan hitt fekk av at
vita.
VB-kvinnurnar, sum jú
vunnu sær greipuna í fjør,
hava veruliga hildið fast í
rætta endanum, nú hond-
bóltskappingin hjá kvinn-
unum aftur er farin í gongd.
Tær løgdu fyri við trygg-
um útisigri á Neistanum, ið
tykist hava eitt gott lið í ár,
og sunnudagin hildu tær
fram við stórum heimasigri
á VÍF, ið var størsta og ein-
asta hóttanin móti VB und-
anfarna kappingarár.
Líkt er til, at VB hevur
tað sama í kvittanum í ár,
sum gjørdist endin hjá
teimum í fjør, tá tað annars
við kappingarbyrjan var
upp á tal als ikki at hava lið
í 1. deild. Bæði vágbingar
og øll onnur gjørdust tó
klókari…
Sum í fjør?
Nú skulu vit sjálvandi ikki
avgera kappingina, eftir at
bert tvey umfør eru spæld,
tí í fjør hendi í grundini tað
sama í einum av dystunum
millum VB og VÍF í Vági.
Ta ferðina vann VB eisini
sannførandi, men fekk so
sanniliga eisini sína sak fyri
í Vestmanna, har VÍF vann
greitt.
Tó eru tekin um, at VB
ikki hevur eitt veikari lið í
ár enn í fjør - heldur tvørt-
urímóti. Fleiri av stuðuls-
spælarunum, ið ikki vóru
við í fjør, eru komnir afturí-
aftur, og haraftrat er litav-
iska íkastið hesa ferð ikki
minni gott!
VÍF í sínum lagi hevur so
sjálvandi fingið Ioanu Rapa
aftur, men dysturin sunnu-
dagin var ikki ein av teim-
um, har hon fekk bjargað
liðnum. Sóley Mikkelsen,
ið ikki var við fyri viku
síðani, var við í Vági, og
hon gjørdist eisini topp-
skjútti hjá VÍF, men uttan at
tað heldur fekk bjargað lið-
num.
Verju- og kontraspæl
VB fekk eina góða byrjan í
dystinum, har serliga annar
av nýggju spælarunum,
Aukse Vysmianskaite, fekk
gjørt nógv um seg - saman
við Daivu Toumaite, ið als
ikki sær út til at hava
gloymt,
hvussu
málini
skulu skjótast.
Tær báðar syrgdu við
sínum álopsspæli fyrstu
minuttirnar fyri, at VB kom
á 6-0, áðrenn tað eydnaðist
VÍF at koma upp á mál-
talvuna. Og tá verjuparturin
hjá VB samstundis riggaði
sera væl, gjørdist tað nokk
so skjótt andróður hjá vest-
mannakvinnum.
Tað var nevniliga við
sterkari verju og skjótum
kontraspæli, at VB setti seg
á dystin frá byrjan. Tá
fyrstu tveir triðingarnir av
fyrra hálvleiki vóru farnir
aftur um bak, hevði VB
longu lagt tíggju mál mill-
um seg og VÍF.
Móti endanum á fyrra
hálvleiki
gjørdu
vest-
mannakvinnur ein lítlan
vørr, men tað tók VB lætt-
liga innaftur fyrst í seinna
hálvleiki, tá dysturin í
grundini var liðugur og av-
gjørdur eftir fyrstu tíggju
minuttunum.
Í verjupartinum eydnað-
ist væl hjá VB at halda
bakkunum hjá VÍF frá at
sleppa framat. Ta fyrstu
løtuna við einari 5-1 upp-
stilling, sum næstan bein-
anvegin varð skift út við 6-
0, ið vísti seg at vera nóg
tøtt til at taka broddin av
álopsspælinum hjá VÍF.
Ikki úr stað
So hvørt sum tað leið út á
seinna hálvleik, gjørdist
dysturin minni áhugaverd-
ur, tí alt var í grundini
longu avgjørt.
Eingi tekin vóru til, at
VÍF kundi venda nøkrum,
hóast tað í løtum í seinna
hálvleiki var meira veiggj í
VÍF, enn tað hevði verið
fyrstu trý korterini.
Tá Daiva Toumaite mitt í
seinna hálvleiki mátti út við
skaða, valdi VÍF at pilka
Aukse Vysmianskaite burt-
urúr við mansverju, men
tað gav ikki nóg mikið til at
fáa vent spælinum og dyst-
inum.
Hvørja ferð VÍF fekk eitt
mál, svaraði VB aftur við
einum, og tí kom VÍF ikki
úr stað. Av tí sama gjørdist
dysturin so líðandi bara ein
avgreiðsluspurningur hjá
heimaliðnum.
Uttan iva hevur dysturin
givið VÍF bæði eitt og
annað at hugsa um. Men
kanska var hetta nú ikki
annað enn tað sama, sum
hendi í fjør? Tað mugu
komandi dystir vísa, men í
hesi fyrstu uppgerðini mill-
um gull og silvur undan-
farna kappingarár læt VB
ongan iva vera um, hvat av
liðunum var tað betra.
Dysturin í tølum
VB-VÍF 25-14 (15-8)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysmianskaite
8 (1), Daiva Toumaite 7 (1),
Gurið Mortensen 5, Rann-
vá Augustinussen 2, Laila
Jespersen 2, Margreth Au-
gustinussen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 5
(2), Nikolina Eyðbjørns-
dóttir 2, Finngerð Jensen 2,
Fríða Marjunardóttir 2,
Ioana Rapa 2, Alis Høg-
hamar 1
Brotskøst: VB 3, VÍF 3
Ávaringar: VB 2, VÍF 2
Útvísingar: VB 1, VÍF 1
Dómarar: Birgir Dimon og
Kári Niclasen
Hondbóltsstøður
1. deild, kvinnur:
1. VB
2
2-0-0
53-35
4
2. Stjørnan
2
1-1-0
48-34
3
3. Neistin
2
1-0-1
54-40
2
4. VÍF
2
1-0-1
35-38
2
5. StÍF
1
0-1-0
23-23
1
6. Sóljan
1
0-0-1
13-21
0
7. Kyndil
2
0-0-2
23-58
0
1. deild, menn:
1. VÍF
1
1-0-0
32-24
2
2. Kyndil
1
0-1-0
32-32
1
3. Neistin
1
0-1-0
32-32
1
4. KÍF
0
0-0-0
0- 0
0
5. StÍF
0
0-0-0
0- 0
0
6. H71
1
0-0-1
24-32
0
VB-VÍF 25-14 (15-8)
VB vant
burtur
úr VÍF
VB-kvinnurnar vunnu ein óvæntað stóran sigur á VÍF
Mynd: Áki Bertholdsen
23
22
Nr. 194 - 14. oktober 2003
Javnleikur á Skála var
kanska ikki tað, tey
flestu høvdu roknað
við, men StÍF dugdi at
draga ferðina niður,
so Stjørnan ikki slapp
at spæla sítt spæl
KVINNUHONDBÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
Í allarsíðstu løtuni í dystin-
um á Skála sunnudagin
hevði Stjørnan møguleikan
at fáa avgerandi málið, men
tað miseydnaðist. At so drál
var orsøkin til júst ta støð-
una, var kanska eitt sindur
øvugt, tí undanfarnu 59
minuttirnar hevði tað verið
StÍF, ið hevði ligið meira á
tí bógvinum.
Tá ein javnur dystur
nærkast endanum, ræður
um ikki at gera nakað býtt í
teimum allarsíðstu álopun-
um, tí tað kann brádliga
geva
mótstøðuliðnum
møguleikan at fara í hin
endan og avgera alt.
Klokkan var farin í holt
við síðsta minuttin, tá
dómararnir góvu til kennar,
at nú fóru teir at døma fyri
drál hvørja løtu. Stjørnan
fekk
tríggjarmeturkast,
men valdi at fáa »time-
out«, áðrenn tað varð tikið.
Tá spælið varð tikið
uppaftur, skuldi bólturin
bara spælast eina ferð og
síðani skuldi skjótast, ann-
ars dømdu dómararnir drál.
Hetta høvdu tær í Stjørnuni
helst ikki fingið við, tí tær
royndu seg við meiri enn tí
einu sendingini, áðrenn
nakað skot kundi koma, og
so mistu tær álopið.
Til alla lukku fyri klaks-
víkskvinnurnar, eydnaðist
ikki StÍF at fáa mál burtur
úr síðstu sekundunum, og tí
stóð altso á jøvnum 23-23,
tá dysturin endaði.
Hekk ikki saman
Hetta var óivað nakað, ið
hóskaði StÍF væl betur enn
Stjørnuni, tí allan dystin
hevði StÍF megnað at hildið
ferðina á spælinum so mik-
ið niðri, at Stjørnan ongan-
tíð ordiliga kom í snúningar
og fekk yvirrunnið StÍF-
liðið.
Ferð eftir ferð vóru
kvinnurnar hjá StÍF á
markinum til at fáa drál
dømt ímóti sær, men megn-
aðu so at avslutta og gjarna
fáa mál burturúr. Og so-
leiðis gekk tað fyri ein
stóran av tíðini.
Kanska darvaði tað eisini
Stjørnuni eitt sindur, at teir
nýggju útlendingarnir á
liðnum ikki altíð riggaðu so
væl í samanspælinum, sum
væntast kann, tá nakrir
fleiri venjingartímir og
dystir eru farnir aftur um
bak.
Tær vóru ikki komnar, tá
fyrsti dysturin var fyri viku
síðani, men hesa ferð
sluppu so allar tríggjar at
royna seg. Lidija Vlajic
stóð væl í málinum, men
ikki var tað altíð, at Kata-
rina Stjepanov og Jelena
Barlov fullu inn í saman-
spælið annars á liðnum.
At Annika Ljósstein ta
einu løtuna í seinna hálv-
leiki fór út eitt skifti, bøtti
heldur ikki um, hóast hon
fekk lyft spælið nakað, tá
hon so kom innaftur.
Sera einfalt
Sum sagt, var uppskriftin
hjá StÍF-kvinnunum sera
einføld, og tær megnaðu
eisini at fylgja henni í so
stóran mun, at Stjørnan
ongantíð slapp avstað, sum
annars kundi verið vænt-
andi, at klaksvíkskvinnur-
nar ætlaðu sær.
Í álopsstøðunum spældi
StÍF bóltin runt og fór so
inn at bjóða av við skot-
royndum, tá løtan kom.
Serliga vóru tað Alina
Olaru og Milica Ergic, sum
er komin til StÍF frá Tjaldri,
ið stóðu fyri gjøgnumbrot-
unum og tóku tey tyngru
tøkini á liðnum.
Breiddin hjá StÍF er ikki
tann sama sum hjá Stjørn-
uni, men sunnudagin sá tað
ið hvussu er ikki út til at
nerva tað allarminsta.
Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 23-23
(11-10)
Málskjúttar
StÍF: Alina Olaru 11 (2),
Milica Ergic 7 (1), Poula
Olsen 3, Paula Høgnesen 1,
Guðrun Ólavsdóttir 1
Stjørnan: Joan Midjord
Djordjevic 6 (2), Annika
Ljósstein 5 (2), Anna
Kristina Samson 4, Bára S.
Klakkstein 3, Katarina
Stjepanov 3 (2), Jelena
Barlov
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan
7
Ávaringar: StÍF 2, Stjørnan
3
Útvísingar: StÍF 2,
Stjørnan 1
Dómarar: Kári Hansen og
Trygvi Mortensen
Kvinnurnar hjá
Neistanum vundu í
grannauppgerðini
leygardagin burtur
úr Kyndli, ið hevði
sera lítið at vísa
KVINNUHOND-
BÓLTUR
Hilmar Jan Hansen
At Neistin er á veg við
einum spennandi liði, fekst
longu ábending um í fyrsta
landskappingarumfar-
inum, hóast Neistin tá tapti
á heimavølli við sjey mál-
um móti greipuvinnarun-
um úr VB.
Ikki minst, eftir at VB á
heimavølli setti silvur-
vinnararnar úr VÍF upp á
pláss sunnudagin, varð
stórsigurin hjá Neistanum
leygardagin á Kyndli settur
í relieff.
Talan gjørdist um sanna
eyðmýking, tá Neistin í
grannauppgerðini
vann
33-12, eftir at hava havt
sannførandi
hálvleiks-
leiðsluna 14-6. Og so gav
seinni hálvleikur enntá
meira av sama slagi, so
hann varð vunnin heili 19-
6…
Í øllum lutum var mun-
urin stórur á liðunum, og
hóast
málverjin
hjá
Kyndli, Fríða Petersen, í
meðal annanhvønn minutt
mátti síggja bóltin fara inn
um seg, so syrgdi hon við
fleiri bjargingum fyri, at ó-
sigurin ikki gjørdist enn
størri.
Neistin hevði hinvegin
breidd og dygd í sínum
spæli og talan var í stóran
mun um skjótan hondbólt.
Í verjuni stóðu tær væl, og
so varð mangan gjørt sera
skjótt av í skjótálopum, ið
góvu tey nógvu av málun-
um.
Serliga var tað Ása Dam
á Neystabø, ið gjørdi um
seg. Javnan fangaði hon
bóltin, tá Kyndil var í
álopi, og so brúkti hon
skjótleikan til at renna frá
mótstøðuliðnum og skora.
Sum sagt, so verður óiv-
að spennandi at síggja,
hvussu liðið hjá Neistan-
um fer at mennast gjøg-
num kappingina. Nógvar
av teimum yngru eru vanar
við at vinna, og kanska
kann tað geva Neistanum
eitt skump rætta vegin eftir
nøkur rakár.
Hinvegin er alneyðugt
hjá Kyndli at fáa vend í.
Og tað kann sigast longu
nú, hóast hetta bara var
annar dysturin á árinum, tí
mistøk og veikleikar hava
havt ov stóran leiklut í
teimum báðum dystunum,
sum eru taptir - fyrst móti
Stjørnuni og nú uppaftur
meira móti Neistanum.
Dysturin í tølum
Neistin-Kyndil 33-12
(14-6)
Málskjúttar
Neistin: Ása Dam á Neyst-
abø 12 (3), Simone Dziu-
gyte 6 (1), Lív Sørensen 4
(2), Lina Andriulyte 2,
Rakul Augustinussen 2,
Unn J. Kragesteen 2, Jórun
Ludvig 2, Marjun Tróndar-
son 2, Vivian Unadóttir 1
Kyndil: Sólja Jóanisdóttir
4, Ann Mari Wang 3, Anja
Heinadóttir 2, Sabine Frø-
lund 1 (1), Ingrid Petersen
1, Randi Wardum 1
Brotskøst: Neistin 7,
Kyndil 1
Ávaringar: Neistin 3,
Kyndil 2
Útvísingar: Kyndil 6
Dómarar: Hannis Wardum
og Uni Wardum
Neistin-Kyndil 33-12 (14-6):
Einki at rafla um
StÍF-Stjørnan 23-23 (11-10)
StÍF avgjørdi ferðina
Stjørnan fekk eftir stórsigurin í fyrsta umfari bara javnleik á Skála
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
22